Skriva út

At keypa bát úr útlondum

Keypir tú bát úr útlondum, eru hesi viðurskifti at hugsa um:

Bátur undir 5 GT

Er báturin undir 5 GT, skalt tú rinda mvg av keypsvirði + flutningskostnaði, t.e. av CIF-virðinum. Rindast skal til TAKS, tá báturin kemur til landið.

GT er ensk stytting fyri gross tonnage, t.e. bruttotonnasja (BT). CIF er ensk stytting fyri Cost, Insurance and Freight, t.e. kostnaður, trygging og frakt.

Bátur, 5 GT og meira

Er talan um stuttleikabát, rindar tú mvg eins og av bátum undir 5 GT. Er talan ikki um stuttleikabát, kann hann innflytast mvg-frítt, um hann verður vinnuliga rikin.

Eingin tollur verður rindaður

Tollurin á innfluttum bátum er 0%, bæði á nýggjum og gomlum.

Hvussu veit eg, um báturin er undir ella yvir 5 GT?

Í málibrævinum fyri bátin stendur, um hann er undir ella yvir 5 GT. Báturin skal vera uppmáldur á føroyskum ella donskum málibrævi ella tjóðskaparbrævi.

Hvussu veit eg, um báturin er stuttleikabátur ella ikki?

Í skrásetingarskjalinum frá Føroya skipaskráseting stendur, hvat slag av báti, ið talan er um, tað er stuttleikabátur, fiskibátur ella annað.

Manglandi skjøl og upplýsingar

Er einki málibræv, sum vísir støddina á farinum, og hvussu tað er skrásett, skalt tú rinda mvg. Sama ger seg galdandi, um tú ikki kanst prógva ella á annan hátt sanna, at farið verður vinnuliga rikið.