Kostar hon meira, rindar tú toll og avgjald av fullum virði.
At senda gávur til Føroya
Býrt tú uttanlands, kanst tú eftir ávísum reglum senda gávur til Føroya uttan at rinda toll. Tú kanst eisini hava gávurnar við tær í viðføri, tá tú kemur heim at vitja.
Ein gáva er tollfrí, um hon kostar í mesta lagi 1.000 kr. við mvg
Fraktkostnaðurin ávirkar ikki
Hann kann koma afturat, og gávan er framvegis tollfrí, so leingi hon ikki kostar meira enn 1.000 krónur við mvg at keypa.
Gáva skal ikki innihalda rúsdrekka ella tubbak
Bert Rúsan kann innflyta rúsdrekka, og bert vinnufyritøkur kunnu innflyta tubbak. Soleiðis siga § 6, stk. 1, í rúsdrekkalógini og § 11, stk. 1, í roykilógini.
Verður komið fram á rúsdrekka og tubbak í gávu, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir fráboðan um hetta.
Gáva má ikki hava vinnuligt endamál
Hon skal:
- verða latin móttakaranum uttan kostnað,
- vera ætlað móttakaranum ella familju hansara at brúka,
- bert verða latin av og á, til dømis sum jólagáva ella føðingardagsgáva,
- ikki í eginleika ella nøgd geva orsøk til at ivast í, um endamálið er vinnuligt.
Gáva kann ikki sendast til Føroya frá nethandli
Hon skal koma beinleiðis frá einum privatpersóni. Hetta sambært vegleiðing um gávusendingar.
Tú skalt upplýsa, hvat gávan kostar
Legg eina vørulýsing við, har prísurin stendur á. Er eingin vørulýsing, metir TAKS um virðið. Metir TAKS, at tað er hægri enn 1.000 krónur við mvg, kanst tú vísa faktura ella kvittan. Annars skalt tú rinda toll og avgjald av fulla metingarvirðinum.
Í ivamálum tekur TAKS altíð endaligu avgerðina.
Fleiri gávur kunnu vera saman
Hvør gáva kann í mesta lagi kosta 1.000 kr. við mvg. Í vørulýsingini skalt tú upplýsa, hvussu nógvar gávur eru, og hvat tær kosta hvør sær.
Hvør gáva skal vera ein samanhoyrandi eind
Til dømis kunnu einir skógvar fyri 2.000 kr. ikki vera tvær gávur á 1.000.
1.000 krónu-markið og 300 krónu-markið eru ikki tað sama
- 1.000 krónu-markið er galdandi, tá tú býrt uttanlands og sendir gávur til Føroya ella hevur gávur við tær í viðføri, tá tú kemur at vitja.
- 300 krónu-markið er galdandi, tá tú býrt í Føroyum og keypir vøru á netinum úr útlondum. Les um tað í "300 krónu-reglan" og "At keypa á netinum."
Meira at vita um at senda gávur til Føroya?
Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja til tín, tá tú hevur tíð.
Les eisini viðmerkingar til uppslag hjá TAKS á Facebook um at senda gávur til Føroya.