Skriva út

At senda gávur til Føroya

Býrt tú uttanlands, kanst tú við ávísum treytum senda gávur til Føroya toll- og avgjaldsfrítt. Les um treytirnar niðanfyri.

Gávan kann í mesta lagi kosta 700 krónur

Kostar hon meira enn hetta, rindar ein toll og avgjald av fulla virðinum.

Frakt er ikki íroknað

Kostar gávan 700 krónur, so kann fraktin koma afturat, og gávan er toll- og avgjaldsfrí kortini.

Gávur kunnu ikki sendast til Føroya frá nethandli

Tær skulu sendast beinleiðis frá einum privatpersóni. Hetta er sambært rundskrivi um gávusendingar. Sí rundskrivið undir snarslóðum.

Fleiri gávur kunnu vera í einari sending

Hvør gáva skal bara í mesta lagi kosta 700 krónur. Í vørulýsingini upplýsir sendarin tá gávutal og kostnað pr. gávu.

Hvør gáva skal vera ein samanhoyrandi eind

Eitt nú ber ikki til at senda einar skógvar fyri 1.400 krónur sum tvær gávur á 700.

Rúsdrekka og tubbaksvøra kunnu ikki vera í gávuni

Um so er, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir fráboðan um hetta. Sum tubbaksvøra verður roknað snús, sigarettir, sigarir, píputubbak og vatnpíputubbak (frukttubbak).

Orsøkin til, at rúsdrekka og tubbaksvøra ikki kunnu vera í pakkanum, er, at bert Rúsan kann innflyta rúsdrekka, og bert vinnufyritøkur kunnu innflyta tubbaksvøru. Hetta er fyriskipað í rúsdrekkalógini og roykilógini. Viðkomandi eru ávikavist § 5, stk. 1, og § 11, stk. 1. Tú finnur lógirnar undir snarslóðum her á síðuni.

Sendarin skal upplýsa, hvat gávan kostar

Tað verður gjørt í vørulýsing, sum verður løgd saman við sendingini. Fylgir eingin lýsing við, metir TAKS um virðið. Verður tað mett at vera meira enn 700 krónur, so kann sendarin mótprógva hetta við faktura ella kvittan, annars má móttakarin rinda toll og avgjald av fulla metingarvirðinum.

Í ivamálum er tað altíð TAKS, sum ger av, um útflýggjað verður toll- og avgjaldsfrítt.

Ein gáva skal ikki hava vinnuligt endamál

Hetta merkir, at talan skal vera um sending, ið:

  • verður send til móttakaran, uttan at hann á nakran hátt skal gjalda fyri hana,
  • bert verður send av og á, t.d. føðingardagsgáva, jólagáva, fermingargáva o.tíl.,
  • bert er ætlað til móttakaran sjálvan ella familju hansara, og hvørs eginleikar ella nøgd ikki geva orsøk til at halda, at talan er um vinnuligt endamál.
700 krónu markið og 300 krónu markið eru ikki tað sama

700 krónu markið er galdandi fyri gávur, ið tú sum búsitandi uttanlands kanst senda privatfólki í Føroyum. Tað er tað, sum vit hava viðgjørt omanfyri.

300 krónu markið er galdandi fyri vørur, sum tú í Føroyum kanst keypa á netinum úr útlondum. Tað viðgera vit aðrastaðni á heimasíðuni. Les t.d. "Vøra undir 300 krónur" og "At keypa á netinum." Tú finnur leinkini undir snarslóðum.

Meira at vita um at senda gávur til Føroya?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Royn eisini spurningar og svar um evnið á facebook-síðu okkara. Tú finnur leinkið undir snarslóðum.