Skriva út

Flytigóðs

Tá ið tú flytur heim til Føroya, kanst tú fáa flytigóðsið við tær toll- og avgjaldsfrítt.

Treytir fyri toll- og avgjaldsfríum flutningi av flytigóðsi

Fyri at lutirnir hjá tær skulu vera tulkaðir sum flytigóðs, skulu nakrar treytir verða uppfyltar.

  • Tú skalt hava búð uttanlands í minst 1 ár
  • Tú skalt hava latið útlendska bústaðin frá tær
  • Lutirnir skulu vera ogn hjá tær ella húski tínum og skulu hava verið tað í minsta lagi 6 mánaðir, áðrenn komið verður til Føroya
  • Lutirnir skulu hava verið brúktir av tær ella húski tínum og skulu framvegis fara at verða brúktir av tær ella húski tínum eftir heimkomu

Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi er galdandi eitt ár eftir, at flutt er.

Gev gætur, at matvøra, tubbaksvøra og rúsdrekka kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs.

Bilurin og báturin

Tú kanst fáa bilin og/ella bátin heim við tær toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs. Treytirnar eru, at tú:

  • hevur fylt 18 ár,
  • hevur havt skrásettan bústað í fráflytingarlandinum í minst eitt ár,
  • skalt brúka bilin og/ella bátin til egna nýtslu,
  • hevur átt bilin og/ella bátin í minsta lagi 6 mánaðir.

Skifta bilurin ella báturin eigara innan eitt ár frá innflutningsdegnum, (fyri bilin frá skrásetingardegnum her í landinum), galda vanligar toll- og avgjaldsreglur. Hvør persónur yvir 18 ár kann flyta inn ein bil og ein bát.

Gev gætur: Henda flytigóðsreglan frítekur ikki akfør fyri at skula rinda skrásetingargjald o.a. eftir løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum. Akstovan umsitur hetta gjald.

Skjalprógv og oyðublað

Fyri at brúka regluna um toll- og avgjaldsfrítt flytigóðs, skalt tú kunna vísa eina flytiváttan frá kommununi, ið tú flytur til. Tú skalt eisini fylla út og skriva undir eina flytigóðsváttan frá TAKS. Hana finnur tú undir snarslóðum.