Lurta

Garantisendingar

Garantisendingar eru vørur, ið verða innfluttar í garantitíðini, t.d. til umbýtingar, umvælingar ella tílíkt.

Toll- og avgjaldsfrítøka

Vøra, sum verður innflutt sum umbýtisvøra, og vøra, ið verður innflutt undir garantii, kann innflytast toll- og avgjaldsfrítt í garantitíðini. Sama er galdandi fyri umbýtislutir, eykalutir og umvælingar av vørum, sum eru undir garantii.

Vøra, sum kemur til landið toll- og avgjaldsfrítt sum ferðagóðs, men sum síðan verður aftursend til seljara uttanlands til umbýtingar ella tílíkt, skal gjalda toll- og avgjøld, tá ið hon kemur aftur til Føroya. Hetta, hóast hon upprunaliga varð innflutt toll- og avgjaldsfrítt.

Fakturatreytir fyri toll- og avgjaldsfrítøku

Fyri at fáa toll- og avgjaldsfrítøku, skal tað standa týðiliga á fakturanum ella proforma-fakturanum frá seljaranum, at talan er um umbýtisvøru undir garanti ella um eina garantiumvæling.

Skal keyparin rinda fyri vøruna ella umvælingina og fær faktura upp á tað, kann vøran ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt. Hon skal tá í staðin tollavgreiðast eftir avgjaldsskyldiga virðinum, sum verður ásett út frá vanliga søluprísinum á vøruni ella vanliga kostnaðinum fyri umvælingina.

Skjalprógv fyri garanti

TAKS kann krevja skjalprógv fyri, at vøran er undir garanti, t.d. keypssáttmála. TAKS kann eisini krevja upprunafaktura fyri vøruna.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.