Ferðandi kunnu hava heilivág til egna nýtslu við sær til Føroya.
Heilivágur
Einans Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya. Tað sigur § 5, stk. 1, í heilivágslógini.
Verður komið fram á heilivág í eini sending, verður hann lagdur í varðveitslu hjá TAKS.
TAKS kunnar altíð móttakaran og avgreiðir málið saman við honum.
Onnur lóglig vøra í somu sending verður útflýggjað, tá ið málið er avgreitt.
Heilivágur hjá ferðandi
Natúrheilivágur og kostískoyti
Natúrheilivágur og kostískoyti eru vanliga ikki heilivágur og kunnu oftast innflytast av privatpersónum.
Í ivamálum verður vøran afturhildin í tollinum, til Apoteksverkið hevur váttað, at hon ikki er heilivágur. Tað er altíð Apoteksverkið, sum ger av, um vøra er heilivágur ella ikki.
Veska til elektroniskar sigarettir
Veska til elektroniskar sigarettir er heilivágur, um hon inniheldur nikotin. Tá kann hon ikki innflytast av privatpersónum.