Hvat er tollur?
Tollur er gjald, sum Løgtingið kann leggja á innflutta vøru fyri at fáa inntøku til landskassan, summpart eisini fyri at verja framleiðsluna av vøru í Føroyum.
Tollurin á einari vøru svarar vanliga til eina upphædd, ið er millum 5 og 10 prosent av tí, sum tað kostar at keypa vøruna og at fáa hana til Føroya. Neyva prosenttalið verður ásett av toll- og vøruskránni, ið Føroyar hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja.
Toll- og vøruskráin er eitt yvirlit, sum vísir, hvussu nógvur tollur skal rindast av einari innfluttari vøru, og sum Føroyar hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja. Toll- og vøruskráin verður eisini kallað altjóða vøruskráin.
Nei.
- Vit rinda ikki toll av vørum, sum kosta undir kr. 300 við flutningsgjaldi.
- Vit rinda heldur ikki altíð toll av vørum, sum kosta meira enn hetta. Skalt tú vita, um tollur skal rindast av ávísari vøru, ber til at hyggja í toll- og vøruskránna, sum er eitt uppslagsverk yvir toll og onnur avgjøld á vørum úr útlondum.
- At enda rinda vit heldur ikki toll fyri vørur, sum vit keypa úr londum, ið Føroyar hava fríhandilssáttmála við. Tey londini sært tú niðanfyri. Minst til, at tú skalt kunna prógva, at vøran kemur úr slíkum landi.
Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland og Ungarn.