Tú skalt ikki gera meira.
Tippa TAKS
Hevur tú mistanka um rúsevnasmugling? Tippa TAKS. Ring ella smsa á 35 27 00 ella skriva til rusevni@taks.fo. Tað verður okkara millum.
Vit taka okkum av málinum víðari
Tú kanst eisini senda okkum eitt anonymt bræv
Skriva eini stutt boð og legg tey í ein brævbjálva.
Koyr brævbjálvan í postkassan hjá TAKS á Smyrilsvegi 20 í Havn ella í ein av bláu postkassunum hjá Posta kring landið.
Um tú brúkar postkassan hjá TAKS
Koyr brævbjálvan í postkassan uttan frímerki og uttan at skriva nakað uttaná. Hann kemur í rættar hendur.
Um tú brúkar postkassa hjá Posta
Set frímerki á brævbjálvan og skriva hesa adressu á hann:
Tolleftirlit
Boks 2151
Koyr brævbjálvan í onkran av postkassum hjá Posta. Tað nýtist ikki at vera ein í tínum øki. Er hann í Suðuroy, verður Tvøroyri stemplað á bjálvan. Er hann aðrastaðni, verður Tórshavn stemplað á.
