Toll- og vøruskráin
Toll- og vøruskráin er uppslagsverk, ið vísir toll og annað avgjald á vøru, ið keypt verður úr útlondum.
Tað eru tveir mátar at leita í toll- og vøruskránni.
Tú kanst antin skrolla niður eftir henni og trýsta á kapitlar og nummur, so koma tollur og avgjøld fram, ella tú brúkar leitiskipanina. Hana finnur tú við at trýsta á “Leita” í grøna bjálkanum ovast, tá ið tú kemur til skránna. Brúkar tú fartelefon, trýst á burgaramenuina og so á leita.
Tá ið tú hevur trýst á leita
Í skránni hevur hvør vøra sítt nummar. Til dømis er nummarið á sandalum 6403.20.00. Kennir tú nummarið á tínari vøru, skriva tað í leitigluggan. Vel so funkuna "Vørunr. og tekst" høgrumegin gluggan og leita. Tá ið vøran kemur fram, trýst á nummarið, og tú sært toll og avgjøld.
Veitst tú ikki nummarið á vøruni, kanst tú leita upp á navnið, t.d. sandalur. Til ber eisini at skriva sand ella sandal. Stjørnutekn, gásareygu og onnur slík tekn skulu ikki nýtast, einans bókstavir. Tá tú leitar upp á navn, vel funkuna "Leitiorð".
Klikk her. Vit leinkja eisini undir snarslóðum.