Skriva út

Tollfrítt fyri ferðandi til Føroya

Er man uttanlands, kann man keypa vøru fyri 2.500 krónur heim við sær aftur uttan at rinda toll av henni. Mvg er ikki íroknað.

Keypir man fyri meira, rindar man toll av tí, sum fer uppum

Tað ger man við at boða frá í tollinum í Føroyum. Boðar man ikki frá og verður steðgaður, rindar man toll av øllum.

Les meira um at boða frá í tollinum í partinum "Grøna og reyða tollrásin" niðari á síðuni.

Man skal kunna prógva prísin á vøruni

Tað ger man við eini kvittan til dømis. Kann man ikki prógva písin, kann tolleftirlitið áseta hann.

Vøra, ið hoyrir saman, skal vera saman

Tað er, at hon kann ikki flytast inn í pørtum ella av fleiri persónum, um so skal vera, hóast virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr. Einir oyraringar, sum kosta 3.500 krónur, kunnu ikki flytast inn tollfrítt ein og ein fyri 1.750 krónur.

Mvg eitur tað í Føroyum

Aðrastaðni kann tað eita VAT, moms, MwSt, IVA og annað, alt eftir hvar man er.

Umframt tær 2.500 kann man keypa tollfrítt rúsdrekka o.a.

Keypast kunnu hesar vørur og hesar mongdir:

Góðgæti

  • Sjokulátu- og sukurvøra, 3 kg
  • Sodavatn, 10 litrar

Luktilsi

  • Luktilsi, 50 gr
  • Rakivatn, 25 cl

Tubbak

  • 200 sigarettir
  • ella 100 sigarillos
  • ella 50 sigarir
  • ella 250 gr. av balli ella snúsi

Rúsdrekka

  • 1 litur av brennivíni upp til 60%* + 1 litur av heitvíni o.ø. upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
  • ella 1 litur av brennivíni upp til 60% + 2,25 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
  • ella 2,25 litrar av heitvíni o.ø. upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
  • ella 4,5 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
  • ella 10 litrar av øli ella 10 litrar av cider upp til 5,8%*

*) % vol.alk

Til ber at keypa tollfrítt sum ferðandi einaferð um samdøgrið. Gev gætur, at 18 ára aldursmark er fyri at keypa tubbak og rúsdrekka.

Hetta kann keypast afturat við at rinda avgjald

Góðgæti

Av tí, sum fer upp um tollfrítt, verða rindaðar 5 kr/l av sodavatni og 45 kr/kg av sjokulátuvøru.

Rúsdrekka

Av tí, sum fer upp um tollfrítt, verða rindað hesi vegleiðandi avgjøld:

Øl33 cl24 x 33 cl30 x 33 cl
Upp til 4,6%4 kr.95 kr.120 kr.
4,7-5,8%5 kr.120 kr.150 kr.
Yvir 5,8%9 kr.215 kr.270 kr.

 

Cider o.a.25 cl33 cl 
Cider8 kr.9 kr. 
Breezer10 kr.  

 

Vín50 cl75 cl100 cl
Borðvín20 kr.25 kr.35 kr.
Sjampanja20 kr.30 kr.40 kr.
Heitvín30 kr.40 kr.55 kr.

 

Brennivín50 cl75 cl100 cl

17-20%

40 kr.60 kr.

80 kr.

21-25%

50 kr.75 kr.100 kr.

26-30%

60 kr.90 kr.120 kr.
31-35%72 kr.108 kr.144 kr.
36-40%82 kr.123 kr.164 kr.
41-45%90 kr.135 kr.180 kr.
46-50%102 kr.153 kr.204 kr.
51-55%116 kr.174 kr.232 kr.
56-60%126 kr.189 kr.252 kr.

 

Mest loyvda nøgd av rúsdrekka

Sum ferðandi kann man samanlagt, tað er við tí tollfría og tí, sum fæst afturat við at rinda avgjald, í mesta lagi keypa hesa nøgd av rúsdrekka:

  • 3 litrar av brennivíni millum 22 og 60%,
  • 9 litrar av víni ella øðrum rúsdrekka upp til 22% og
  • 10 litrar av øli ella cider.

Tað, sum fer upp um hetta, verður tikið av tolleftirlitinum.

Grøna og reyða tollrásin

Tá man kemur til Føroya sum ferðandi, skal man velja ímillum at fara í grønu ella reyðu tollrásina.

Vel grønt, um tú einki hevur at tolla

Tú hevur eitt nú ikki keypt vøru fyri meira enn 2.500 kr. í alt uttan mvg og ikki meira av tollfríum, enn loyvt er.

Gev gætur, at tað at velja grøna tollrás er tað sama sum at boða frá, at einki er at tolla. Verður tú tá kannað og hevur okkurt at tolla, fært tú bót.

Vel reytt, um tú hevur okkurt at tolla ella ivast

Tú hevur til dømis keypt vøru fyri meira enn 2.500 kr. í alt uttan mvg ella eyka av tollfríum. Vel eisini reyðu rásina, um tú ivast í, hvør rás er hin rætta, ella um tú vilt spyrja tolleftirlitið um okkurt. Tað kostar einki.

Tað, man hevur við sær úr Føroyum

Vanligt ferðagóðs, sum man hevur við sær úr Føroyum, fær man tollfrítt heim við aftur. Tó skal man kunna prógva fyri tolleftirlitinum, t.d. við kvittan, at vøran er keypt í Føroyum. Ofta er talan um teldu, fartelefon og tílík tól, men treytin er galdandi fyri alla vøru.

Tað, man sendir av landinum

Flytur man inn ferðagóðs tollfrítt og sendir tað av aftur landinum til umbýtingar ella tílíkt, skal man rinda toll av góðsinum, tá ið tað kemur aftur til Føroya.

Tollplakatin

Tollplakatin gevur yvirlit yvir alt tað tollfría. Heinta hana her niðanfyri ella undir snarslóðum. Vel PDF, um plakatin skal skrivast út. Prentið verður klárari.

Heinta tollplakat á føroyskum

> Tollplakat_FO (PDF)
> Tollplakat_FO (JPEG)

Heinta tollplakat á enskum

> Tollplakat_EN (PDF)
> Tollplakat_EN (JPEG)

Ivast tú í onkrum?

Vita undir snarslóðum: TAKS á Facebook, spurningar og svar um at keypa tollfrítt. Kanska onkur hevur ivast í tí sama sum tú. Kunngerðin um tollfría sølu upplýsir eisini væl um ymisk viðurskifti. 

Vit vegleiða eisini fegin

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo.