Tá tú kemur til Føroya, kanst tú umframt góðgæti, luktilsi, tubbak og rúsdrekka hava aðra vøru við tær tollfrítt fyri upp til 2.500 krónur + mvg.
Er hon meira verd enn tað, skalt tú siga frá í tollinum, tá tú kemur til Føroya. Tað gert tú við at velja reyðu rásina, tá tú kemur til tollin á veg út av flogvøllinum ella farstøðini.
Vøran skal vera til egna nýtslu
Hon skal ikki takast við fyri annan, seljast víðari ella á annan hátt nýtast vinnuliga.
Prísurin á vøruni skal kunna prógvast
Minst tí til kvittanina. Hevur tú ikki kvittan ella annað prógv, kann tolleftirlitið sjálvt áseta prísin.
Vøra, sum hoyrir saman, skal vera saman
Hon kann ikki flytast inn í pørtum fyri at koma undir markið á 2.500 krónur + mvg. Sum dømi kunnu einir oyraringar fyri 3.000 krónur ikki flytast inn hvør sær fyri 1.500 krónur.
Um tú hevur vøru fyri meira enn 2.500 krónur + mvg
- Er talan um einstakan lut, rindar tú fullan toll. Er tað ein lampa fyri 2.800 krónur, rindar tú toll av 2.800 krónum.
- Er talan um sett, rindar tú eisini fullan toll. Er tað ein klædningur fyri 3.000 krónur, rindar tú toll av 3.000 krónum. Sama við skóm og øðrum, sum verður roknað sum sett.
- Eru tað ymsir lutir, rindar tú toll av tí, sum fer uppum. Eru tað einir skógvar fyri 1.000 og ein kjóli fyri 2.000, rindar tú toll av skónum og fær kjólan tollfrítt.
Tað, tú hevði við tær úr Føroyum
Vanligt ferðagóðs, sum tú hevði við tær úr Føroyum, fært tú tollfrítt heim við aftur. Tó skalt tú kunna prógva fyri tolleftirlitinum, at vøran er keypt í Føroyum, til dømis við kvittan. Ofta er talan um teldu, fartelefon og tílík tól, men treytin er galdandi fyri alla vøru.
Tað, tú sendir av aftur landinum
Keypir tú vøru tollfrítt og sendir hana av aftur landinum til umbýtingar ella annað, skalt tú rinda fullan toll, tá ið vøran kemur aftur.