Skriva út

Tollur og innflutningur

Tollur skal rindast av allari vøru, sum verður innflutt til Føroya, um hon ikki er tollfrítikin við lóg. Støddin á tollinum stendur í toll- og vøruskránni, sum er grundað á altjóða tollskránna, Harmonized Commodity Description and Coding System, stytt HS.

Hvussu verður tollur roknaður?

Tollur verður roknaður av gjaldsskyldiga virðinum. Gjaldsskyldiga virðið verður roknað eftir reglum, sum landsstýrið hevur ásett í samsvari við avtaluna um nýtslu av grein VII í almenna sáttmálanum um tollskráir og samhandil (GATT).

Tollavgreiðsla

Høvuðsreglan er, at øll vøra skal tollavgreiðast, tá ið hon kemur til Føroya, antin hon kemur sum farmur ella sum postur.

Allar vørusendingar verða skrásettar í góðsskipanini hjá TAKS, størsti parturin elektroniskt frá flutningsfeløgunum. Í skipanini fær hvør sending eitt góðsnummar, sum skal brúkast, tá ið vøra skal tollavgreiðast.

Ein fyritøka, sum flytur inn vøru, skal mvg-skrásetast hjá TAKS. Síðan fær hon eitt v-tal, sum hon skal brúka í samskiftinum við TAKS og í sambandi við innflutningin og tollavgreiðsluna av vøruni.

Tollkredittur

Um tollkreditt

Ein fyritøka, sum flytur inn vøru regluliga, kann søkja TAKS um at fáa tollkreditt. Tá fær hon vøruna útflýggjaða beinanvegin, hon er komin til landið, uttan at gjalda innflutningsavgjøldini frammanundan. Treytin er, at vørusendingin skal vera tollavgreidd í seinasta lagi 14 dagar eftir, at hon er komin til landið, og at innflutningsavgjøldini skulu vera goldin í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir, at vøran er innflutt.

Fyritøkur, sum ikki hava tollkreditt, skulu tollavgreiða og gjalda innflutningsavgjøldini til TAKS, áðrenn flutningsfelagið kann útflýggja vøruna til innflytaran. Hetta er eisini galdandi fyri vøru, sum fyritøkur fáa við posti.

Fyritøkur kunnu, umframt at rinda innflutningsgjøldini, eisini tollavgreiða allar sínar vørusendingar á Vinnuglugganum. Ert tú ikki brúkari av Vinnuglugganum, klikk á "Um Vinnugluggan" undir snarslóðum og les meira um tænastuna, og hvussu tú fært atgongd.

Hevur ein fyritøka tollkreditt, skal hon brúka Vinnugluggan til at tollavgreiða vøru, sum kemur við posti. Hevur hon ikki tollkreditt, kann hon brúka Vinnugluggan.

Treytir fyri at fáa tollkreditt (í høvuðsheitum)

  1. Vørurnar skulu avgreiðast umvegis Vinnugluggan.
  2. Trygd fyri tolli og avgjøldum skal veitast. Trygdin kann ikki vera minni enn kr. 100.000.
  3. Allar tolleftirstøður skulu vera goldnar, áðrenn tollkreditturin verður settur í gildi.
  4. Toll- og avgjaldskrøv skulu vera goldin í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir, at vøran er uppskipað.
  5. Vøran skal vera tollavgreidd í Vinnuglugganum í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vøran er uppskipað.

Umframt at fyritøkur sjálvar kunnu tollavgreiða sínar vørusendingar, ber eisini til at biðja flutningsfeløgini tollavgreiða tær ella at senda skjølini saman við tollingaráheitan til kundatænastuna at avgreiða. Posta avgreiðir vørusendingar, ið koma sum postur. Fyritøkur, sum hava tollkreditt og fáa vøruna við posti, kunnu sjálvar tolla vøruna á Vinnuglugganum.

Skjøl at brúka, tá ið vøra skal tollavgreiðast

Hesi skjøl skulu brúkast, tá vøra skal tollavgreiðast:

1. Farmagjaldsrokning
2. Fakturi
3. Upprunaváttan*
4. Tollingaráheitan

Umframt hesi skjøl kann vera neyðugt við øðrum skjølum, t.d. heilsuváttan og loyvum til ávísa vøru, eitt nú kjøt og kjøtvøru, fisk og fiskaúrdrátt, livandi djór, vápn, spreingievni og fýrverk.

*) Upprunaváttan er ikki treyt, men hevur tú ikki slíka váttan, kemur vøran undir GATT-toll. Les meira um hetta niðanfyri undir partinum "Meira um upprunaváttananina."

1. Farmagjaldsrokningin skal innihalda upplýsingar um:

- Navn og bústað hjá avsendara og móttakara
    - Farmabrævsnummar
    - Tal av kolli, vøruheiti, nettovekt og bruttovekt
    - Toll- og avgjaldsskyldiga flutningskostnaðin, trygging o.a.

2. Fakturin skal innihalda upplýsingar um:

- Navn og bústað hjá avsendara og móttakara
    - Tal av kolli, vøruheiti, nettovekt og bruttovekt
    - Fakturavirði fyri hvørja linju/vøru sær og samlað
    - Upplýsingar um møguligan avsláttur

Gev gætur: Proformafakturar/tollfakturar kunnu í høvuðsheitum ikki brúkast at tollavgreiða eftir,

3. Upprunaváttan skal innihalda upplýsingar um:

- Navn og bústað hjá avsendara
    - Tal av kolli, vøruheiti og bruttovekt
    - Upprunaland

Meira um upprunaváttananina

Upprunaváttanin kann antin vera ein EUR 1-váttan ella ein fakturaváttan, sum er áteknað fakturan. Upprunaváttan kann bara nýtast til vørur, sum hava uppruna í landi, sum vit hava fríhandilssáttmála við. Føroyar hava fríhandilssáttmála við Ísland, Noreg, Sveis og øll ES-lond. Er eingin upprunaváttan, kemur vøran undir GATT-toll, sjálvt um hon hevur uppruna í einum landi, sum vit hava fríhandilssáttmála við. Hvønn GATT-toll, ið vøran hevur, sæst í toll- og vøruskránni. Hana finnur tú undir snarslóðum.

Er fakturavirðið á upprunavøruni upp til 3.000 kr., er nóg mikið, at tað á fakturanum er váttað, hvørjum avtalulandi, vøran hevur uppruna.

Er fakturavirðið á upprunavørunum millum 3.000 kr. og 6.000 evrur, skal upprunaváttanin á fakturanum vera soljóðandi: “The exporter of the products covered by this document declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of : (navn á upprunaland).preferential origin”. Váttast skal við undirskrift frá avsendara.

Er fakturavirðið á upprunavørunum meira enn 6.000 evrur, skal omanfyri nevnda váttan eisini hava eitt løggildisnummar frá tollmyndugleikanum í avsendaralandinum. Váttanin skal tá vera soljóðandi: “The exporter of the products covered by this document, customs authorization No (nummar) declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of (navn á upprunalandi) preferential origin”

Ein EUR 1-upprunaváttan skal vera undirskrivað og ástemplað av tollmyndugleikanum í avsendaralandinum. Fyri at EUR 1-upprunaváttanin skal kunna verða góðtikin, skal originalurin fyriliggja. Avrit av EUR 1-upprunaváttanini verður ikki góðtikið, og tollfyrimunur verður ikki givin, um originalurin ikki fyriliggur.

4. Tollingaráheitan

Tollingaráheitanin verður útfylt sambært ávístu teigum í áheitanini. Tú finnur hana undir snarslóðum. Vøruskránummarið, sum tú skalt skriva í teig 20, finnur í toll- og vøruskránni. Hana finnur tú eisini undir snarslóðum.

Gev gætur, at tollingaráheitan nýtist ikki at fyllast út fyri vørusendingar, sum hava eitt tollvirði á upp til 3.000 kr. Er virðið størri, skal tollingaráheitanin útfyllast. Er ivi um, hvat vøruskránummarið er, fæst leiðbeining frá kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella við at senda eitt teldubræv til taks@taks.fo.
 
Gjalding av tolli og avgjøldum

- Gjalding av innflutningsavgjøldum kann bara gerast sum bankaflyting ella við gjaldskorti
- Fyritøka, sum brúkar Vinnugluggan, kann sjálv gjalda síni innflutningsavgjøld í skipanini eftir gjaldsavtalu við peningastovn. Er ikki avtala gjørd um hetta, ber til at senda okkum oyðublaðið "Gjaldsavtala við TAKS um mvg og toll." Tú finnur tað undir snarslóðum.

- Fyritøkur, sum lata flutningsfeløg ella Posta tollavgreiða fyri seg, skula gjalda teimum innflutningsavgjøldini
- Fyritøkur, sum lata TAKS tollavgreiða fyri seg, gjalda til TAKS við bankaflyting ella gjaldskorti. Enn er bert møguligt at brúka Visa/Dankort.

Útflýggjan av vørusendingum
- Tá vørusendingin er tollavgreidd og innflutningsavgjøldini goldin, kann vøran útflýggjast innflytaranum frá flutningsfelagnum, undantiknar eru fyritøkur, sum hava tollkreditt ella sum flyta og lata speditørar tollavgreiða fyri seg, tær kunnu fáa vøruna útflýggjaða beinanvegin hon er komin.

Útrokning av innflutningsavgjøldum
Niðanfyri verður víst, hvørjum tollur og innflutningsavgjøldini verða roknað av:

- Tollur (GATT) av faktura + frakt
- Avgjald (punkt) av faktura + frakt + tolli
- Mvg av faktura + frakt + tolli + avgjaldi
- Avgreiðslugjald

Landakodur

Tá ið tú útfyllir tollingaráheitanina í Vinnuglugganum í sambandi við vøruinnflutning, skalt tú í teig 24 skriva landakoduna fyri landið, har vøran er framleidd. Landakodan er tveir bókstavir. IS fyri Ísland, NO fyri Noreg, DK fyri Danmark o.s.fr.

Kodurnar eru ásettar eftir ISO-skipanini 3166-1 alpha-2. Tú finnur tær niðanfyri – fyrst navnið á landinum, síðan landakoduna.

A
Afganistan, AF
Albania, AL
Algeria, DZ
Amerikanskt Samoa, AS
Amerikansku Jomfrúoyggjarnar, VI
Andorra, AD
Angola, AO
Anguilla, AI
Antarktis (Suðurpólurin), AQ
Antigua og Barbuda, AG
Argentina, AR
Armenia, AM
Aruba, AW
Aserbadjan, AZ
Avstralia, AU

Á
Áland, AX

B
Bahamaoyggjarnar, BS
Bangladessj, BD
Barain, BH
Barbados, BB
Belarus (Hvítarussland), BY
Belau (Palau), PW
Belgia, BE
Belis, BZ
Benin, BJ
Bermuda, BM
Bolivia, BO
Bonaire, St Eustatius og Saba, BQ
Bosnia-Hersegovina, BA
Botsvana, BW
Bouvet, BV
Brasilia, BR
Bretland (Stórabretland), GB
Bretskt øki í Indiahavi, IO
Bretsku Jomfrúoyggjarnar, VG
Brunai (Brunai Darussalam), BN
Bulgaria, BG
Burkina Faso, BF
Burma (Myanmar), MM
Burundi, BI
Butan, BT

C
Cookoyggjarnar, CK

D
Danmark, DK
Djibuti, DJ
Dominika, DM
Dominikanska lýðveldið, DO

E
Egyptaland, EG
Ekvador, EC
Ekvatorialskt Guinea (Miðjarðarguinea), GQ
El Salvador, SV
Eritrea, ER
Estland, EE
Etiopia, ET
Eysturríki, AT
Eysturtimor (Timor-Leste), TL

F
Falklandsoyggjarnar (Malvinurnar), FK
Fidji, FJ
Filipsoyggjarnar, PH
Finnland, FI
Fílabeinsstrondin, CI
Frakland, FR
Franskt Gujana, GF
Franskt Polynesia, PF
Franskt St Martin, MF
Franskt suðurterritorium, TF
Føroyar, FO

G
Gabon, GA
Gambia, GM
Gana, GH
Georgia, GE
Gibraltar, GI
Grenada, GD
Grikkaland, GR
Grønland, GL
Guadeloupe, GP
Guam, GU
Guatemala, GT
Guernsey, GG
Guinea-Bissau, GW
Guinea, GN
Gujana, GY

H
Haiti, HT
Holland (Niðurlond), NL
Heard- og McDonaldoyggjarnar, HM
Honduras, HN
Hong Kong, HK
Hvítarussland (Belarus), BY

I
India, IN
Indonesia, ID
Irak, IQ
Iran, IR
Isle of Man, IM
Italia, IT

Í
Írland, IE
Ísland, IS
Ísrael, IL

J
Jamaika, JM
Japan, JP
Jemen, YE
Jersey, JE
Jomfrúoyggjarnar (amerikansku), VI
Jomfrúoyggjarnar (bretsku), VG
Jordan, JO
Jólaoyggin, CX

K
Kambodja, KH
Kamerun, CM
Kanada, CA
Kap Verde, CV
Kasakstan, KZ
Katar, QA
Kaymanoyggjarnar, KY
Keelingoyggjarnar (Kokosoyggjarnar), CC
Kekkia, CZ
Kenja, KE
Kili, CL
Kina, CN
Kirgisistan, KG
Kiribati, KI
Kjadd, TD
Kokosoyggjarnar (Keelingoyggjarnar), CC
Kolumbia, CO
Komorurnar, KM
Kongo-Brazzaville (Lýðveldið Kongo), CG
Kongo-Kinshasa (Demokratiska lýðveldið Kongo), CD
Kosovo, XK
Kosta Rika, CR
Kroatia, HR
Kuba, CU
Kurakao, CW
Kuvait, KW
Kypros, CY

L
Laos, LA
Lesoto, LS
Lettland, LV
Libanon, LB
Liberia, LR
Libya, LY
Liktinstein, LI
Litava, LT
Luksemburg, LU

M
Madagaskar, MG
Makau, MO
Makedonia, MK
Malaisia, MY
Malavi, MW
Maldivurnar, MV
Mali, ML
Malta, MT
Malvinurnar (Falklandsoyggjarnar), FK
Man (Isle of Man), IM
Marokko, MA
Marshalloyggjarnar, MH
Martinique, MQ
Mauretania, MR
Mauritius, MU
Mayotte, YT
Meksiko, MX
Miðafrikanska lýðveldið, CF
Miðjarðarguinea (Ekvatorialskt Guinea), GQ
Mikronesia, FM
Moldova, MD
Monako, MC
Mongolia, MN
Montenegro, ME
Montserrat, MS
Mosambik, MZ
Myanmar (Burma), MM

N
Namibia, NA
Nauru, NR
Nepal, NP
Niðurlond (Holland), NL
Niger, NE
Nigeria, NG
Nikaragua, NI
Niue, NU
Norðurkorea, KP
Norðurmarianurnar, MP
Noreg, NO
Norfolk, NF
Nýkaledonia, NC
Nýsæland, NZ

O
Oman, OM

P
Pakistan, PK
Palau (Belau), PW
Palestina, PS
Panama, PA
Papua Nýguinea, PG
Paraguai, PY
Peru, PE
Pitcairn, PN
Portugal, PT
Pólland, PL
Puerto Riko, PR

R
Reunion, RE
Ruanda, RW
Rumenia, RO
Russland, RU

S
Sameindu Emirríkini (Sameindu arabisku emiratini), AE
Samoa, WS
San Marino, SM
Sao Tome og Prinsipe, ST
Saudiarabia, SA
Salomonsoyggjarnar, SB
Senegal, SN
Serbia, RS
Seyskellurnar, SC
Sierra Leone, SL
Singapor, SG
Slovakia, SK
Slovenia, SI
Somalia, SO
Spania, ES
Sri Lanka, LK
St Barthelemy, BL
St Helena, Ascension og Tristan da Cunha, SH
St Kitts og Nevis, KN
St Lusia, LC
St Martin (franskt), MF
St Marteen (Hollendskt St. Martin), SX
St Pierre og Miquelon, PM
St Vinsent og Grenadinurnar, VC
Stórabretland (Bretland), GB
Sudan, SD
Suðurafrika, ZA
Suðurgeorgia og Suðursandwichoyggjarnar, GS
Suðurkorea, KR
Suðurpólurin (Antarktis), AQ
Suðursudan, SS
Surinam, SR
Svalbarð og Jan Mayen, SJ
Svasiland, SZ
Sveis, CH
Svøríki, SE
Sýria, SY

T
Tadjikistan, TJ
Tailand, TH
Taivan, TW
Tansania, TZ
Timor-Leste (Eysturtimor), TL
Togo, TG
Tokelau, TK
Tonga, TO
Trinidad og Tobago, TT
Tunesia, TN
Turkaland, TR
Turkmenistan, TM
Turks- og Kaikosoyggjarnar, TC
Tuvalu, TV
Týskland, DE

U
Uganda, UG
Ukraina, UA
Ungarn, HU
Uruguai, UY
USA, US
USA ytru útoyggjarnar (Baker, Howland, Jarvis, Johnston, Kingman, Midway, Navassa, Palmyra og Wake), UM
Usbekistan, UZ

V
Vanuatu, VU
Vatikanið (Vatikanstaturin), VA
Venesuela, VE
Vestursahara, EH
Vjetnam, VN

W
Wallis og Futuna, WF

Z
Zambia, ZM
Zimbabwe, ZW