Skriva út

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Ein kapitalvinningssjálvuppgáva er ein uppgerð hjá tær yvir, hvat tú vanst av ognum tínum síðsta álmanakkaár, t.d. av virðisbrøvum. Út frá tí roknar TAKS kapitalvinningsskattin hjá tær tað árið.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2023

Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2022 > kapitalvinningsuppgerðir > fyll út kapitalvinningssjálvuppgávu

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan, lat tá inn við oyðublaðnum Kapitalvinningssjálvuppgáva 2022.

Ikki roynt Borgaragluggan?

Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð, og tú ritar inn við Samleikanum.

Kapitalvinningssjálvuppgávan og virðisbrøv

Tap av virðisbrøvum

Tap av virðisbrøvum bert kann dragast frá kapitalvinningsskatti, ikki frá persónsskatti. Hevur tú tap av virðisbrøvum, so hevur tú ongan kapitalvinningsskatt at draga tapið frá. Tú kanst tó uttan tíðaravmarking flyta hall fram til komandi ár, til alt hallið er uppbrúkt.

Tap av virðisbrøvum kann koma av niðurskrivingum, ella tí at selur fyri minni, enn tú keypir. Til ber at hava ymisk tap av virðisbrøvum, alt eftir nær tú hevur keypt, og um tú hevur keypt í fleiri umførum. Minnist tú ikki keypsprísin, fært tú hann at vita frá staðnum, har tú keypti brøvini.

Tá ið tú tekur lán til virðisbrøv

Hevur tú fíggjað øll ella ein part av virðisbrøvum tínum við láni, tikið áðrenn 1. januar 2017, kanst tú draga renturnar av láninum frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Tú kanst eisini flyta tap av slíkum rentuútreiðslum fram til komandi ár, tó í mesta lagi fimm ár fram.

Hevur tú virðisbrøv í útlendskum peningastovni?

Á TAKS fáa vit upplýsingar um virðisbrævaeigarar frá føroyskum peningastovnum og senda kapitalvinningssjálvuppgávu til øll, sum hava selt av sínum virðisbrøvum í álmanakkaárinum.

Vit fáa ikki upplýsingar um goymslur í útlendskum peningastovnum. Hevur tú havt slík virðisbrøv og hevur selt tey, hevur tú skyldu at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu við upplýsingum um vinning ella tap.

Tú kanst gera broytingar trý ár aftur

Vilt tú broyta kapitalvinningssjálvuppgávuna, skalt tú innan trý ár eftir lokið inntøkuár, leggja fram nýggjar upplýsingar, ið grundgeva broytingina. Hevur tú t.d. tap av partabrøvum í ár, skulu hesar upplýsingar latast inn til TAKS í seinasta lagi 31. desember um trý ár.

Sama er við rentuútreiðslum. Hevur tú havt rentuútreiðslur av at keypa partabrøv trý tey síðstu árini, og eru hesar ikki skrásettar hjá okkum, dettur frádráttarrætturin fyri fyrsta árið burtur tann 31. desember í ár.

Lat rætt og rættstundis inn

Verður ikki rætt og rættstundis innlatið, kann tað geva bót

Bótin er ímillum 1.000 og 5.000 krónur.

Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um, hvussu nógvan kapitalvinningsskatt, tú skalt rinda. Tú fært bræv um hetta, vanliga í september. Frættist tá einki frá tær áðrenn 1. oktober, verður tú at rinda kapitalvinningsskatt eftir metingini hjá TAKS.

Bótin skal altíð rindast.

Søkjast kann um longda innlatingarfreist

Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og tú skalt ikki skylda aðrar skattligar uppgerðir.

Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningssjálvuppgávuna?

Vita í hesum faldarum

Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Skal onkur orðna kapitalvinningssjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni

Ger tað á Borgaraglugganum undir grundupplýsingar/fulltrúir ella heinta fulltrúina her á taks.fo og lat inn við brævi. Freistin er 19. apríl 2023.