Skriva út

Roknskapur

Ein roknskapur er ein uppgerð yvir inntøkur og útreiðslur og vísir fíggjarliga úrslitið hjá einum virksemi. Einstaklingsvirki, íognarfeløg og útleigarar, ið geva upp við roknskapi, skulu hvørt ár lata inn roknskap.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2023

Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum og latast inn saman við sjálvuppgávuni

Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2022 > fyll út sjálvuppgávu

Leinkið til útfyllingarsíðuna er við teigin, har úrslitið av roknskapinum skal skrivast.

Roknskapurin er uppsettur eftir roknskaparleisti hjá TAKS

Seks leistir eru. Fýra til ávikavist húsaleigu, hýruvognar, landbúnað og útróður, og tveir til aðrar vinnugreinar, ein uttan løn og avskriving, hin við løn og/ella avskriving. Klikk á tín leist og fyll út.

Í undantaksføri kunnu leistirnir heintast her á síðuni undir oyðubløðum. Fyll út og lat inn saman við sjálvuppgávuni.

Síggj dømi um, hvussu leistirnir verða útfyltir

Hinir leistirnir verða útfyltir tilsvarandi.

Bókhaldskrøv
  • Allar skrásetingar skulu kunna lesast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru samansett av.
  • Nettosølan skal vísast fyri seg og skal gerast upp við atliti at tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu upplýsast serstakt eftir slagi.
  • Eru útreiðslur nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingarnar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.
  • Avskrivingar, sum stava frá staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast serstakt.
  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal sundurliðast, so at ansast kann eftir avskrivingargrundarlagnum.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi.
  • Fyri bygningar o.a., sum verður avskrivað, skulu útveganarár og útveganarpeningur upplýsast.
  • Fíggjarstøða við uppgerð yvir ogn og skuld við ársenda skal fyriliggja sum partur av roknskapinum.
Nær er eitt virksemi vinnuligt?

Um einstaklingsvirki og íognarfeløg siga vit stundum, at tey eru sjálvstøðugt vinnurekandi, men hvussu verður hugtakið vinnurekandi nágreinað? Nær rekur man vinnu, og nær rekur man ikki?

Um tað er at siga, at einki fast mark er millum vinnuligt og ikki-vinnuligt virksemi. Mett verður um tað í hvørjum einstøkum føri. Hugt verður til dømis eftir:

  • um høvuðsendamálið er at fáa peningaligan vinning,
  • um útlit eru til, at virksemið innan ávísa tíð gevur avlop í mun til íløgurnar (rentabilitetur),
  • um eitt hall bert snýr seg um t.d. byrjanartrupulleikar,
  • um kannað er áðrenn byrjan, um virksemið kann bera seg (fíggjarætlanir o.a.),
  • um skattgjaldarin lýkur fakligar fortreytir at reka slíkt virksemi,
  • um onnur enn vinnulig endamál eru við virkseminum,
  • um – ella í hvønn mun – skattgjaldarin kann brúka rakstrargøgnini til egið brúk,
  • um virksemið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur,
  • um rakstrarhátturin er vanligur fyri slíkt virksemi,
  • um virksemið verður rikið so, sum væntast kann í slíkari vinnu (professiónalitetseyðkenni).

Einki punkt avger einsamalt, um talan er um vinnu. Tað veldst eisini um slag á virksemi, og um tað kastar nakað av sær.

Inntøka av ikki-vinnuligum virksemi verður skattað sum nettoinntøka

Tað er, at góðtiknar verða bert útreiðslur, ið svara til ársins inntøku, so at úrslitið í skattligum høpi verður null. Hall kann ikki dragast frá í aðrari inntøku og ikki førast fram til onnur ár.

Hvussu við útróðri?

Útróður verður vanliga roknaður sum vinnuligur, um avreitt verður fyri yvir 150.000 krónur brutto um árið. Verður avreitt fyri minni, verður ítøkilig meting gjørd.

Lat rætt og rættstundis inn

Verður ikki rætt og rættstundis innlatið, kann tað geva bót

Bótin er ímillum 1.000 og 5.000 krónur.

Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um, hvussu nógvan skatt, tú skalt rinda. Tú fært bræv um hetta, vanliga í september. Frættist tá einki frá tær áðrenn 1. oktober, verður tú at rinda skatt eftir metingini hjá TAKS.

Bótin skal altíð rindast.

Søkjast kann um longda innlatingarfreist

Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og tú skalt ikki skylda aðrar skattligar uppgerðir.

Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl.

Brúk fyri hjálp til roknskapin?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Tú kanst eisini spyrja kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Skal onkur orðna roknskapin fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta gluggan í tínum navni

Ger tað á Borgaraglugganum undir grundupplýsingar/fulltrúir ella heinta fulltrúina her á taks.fo og lat inn við brævi. Freistin er 19. apríl 2023.

Ikki roynt Borgaragluggan?

Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð, og man ritar inn við Samleikanum

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan til roknskapin?

Set teg í sambandi við kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.