Skriva út

SÁTTMÁLI

Um at krevja inn og føra yvir skatt

Til tess at fremja sáttmálan millum tey norðurlendsku londini, dagfestur 7. desember 1989, um hjálp í skattamálum er hesin sáttmáli gjørdur millum Danmark, Finnland, Føroyar, Ísland, Noreg og Svøríki, sambært grein 20 í sama sáttmála.

I. Vanligar viðmerkingar

Grein 1
Skattir eftir hesum sáttmála

Hesin sáttmálin skal verða nýttur um inntøkuskattir, sum eru fevndir av sáttmálanum millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting av inntøku- og ognarskattum (hiðani frá kallað "tvískattasáttmálin").

Grein 2
Allýsingar

1. Um ikki annað sæst av tí sambandi, málburðurin verður havdur í, er merking hansara í hesum sáttmála, sum niðanfyri tilskilað:

a. "pensión" merkir útgjaldingar eftir ásetingum í grein 18 í tvískattasáttmálanum frá 1996 ella líknandi grein í einum øðrum tvískattasáttmála, sum er fevndir av grein 1;
b. "skattur" merkir endaliga skattur ella fyribilsskattur, sum skal gjaldast til mótrokning í endaliga skattinum; um so er at bert verður sipað til antin endaligan skatt ella fyribilsskatt verða málburðarnir "endaligur skattur" og "fyribilsskattur" nýttir, soleiðis at kelduskattur á arbeiðsinntøku og pensión verða javnmettur við bæði "endaligan skatt" og "fyribilsskatt";
c. "bústaðarríkið" merkir tað sáttmálabundna ríkið, har ein persónur er heimahoyrandi;
d. "arbeiðsríkið" merkir tað sáttmálabundna ríkið- bústaðarríkið undantikið- har persónur innir sítt starv, sum hesin sáttmálin fevnir um;
e. "tað áheitandi ríkið" merkir eitt sáttmálabundið ríkið, sum setur fram áheitan til eitt annað sáttmálabundið ríkið um yvirføring av skatti;
f. "tað áheitna ríkið" merkir eitt sáttmálabundið ríkið, sum frá einum øðrum sáttmálabundnum ríki fær áheitan um yvirflyting av skatti.

2. Tað, at fyribilsskattur er goldin, merkir í hesum sáttmála, at skatturin er goldin ella eftirhildin í lønini hjá einum arbeiðstakara ella í pensiónuni. Hetta er eisini galdandi í førum har skatturin er eftirhildin og góðskrivaður skattskylduga, men ikki er goldin til skattamyndugleikarnar í tí áheitna ríkinum.

3. Aðrar málberingar, sum eru í hesum sáttmálanum og sum eisini eru í tvískattasáttmálanum, skulu hava tann týdning, sum málberingin hevur í síðstnevnda sáttmála.

4. Í førum, har eitt sáttmálabundið ríkið nýtir hendan sáttmálan, skal, uttan so at annað sæst av samanhanginum, ein og hvør málbering, sum ikki er umfatað av stk. 1-3, hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í hesum ríki um teir skattir, sum hesin sáttmáli viðvíkur og týdningurin sum málberingin hevur í skattalóggávuni í hesum ríki eigur at verða tikin framum tann týdning sum málberingin hevur í aðrari lóggávu í hesum ríki.

II. Innheinting av skatti á arbeiðsinntøku

Grein 3
Tað ríkið sum kann krevja fyribilsskattin

1. Í førum har ein persónur, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær inntøku fyri starv, sum verður inntøka í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, og bústaðaríkið heldur, at virksemið fer at varða í eitt ella fleiri tíðarskeið, sum samanløgd ikki fara upp um 183 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði, og at samsýningin verður goldin av einum ella fyri ein arbeiðsgevara, sum er heimahoyrandi í hesum ríkinum, tá skal fyribilsskattur verða goldin í bústaðarríkinum. Skattamyndugleikarnir í arbeiðsríkinum skulu í slíkum førum ikki krevja fyribilsskatt, um so er at skattamyndugleikarnir í bústaðarríkinum skriftliga vátta, at fyribilsskattur verður eftirhildin har. Játtar arbeiðsríkið metanina hjá bústaðarríkinum eftir pkt. 1, kann arbeiðsríkið lata vera við at krevja fyribilsskatt, sjálvt um fráboðanin nevnd í 2. punktum ikki er latin. Tí ið fyribilsskattur ikki longur verður eftirhildin í bústaðarríkinum, skulu skattamyndugleikarnir í hesum ríki, tá ið teir hava fingið kunnleika til tess, boða skattamyndugleikunum í arbeiðsríkinum frá hesum.

2. Ásetanirnar í 1. stk. verða ikki nýttar, um skattamyndugleikarnir í bústaðarríkinum halda, at tann samdýning, sum verður útgoldin, av røttum skal kannast einum førsum rakstrarstaði ella einum føstum staði i arbeiðsríkinum. Um fyribilsskattur tí ikki longur verður eftirhildin í bústaðarríkinum, skulu skattamyndugleikarnir í hesum ríki skjótast til ber boða skattmyndugleikunum í arbeiðsríkinum frá hesum.

3. Um so er, at tað av fráboðanini frá arbeiðsgevara ella á annan hátt sæst, at fortreytirnar fyri skattatrekki í bústaðarríkinum sambært 1. stk. ikki meira eru til staðar ella skattatrekk ikki verður gjørt, tá kann eftirhald av fyribilsskatti verða kravt í arbeiðsríkinum. Skattamyndugleikarnir í arbeiðsríkinum skulu, áðrenn tílíkt eftirhald verður framt, boða skattamyndugleikunum í bústaðarríkinum frá teimum broyttu umstøðunum og um at tílíkur skattur fer at verða kravdur í arbeiðsríkinum.

Grein 4
Krav uppá fyribilsskatt í arbeiðsríkinum

1. Í førum, har samsýningin skal skattast í arbeiðsríkinum sambært ásetingunum í grein 21. stk. 7 í tvískattasáttmálanum frá 1996 ella líknandi ásetingum í øðrum tvískattasáttmála sum fevndir eru av grein 1, kann fyribilsskattur verða kravdur í hesum ríkinum. Tað sama er galdandi, tá ið tann í grein 3, stk. 1, nevnda samsýning verður goldin av ella vegna ein arbeiðsgevara, sum hvørki er heimahoyrandi í arbeiðsríkinum ella í bústaðarríki arbeiðstakarans.

2. Koma skattamyndugleikarnir í arbeiðsríkinum fram á, at fyribilsskattur verður goldin ella fer at verða goldin sambært ásetanunum í hesari grein, skulu hesir myndugleikar boða skattamyndugleikunum í bústaðarríki arbeiðstakarans frá nevndu umstøðum. Tá ið síðstnevndu myndugleikar hava fingið boðini, skal fyribilsskattur ikki verða kravdur í bústaðarríki arbeiðstakarans.

Grein 5
Útleigan av arbeiðsmegi

1. Halda skattamyndugleikarnir í arbeiðsríkinum, at talan er um útleigan av arbeiðsmegi, kann fyribilsskattur verða kravdur har. Ein arbeiðstakari, sum nevndur í grein 3, stk. 1., verður roknaður fyri útleigaður, tá hann av einum øðrum persóni (útleigara) verður bjóðaður út at arbeiða í virkinum hjá einhvørjum øðrum í arbeiðsríkinum (byggiharri /arbeiðsgevari treytað av, at hesin er heimahoyrandi í ella hevur fastan rakstrarstað í arbeiðsríkinum) og útleigarin ikki hevur ábyrgdina av og heldur ikki stendur til svars fyri úrslitinum av arbeiðinum.

2. Tá gerast skal av, um ein arbeiðstakari er at rokna sum útleigaður, skal hetta verða gjørt út frá eini heildarmetan, har serstakur dentur verður lagdur á um:

a. byggiharrin hevur ovastu leiðsluna av arbeiðinum;
b. arbeiðið verður gjørt á einum arbeiðsplássi, sum byggiharrin ræður yvir og ber ábyrgdina av;
c. samsýningin til útleigaran verður roknað eftir tíðini, sum arbeiðið tekur, ella út frá øðrum sambandi millum samsýningina og ta løn, sum arbeiðstakarin fær;
d. byggiharrin letur størsta partin av amboðunum og tilfarinum, og
e. útleigarin ikki ásetur einsamallur talið á arbeiðstakaranum og førleika teirra.

3. Skattamyndugleikarnir í arbeiðsríkinum skulu boða skattamyndugleikunum í bústaðarøkinum frá, at fyribilsskattur verður goldin í arbeiðsríkinum. Tá tílíkt boð er fingið, skulu skattamyndugleikarnir í bústaðarríkinum ikki krevja fyribilsskatt av inntøkuni.

Grein 6
Sínámillum avtala við ósemju um krevjan av fyribilsskatti

1. Um skattamyndugleikarnir í einum sáttmálabundnum ríki, sum sambært omanfyri nevndu ásetingum skulu lata vera við at krevja fyribilsskatt, ikki kunnu góðtaka ta í einum øðrum sáttmálabundnum ríki tiknu avgerðina, skal ivamálið loysast við sínámillum avtalu millum teir málsráðandi myndugleikarnar í hesum sáttmálabundnu ríkjunum.

2. Um málsráðandi myndugleikar ikki koma ásamt, verður skattur til ivamálið er loyst, ikki at krevja í:

a. arbeiðsríkinum í førum, har ivamálið skal avgerast sambært ásetingunum í grein 3,
b. bústaðarríkinum í førum, har ivamálið skal avgerast sambært ásetingunum í grein 4 ella grein 5.

Grein 7
"Markvallari"

Um tvískattasáttmálin ella ein serstakur sáttmáli millum tey sáttmálabundnu ríkini hevur í sær ásetingar um skatting av inntøku, sum sonevndu markvallarir, sum eru heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fáa persónligt starv, innt í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skulu ásetingarnar í greinunum 3-6 ikki verða nýttar um tílíka inntøku.

III. Yvirføring av skatti

Grein 8
Alment um yvirføring av skatti

Um so er at í einum sáttmálabundnum ríki skattur er goldin av eini arbeiðsinntøku, pensión ella inntøku av vinnuvirksemi kann tann goldni skatturin, eftir umbøn frá tí málsráðandi myndugleikunum í einum øðrum sáttmálanundnum ríki, verða yvirførdur til síðstnevnda ríki fyri har at verða góðskrivaður skattskylduga sum skattur á inntøkuna.

Grein 9
Umbøn um yvirføring av skatti á arbeiðsinntøku ella pensión í fyribilsskattatíðini

1. Um so er at fyribilsskattur er goldin av arbeiðsinntøku ella pensión í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn tí, sum sambært tvískattasáttmálanum hevur rætt til at krevja endaliga skattin, skal skatturin eftir umbøn frá síðstnevnda ríki verða yvirførdur til tað.

2. Umbøn smb. stk. 1 skal verða komin fram til málsráðandi myndugleika – í Danmark og Føroyum í seinasta lagi tann 1. februar, í Noregi í seinasta lagi 1. apríl og í Finnlandi, Íslandi og Svøríki í seinasta lagi 31. mai í tí ári, sum kemur beint aftaná inntøkuárið.

3. Yvirføring skal ikki verða ein størri upphædd enn hon, sum vegna inntøkuviðurskiftini hjá skattskylduga skuldi verið goldin í fyribilsskatti av arbeiðsinntøku ella pensión sambært lóggávuni í tí áheitandi ríkinum. Heldur ikki skal størri upphædd verða yvirførd enn hon, sum er goldin í fyribilsskatti av arbeiðsinntøkuni ella pensión í tí áheitna ríkinum. Um so er at arbeiðsinntøka ella pensión verður frátikin fyri skatt í tí áheitna ríkinum, so er hetta ikki til hindurs fyri yvirføring av tí fyribilsskatti, sum sambært tøkum upplýsingum, tá innkravt verður, skuldi verið goldin í hesum ríkinum.

Grein 10
Umbøn um yvirføring av skatti innan 3 ár frá tí at inntøkuárið er endað

1. Verður áheitan um yvirføring av skatti sett fram innan 3 ár eftir lok inntøkuársins, skal, við teimum avmarkingum sum eru vegna stk. 2, skattur, sum er goldin av inntøku í tí áheitna ríkinum, verða yvirførdur til tað ríkið, sum sambært tvískattasáttmálanum hevur forrætt at skattleggja inntøkuna. Viðvíkjandi yvirføring av skatti á arbeiðsinntøku ella pensión er hetta bara galdandi um áheitanin verður gjørd aftaná tað tíð, sum er uppgivin í grein 9, men innan 3 ár eftir lok inntøkuársins.

2. Tað áheitna ríkið kann avmarka yvirføringina til ta upphædd, sum tann goldni skatturin í hesum ríkinum í inntøkuárinum fer uppum skattakravið, sum stendur eftir, eftir at inntøkan er frítikin fyri skatting, ella í førum, har frádráttarmátin er nýttur at avtaka tvískatting, eftir at frádráttur er loyvdur fyri tann endaliga skattin av inntøku í tí áheitandi ríkinum. Tann upphæddin, sum verður loyvd frádrigin, kann tó verða avmarkað til tann partin av inntøkuskattinum (roknað uttan frádrátt), sum í tí áheitna ríkinum verður lagdur á ta inntøku, sum verður skattað í tí áheitandi ríkinum.

Grein 11
Umbøn um yvirføring av skatti seinni enn 3 ár frá tí at inntøkuárið er endað

Verður umbøn um yvirføring av skatti sett fram seinni enn 3 ár eftir at inntøkuárið er endað, kann yvirføring verða sambært ásetingunum í grein 10. Tann upphædd, sum skal førast yvir, kann tó í hesum føri víðari avmarkast av øðrum krøvum, sum áheitna ríkið leggur á tílíkar skattir og avgjøld, sum ikki viðvíkja hesum inntøkuárinum. Hesin rættur til at mótrokna er ikki avmarkaður til skatt og avgjøld sum fevnd eru av sáttmálanum frá 7. desember 1989 um hjálp í skattamálum. Tað áheitna ríkið hevur harafturímóti rætt til sambært sínari egnu lóggávu at nýta skattaupphæddina sum mótrokning móti øllum krøvum, sum eru til staðar, tá upphæddin verður yvirflutt móti skattskylduga.

Grein 12
Afturgjald

1. Um so er at fyribilsskattur er goldin av somu inntøku í fleiri sáttmálabundnum ríkjum, tá skal tað ríkið, sum sambært ásetingunum í grein 6 ikki kann krevja skatt, afturgjalda skattin.

2. Kemur í einum sáttmálabundnum ríki spurningur um afturrindan av skatti, skal afturrindingin, um annað sáttmálabundið ríki hevur boðað frá einum skattakravi, bíða eftir, at síðstnevnda ríkið setur fram umbøn um yvirføring av skatti innan ta tíð, sum er nevnd í grein 9, stk. 2. Um skattskyldugi sjálvur biður um afturrindan av skatti, verður stk. 3 í hesi grein nýtt.

3. Um so er at í einum sáttmálabundnum ríki skattur skal verða afturrindaður av inntøku, sum er fingin í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, og síðstnevnda ríkið ikki hevur sett fram umbøn um yvirføring, tá skal hetta ríki, innan afturrindan verður gjørd, kunna um afturrindingina. Um fyrstnevnda ríki ikki innan 30 dagar eftir at henda fráboðan er send hevur fingið tílíkt svar um yvirføring kann efturrindan verða gjørd.

Grein 13
Renta

Áheitna ríkið hevur ikki skyldu at rinda rentu av skattaupphæddum, sum verða yvirførdar smb. greinunum 8-11. Áheitandi ríkið kann heldur ikki krevja rentur av tílíkum skattaupphæddum.

IV. Aðrar ásetanir

Grein 14
Fráboðanin og umbønir

1. Fráboðanir sambært greinunum 3-6 skulu upplýsa um:

a. navn og føðingardag og bústað hjá arbeiðstakaranum, umframt skattingarstaðí báðum ríkjunum,
b. navn og bústað hjá arbeiðsgevaranum í báðum ríkjunum og
c. tíðarskeiðið sum fyribilsskattur er rindaður fyri.

Um so er at skattamyndugleikarnir ikki halda, at tær upplýsingar, ið eru givnar, røkka til at verða grundarlag fyri avgerð um, at fyribilsskattur ikki verður tikin, skulu skattamyndugleikarnir í hinum ríkinum hava fráboðan um hetta.

2. Fráboðan sambært grein 12, stk. 3 skal geva upplýsing um:

a. navn og føðingardag/identifikatiónsnr. hjá skattskylduga umframt bústað í báðum ríkjum, og
b. ta inntøku og inntøkutíðarskeið, sum afturrindanin viðvíkur
og í førum har talan er um arbeiðsinntøku ella pensión
a. navn og bústað hjá arbeiðsgevara/útgjaldara, um gjørligt í báðum ríkjum og
b. persónlig viðurskifti hjá tí skattskylduga.

3. Áheitan um yvirføring av skatti smb. greinunum 9-11 skulu geva upplýsing um:

a. navn, føðingardag/identifikatiónsnr. hjá skattskylduga umframt bústað hansara í tí áheitna ríkinum,
b. ta inntøku og inntøkutíðarskeið sum viðvíkur skattinum og
c. ta upphædd sum skal flytast
og í førum har talan er um arbeiðsinntøku ella pensión
a. navn og bústað hjá arbeiðsgevara/útgjaldara, um gjørligt í báðum ríkjum.

4. Fráboðanir skulu í tann mun tað er gjørligt eisini innihalda p-tal hjá arbeiðstakara í báðum ríkjum og harafturat identifikatiónsnummar hjá arbeiðsgevara í báðum ríkjum.

5. Fráboðanir og áheitanir smb. hesum sáttmála skulu sendast gjøgnum teir málsráðandi myndugleikarnar.

Grein 15
Nýtsla sáttmálans

Teir málsráðandi myndugleikarnir kunnu gera avtalu um nærri nýtlsu av ásetingunum í hesum sáttmála.

Grein 16
Gildiskoma

Hesin sáttmáli kemur í gildi tann 1. januar 1998. Í samband við henda sáttmálan fer sáttmálin frá 19. juni 1991 um innheinting og yvirføring av skatti úr gildi.
Eftir at hesin sáttmálin er komin í gildi, skulu ásetingarnar í honum verða nýttar í málum, sum aftaná sáttmálin er komin í gildi, eru komin inn til málsráðandi myndugleika í tí áheitna ríkinum.
Hesin sáttmálin er gjørdur í sjey eintøkum, á donskum, á føroyskum, á finskum, á íslendskum, á norskum og á svenskum, tó eru á svenskum gjørdar tvær orðingar, ein fyri Finnland og ein fyri Svøríki, allar orðingar hava sama gildi.