Løgtingslóg nr. 182 frá 22. desember 2009
um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Skattaavtala millum Føroyar og Aruba
§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Niðurlondum við atliti at Aruba um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
Kapittul 2
Skattaavtalur millum Føroyar og Bermuda
§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 5. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 5 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 3
Skattaavtalur millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar
§ 6. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 6 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 15 í avtaluni.
§ 7. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 7 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 8. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 8 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 9. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 9 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 4
Skattaavtalur millum Føroyar og Cayman Islands
§ 10. Ásetingarnar í avtalu frá 1. apríl 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 10 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.
§ 11. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 11 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 12. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip og fløgfør í vinnu í altjóða ferðslu fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 12 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 13. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 13 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 5
Skattaavtala millum Føroyar og Niðurlendsku Antillurnar
§ 14. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Niðurlondum við atliti at Niðurlendsku Antillurnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 14 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 12 í avtaluni.
Kapittul 6
Ígildissetan
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Tórshavn 22. desember
Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður
Lm. nr. 71/2009
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG BERMUDA UM UMBÝTI AV UPPLÝSINGUM VIÐVÍKJANDI SKATTUM
Av tí at Føroya landsstýri fagnar niðurstøðuni í hesari avtaluni við stjórnina í Bermuda, sum umboðar eitt týðandi stig til at avhenda álitið, hon gjørdi, til OECD í 2000 at virða megin-reglurnar fyri gjøgnumskygni og umbýti av upplýsingum. Føroya landstýri metir, at henda avtalan lýsir, at Bermuda hevur bundið seg til at hava høg stig til at veita munadygga umbýting av upplýsingum báði viðvíkjandi revsiverdum og borgarligum skattamálum innan eina rímiliga tíðarfreist, samsvarandi við endamálunum og tilætlanunum við OECD heimsum-fatandi foruminum fyri skatting. Føroya landsstýri viðurkennir, at Bermuda hevur bundið seg til at stríðast ímóti skattasviki við at seta á stovn gonguverk, sum styrkja um gjøgnumskygni;
Av tí at Føroya landsstýri viðurkennir, at henda avtalan er eitt týðandi íkast til at nøkta tørvin hjá londum til at menna eitt heimsumfatandi umbýtingarnetverk fyri dyggiliga at berja niður altjóða skattaundandrátt;
Av tí at Føroya landsstýri við at ganga við til avtaluna viðurkennir, at Bermuda, samsvarandi við OECD sermerkið, ikki verður hildið at vera áhugað í nøkrum skaðiligum skattamanna-gongdum, heldur ikki verður tað mett at vera eitt skattaskjól, viðvíkjandi Føroya landsstýri;
Av tí at tað verður váttað, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera; hava Føroya landsstýri og stjórnin í Bermuda, sum ynskja at nýta umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skatti, samtykt hetta:
Grein 1
Tilætlan og nýtsluumráði fyri avtaluna
Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu veita hjálp við umbýti av upplýsingum, sum hava týdning fyri at umsita ella útinna innlendis lóggávu hjá pørtunum viðvíkjandi skattum, sum eru umfataðir av hesi avtaluni. Slíkar upplýsingar skulu umfata upplýsingar, sum eru av týdningi fyri áseting, líkning og innheinting av tílíkum skattum, innkrevjing og tvingsilsfulnað av skattakrøvum,ella kanningina ella rættarsóknina av skattamálum. Upplýsingar skulu verða umbýttar samsvarandi ásetingunum í hesi avtaluni og skulu verða viðfarnar í trúnaði á tann hátt, sum ásett er í grein 8.
Grein 2
Lógarøki
Ein umbiðin partur hevur ikki skyldu at fáa til vega upplýsingar, sum hvørki eru í varðveitslu hjá myndugleikum hansara ella eru í ogn ella eftirliti hjá persónum innan hansara lógarøki.
Grein 3
Skattir, umfataðir av avtaluni
1. Verandi skattir, sum eru evni í hesari avtaluni, eru beinleiðis skattir av øllum slagi og lýsingum, sum er ásett í pørtunum.
2. Henda avtalan skal eisini verða nýtt til sama slag av skattum, sum verða útskrivaðir eftir dagfestingardagin, tá avtalan varð undirskrivað, sum ískoyti til ella í staðin fyri verandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu kunna hvør annan um allar munandi broytingar í skattingini og tilhoyrandi tiltøk viðvíkjandi innheinting av upplýsingum, sum eru umfataðar av hesi avtalu.
Grein 4
Allýsingar
1. Ætlað hesari avtaluni, uttan so at øðrvísi er orðað:
a) “Føroyar” merkir føroyskt landøki og sjóøki rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu fremja rættindi til havbotnin og undirgrundina og nátturutilfeingi úr teimum;
b) “Bermuda merkir Bermuda Islands;
c) “umbiðjandi patur” merkir parturin, sum biður um upplýsingar;
d) "felagsskapur ella skipan til felagsíløgu" merkir allir miðsavnaðir íløgumiðlar, uttan mun til lógligan form. Yrkisorðið "almennur felagsskapur ella almenn skipan til felagsíløgu" merkir ein og hvør felagsskapur ella skipan til felagsíløgu treytað av, at lutaprógvini, partabrøvini ella onnur rættindi í felagsskapinum ella skipanini frítt kunnu keypast, seljast ella innloysast av almenninginum. Lutaprógv, partabrøv ella onnur rættindi í felagsskapinum ella skipanini kunnu frítt keypast, seljast ella innloysast ”av almenninginum", um keyp, søla ella innloysing ikki er undirskilt ella skilliga avmarkað til ein avmarkaðan bólk av íleggjarum;
e) "felag" merkir hvør løgfrøðiligur persónur ella hvør samtøka, sum skattliga verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur;
f) "málsráðandi myndugleiki" merkir í Føroyum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella hansara løggildi fulltrúi ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki viðvíkjandi hesari avtaluni og í Bermuda fíggjarmálaráðharrin ella eitt løggildugt varaumboð fyri ráðharran;
g) “Partur” merkir Føroyar ella Bermuda sosum samteksturin krevur;
h) "upplýsing" merkir øll viðurskifti, boð, skjøl ella skráseting uttan mun til form;
i) "tiltøk til innheinting av upplýsingum" merkir lóggáva og fyrisitingarlig starvsrættargangsskipan til at gera ein part føran fyri at innheinta og veita tær umbidnu upplýsingarnar; “ríkisborgari” merkir:
(i) í Føroyum ein og hvør lógligur persónur, íognarskapur, felag ella onnur samtøka, sum hevur sína støðu sum slík frá galdandi lógum í Føroyum; og
(ii) í Bermuda, ein og hvør lógligur persónur, íognarskapur, handilsfelag, grunnur, státur, felag ella onnur samtøka, sum hevur sína støðu sum slík frá galdandi lógum í Bermuda;
k) "persónur" merkir ein likamligur persónur, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak ella ein og hvør annar bólkur av persónum;
l) "týdningarmesti partabrævabólkur" merkir tann partabrævabólkurin ella teir partabræva-bólkar, sum umboða ein meiriluta av atkvøðunum í og virðið av felagnum;
m) ”felag, hvørs partabrøv kunnu marknaðarførast alment”, merkir eitt og hvørt felag, hvørs týdningarmesti partabrævabólkur er skásettur á viðurkendum partabrævamarknaði treytað av, at skrásettu partabrøvini hjá tí frítt kunnu keypast ella seljast av almenninginum. Partabrøv kunnu keypast ella seljast av "almenninginum", um keyp ella søla af partabrøvum ikki undirskilt ella skilliga er avmarkað til ein avmarkaðan bólk av íleggjarum;
n) "viðurkendur virðisbrævakeypsskáli" merkir ein og hvør virðisbrævakeypsskáli, sum málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum eru vorðnir samdir um;
o) "umbidni parturin" merkir tann parturin, sum er biðin um at útvega upplýsingar;
p) “borgari” merkir:
(i) í Føroyum ein og hvør persónur, sum eftir lógunum í Føroyum hevur skattskyldu í Føroyum vegna sín heimstað, bústað, leiðslusæti ella eitt ella annað eyðkenni av tílíkum slagi, og umfatar eisini landið sjálvt og eina og hvørja politiska undirdeild ella staðbundnan myndugleika í landinum. Hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein og hvønn likamligan persón, sum hevur skattskyldu í Føroyum einans viðvíkjandi inntøku frá keldum í Føroyum;
(ii) í Bermuda ein likamligur persónur, sum er skrásettur borgari í Bermuda; og eitt felag, ein íognarskapur, stórfyritøka ella ein felagsskapur, sum eru íkomin undir lógunum í Bermuda;
q) “álvarsligur skattaundandráttur” merkir við vilja, við óreiðiligari ætlan at svika við landsinntøkuni, við at gera undandrátt ella royna at gera undandrátt av eini og hvørjari skattskyldu, har ein játtandi lóg ella ein burturúrløga skapar ein undandrátt ella roynd til ein undandrátt er komin fyri. Skyldan má vera ein týðandi ella ovurstór mongd, annaðhvørt sum ein sjálvstøðug mongd ella í mun til eina árliga skattskyldu og avvarðandi stjórn má annaðhvørt gera eina skipaða roynd ella mynstur av tiltøkum, sniðgivin til ella bend ímóti at dylja týðandi veruleikar umstøður fyri skattamyndugleikunum ella framseta órøtt viðurskifti fyri skattamyndugleikunum í øðrum partinum ella gera falsandi ella dyljandi samleikar. Málsráðandi myndugleikarnir skulu semjast um virkisøki og víddina av málum, sum koma undir hesa orðing; og
r) "skattur" merkir ein og hvør skattur, sum er umfataðaur av hesi avtaluni.
2. Yrkisorðið “viðkomandi” hvar enn tað verður nýtt í avtaluni viðvíkjandi upplýsingum, skal tulkast á ein hátt, sum borgar fyri, at upplýsingar verða mettir at vera viðkomandi hóast ein endalig skattaáseting sambært viðkomandi upplýsingum til eina ígongdverandi kanning einans kundi verið gjørd sambært móttøkuni av upplýsingum.
3. Viðvíkjandi nýtslu av hesari avtalu til eina og hvørja tíð hjá einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at annað skilst av samanhanginum, hava ta merking, sum tað hevur um tað mundið í lóggávuni hjá hesum partinum, ein og hvør merking í teimum skattalógum, sum verða nýttar í tí partinum, gongur fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá hesum partinum.
Grein 5
Umbýti av upplýsingum eftir áheitan
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum skal eftir áheitan útvega upplýsingar til endamál, sum víst verður til í grein 1. Slíkar upplýsingar skulu gevast víðari uttan mun til, um atferðin, sum kannað verður, hevði elvt til lógarbrot eftir lógunum í tí umbidna partinum, um tílík atferð hevði verið framd á umráði í tí umbidna partinum.
2. Um tær upplýsingar, sum tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum hevur, ikki eru nóg nógvar til at gera hann føran fyri at eftirlíka umbønini um upplýsingar, skal tann umbidni parturin nýta allar viðkomandi upplýsingar, sum hava týdning til innheinting av upplýsingum fyri at útvega tær umbidnu upplýsingarnar til tann partin, sum skal nýta tær, uttan mun til um tí umbiðjandi partinum kanska ikki nýtist slíkar upplýsingar til sínar egnu skattaásetingar.
3. Um tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum serstakliga biður um tað, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum útvega upplýsingar eftir hesi grein í tann mun, tað er loyvt samsvarandi egnu lóggávu, sum skrivligar vitnisfrágreiðingar og váttað avrit av upprunaligum skrásetingum.
4. Hvør parturin skal tryggja sær, at hansara málsráðandi myndugleiki til at fremja hesa avtalu, hevur heimild til at innheinta og útvega eftir áheitan:
a) upplýsingar, sum bankar og aðrir fíggjarstovnar hava og ein og hvør persónur, eisini fulltrúar og virðisbrævaumsitarar, ið virkar sum umboð ella við bústjóraførleika;
b) upplýsing viðvíkjandi ognarrætti av feløgum, íognarfeløgum og øðrum persónum, íroknað, innan avmarkingarnar í grein 2, upplýsingar um ognarrætt hjá øllum tílíkum persónum í eini ognarrættarketu; tá tað snýr seg um stórsamtøkur upplýsing um stovnarar, umsitarar og ágóðagegnig og støðuna í eini ognarrættarketu; tá tað snýr seg um grunnar, upplýsing um stovnarar, limir í ráðnum fyri grunnin og ágóðagegnig og støðuna í eini ognarrættarketu.
5. Hendan avtalan setir ikki eitt krav til partarnar at innheinta ella útvega:
a) upplýsingar um ognarrætt viðvíkjandi alment riknum handilsfeløgum ella almennum felagsíløgugrunnum ella –skipanum, uttan so at tílíkar upplýsingar kunnu innheintast uttan at skapa órímiligar trupulleikar;
b) upplýsingar viðvíkjandi einum tíðarskeiði meir enn seks ár framman undan viðkomandi skattatíðarskeiði;
c) upplýsingar uttan at parturin, sum skal nýta tær, hevur troytt allar tøkar møguleikar í sínum egna parti til at innheinta upplýsingar, burtursæð frá slíkum, sum vildu skapt órímiligar trupulleikar;
d) upplýsingar um ognarviðurskifti hjá ella eftirliti við einum persóni øðrum enn skattgjald-aranum, tá tað ikki beinleiðis viðkemur skattgjaldaranum.
6. Tá parturin, sum skal nýta upplýsingar, biður um upplýsingar viðvíkjandi einum máli, sum ikki førir álvarsligan skattaundandrátt við sær, skal ein hægri embætismaður hjá málsráðandi myndugleikanum vátta, at umbønin er viðkomandi og neyðug fyri ásetingina av skattskylduni hjá skattgjaldaranum sambært lógunum hjá umbiðjandi partinum.
7. Um upplýsing er umbiðin, ið viðvíkur einum persóni, sum ikki er borgari ella ríkisborgari í einum ella øðrum av pørtunum, skal tað eisini verða viðurkent, fyri at málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum kann vera nøgdur, at tílíkar upplýsingar eru neyðugar til rætta umsiting og útinning av inntøkulógunum í tí umbiðjandi partinum.
8. Málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal útvega málsráðandi myndugleikanum í tí umbidna partinum, tá hann hevur eina umbøn um upplýsing sambært hesari avtaluni, hesar upplýsingar fyri at prógva týdningin av upplýsingini, sum tann umbiðjandi søkir um:
a) samleikan hjá skattgjaldaranum, sum verður rannsakaður ella eftirkannaður,
b) orsøkir til at halda, at tær umbidnu upplýsingarnar eru í ogn ella eftirliti hjá einum persóni, sum kemur undir lógarøkið hjá tí umbidna partinum;
c) í tann mun tað er kunnugt, navn og bústað á einum og hvørjum persóni, sum verður hildin at hava tær umbidnu upplýsingarnar í ogn ella eftirlit við teimum;
d) eina váttan um, at umbønin er í samsvari við lóggávuna og fyrisitingarliga mannagongd hjá tí umbiðjandi partinum, og høvdu verið tøkar hjá tí umbiðjandi partinum undir hansara lógum í tílíkum umstøðum, bæði fyri hansara egnu skattændamál og í samsvari við eina gilduga umbøn frá umbiðjandi partinum sambært hesari avtaluni;
e) eina váttan um, at tann umbiðjandi parturin hevur troytt allar møguleikar, sum eru tøkir í hansara egna parti, til at fáa til vega upplýsingarnar, uttan teir, sum kunnu bera við sær órímiligar trupulleikar; og so langt, sum tað yvirhøvur ber til:
f) slag og snið á umbidnu upplýsingini, íroknað eina lýsing av serstaka próvtilfarinum, upplýsingum ella øðrum, sum hevur verið roynt at hava til hjálpar, og forminum, sum umbiðjandi parturin helst vil hava upplýsingina borna í;
g) skattændamálini, sum upplýsingarnar hava verið leitaðar fram til, og hvi tær eru viðkomandi til áseting av skattskylduni eftir lógunum í umbiðjandi partinum;
h) upplýsingar um, at ein sovorðin skattgjaldari er borgari ella ríkisborgari í einum av pørtunum, ella at tær eru neyðugar til áseting av skattskylduni hjá einum skattgjaldara sambært lógunum í umbiðjandi partinum;
i) tíðarskeiðið, sum er avgerandi fyri, at upplýsingin er umbiðin til skattændamál.
9. Málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum skal senda tær umbidnu upplýsingarnar víðari so skjótt sum møguligt til tann umbiðjandi partin. Fyri at vissa sær eina skjóta avgreiðslu skal málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum:
a) skrivliga vátta móttøku av einari umbøn fyri málsráðandi myndugleikanum í umbiðjandi partinum og skal gera málsráðandi myndugleikanum í umbiðjandi partinum varugan við, um nakað vantar á, innan 60 dagar frá móttøkuni av umbønini; og
b) um málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum ikki hevur verið førur fyri at innheinta og útvega upplýsingina innan 90 dagar frá móttøkuni av umbønini, eisini um forðingar taka seg upp, fyri at hann kann geva upplýsingina, ella hann sýtir fyri at geva upplýsingina, skal hann við tað sama kunna tann umbiðjandi partin, greiða frá orsøkini til, hví hann ikki er førur fyri tí, av hvørjum slag forðingarnar eru ella orsøkirnar til sýtingina.
Grein 6
Skattarannsóknir uttanlands
1. Tann umbidni parturin kann loyva, í tann mun tað er loyvt sambært sínari innlendis lóggávu, umboðum fyri tann málsráðandi myndugleikan hjá tí umbiðjandi partinum at koma inn á økið hjá tí umbidna partinum fyri at spyrja likamligar persónar og kanna skrásetingar við skrivligum loyvi frá avvarðandi persónum. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal kunna tann málsráðandi myndugleikan í tí umbidna partinum um tíð og stað fyri fundinum við teir avvarðandi likamligu persónarnar.
2. Eftir umbøn frá tí málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum kann tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum loyva umboðum frá málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum at vera til staðar í sambandi við viðkomandi part av skattarannsókn í tí umbidna partinum.
3. Um umbønin, sum nevnd í stykki 2, verður gingin á møti, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum, sum ger kanningina, so skjótt sum til ber, boða málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum frá um tíð og stað fyri kanningini, hvør myndugleiki ella hvat embætisfólk er tilnevnt til at gera kanningina, og hvørjar framferðarhættir og treytir verða kravdar av tí umbidna partinum fyri útinning av rannsóknini. Allar avgerðir viðvíkjandi útinning av skattarannsóknini skulu verða tiknar av tí umbidna partinum, sum ger rannsóknina.
Grein 7
Møguleiki at sýta eini umbøn
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum kann sýta fyri at veita hjálp, um:
a) umbønin ikki er løgd fram í tráð við hesa avtalu;
b) boðanin av teimum umbidnu upplýsingunum hevði verið í stríð við almenn atlit í tí umbidna partinum;
c) tann umbiðjandi parturin ikki hevði verið førur fyri at innheinta upplýsingarnar
i) sambært sínum egnu lógum um umsitingarmál ella útinning av sínum egnu skattalógum
ella
ii) í aftursvari til eina gilduga umbøn frá umbidna partinum sambært hesi avtaluni.
2. Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu ikki áleggja einum parti skyldu til at útflýggja upplýsingar, sum kundu avdúkað nakran vinnuligan, handilsrakstrarligan, ídnaðarligan, handilsligan ella yrkisligan loynidóm ella framleiðsluhátt. Uttan mun til tað framman-fyristandandi skulu upplýsingar av tí slagnum, sum nevnt er í stykki 4 í grein 5, ikki verða viðgjørdar sum ein slíkur loynidómur ella framleiðsluháttur einans av teirri orsøk, at hann kemur undir hetta sermerki í tí stykkinum.
3. Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu ikki áleggja einum parti skyldu til at innheinta ella útvega upplýsingar, sum kundu borið boð um samskifti í trúnaði millum eitt viðskiftafólk og ein fulltrúa, sakførara ella onnur loyvd, lóglig umboð har slík samskifti:
a) eru samskifti millum ein yrkisligan, lógligan ráðgevara og eitt viðskiftafólk havd í sambandi við at geva viðskiftafólkinum lógliga ráðgeving;
b) eru samskifti millum ein yrkisligan, lógligan ráðgevara og eitt viðskiftafólk, yrkisligan, lógligan ráðgevara, sum virkar fyri eitt viðskiftafólk og ein annan persón, ella viðskiftafólkið og ein annan persón havd í sambandi við ella við umhugsan um rættarsókn og til endamálið við slíkari rættarsókn; og
c) írokna upplýsing, sum er hjáløgd ella víst til í tílíkum samskiftum og havd:
i) í sambandi við lógliga ráðgeving; ella
ii) í sambandi við ella við umhugsan um rættarsókn og til endamálið við slíkari rættarsókn av teimum.
4. Ein umbøn um upplýsingar skal ikki verða sýtt av teirri orsøk, at ósemja er um skattakravið, sum førir til umbønina.
5. Tann umbidni parturin kann sýta eini umbøn um upplýsingar, um upplýsingarnar eru umbidnar av tí umbiðjandi partinum til at umsita ella útinna eina áseting í skattalóggávuni hjá tí umbiðjandi partinum ella eitt og hvørt krav í sambandi við hetta, sum ger mannamun millum ríkisborgara í tí umbidna partinum samanborið við ein ríkisborgara í tí umbiðjandi partinum í somu umstøðum.
Grein 8
Tagnarskylda
Øll upplýsing, sum er móttikin av einum parti sambært hesari avtaluni skal verða viðfarin í trúnaði og kann bert verða latin persónum ella myndugleikum (heruppií dómstólum og umsitingarmyndugleikum) í lógarøkinum hjá viðkomandi parti viðvíkjandi líkning ella innheinting av, tvingsilsfulnaði ella rættarsókn av, ella kæruavgerðir viðvíkjandi skattum, sum eru umfataðir av hesari avtalu, og persónum, sum eru knýttir at skipanini viðvíkjandi útflýggjan og nýtslu av upplýsingum. Tílíkir persónar ella myndugleikar skulu nýta tílíkar upplýsingar einans til tílík endamál. Teir kunnu lata upplýsingarnar í almennum rættargerðum ella í rættaravgerðum. Upplýsingarnar kunnu ikki verða latnar nøkrum øðrum persóni ella samtøku ella myndugleika ella nøkrum øðrum lógarøki uttan greitt skrivligt loyvi frá máls-ráðandi myndugleikanum í umbidna partinum.
Grein 9
Trygd
Tey rættindi og tann verja, sum er tryggjað persónum í lógum ella fyrisitingarligum mannagongdum í tí umbidna partinum verða verandi í nýtslu. Rættindini og trygdaratgerðirnar kunnu ikki verða nýttar av umbidna partinum á ein hátt, sum óneyðugt forðar fyri ella seinkar munagóðum umbýti av upplýsingum.
Grein 10
Kostnaður
Kostnaðarupphæddin í sambandi við veiting av hjálp (íroknað rímiligur kostnaður av at fáa partar sum ein triðja part og ráðgevar uttanífrá í sambandi við rættarmál ella annað tílíkt) skal játtast av málsráðandi myndugleikunum í pørtunum.
Grein 11
Ongar skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir
1. Um tað hendir, at ein partur hevur orsøk til at trúgva, at hin parturin hevur sett skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir í verk grundað á skaðiligar skattamannagongdir móti borgarum ella ríkisborgarum í hinum partinum, skulu báðir partar við tað sama taka stig til at leita ráð hvør hjá øðrum til at loysa málið.
2. Ein skaðilig ella skerjandi fyriskipan grundað á skaðíligar skattamanngongdir merkir ein fyriskipan, sum ein partur nýtir móti borgarum ella ríkisborgarum í øðrum partinum grundað á, at hin parturin ikki bindur seg til munagott umbýti av upplýsingum ella tí , at honum vantar gjøgnumskygni við at fáa sínar lógir, reglugerðir ella fyrisitingarligar mannagongdir settar í gildi, ella grundað á ongar skattir ella skattir, sum bert eru eitt eiti umframt eitt av sermerkjunum frammanfyri.
3. Uttan at avmarka almenna gildið av yrkisorðinum “skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir” íroknar tað noktanina til eina linking, lemping (avmarkaða frítøku) (kredit) ella fulla frítøku (exemption), útskrivingina av einum skatti, rættarkrav ella tvingsilsútskriving, ella serstøk krøv um fráboðan. Tílíkar fyriskipanir írokna allar fyriskipanir, sum beinleiðis ella óbeinleiðis viðvíkja skattamálum. Men tær írokna ikki nakra alment nýtta fyriskipan, sum verður nýtt av øðrum partinum mótvegis, millum annað, limum í OECD í síni heild.
Grein 12
Mannagongd í sínámillum avtalu
1. Málsráðandi myndugleikarnir skulu í felag royna at loysa allar trupulleikar ella øll ivamál, sum taka seg upp við at tulka ella nýta hesa avtalu.
2. Aftrat teimum strembanum, sum víst verður til í grein 1, kunnu málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum sínámillum avgera mannagongdirnar, sum skulu nýtast eftir greinunum 5 og 6.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við endamálum í hesari avtalu.
Grein 13
Ígildiskoma
Henda avtala kemur í gildi dagin eftir ta seinru dagfestingina, har hvør av pørtunum skrivliga hevur kunnað hin um, at formsmál, sum sambært stýrisskipanarlóg ella á annan hátt eru kravd í hvør sínum avvarðandi parti, eru lokin. Frá dagfestingin av ígildiskomuni, skal hon vera galdandi:
a) fyri skattarevsimál frá og við hesum degi; og
b) fyri øll onnur mál, sum grein 1 fevnir um, frá og við tí degi, men bert fyri skattaskeið, sum taka við tann dagin ella eftir tann dagin ella, har einki skattaskeið er, fyri skattakrøv, sum koma henda dagin ella eftir henda dag.
Grein 14
Uppsøgn
1. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva øðrum partinum boð um uppsøgn.
2. Tílík uppsøgn kemur í gildi frá fyrsta degi í mánaðinum, eftir at eitt seks mánaða skeið er runnið frá dagfestingini av móttøkuni av uppsagnarboðunum frá øðrum partinum.
3. Um avtalan verður søgd upp, skulu báðir partar framvegis verða bundnir av ásetingunum í grein 8 viðvíkjandi eini og hvørjari upplýsing, sum er fingin eftir hesi avtalu.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild hesum viðvíkjandi frá avvarðandi pørtum skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Washington tann 16. dag í apríl 2009 í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Áki Johansen
Vegna stjórnina í Bermuda
Paula Ann Cox
PROTOKOL
MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í BERMUDA VIÐVÍKJANDITULKING ELLA NÝTSLU AV AVTALUNI MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í BERMUDA UM UMBÝTI AV UPPLÝSING VIÐVÍKJANDI SKATTUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Bermuda (“partarnir”) eru við ynski um at nýta umbýti av upplýsing viðvíkjandi skattum komin til hesa niðurstøðu:
Hendan protokol skal útgera ein inngangandi part av avtaluni og skal koma í gildi samsvarandi grein 13 samstundis sum avtalan kemur í gildi.
Málsráðandi myndugleikarnir kunnu við sínámillum fyriskipanum skrivliga endurskoða hesa protokol til eina og hvørja tíð. Tann endurskoðaða protokollin fær gildi frá dagfestingini av seinasta skrivi í endurskoðanarskipanini.
Stjórnin í Bermuda fer at taka neyðug stig til at lýsa umaftur eina og hvørja greining av sínari innlendislóggávu, sum krevur at upplýsing er ítøkiliga hjástødd við tí endamáli at fullgera hesa avtaluna. Føroya landsstýri fer afturímóti at troyta allar tøkar møguleikar í sínum egna landi fyri at fáa upplýsingina, burtursæð frá teimum, sum kundu elvt til órímiligar trupulleikar.
Viðvíkjandi stykkjunum 6, 7 og 8 (h) í grein 5 skal yrkisorðið “neyðug” ikki verða tulkað til at avmarka almennu endamálini, sosum tey eru sett fram í grein 1. Váttan frá einum hægri embætismanni skal vera nóg mikið til at lúka krøvini frá hasum greiningunum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu fingið fullgóða heimild tessvegna hvør frá avvarðandi pørtum sínum skrivað undir hesa protokol.
Skrivað í Washington tann 16. apríl 2009 í tveimum eintøkum á einskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Áki Johansen
Vegna stjórnina í Bermuda
Paula Ann Cox
Skjal 3
AVTALA MILLUM FØROYAR OG BERMUDA
FYRI AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING AV LIKAMLIGUM PERSÓNUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Bermuda
• sum ynskja at víðka avtaluna um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum samtykt 16. Apríl 2009 við at samtykkja eina avtalu fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum viðvíkjandi inntøkuskattum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri samtykkir hesa avtalu vegna danska kongaríkið sambært løgtingslóg um altjóðar ættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru komin ásamt um hetta:
Grein 1
Likamligir persónar umfataðir av avtaluni
Henda avtalan skal nýtast mótvegis likamligum persónum, sum eru borgarar í øðrum partinum ella báðum pørtunum.
Grein 2
Skattir, sum avtalan umfatar
1. Galdandi skattir, sum koma undir nýtslu av avtaluni, eru:
a) viðvíkjandi Bermuda: ein og hvør skattur, sum er ásettur av Bermuda, og sum er rættiliga eins við teir verandi skattirnar í Føroyum, har henda avtalan verður nýtt, men umfatar ikki lønarskatt (payroll tax) (hereftir umtalaður sum ”Bermuda-skattur”)
b) viðvíkjandi Føroyum: Skattir av inntøku ella vinningi (hereftir umtalaður sum ”føroyskur skattur”).
2. Avtalan skal eisini verða nýtt til allar samlíkar ella rættiliga einsháttaðar skattir, sum eru ásettir eftir dagfestingina á undirskriftini av avtaluni sum eyka ella í staðin fyri verandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu hvør hjá øðrum gera vart við allar týðandi broytingar, sum eru gjørdar í teirra skattalógum viðvíkjandi likamligum persónum.
Grein 3
Almennar allýsingar
1. Ætlaðar hesari avtalu, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bermuda, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Bermuda;
b) yrkisorðið “Bermuda” merkir Bermuda Islands;
c) yrkisorðið ”Føroyar” merkir føroyska landøkið og havøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyska sjóøkið, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu útinna rættindi, ið viðkoma havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi
d) yrkisorðið ”málsráðandi myndugleiki” merkir:
(i) viðvíkjandi Bermuda: fíggjarmálaráðharrin ella eitt heimilað umboð við fulltrú fyri ráðharran;
(ii) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella varamaður hansara við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni
e) yrkisorðið ”virki” verður nýtt um at reka eitt og hvørt vinnuvirksemi
f) yrkisorðið ”altjóða ferðsla” merkir allur flutningur við skipi ella flogfari, sum verður rikið av einari fyritøku í einum parti, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans verður nýtt millum støð í hinum partinum.
2. Viðvíkjandi nýtslu av avtaluni til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lógini hjá tí partinum ætlað skattinum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í teimum nýttu skattalógunum hjá tí partinum verður tikin fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 4
Borgaraskapur
1. Í hesari avtaluni merkir yrkisorðið ”borgari í einum parti”:
a) í Føroyum viðvíkjandi einum likamligum persóni ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni í Føroyum hevur skattskyldu har, orsakað av hansara bústaði, heimi ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi. Hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í Føroyum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í Føroyum;
b) í Bermuda viðvíkjandi einum likamligum persóni sum eftir lóggávuni í Bermuda er skrásettur borgari;
2. Tá ein likamligur persónur eftir viðtøkunum í stykki 1 er borgari í báðum pørtum, skal støða hansara verða avgjørd eftir hesum:
a) hann skal verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hann hevur fast heim at ráða yvir; um hann hevur fast heim at ráða yvir í báðum pørtum, skal hann verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hansara persónliga og fíggjarliga tilknýti er tættari (miðdepil fyri lívsáhugamál);
b) um ikki ber til at avgera partin, har hann hevur síni lívsáhugamál, ella um hann ikki hevur eitt fast heim at ráða yvir í hvørgum partinum, skal hann metast bert at vera borgari í partinum, har hann er vanur at búgva;
c) um hann er vanur at búgva í báðum pørtum ella í hvørgum teirra, skulu málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum avgera málið við avtalu sínámillum.
Grein 5
Inntøka av arbeiði
1. Við fyrivarni av viðtøkunum í greinunum 6, 7, 8 og 9 skulu fastar inntøkur, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, bert verða skattaðar í tí partinum, uttan so at arbeiðið er útint í hinum partinum. Um arbeiðið er útint har, kann tílík samsýning, sum er vunnin av tí, verða skattað í tí partinum.
2. Uttan mun til viðtøkurnar í stykki 1 skal samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi arbeiði, sum er útint í hinum partinum bert verða skattað í fyrstnevnda partinum, um:
a) móttakarin er búsitandi í hinum partinum í eitt ella fleiri tíðarskeið, sum ikki fer upp um 183 dagar samanlagt í einum og hvørjum tólv mánaða tíðarskeiði, ið tekur við ella endar í viðkomandi skattaári; og
b) samsýningin er goldin av einum ella vegna ein arbeiðisgevara, sum ikki er borgari í hinum partinum; og
c) samsýningin er ikki borin av einum føstum handilsstaði, har ígjøgnum virksemið, sum arbeiðisgevarin hevur í hinum partinum, er til fulnar ella partvíst útint.
3. Stykki 2 í hesi grein skal ikki verða nýtt til samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, sum er útint í hinum partinum og goldið av einum ella vegna ein arbeiðisgevara, sum ikki er borgari í tí partinum, um:
a) móttakarin veitir øðrum persóni enn arbeiðisgevaranum tænastur, meðan hetta arbeiðið varir, og tann persónurin, beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eftirlit við, stýrir ella ansar eftir á hvønn hátt hesar tænastuveitingar verða útintar, og
b) hesar tænastuveitingar útgera ein óloysandi part av handilsvirkseminum, sum verður rikið av tí persóninum.
4. Uttan mun til t ær frammanfyristandandi viðtøkurnar í hesi grein, kann samsýning fyri eitt arbeiði, sum er útint umborð á skipi ella flogfari, ið verður rikið í altjóða ferðslu av einari fyritøku í einum parti verða skattað í tí partinum.
Grein 6
Ómaksgjøld til stýrislimir
Ómaksgjøld til stýrislimir og onnur tílík gjøld, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum stýrislimur í stjórnini ella einum og hvørjum tílíkum ráði í einum felag, sum hevur heimstað í hinum partinum, kunnu verða skattað í tí partinum
Grein 7
Listafólk og ítróttarfólk
1. Inntøka, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum undirhaldari, sosum sjónleikar-, films-, útvarps- ella sjónvarps listafólk, ella tónleikari, ella sum ítróttafólk, frá sínum persónligu tiltøkum sum slík framførd í hinum partinum, kann verða skattað í tí partinum.
2. Tá inntøka viðvíkjandi persónligum tiltøkum framførd av einum undirhaldara ella einum ítróttarfólki við førleika, sum krevst til tað, ikki legst til undirhaldaran ella ítróttarfólkið sjálvt, men til ein annan likamligan persón ella lógliga samtøku, kann tann inntøkan verða skattað í partinum, sum tiltøkini hjá undirhaldaranum ella ítróttarfólkinum eru framførd í.
Grein 8
Pensjónir
Pensjónir og onnur tílík samsýning, sum stavar frá í einum parti, útgjøld eftir almannalóggávuni í einum parti og útgjøld eftir eini og hvørjari aðrari peningaveitingarskipan, sum er fingin til vega í einum parti, kunnu verða skattað í tí partinum.
Grein 9
Almenn tænasta
1. a) Fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, annað enn pensjón, útgoldnar av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum til ein likamligan persón viðvíkjandi framdum tænastum fyri tann partin ella undirdeild ella stovn ella myndugleika skulu bert kunna verða skattaðar í tí partinum.
b) Tó skulu tílíkar fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar bert kunna verða skattaðar í hinum partinum, um tænasturnar eru framdar í tí partinum og tann likamligi persónurin er borgari í tí partinum og ikki gjørdist borgari í tí partinum einans við tí endamáli at fremja tænasturnar.
2. Viðtøkurnar í greinunum 5, 6 og 7 skulu nýtast til fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar viðvíkjandi tænastum framdar í sambandi við eitt virki, sum er rikið av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum.
Grein 10
Lesandi
Útgjøld, sum ein lesandi ella lærlingur, sum er ella var, beint frammanundan hann kom til ein part, borgari í hinum partinum, og sum hevur bústað í fyrstnevnda partinum einans við sínari útbúgving ella upplæring sum endamál, móttekur ætlað til hansara uppihald, útbúgving ella upplæring, skulu ikki verða skattað í tí partinum, treytað av at slík útgjøld stava frá keldum uttan fyri tann partin.
Grein 11
Útilokan av tvískatting
1. Í Bermuda skal sleppast undan tvískatting í samsvari við lóggávuna í Bermuda.
2. Í Føroyum skal sleppast undan tvískatting á henda hátt:
Við fyrivarni av viðtøkunum í lóggávuni í Føroyum við atliti at loyvum til góðskriving í føroyskum skatti fyri skatt, sum kann verða goldin í einum øki uttan fyri Føroyar (sum ikki kemur at ávirka vanligu meginregluna í hesum):
i) Við fyrivarni av undirstykki (iii), tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtalu kann verða skattað í Bermuda, skulu Føroyar loyva ein frádrátt í føroyska inntøkuskattinum hjá hesum borgara við eini upphædd, sum samsvarar við inntøkuskattin, sum er goldin í Bermuda;
ii) Ein tílíkur frádráttur skal tó ikki fara upp um tann partin av føroyska skattinum, sosum hann var roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí inntøku, sum kann verða skattað í Bermuda;
iii) Tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni bert kann verða skattað í Bermuda, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska inntøkuskattinum draga frá tann partin, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá Bermuda.
Grein 12
Mannagongdin við avtalum sínámillum
1. Tá ein likamligur persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innlendis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí eindamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 13
Ígildiskoma
1. Henda avtalan skal koma í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar.
2. Avtalan skal vera galdandi:
a) Í Bermuda:
viðvíkjandi Bermuda skatti, fyri skatt, sum kann verða kravdur inn fyri eitt og hvørt fíggjarár frá einum og hvørjum apríl mánaði, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
b) Í Føroyum:
fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
3. Uttan mun til stykki 2 í hesi grein skal avtalan bert kunna verða nýtt, tá ið avtalan, undirskrivað tann 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum skal vera galdandi.
Grein 14
Uppsøgn
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan, eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað tann 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Washington, tann 16. dag í apríl 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Áki Johansen
Vegna stjórnina í Bermuda
Paula Ann Cox
Skjal 4
AVTALA MILLUM FØROYAR OG BERMUDA UM ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING VIÐVÍKJANDI FYRITØKUM SUM REKA SKIP ELLA FLOGFØR Í VINNU Í ALTJÓÐA FERÐSLU
Føroya landsstýri og stjórnin í Bermuda,
• sum ynskja at gera avtalu um at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í altjóða ferðslu,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:
Grein 1
ALLÝSINGAR
1. Ætlað til hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bermuda, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Bermuda;
b) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
c) yrkisorðið “Bermuda” merkir Bermuda Islands;
d) yrkisorðið “persónur” umfatar ein likamligan persón, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak av persónum;
e) yrkisorðið “felag” merkir ein og hvør løgfrøðiligur persónur ella ein og hvør samtøka, sum verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur í skattamálum;
f) yrkisorðið “borgari í einum parti” merkir:
(i) í Føroyum ein og hvør persónur, sum eftir lógini í tí partinum hevur skattskyldu í honum vegna sín heimstað, bústað, leiðslusæti, skrásetingarstað ella eitt ella annað eyðkenni av tílíkum slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum einans viðvíkjandi inntøku frá keldum í tí partinum;
(ii) í Bermuda ein likamligur persónur, skrásettur borgari í Bermuda, og eitt handilsfelag, íognarskapur ella onnur samtøka, sum er íkomin undir lóggávuni í Bermuda; tó so at ein samtøka, sum er íkomin undir lóggávuni í Bermuda ikki skal verða mett at hava heimstað í Bermuda uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Bermuda;
g) yrkisorðið “fyritøka” verður nýtt um rakstur av einum hvørjum vinnuvirki;
h) yrkisorðið “fyritøka í einum parti” merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
i) yrkisorðið “altjóða ferðsla” merkir ein og hvør flutningur við skipi ella flogfari, sum ein fyritøka í einum parti hevur í vinnu, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans er í vinnu millum støð í hinum partinum;
j) yrkisorðið “inntøka stavandi frá vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu” merkir inntøkur, bruttoinntøkur og vinningur vunnin við:
(i) slíkari vinnu við skipum ella flogførum til flutning av ferðafólki ella farmi;
(ii) leiguinntøku við grundarlagi á leigusáttmála av skipum ella flogførum, har leiguinntøkan er undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(iii) sølu av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum og útvegan av tænastuveitingum, ið eru bundnar at slíkari vinnu, annaðhvørt fyri sjálva fyritøkuna ella fyri eina og hvørja aðra fyritøku, har slík søla av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum ella útvegan av tænastuveitingum er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(iv) nýtslu, umsiting ella leiguinntøku av bingjum (íroknað viðfestu- ella eftirvognum og tílíkari útgerð til flutning av bingjum), ið verða nýttar til flutning av farmi ella vørum, har nýtsla, umsiting ella leiguinntøka er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(v) rentur av fæi, sum er sett inn beinleiðis í sambandi við vinnuna við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
k) yrkisorðið “málsráðandi myndugleiki” merkir:
i) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella hansara heimilaða varafólk við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
ii) í Bermuda: fíggjarmálaráðharrin ella eitt heimilað varafólk við fulltrú.
2. Við atliti at nýtslu av avtaluni til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum viðvíkjandi skattum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 2
ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING
1. Inntøka vunnin gjøgnum vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skal bert kunna verða skattað í tí partinum.
2. Vinningar, sum eru vunnir við avhending av skipum ella flogførum ella leysari ogn sum partur av vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skulu bert kunna verða skattaðir í tí partinum.
3. Viðtøkurnar í greinunum 1 og 2 skulu eisini nýtast til inntøku og vinningar, sum ein fyritøka í einum parti hevur vunnið sær frá luttøku í einum samtaki, einum handilsfelagsskapi ella einum altjóða vinnuvirki.
Grein 3
MANNAGONGD Í AVTALU SÍNÁMILLUM
1. Tá ein persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum partinum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innanhýsis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki eri í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 4
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert kunna verða nýtt, tá ið avtalan, undirskrivað tann 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum skal vera galdandi.
Grein 5
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað tann 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Washington tann 16. dag í apríl 2009 í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Áki Johansen
Vegna stjórnina í Bermuda
Paula Ann Cox
Skjal 5
AVTALA MILLUM FØROYAR OG BERMUDA UM ATGONGD TIL SÍNÁMILLUM MANNAGONGDIR Í SAMBANDI VIÐ JAVNING AV VINNINGI HJÁ SAMEINDUM FYRITØKUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Bermuda
• sum ynskja at gera avtalu um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:
Grein 1
UMFATAÐIR SKATTIR
Henda avtala skal verða nýtt um skattir av inntøku og vinningum.
Grein 2
ALLÝSINGAR
1. Fyri hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bermuda, so sum samteksturin krevur;
b) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg, kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
c) yrkisorðið “Bermuda” merkir Bermuda Islands;
d) yrkisorðið ‘borgari í einum parti’ merkir
i) Í Føroyum: ein og hvør persónur, sum eftir lóggávuni hjá tí partinum hevur skattskyldu har, vegna sínum bústaði, heimi, virkissæti, limaskapsstaði ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í tí partinum.
ii) í Bermuda: ein likamligur persónur, sum er skrásettur borgari í Bermuda, og eitt handilsfelag, íognarskapur ella onnur samtøka, sum er íkomin undir lóggávuni í Bermuda; tó so at ein samtøka, sum er íkomin undir lóggávuni í Bermuda ikki skal verða mett at hava heimstað í Bermuda uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Bermuda;
e) yrkisorðið ‘fyritøka’ er galdandi fyri rakstur av einum og hvørjum yrki;
f) yrkisorðið ‘fyritøka í einum parti’ merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
g) yrkisorðið ‘málsráðandi myndugleiki’ merkir
i) viðvíkjandi Bermuda fíggjarmálaráðharrin ella eitt heimilað varafólk;
ii) viðvíkjandi Føroyum fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða varafólk ella tann myndugleiki, sum er útnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni.
2. Við atliti at nýtslu av hesi avtalu til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum viðvíkjandi skattum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 3
Meginreglur viðvíkjandi javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum
1. a) Tá ein fyritøka í einum parti beinleiðis ella óbeinleiðis hevur lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í hinum partinum, ella b) somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis hava lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í einum parti og einari fyritøku í hinum partinum, og í onkrum føri umstøður eru gjørdar ella álagdar millum tær báðar fyritøkurnar í teirra handilsligu ella fíggjarligu sambondum, sum víkja frá teimum, sum høvdu verið gjørdar millum óheftar fyritøkur, tá kann ein og hvør vinningur, sum hevði, um ikki hesar umstøðurnar vóru, verið tillutaður aðrari fyritøkuni, men, orsakað av hesum umstøðunum, ikki er vorðin tilllutaður soleiðis, verða íroknaður vinninginum hjá teirri fyritøkuni og skattaður samsvarandi.
Grein 4
MANNAGONGD Í SÍNÁMILLUM AVTALU
1. Tá ein fyritøka metir, í einum og hvørjum máli har henda avtalan verður nýtt, at meginreglurnar, sum eru settar í grein 3, ikki hava verið hildnar kann hon, uttan mun til rættarbatarnar, ið innlendis lóggáva hjá viðkomandi parti veitir, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hon hevur heimstað. Málið má verða lagt fram innan trý ár frá fyrstu fráboðan um framferðina, sum stríðir ímóti ella vísir seg at fara at verða í stríð við meginreglurnar, sum settar eru í grein 3. Málsráðandi myndugleikin skal tá uttan drál kunna málsráðandi myndugleikan í hinum partinum.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við avtaluna. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innlendis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa allar trupulleikar ella øll ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 5
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi tríatiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært sínari lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi.
2. Uttan mun til stykki 1 skal avtalan bert kunna vera galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum, skal vera galdandi.
Grein 6
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí álmanakkaárinum, sum kemur, eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
2. Uttan mun til stykki 1 verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Washington, tann 16. apríl 2009 í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Áki Johansen
Vegna stjórnina í Bermuda
Paula Ann Cox