Løgtingslóg nr. 182 frá 22. desember 2009
um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Skattaavtala millum Føroyar og Aruba
§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Niðurlondum við atliti at Aruba um umbýti av upp lýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtings lógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
Kapittul 2
Skattaavtalur millum Føroyar og Bermuda
§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løg tingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um útilokan av tví skatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 5. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 5 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 3
Skattaavtalur millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar
§ 6. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 6 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 15 í avtaluni.
§ 7. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 7 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 8. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 8 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 9. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 9 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 4
Skattaavtalur millum Føroyar og Cayman Islands
§ 10. Ásetingarnar í avtalu frá 1. apríl 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 10 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.
§ 11. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 11 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 12. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip og fløgfør í vinnu í altjóða ferðslu fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 12 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 13. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 13 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 5
Skattaavtala millum Føroyar og Niðurlendsku Antillurnar
§ 14. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Nið urlondum við atliti at Niðurlendsku Antillurnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 14 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 12 í avtaluni.
Kapittul 6
Ígildissetan
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Tórshavn 22. desember
Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður
Lm. nr. 71/2009
Skjal 6
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Á BRETSKU JOMFRÚOYGGJUNUM UM UMBÝTI AV UPPLÝSINGUM VIÐVÍKJANDI SKATTUM
Av tí at Føroya landsstýri og Stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum (“samtykkjandi partarnir”) viðurkenna tørvin á samstarvi og umbýti av upplýsingum í revsiverdum og borgarligum skattamálum.
Av tí at Samtykkjandi partarnir leingi hava verið virknir í altjóða royndum at stríðast ímóti fíggjarligum og øðrum lógarbrotum, íroknað at stríðast ímóti fígging av yvirgangi;
Av tí at tað er viðurkent, at stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum er før fyri at samráðast um og samtykkja eina skattaupplýsingarumbýtingaravtalu við Føroyar;
Av tí at tað er viðurkent, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera;
Av tí at Bretsku Jomfrúoyggjarnar tann 2. apríl 2002 bundu seg til eina formliga skrivliga avgerð til mannagongdirnar viðvíkjandi gjøgnumskygni og umbýti av upplýsing hjá
Fyriskipaninini av búskaparsamstarvi og –menning (OECD) og hava samsvarandi tí havt virknan lut í heimsumfatandi foruminum hjá OECD um skatting;
Av tí at samtykkjandi partarnir ynskja at økja um og nýta yrkisorðini og umstøðurnar, ið stýra umbýtinum av upplýsing viðvíkjandi skattamálum;
Av tí at samtykkjandi partarnir viðurkenna, at teir ongantíð fara at taka lut í “fiskirannsóknarferð”;
Tí hava samtykkjandi partarnir nú samtykt hesa avtaluna, sum ber við sær skyldur einans mótvegis samtykkjandi pørtunum.
Grein 1
Nýtsluumráði fyri avtaluna
Málsráðandi myndugleikarnir hjá samtykkjandi pørtunum skulu veita hjálp við umbýti av upplýsingum, sum haldast at hava týdning fyri at umsita og útinna innlendis lóggávuna hjá pørtunum viðvíkjandi skattum og skattamálum, sum eru umfataðir av hesi avtaluni, umfatandi upplýsingar, sum verða hildnar at hava týdning fyri áseting, líkning, staðfesting, tvingsilsfulnað, innkrevjing ella innheinting av skattakrøvum móti persónum, sum koma undir sovorðnar skattir, ella kanningina ella rættarsóknina av skattamálum viðvíkjandi tílíkum persónum. Upplýsingar skulu verða umbýttar samsvarandi ásetingunum í hesi avtaluni og skulu verða viðfarnar í trúnaði á tann hátt, sum ásett er í grein 8.
Grein 2
Lógarøki
Fyri at gera hóskiliga fremjing av hesi avtaluni møguliga, skal upplýsing verða útvegað í samsvari við hesa avtaluna av málsráðandi myndugleikanum í tí umbidna partinum:
a) uttan mun til, um persónurin, sum upplýsingarnar viðvíkja, er ein borgari ella ríkisborgari í einum samtykkjandi parti, ella um persónurin, sum hevur upplýsingarnar er ein borgari ella ríkisborgari í einum samtykkjandi parti; og
b) treytað av at upplýsingarnar eru til taks í landøkinum, ella eru ogn hjá ella undir eftirliti av einum persóni, sum er undir lógarøkinum hjá tí umbidna partinum.
Grein 3
Skattir, umfataðir av avtaluni
1. Skattirnir, sum eru umfataðir av hesari avtaluni eru:
a) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum,
i) inntøkuskattur (income tax);
ii) lønarskattur (payroll tax); og
iii) ognarskattur (property tax)
b) viðvíkjandi Føroyum,
i) skattir av inntøku ella vinningi; og
ii) meirvirðisgjald (VAT)
2. Henda avtalan skal eisini verða nýtt til sama slag av skattum, sum verða útskrivaðir av øðrum partinum eftir dagfestingardagin, tá avtalan varð undirskrivað, sum ískoyti til ella í staðin fyri onkran av skattunum, sum eru nevndir í stykki 1 í hesari grein. Málsráðandi myndugleikarnir í samtykkjandi pørtunum skulu kunna hvør annan um allar munandi broytingar í skattaásetingini og tilhoyrandi upplýsing til innheinting av upplýsingum, sum eru umfataðar av hesi avtalu.
Grein 4
Allýsingar
1. Í hesari avtaluni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) “Bretsku Jomfrúoyggjarnar” merkir landaøkið í Jomfrúoyggjunum sum tilskilað í stýrisskipanarlógini 2007;
b) “Føroyar” merkir føroyskt landøki og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu fremja rættindi til havbotnin og undirgrundina og nátturutilfeingi úr teimum;
c) ”felagsskapur ella skipan til felagsíløgu" merkir allir miðsavnaðir íløgumiðlar, uttan mun til lógligan form;
d) "felag" merkir hvør løgfrøðiligur persónur ella hvør samtøka, sum skattliga verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur;
e) “málsráðandi myndugleiki” merkir:
i) í Bretsku Jomfrúoyggjunum, fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum frá honum er skrivliga heimilaður til tað;
ii) í Føroyum, fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða umboð ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki til endamálið við hesari avtaluni;
f) “samtykkjandi partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar so sum samteksturin krevur;
g) “revsilógir” merkir allar revsilógir kunngjørdar sum slíkar undir innlendis lóg uttan mun til, um tær eru tiknar við í skattalógunum, revsilógsavninum ella øðrum lógum;
h) “revsiverd skattamál” merkir skattamál, sum føra við sær tilætlaða atferð, sum kemur undir rættarsókn sambært revsilógunum í tí umbiðjandi partinum;
i) ”upplýsing" merkir øll viðurskifti, boð, skjøl ella skráseting uttan mun til form;
j) "tiltøk til innheinting av upplýsingum" merkir lóggáva og reglugerðir og fyrisitingarlig starvs- ella rættargangsskipan til at gera ein umbidnan part føran fyri at innheinta og veita tær umbidnu upplýsingarnar;
k) “ríkisborgari” merkir:
i) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum, ein og hvør persónur, sum hoyrir til Bretsku Jomfrúoyggjarnar sambært Stýrisskipanarlóg 2007 (Statutory Instrument 2007 No. 1678) í Jomfrúoyggjunum ella hevur uppihaldsloyvi í Bretsku Jomfrúoyggjunum sambært innflytara- og passreglugerðini (Cap. 130); og ein og hvør lógligur persónur, íognarskapur, felag ella onnur samtøka, sum hevur fingið sína støðu sum slíkur/slík frá galdandi lógum í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
ii) viðvíkjandi Føroyum ein og hvør lógligur persónur, íognarskapur, felag, ella onnur samtøka, sum hevur fingið sína støðu sum slíkur/slík frá galdandi lógum í Føroyum;
l) "persónur" merkir ein likamligur persónur, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak ella ein og hvør annar bólkur av persónum;
m) ”týdningarmesti partabrævabólkur" merkir tann partabrævabólkurin ella teir partabrævabólkar, sum umboða ein meiriluta av atkvøðunum í og virðið av felagnum;
n) "almennur felagsíløgugrunnur ella almenn íløguskipan" merkir ein og hvør felagsíløgugrunnur ella íløguskipan, har keyp, søla ella innloysing av partabrøvum ella øðrum rættindum ikki er undirskilt ella skilliga avmarkað til ein avmarkaðan bólk av íleggjarum;
o) ”felag, hvørs partabrøv kunnu marknaðarførast alment”, merkir eitt og hvørt felag, hvørs týdningarmesti partabrævabólkur er skásettur á viðurkendum partabrævamarknaði treytað av, at skrásettu partabrøvini hjá tí frítt kunnu keypast ella seljast av almenninginum.
Partabrøv kunnu keypast ella seljast av "almenninginum", um keyp ella søla af partabrøvum ikki er undirskilt ella skilliga er avmarkað til ein avmarkaðan bólk av íleggjarum;
p) ”viðurkendur virðisbrævakeypsskáli" merkir ein og hvør virðisbrævakeypsskáli, sum málsráðandi myndugleikarnir hjá Samtykkjandi pørtunum eru vorðnir samdir um;
q) “umbidni parturin" merkir tann parturin í hesari avtaluni, sum er biðin um at útvega ella hevur útvegað upplýsingar sum aftursvar til eina umbøn;
r) “umbiðjandi parturin" merkir tann parturin í hesari avtaluni, sum sendir eina umbøn til tann umbidna partin ella hevur móttikið upplýsingar frá tí umbidna partinum;
s) "skattur" merkir ein og hvør skattur, sum er umfataðaur av hesi avtaluni.
2. Viðvíkjandi nýtslu av hesari avtalu til eina og hvørja tíð hjá einum samtykkjandi parti skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at annað skilst av samanhanginum, hava ta merking, sum tað hevur um tað mundið í lóggávuni hjá tí samtykkjandi partinum, ein og hvør merking í teimum skattalógum, sum verða nýttar í tí samtykkjandi partinum, gongur fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá tí samtykkjandi partinum.
Grein 5
Umbýti av upplýsingum eftir áheitan
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum skal eftir áheitan útvega upplýsingar til endamál, sum víst verður til í grein 1. Slíkar upplýsingar skulu gevast víðari uttan mun til, um atferðin, sum kannað verður, hevði elvt til lógarbrot sambært lógunum í tí umbidna partinum, um tílík atferð hevði verið framd á umráði í tí umbidna partinum. Um tær upplýsingar, sum tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum hevur, ikki eru nóg nógvar til at gera hann føran fyri at eftirlíka umbønini um upplýsingar, skal hann, í samsvari við yrkisorðini, sum sett eru fram í stykki 7 (a), boða málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum frá, um hesi viðurskifti og biðja um tílíkar upplýsingar, sum kunnu verða umbidnar fyri at kunna fáa umbønina munagott framda.
2. Um tær upplýsingar, sum tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum hevur, ikki eru nóg nógvar til at gera hann føran fyri at eftirlíka umbønini um upplýsingar, skal tann umbidni parturin nýta allar viðkomandi upplýsingar, sum hava týdning til innheinting av upplýsingum fyri at útvega tí umbiðjandi partinum tær umbidnu upplýsingarnar, uttan mun til, um tí umbidna partinum kanska ikki nýtist slíkar upplýsingar til sínar egnu skattaásetingar.
3. Um tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum, serstakliga biður um tað, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum útvega upplýsingar eftir hesi grein, í tann mun tað er loyvt samsvarandi síni innlendis lóggávu, sum skrivligar vitnisfrágreiðingar og váttað avrit av upprunaligum skrásetingum.
4. Hvør samtykkjandi partur skal tryggja sær, at hansara málsráðandi myndugleiki til endamálini við hesi avtalu hevur myndugleika til at innheinta og útvega eftir áheitan:
a) upplýsingar, sum bankar hava, aðrir fíggjarstovnar og allir persónar, eisini fulltrúar og virðisbrævaumsitarar, ið virka í einari umboðsstovu ella einum bústjóræmbæti;
b) kunning viðvíkjandi lógligum og ágóðagevandi ognarrætti av feløgum, íognarfeløgum og øðrum persónum, íroknað, innan avmarkingarnar í grein 2, upplýsingar um ognarrætt hjá øllum tílíkum persónum í eini ognarrættarketu; og tá tað snýr seg um stórsamtøkur, upplýsing um stovnarar, umsitarar, ágóðagegnig og verjar; tá tað snýr seg um grunnar, upplýsing um stovnarar, limir í ráðnum fyri grunnin og ágóðagegnig og samlíkar upplýsingar, tá tað snýr seg um samtøkur, sum hvørki eru stórsamtøkur ella grunnar.
5. Uttan mun til stykkini frammanfyri setur henda avtalan einki krav til samtykkjandi partarnar at innheinta ella útvega:
a) upplýsing um ognarrætt viðvíkjandi alment riknum handilsfeløgum ella almennum felags íløgugrunnum ella -skipanum uttan so, at tílík upplýsing kann verða innheintað uttan at skapa órímiligar trupulleikar.
b) Upplýsing, sum fevnir um eitt tíðarskeið, sum er meir enn seks ár framman undan skattaskeiðinum, sum talan er um;
c) upplýsing í ogn hjá ella við eftirliti frá einum persóni øðrum enn skattgjaldaranum, ið ikki beinleiðis viðvíkur skattgjaldaranum.
6. Málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal útvega málsráðandi myndugleikanum í tí umbidna partinum niðanfyristandandi upplýsingar, tá ein umbøn um upplýsing sambært avtaluni verður send fyri at vísa á tað, sum kann vitast frammaundan av upplýsingum, sum hava týdning fyri umbønina:
a) samleikan hjá einum persóni, sum verður kannaður ella rannsakaður;
b) tíðarskeiðið, sum upplýsingin er umbiðin fyri;
c) skap og slag av umbidnu upplýsingini, íroknað eina útgreining av serstaka eftirsøkta próvtilfarinum, og í hvørjum formi tann umbiðjandi parturin helst vil fáa upplýsingina;
d) skattændamálið, sum upplýsingin er umbiðin til, og orsøkirnar til at umbidna upplýsingin verður hildin at vera viðkomandi fyri umsitingina ella útinningina av innlendis lógunum í tí umbiðjandi partinum;
e) orsøkir til at halda, at umbidna upplýsingin er at finna í landaøkinum í tí umbidna partinum ella er í ogn hjá ella undir eftirliti frá einum persóni innan lógarøkið hjá tí umbidna partinum;
f) so langt sum tað er kunnugt, navn og bústað hjá einum og hvørjum persóni, sum hildin verður at hava umbidnu upplýsingina sum ogn ella eftirlit við henni;
g) eina frágreiðing um, at umbønin er í samsvari við hesa avtaluna og lógirnar og umsitingarmannagongdirnar í tí umbiðjandi partinum, og at, um umbidnu upplýsingarnar høvdu verið innan lógarøkið hjá tí umbiðjandi partinum, so kundi málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum verið førur fyri at innheinta upplýsingina sambært lógunum hjá tí umbiðjandi partinum ella eftir vanligum arbeiðshátti í umsitingarligari mannagongd;
h) eina váttan um, at tann umbiðjandi parturin hevur troytt allar tøkar miðlar í sínum egna landaøki til at innheinta upplýsingina, uttan teir, sum kunnu verða atvold til órímiligar trupulleikar.
7. Málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum skal senda tær umbidnu upplýsingarnar víðari so skjótt sum møguligt til málsráðandi myndugleikan í tí umbiðjandi partinum. Fyri at vissa sær eina skjóta avgreiðslu:
a) skal málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum skrivliga váttta móttøku av einari umbøn fyri málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum og skal gera málsráðandi myndugleikan í umbiðjandi partinum varugan við, um nakað vantar á i umbønini, innan 60 dagar frá móttøkuni av umbønini; og
b) um málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum ikki hevur verið førur fyri at innheinta og útvega umbidnu upplýsingina innan 90 dagar frá móttøkuni av umbønini, ella um forðingar hava tikið seg upp, fyri at fáa upplýsingina til vega, ella um málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum sýtir fyri at útvega upplýsingina, skal hann við tað sama skrivliga kunna tann málsráðandi myndugleikan í tí umbiðjandi partinum, greiða frá orsøkunum til, hví hann ikki er førur fyri at innheinta og útvega upplýsingina, ella til forðingarnar, ella til sýtingina.
Grein 6
Skattarannsóknir uttanlands
1. Tann umbidni parturin kann í tann mun tað er loyvt eftir hansara innlendis lógum og í tráð við rímuligt skotbrá frá umbiðjandi partinum, loyva umboðum fyri tann málsráðandi myndugleikan hjá tí umbiðjandi partinum í sambandi við eina umbøn at spyrja persónar og rannsaka skrásetingar við skrivligari váttan frá avvarðandi persónum. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal kunna tann málsráðandi myndugleikan í tí umbidna partinum um tíð og stað fyri fundinum við teir avvarðandi persónarnar.
2. Eftir umbøn frá tí málsráðandi myndugleikanum í umbiðjandi partinum kann tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum samsvarandi sínum innlendis lógum loyva umboðum frá málsráðandi myndugleikanum í tí umbiðjandi partinum at vera til staðar í sambandi við viðkomandi part av einari skattarannsókn í tí umbidna partinum.
3. Um umbønin, sum nevnd í stykki 2 í hesari grein, verður gingin á møti, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum, sum ger kanningina, so skjótt sum til ber, boða málsráðandi myndugleikanum í umbiðjandi partinum frá um tíð og stað fyri kanningini, hvør myndugleiki ella persónur er tilnevndur til at gera kanningina, og hvørjar rættargongdir og treytir verða kravdar av tí umbidna partinum fyri útinning av rannsóknini. Allar avgerðir viðvíkjandi útinning av skattarannsóknini skulu verða tiknar av tí umbidna partinum, sum ger rannsóknina samsvarandi sínum innlendis lógum.
Grein 7
Møguleiki at sýta eini umbøn
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum kann sýta fyri at veita hjálp:
a) har umbønin ikki er gjørd í samsvari við hesa avtaluna; ella
b) har tann umbiðjandi parturin ikki hevur troytt allar tøkar miðlar í sínum egna landøki til at innheinta upplýsingina, uttan har sum afturkrav til tílíkar miðlar høvdu skapt órímiligar trupulleikar; ella
c) har avdúkingin av umbidnu upplýsingini hevði verið í stríð við almenn atlit (ordre public).
2. Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu ikki áleggja einum parti nakra skyldu til at útflýggja upplýsingar, sum kundu avdúkað nakran vinnuligan, handilsrakstrarligan, ídnaðarligan, handilsligan ella yrkisligan loynidóm ella framleiðsluhátt. Upplýsingar, sum nevndar eru í stykki 4 í grein 5, skulu ikki einans av teirri orsøk útgera ein slíkan loynidóm ella framleiðsluátt.
3. a) Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu ikki áleggja einum parti skyldu til at innheinta ella útvega upplýsingar, sum kundu borið boð um samskifti í trúnaði millum eitt viðskiftafólk og ein fulltrúa, sakførara ella rættarløgfrøðing, har slík samskifti eru:
i) gjørd við tí endamáli at leita eftir ella útvega lógarráðgeving ella
ii) gjørd við tí endamáli at nýta til verandi ella umhugsaðar løgligar atferðir.
b) Upplýsing, sum verður goymd við tí endamáli at fremja lógarbrot kemur ikki undir løglig framíhjárættindi, og einki í hesari gein skal forða einum fulltrúa, sakførara ella rættarløgfrøðingi í at útvega navn og bústað hjá einum viðskiftafólki, har slíkt ikki hevði elvt til brot á løgligu framíhjárættindini.
4. Ein umbøn um upplýsingar skal ikki verða sýtt av teirri orsøk, at skattakravið, sum førir til umbønina er umstrítt av skattgjaldaranum.
5. Tann umbidni parturin skal ikki verða biðin um at innheinta og útvega upplýsing, sum, um tann umbidna upplýsingin hevði verið innan fyri lógarøkið hjá tí umbiðjandi partinum, málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum ikki hevði verið førur fyri at innheinta sambært sínum egnu lógum ella sambært vanligari umsitingarligari mannagongd.
6. Tann umbidni parturin kann vísa eini umbøn um upplýsing aftur, um upplýsingarnar eru umbidnar av tí umbiðjandi partinum til at umsita ella útinna eina áseting í skattalóggávuni hjá tí umbiðjandi partinum ella eitt og hvørt krav í sambandi við hetta, sum ger mannamun millum ein borgara ella ríkisborgara í tí umbidna partinum samanborið við ein borgara ella ríkisborgara í tí umbiðjandi partinum í somu umstøðum.
Grein 8
Tagnarskylda
1. Øll upplýsing, sum er útvegað og móttikin av teimum samtykkjandi pørtunum skal verða hildin loynilig og skal bert verða latin persónum ella myndugleikum (heruppií dómstólum og umsitingarmyndugleikum), sum varða av endamálunum, sum eru tilskilað í grein 1 og nýtt av tílíkum persónum ella myndugleikum einans til tílík endamál, heruppií eina og hvørja kæru ella til yvirlitið av tí omanfyri nevnda. Til hesi endamál kunnu upplýsingar verða latnar í almennum rættarsóknum ella í løgligum atferðum.
2. Upplýsingarnar kunnu ikki verða latnar nøkrum øðrum persóni ella samtøku ella myndugleika uttan greitt skrivligt loyvi frá málsráðandi myndugleikanum í umbidna partinum.
3. Upplýsingar, sum eru útvegaðar til ein umbiðjandi part skulu ikki verða latnar nøkrum øðrum lógarøki.
Grein 9
Trygd
Einki í hesari avtaluni skal ávirka tey rættindi og ta verju, sum er tryggjað persónum í lógum ella umsitingarligum mannagongdum í tí umbidna partinum. Tó kunnu hesi rættindini og hesar verjurnar ikki verða nýttar av umbidna partinum á ein hátt, sum óneyðugt forðar fyri ella seinkar munagóðum umbýti av upplýsingum.
Grein 10
Kostnaður
1. Fyrikoming av vanligum kostnaði, sum er íkomin sum fylgja av at svara einari umbøn um upplýsing verður borin av tí umbidna partinum. Tílíkur vanligur kostnaður umfatar vanligan innanhýsis umsitingarkostnað og allan minni uttanhýsis kostnað.
2. Allur annar kostnaður, sum ikki er vanligur kostnaður, verður roknaður sum serligur kostnaður og verður borin av tí umbiðjandi partinum. Serligur kostnaður umfatar, men er ikki avmarkaður til, hetta:
a) hóskandi ómaksløn kravd av triðja pørtum fyri at gera kanning;
b) hóskandi ómaksløn kravd av triðja pørtum fyri at avrita skjøl; 174
c) hóskandi kostnað fyri at seta í starv serkøn, tulkar ella týðarar;
d) hóskandi kostnað av at lata skjøl til tann umbiðjandi partin;
e) hóskandi rættargangskostnað frá umbidna partinum í sambandi við eina serstaka umbøn um upplýsing; og
f) hóskandi kostnað fyri at innheinta vitnisfrágreiðingar ella vitnispróvførslu.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum samtykkjandi pørtunum ráðføra seg hvør við annan í einum og hvørjum serstøkum føri, har serligur kostnaður eftir øllum at døma fer upp um 500 USD fyri at avgera, um tann umbiðjandi parturin vil halda fram at gjøgnumføra umbønina og bera kostnaðin.
Grein 11
Ongar skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir
2. So leingi sum hendan avtalan er í gildi og virkin ætlar tann umbiðjandi parturin ikki at nýta ella seta skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir í verk grundað á skaðiligar skattamannagongdir móti borgarum ella ríkisborgarum í øðrum av teimum samtykkjandi pørtunum. Um tað hendir, at ein samtykkjandi partur hevur grund til at trúgva, at hin samtykkjandi parturin hevur sett skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir í verk grundað á skaðiligar skattamannagongdir móti borgarum ella ríkisborgarum í hinum partinum, skulu báðir samtykkjandi partarnir við tað sama taka stig til at leita sær ráð hvør hjá øðrum til at
loysa málið.
3. Ein skaðilig ella skerjndi fyriskipan grundað á skaðiligar skattamannagongdir merkir ein fyriskipan, sum ein samtykkjandi partur nýtir móti borgarum ella ríkisborgarum í hinum samtykkjandi partinum grundað á, at hin samtykkjandi parturin ikki bindur seg til munagott umbýti av upplýsingum ella tí , at honum vantar gjøgnumskygni við at fáa sínar lógir, reglugerðir ella fyrisitingarligar mannagongdir virknar, ella grundað á ongar skattir ella skattir, sum bert eru eitt eiti umframt eitt av sermerkjunum frammanfyri.
4. Uttan at avmarka almenna gildið av yrkisorðinum “skaðiligar ella skerjandi fyriskipanir” umfatar yrkisorðið sýtingina av linking, lemping (credit) ella fullari frítøku (exemption), útskrivingi av einum skatti, avgjaldi ella tvingsilskostnaði, ella serstøkum krøvum til frágreiðing. Tílíkar fyriskipanir umfata allar fyriskipanir, sum beinleiðis ella óbeinleiðis viðvíkja skattamálum. Men tær umfata ikki sum heild nakra alment nýtiliga fyriskipan, sum verður nýtt av øðrum av teimum samtykkjandi pørtunum mótvegis, millum annað, limum í
OECD í síni heild.
Grein 12
Lóggávufremjing
Teir samtykkjandi partarnir skulu (har teir ikki longu hava gjørt so) viðtaka eina og hvørja lóggávu, sum er neyðug til at uppfylla og seta ásetingarnar í hesari avtaluni í gildi.
Grein 13
Mál
Umsóknir eftir hjálp og svar til tær skulu verða skrivaðar á enskum.
Grein 14
Mannagongd í sínámillum avtalu
1. Har trupulleikar ella ivamál taka seg upp millum teir samtykkjandi partarnar viðvíkjandi fremjing ella tulking av hesari avtaluni, skulu málsráðandi myndugleikarnir eftir besta førimuni royna at loysa málið við avtalu sínámillum.
2. Aftrat teimum royndunum, sum víst verður til í grein 1 í hesari avtaluni, kunnu málsráðandi myndugleikarnir í teimum samtykkjandi pørtunum sínámillum avgera mannagongdirnar, sum skulu nýtast sambært greinunum 5, 6 og 10.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum samtykkjandi pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við endamálum at koma til semju í hesari avtalu.
Grein 15
Ígildiskoma
Hvør av teimum samtykkjandi pørtunum skal skrivliga kunna hin um fullføring av mannagongdum, sum hansara lóggáva krevur, fyri at hendan avtalan kann koma í gildi. Avtalan skal koma í gildi dagfestingar dagin av teirri seinru av hesum fráboðanum. Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu vera galdandi:
a) fyri skattarevsimál, frá ígildiskomuni av hesari avtaluni; og
b) fyri øll onnur mál, sum grein 1 fevnir um, fyri skattaskeið, sum taka við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin, tá hendan avtalan kemur í gildi.
Grein 16
Uppsøgn
4. Hendan avtalan skal verða verandi í gildi, til hon verður uppsøgd av øðrum samtykkjandi partinum.
5. Hvør samtykkjandi partur kann siga hesa avtaluna upp við at geva hinum partinum skrivlig boð um uppsøgn. Ein tílík uppsøgn skal koma í gildi tann fyrsta dagin í mánaðinum, eftir at eitt tríggjar mánaða skeið er runnið frá dagfestingini av móttøkuni av uppsagnarboðunum frá hinum samtykkjandi partinum.
6. Um avtalan verður søgd upp, skulu samtykkjandi partarnir framvegis vera bundnir av ásetingunum í grein 8 viðvíkjandi eini og hvørjari upplýsing, sum er fingin eftir hesi avtalu.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til hetta skrivað undir avtaluna.
Skrivað í Keypmannahavn tann 18. dag í mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Herálvur Joensen
Vegna stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjarnar
Dancia Penn
Skjal 7
AVTALA MILLUM FØROYAR OG BRETSKU JOMFRÚOYGGJARNAR FYRI AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING AV LIKAMLIGUM PERSÓNUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum
• sum ynskja at víðka avtaluna um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum samtykt tann 18. apríl 2009 við at samtykkja eina avtalu til at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum viðvíkjandi inntøkuskattum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri samtykkir hesa avtalu vegna danska kongaríkið sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru komin ásamt um hetta:
Grein 1
Likamligir persónar umfataðir av avtaluni
Henda avtalan skal nýtast mótvegis likamligum persónum, sum eru borgarar í øðrum partinum ella báðum pørtunum.
Grein 2
Skattir, sum avtalan umfatar
1. Galdandi skattir, sum koma undir nýtslu av avtaluni, eru:
c) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunm: inntøkuskattur (hereftir umtalaður sum ”Bretskur Jomfrúoyggja-skattur”)
d) viðvíkjandi Føroyum:
Skattir av inntøku ella vinningi (hereftir umtalaður sum ”føroyskur skattur”).
2. Avtalan skal eisini verða nýtt til allar samlíkar ella rættiliga einsháttaðar skattir, sum eru ásettir eftir dagfestingina á undirskriftini av avtaluni sum eyka ella í staðin fyri verandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu hvør hjá øðrum gera vart við allar týðandi broytingar, sum eru gjørdar í teirra skattalógum viðvíkjandi likamligum persónum.
Grein 3
Almennar allýsingar
1. Ætlaðar hesari avtalu , uttan so at samteksturin krevur tað ørðvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar;
b) yrkisorðið “Bretsku Jomfrú oyggjarnar” merkir Bretsku Jomfrúoyggjarnar sum tilskilað í stýrisskipanarlógini 2007 hjá Bretsku Jomfrúoyggjunum;
c) yrkisorðið ”Føroyar” merkir føroyska landøkið og havøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyska sjóøkið, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu útinna rættindi, ið viðkoma havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
d) yrkisorðið ”málsráðandi myndugleiki” merkir:
(i) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum: fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum er tilnevndur til tað;
(ii) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella varamaður hansara við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
e) yrkisorðið ”fyritøka” verður nýtt um at reka eitt og hvørt vinnuvirksemi;
f) yrkisorðið ”altjóða ferðsla” merkir allur flutningur við skipi ella flogfari, sum verður rikin av einari fyritøku í einum parti, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans verður nýtt millum støð í hinum partinum.
2. Viðvíkjandi nýtslu av avtaluni til eina og hvørja tíð av einum parti skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lógini hjá tí partinum, ein og hvør merking í teimum nýttu skattalógunum hjá tí partinum verður tikin fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 4
Borgaraskapum
1. Í hesari avtaluni merkir yrkisorðið ”borgari í einum parti”:
c) í Føroyum ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni í Føroyum hevur skattskyldu har, vegna hansara bústaði, heimi ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi. Hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í Føroyum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í Føroyum;
d) í Bretsku Jomfrúoyggjunum ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni í Bretsku Jomfrúoyggjunum, er skrásettur borgari;
2. Tá ein likamligur persónur eftir viðtøkunum í stykki 1 er borgari í báðum pørtum, skal støða hansara verða avgjørd eftir hesum:
d) hann skal verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hann hevur fast heim at ráða yvir; um hann hevur fast heim at ráða yvir í báðum pørtum, skal hann verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hansara persónliga og fíggjarliga tilknýti er tættari (miðdepil fyri lívs-áhugamál);
e) um ikki ber til at avgera partin, har hann hevur síni lívsáhugamál, ella um hann ikki hevur eitt fast heim at ráða yvir í hvørgum partinum, skal hann metast bert at vera borgari í tí partinum, har hann er vanur at búgva;
f) um hann er vanur at búgva í báðum pørtum ella í hvørgum teirra, skulu málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum avgera málið við avtalu sínámillum.
Grein 5
Inntøka av arbeiði
1. Við fyrivarni av viðtøkunum í greinunum 6, 7, 8 og 9 skulu fastar inntøkur, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, bert verða skattaðar í tí partinum, uttan so at arbeiðið er útint í hinum partinum. Um arbeiðið er gjørt har, kann tílík samsýning, sum er vunnin haðani, verða skattað har.
2. Uttan mun til viðtøkurnar í stykki 1 skal samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi arbeiði, sum er útint í hinum partinum, verða skattað bert í fyrstnevnda partinum, um:
a) móttakarin er búsitandi í hinum partinum í eitt ella fleiri tíðarskeið, sum ikki fer upp um 183 dagar samanlagt í einum og hvørjum tólv mánaða tíðarskeiði, ið tekur við ella endar í viðkomandi skattaári; og b) samsýningin er goldin av einum ella vegna ein arbeiðisgevara, sum ikki er borgari í hinum partinum; og
c) samsýningin er ikki borin av einum føstum rakstrarstaði, har ígjøgnum virksemið, sum arbeiðisgevarin hevur í hinum partinum, er til fulnar ella partvíst útint.
3. Stykki 2 í hesi grein skal ikki verða nýtt til samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, sum er útint í hinum partinum og goldið av einum ella vegna ein arbeiðisgevara, sum ikki er borgari í tí partinum, um:
a) móttakarin veitir øðrum persóni enn arbeiðsgevaranum tænastur, meðan hetta arbeiðið varir, og tann persónurin, beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eftirlit við, stýrir ella ansar eftir á hvønn hátt hesar tænastuveitingar verða útintar, og
b) hesar tænastuveitingar útgera ein óloysandi part av handilsvirkseminum, sum verður rikið av tí persóninum.
3. Uttan mun til tær frammanfyristandandi viðtøkurnar í hesi grein, kann samsýning fyri eitt arbeiði, sum er útint umborð á skipi ella flogfari, ið verður rikið í altjóða ferðslu av einari fyritøku í einum parti, verða skattað í tí partinum.
Grein 6
Ómaksgjøld til stýrislimir
Ómaksgjøld til stýrislimir og onnur tílík gjøld, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum stýrislimur í stjórnini ella einum og hvørjum tílíkum ráði í einum felag, sum hevur heimstað í hinum partinum, kunnu verða skattað í tí partinum
Grein 7
Listafólk og ítróttarfólk
1. Inntøka, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum undirhaldari, sosum sjónleikar-, films-, útvarps- ella sjónvarps listafólk, ella tónleikari, ella sum ítróttafólk, frá sínum persónligu tiltøkum sum slík framførd í hinum partinum, kann verða skattað í tí partinum.
2. Tá inntøka viðvíkjandi persónligum tiltøkum framførd av einum undirhaldara ella einum ítróttarfólki við førleika, sum krevst til tað, ikki legst til undirhaldaran ella ítróttarfólkið sjálvt, men til ein annan likamligan persón ella lógliga samtøku, kann tann inntøkan verða skattað í partinum, sum tiltøkini hjá undirhaldaranum ella ítróttarfólkinum eru framførd í.
Grein 8
Pensjónir
Pensjónir og onnur tílík samsýning, sum stavar frá einum parti, útgjøld eftir almannalóggávuni í einum parti og útgjøld eftir eini og hvørjari aðrari peningaveitingarskipan, sum er fingin til vega í einum parti, kunnu verða skattað í tí partinum.
Grein 9
Almenn tænasta
1. a) Fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, annað enn pensjón, útgoldnar av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum til ein likamligan persón viðvíkjandi framdum tænastum fyri tann partin ella undirdeild ella stovn ella myndugleika skulu bert kunna verða skattaðar í tí partinum.
b) Tó skulu tílíkar fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar bert kunna verða skattaðar í hinum partinum, um tænasturnar eru framdar í tí partinum og tann likamligi persónurin er borgari í tí partinum og ikki gjørdist borgari í tí partinum einans við tí endamáli at fremja tænasturnar.
2. Viðtøkurnar í greinunum 5, 6 og 7 skulu nýtast til fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar viðvíkjandi tænastum framdar í sambandi við eitt virki, sum er rikið av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum.
Grein 10
Lesandi
Útgjøld, sum ein lesandi ella lærlingur, sum er ella var, beint frammanundan hann kom til ein part, borgari í hinum partinum, og sum hevur bústað í fyrstnevnda partinum einans við sínari útbúgving ella upplæring sum endamál, móttekur ætlað til hansara uppihald, útbúgving ella upplæring skulu ikki verða skattað í tí partinum, treytað av, at slík útgjøld stava frá keldum uttan fyri tann partin.
Grein 11
Útilokan av tvískatting
1. Í Bretsku Jomfrúoyggjunum skal sleppast undan tvískatting í samsvari við lóggávuna í Bretsku Jomfrúoyggjunum.
2. Í Føroyum skal sleppast undan tvískatting á henda hátt:
Við fyrivarni av viðtøkunum í lóggávuni í Føroyum við atliti at loyvum til góðskriving í føroyskum skatti fyri skatt, sum kann verða goldin í einum øki uttan fyri Føroyar (sum ikki kemur at ávirka vanligu meginregluna í hesum):
a) Við fyrivarni av undirstykki (c), tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtalu kann verða skattað í Bretsku Jomfrúoyggjunum, skulu Føroyar loyva ein frádrátt í føroyska inntøkuskattinum hjá hesum borgara við eini upphædd, sum samsvarar við tann inntøkuskatt, sum er goldin í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
b) Ein tílíkur frádráttur skal tó ikki fara upp um tann partin av føroyska skattinum, sosum hann var roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí inntøku, sum kann verða skattað í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
c) Tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni bert kann verða skattað í Bretsku Jomfrúoyggjunum, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu føroyska inntøkuskattinum draga frá tann partin, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá Bretsku Jomfrúoyggjunum.
Grein 12
Mannagongdin við avtalum sínámillum
1. Tá ein likamligur persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innlendis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí eindamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 13
Ígildiskoma
1. Henda avtalan skal koma í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar.
2. Avtalan skal vera galdandi:
a) Í Bretsku Jomfrúoyggjunum:
viðvíkjandi Bretskum Jomfrúoyggjaskatti, fyri skatt, sum kann verða kravdur inn fyri eitt og hvørt fíggjarár, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
b) Í Føroyum:
fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
3. Uttan mun til stykki 2 í hesi grein skal avtalan bert kunna verða nýtt, tá ið avtalan, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum skal vera galdandi.
Grein 14
Uppsøgn
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Keypmannahavn, tann 18. dag í mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Herálvur Joensen
Vegna stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjarnar
Dancia Penn
Skjal 8
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í BRETSKU JOMFRÚOYGGJUNUM UM ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING VIÐVÍKJANDI FYRITØKUM SUM REKA SKIP ELLA FLOGFØR Í VINNU Í ALTJÓÐA FERÐSLU
Føroya landsstýri og stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum,
• sum ynskja at gera avtalu um at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í altjóða ferðslu,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:
Grein 1
ALLÝSINGAR
2. Ætlað til hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
l) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar;
m) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg, kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
n) yrkisorðið “Bretsku Jomfrúoyggjarnar” merkir landøkið hjá Bretsku Jomfrúoyggjunum sum tilskilað í stýrisskipanarlógini í Bretsku Jomfrúoyggjunum frá 2007;
o) yrkisorðið “persónur” umfatar ein likamligan persón, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak av persónum;
p) yrkisorðið “felag” merkir ein og hvør samtøka av persónum ella ein og hvør samtøka, sum verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur í skattamálum;
q) yrkisorðið “borgari í einum parti” merkir:
(iii) í Føroyum ein og hvør persónur, sum eftir lógini í tí partinum hevur skattskyldu har vegna sín heimstað, bústað, leiðslusæti, skrásetingarstað ella eitt ella annað eyðkenni av tílíkum slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum einans viðvíkjandi inntøku frá keldum í tí partinum;
ii) í Bretsku Jomfrúoyggjunum: ein og hvør likamligur persónur, sum er skrásettur borgari í Bretsku Jomfrúoyggjunum, og eitt felag, íognarfealgsskapur ella onnur samtøka, sum er íkomin sambært lógunum í Bretsku Jomfrúoyggjunum; tó so at ein eind, sum er íkomin sambært lóggávuni í Bretsku Jomfrúoyggjunum ikki skal verða mett at hava heimstað í Bretsku Jomfrúoyggjunum uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
r) yrkisorðið “fyritøka” verður nýtt um rakstur av einum hvørjum vinnuvirki;
s) yrkisorðið “fyritøka í einum parti” merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
t) yrkisorðið “altjóða ferðsla” merkir ein og hvør flutningur við skipi ella flogfari, sum ein fyritøka í einum parti hevur í vinnu, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans er í vinnu millum støð í hinum partinum;
u) yrkisorðið “inntøka stavandi frá vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu” merkir inntøkur, bruttoinntøkur og vinningur vunnin við:
(vi) slíkari vinnu við skipum ella flogførum til flutning av ferðafólki ella farmi;
(vii) leiguinntøku við grundarlagi á leigusáttmála av skipum ella flogførum, har leiguinntøkan er undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(viii) sølu av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum og útvegan av tænastuveitingum, ið eru bundnar at slíkari vinnu, annaðhvørt fyri sjálva fyritøkuna ella fyri eina og hvørja aðra fyritøku, har slík søla av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum ella útvegan av tænastuveitingum er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(ix) nýtslu, umsiting ella leiguinntøku av bingjum (íroknað viðfestu- ella eftirvognum) og tílíkari útgerð til flutning av bingjum) ið verða nýttar til flutning av farmi ella vørum, har nýtsla, umsiting ella leiguinntøka er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(x) rentur av fæi, sum er sett inn beinleiðis í sambandi við vinnuna við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
v) yrkisorðið “málsráðandi myndugleiki” merkir:
iii) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella hansara heimilaða varafólk við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
iv) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum frá honum skrivliga er tilnevndur til tað;
2. Við atliti at nýtslu av hesi avtalu til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum í skattamálum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 2
ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING
4. Inntøka vunnin gjøgnum vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skal bert kunna verða skattað í tí partinum;
5. Vinningar, sum eru vunnir við avhending av skipum ella flogførum ella leysari ogn sum partur av vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skulu bert kunna verða skattaðir í tí partinum;
6. Viðtøkurnar í greinunum 1 og 2 skulu eisini nýtast til inntøku og vinningar, sum ein fyritøka í einum parti hevur vunnið sær frá luttøku í einum samtaki, einum handilsfelagsskapi ella einum altjóða vinnuvirki.
Grein 3
MANNAGONGD Í AVTALU SÍNÁMILLUM
1. Tá ein persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum partinum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innanhýsis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki eri í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 4
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert kunna vera galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum, skal vera galdandi.
Grein 5
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
2. Uttan mun til stykki 1 verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað tann 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Keypmannahavn tann 18. mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Herálvur Joensen
Vegna stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjarnar
Dancia Penn
Skjal 9
AVTALA MILLUM FØROYAR OG BRETSKU JOMFRÚOYGGJARNAR UM ATGONGD TIL SÍNÁMILLUM MANNAGONGDIR Í SAMBANDI VIÐ JAVNING AV VINNINGI HJÁ SAMEINDUM FYRITØKUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Bretsku Jomfrúoyggjunum
• sum ynskja at gera avtalu um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við vinningajavning hjá sameindum fyritøkum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:
Grein 1
UMFATAÐIR SKATTIR
Henda avtala skal verða nýtt um skattir av inntøku og vinningum.
Grein 2
ALLÝSINGAR
1. Ætlað til hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Bretsku Jomfrúoyggjarnar, so sum samteksturin krevur;
b) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg, kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúru tilfeingi;
c) yrkisorðið “Bretsku Jomfrúoyggjarnar” merkir landøkið hjá Bretsku Jomfrúoyggjunum sum tilskilað er í Stýrisskipanarlógini í Bretsku Jomfrúoyggjunum frá 2007;
h) yrkisorðið “borgari í einum parti” merkir
iii) í Føroyum: ein og hvør persónur, sum eftir lóggávuni í tí partinum hevur skattskyldu har, orsakað av hansara bústaði, heimi, virkissæti, skrásetingarstaði ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í tí partinum.
iv) í Bretsku Jomfrúoyggjunum: ein og hvør likamligur persónur, sum er skrásettur borgari í Bretsku Jomfrúoyggjunum, og eitt handilsfelag, íognarfealgsskapur ella onnur samtøka, sum er íkomin sambært lógunum í Bretsku Jomfrúoyggjunum; tó so at ein samtøka, sum er íkomin sambært lóggávuni í Bretsku Jomfrúoyggjunum, ikki skal verða mett at hava heimstað í Bretsku Jomfrúoyggjunum uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Bretsku Jomfrúoyggjunum;
i) yrkisorðið ‘fyritøka’ verður nýtt um rakstur av einum og hvørjum yrki;
j) yrkisorðið ‘fyritøka í einum parti’ merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
k) yrkisorðið ‘málsráðandi myndugleiki’ merkir
i) viðvíkjandi Bretsku Jomfrúoyggjunum fíggjarmálaráðharrin ella ein persónur ella myndugleiki, sum frá honum skrivliga er tilnevndur til tað;
ii) viðvíkjandi Føroyum fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða umboð ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
2. Við atliti at nýtslu av hesi avtalu til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum viðvíkjandi skattum, sum avtalan verður nýtt til, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 3
MEGINREGLUR VIÐVÍKJANDI JAVNING AV VINNINGI HJÁ SAMEINDUM
FYRITØKUM
Tá
a) ein fyritøka í einum parti beinleiðis ella óbeinleiðis hevur lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í hinum partinum, ella
b) somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis hava lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í einum parti og einari fyritøku í hinum partinum, og í onkrum føri umstøður eru gjørdar ella álagdar millum tær báðar fyritøkurnar í teirra handilsligu ella fíggjarligu sambondum, sum víkja frá teimum, sum høvdu verið gjørdar millum óheftar fyritøkur, tá kann ein og hvør vinningur, sum hevði, um ikki hesar umstøðurnar vóru, verið tillutaður aðrari fyritøkuni, men, orsakað av hesum umstøðunum, ikki er vorðin tillutaður soleiðis, verða íroknaður vinninginum hjá teirri fyritøkuni og skattaður samsvarandi.
Grein 4
MANNAGONGDIR Í SÍNÁMILLUM AVTALU
1. Tá ein fyritøka metir, í einum og hvørjum máli har henda avtalan verður nýtt, at meginreglurnar, sum eru settar í grein 3, ikki hava verið hildnar kann hon, uttan mun til rættarbatarnar, ið innlendis lóggáva hjá viðkomandi parti veitir, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hon hevur heimstað. Málið má verða lagt fram innan trý ár frá fyrstu fráboðan um framferðina, sum stríðir ímóti ella vísir seg at fara at verða í stríð við meginreglurnar, sum settar eru í grein 3. Málsráðandi myndugleikin skal tá uttan drál kunna málsráðandi myndugleikan í hinum partinum.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við avtaluna. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innlendis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa allar trupulleikar ella øll ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 5
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi tríatiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært sínari lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi.
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert kunna vera galdandi, tá ið avtalan, undirskrivað tann 18. ma 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum, skal vera galdandi.
Grein 6
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan, eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur, eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
2. Uttan mun til stykki 1 verður henda avtalan uppsøgd, uttan at boð verða givin um uppsøgn, frá dagfestingini av uppsøgnini av avtaluni, undirskrivað 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattamálum.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Keypmannahavn tann 18. mai 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Herálvur Joensen
Vegna stjórnina í Bretsku Jomfrúoyggjarnar
Dancia Penn