Løgtingslóg nr. 182 frá 22. desember 2009
um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Skattaavtala millum Føroyar og Aruba
§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Nið urlondum við atliti at Aruba um umbýti av upp lýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løg tings lógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
Kapittul 2
Skattaavtalur millum Føroyar og Bermuda
§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løg tingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um útilokan av tví skatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 5. Ásetingarnar í avtalu frá 16. apríl 2009 millum Føroyar og Bermuda um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 5 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 3
Skattaavtalur millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar
§ 6. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 6 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 15 í avtaluni.
§ 7. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 7 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 8. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 8 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 9. Ásetingarnar í avtalu frá 18. mai 2009 millum Føroyar og Bretsku Jomfrúoyggjarnar um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 9 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 4
Skattaavtalur millum Føroyar og Cayman Islands
§ 10. Ásetingarnar í avtalu frá 1. apríl 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 10 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.
§ 11. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 11 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 12. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um útilokan av tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip og fløgfør í vinnu í altjóða ferðslu fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 12 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 13. Ásetingarnar í avtalu frá 17. juni 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 13 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 5 í avtaluni.
Kapittul 5
Skattaavtala millum Føroyar og Niðurlendsku Antillurnar
§ 14. Ásetingarnar í avtalu frá 10. september 2009 millum Føroya landsstýri og Kongadømi í Nið urlondum við atliti at Niðurlendsku Antillurnar um umbýti av upplýsingum viðvíkjandi skattum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 14 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 12 í avtaluni.
Kapittul 6
Ígildissetan
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Tórshavn 22. desember
Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður
Lm. nr. 71/2009
Skjal 10
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Á CAYMAN ISLANDS VIÐVÍKJANDI UPPLÝSINGUM Í SKATTAMÁLUM
Føroya landsstýri og stjórnin á Cayman Islands,
- sum ynskja at gera eina avtalu viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum
- við atliti at, at Føroya landsstýri samtykkir hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru komin ásamt um hetta:
Grein 1
Tilætlan og nýtsluumráði fyri avtaluna
Málsráðandi myndugleikarnir hjá samtykkjandi pørtunum skulu veita hjálp við umbýti av upplýsingum, sum haldast at hava týdning fyri at umsita og handhevja innlendis lóggávu hjá samtykkjandi pørtunum viðvíkjandi skattum, sum eru umfataðir av hesi avtaluni. Slíkar upplýsingar skulu umfata upplýsingar, sum verða hildnar at hava týdning fyri áseting, líkning og innheinting av tílíkum skattum, innkrevjing og tvingsilsfulnað av skattakrøvum, ella kanning-ina ella rættarsóknina av skattamálum. Upplýsingar skulu verða umbýttar samsvarandi ásetingunum í hesi avtaluni og skulu verða viðfarnar í trúnaði á tann hátt, sum ásett er í grein 8. Rættindi og trygdaratgerðir, sum eru tryggjaðar persónum sambært lógunum ella umsitingarligari mannagongd hjá tí umbidna partinum verða verandi í nýtslu í tann mun tey ikki óneyðugt forða ella seinka munagóðum umbýti
Grein 2
Lógarøki
Ein umbiðin partur hevur ikki skyldu at fáa til vega upplýsingar, sum hvørki eru í varðveitslu hjá myndugleikum hansara ella eru í ogn ella eftirliti hjá persónum innan hansara lógarøki.
Grein 3
Skattir, umfataðir av avtaluni
1. Hendan avtalan skal verða nýtt til hesar skattir, sum eru útskrivaðir í Føroyum:
Skattir av inntøku ella vinningi.
2. Henda avtalan skal eisini verða nýtt til sama slag av skattum, sum verða útskrivaðir eftir dagfestingardagin, tá avtalan varð undirskrivað, sum ískoyti til ella í staðin fyri verandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir í samtykkjandi pørtunum skulu kunna hvør annan um allar munandi broytingar í skattaásetingini og tilhoyrandi tiltøk til innheinting av upplýsingum, sum eru umfataðar av hesi avtalu.
Grein 4
Allýsingar
1. Ætlað hesari avtaluni, uttan so at øðrvísi er orðað:
a) yrkisorðið “samtykkjandi partur” merkir Føroyar ella Cayman Islands so sum samteksturin krevur;
b) yrkisorðið “Cayman Islands” merkir landøkið á Cayman Islands og umfatar sjóøkið rundan um, og innan fyri sjómørkini á Cayman Islands og eitt og hvørt øki, innan hvørji í samsvari við altjóða lóg, rættindini hjá Cayman Islands til havbotnin og undirgrundina og nátturutilfeingi úr teimum kunnu verða framd;
c) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyskt landøki og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu fremja rættindi til havbotnin og undirgrundina og nátturutilfeingi úr teimum;
d) yrkisorðið “málsráðandi myndugleiki” merkir:
i) á Cayman Islands, Tax Information Authority ella ein persónur ella myndugleiki, sum er heimilaður til tað;
ii) í Føroyum, fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða umboð ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki til endamálið við hesari avtaluni;
e) yrkisorðið "persónur" merkir ein likamligur persónur, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak av persónum;
f) yrkisorðið "felag" merkir hvør løgfrøðiligur persónur ella hvør samtøka, sum skattliga verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur;
g) yrkisorðið ”felag, hvørs partabrøv kunnu marknaðarførast alment”, merkir eitt og hvørt felag, hvørs týdningarmesti partabrævabólkur er skásettur á viðurkendum partabrævamarknaði treytað av, at skrásettu partabrøvini hjá tí frítt kunnu keypast ella seljast av almenninginum. Partabrøv kunnu keypast ella seljast av "almenninginum", um keyp ella søla af partabrøvum ikki undirskilt ella skilliga er avmarkað til ein avmarkaðan bólk av íleggjarum;
h) yrkisorðið "týdningarmesti partabrævabólkur" merkir tann partabrævabólkurin ella teir partabrævabólkar, sum umboða ein meiriluta av atkvøðunum í og virðið av felagnum;
i) yrkisorðið ”viðurkendur virðisbrævakeypsskáli" merkir ein og hvør virðisbrævakeypsskáli, sum málsráðandi myndugleikarnir hjá samtykkjandi pørtunum eru vorðnir samdir um;
j) yrkisorðið "felagsskapur ella skipan til felagsíløgu" merkir allir miðsavnaðir íløgumiðlar, uttan mun til lógligan form. Yrkisorðið "almennur felagsskapur ella almenn skipan til felagsíløgu" merkir ein og hvør felagsskapur ella skipan til felagsíløgu treytað av, at luta-prógvini, partabrøvini ella onnur rættindi í felagsskapinum ella skipanini frítt kunnu keypast, seljast ella innloysast av almenninginum. Lutaprógv, partabrøv ella onnur rættindi í felagsskapinum ella skipanini kunnu frítt keypast, seljast ella innloysast ”av almenninginum", um keyp, søla ella innloysing ikki er undirskilt ella skilliga avmarkað til ein avmarkaðan bólk av íleggjarum;
k) yrkisorðið "skattur" merkir ein og hvør skattur, sum er umfataður av hesi avtaluni;
l) yrkisorðið “umbiðjandi partur” merkir samtykkjandi parturin, sum biður um upplýsing;
m) yrkisorðið “umbidni parturin" merkir tann samtykkjandi parturin, sum er biðin um at útvega upplýsingar;
n) yrkisorðið "tiltøk til innheinting av upplýsingum" merkir lóggáva og fyrisitingarlig starvs- ella rættargangsskipan til at gera ein part føran fyri at innheinta og veita tær umbidnu upplýsingarnar;
o) yrkisorðið ”upplýsing" merkir øll viðurskifti, boð, skjøl ella skráseting uttan mun til form;
p) yrkisorðið “revsiverd skattamál” merkir skattamál, sum føra við sær tilætlaða atferð, sum kemur undir rættarsókn undir revsilógunum í umbiðjandi partinum;
q) yrkisorðið “revsilógir” merkir allar revsilógir kunngjørdar sum slíkar undir innlendis lóg uttan mun til, um tær eru tiknar við í skattalógunum, revsilógunum ella øðrum viðtøkum.
2. Viðvíkjandi nýtslu av hesari avtalu til eina og hvørja tíð hjá einum samtykkjandi parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at annað skilst av samanhanginum, hava ta merking, sum tað hevur um tað mundið í lóggávuni hjá hesum partinum, ein og hvør merking í teimum skattalógum, sum verða nýttar í tí partinum, gongur fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá hesum partinum.
Grein 5
Umbýti av upplýsingum eftir áheitan
1. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum skal eftir áheitan útvega upplýsingar til endamál, sum víst verður til í grein 1. Slíkar upplýsingar skulu gevast víðari uttan mun til, um atferðin, sum kannað verður, hevði elvt til lógarbrot eftir lógunum í tí umbidna partinum, um tílík atferð hevði verið framd á umráði í tí umbidna partinum.
2. Um tær upplýsingar, sum tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum hevur, ikki eru nóg nógvar til at gera hann føran fyri at eftirlíka umbønini um upplýsingar, skal tann parturin nýta allar viðkomandi upplýsingar, sum hava týdning til innheinting av upplýsingum fyri at útvega tær umbidnu upplýsingarnar til tann partin, sum skal nýta tær, uttan mun til um tí umbidni partinum kanska ikki nýtist slíkar upplýsingar til sínar egnu skattaásetingar.
3. Um tann málsráðandi myndugleikin í einum umbiðjandi parti, serstakliga biður um tað, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum útvega upplýsingar eftir hesi grein, í tann mun tað er loyvt samsvarandi egnu lóggávu, sum skrivligar vitnisfrágreiðingar og váttað avrit av upprunaligum skrásetingum.
4. Hvør parturin skal tryggja sær, at hansara málsráðandi myndugleikar til at fremja tað, sum útgreinað verður í grein 1 í hesi avtalu, hava heimild til at innheinta og útvega eftir áheitan:
a) upplýsingar, sum bankar hava, aðrir fíggjarstovnar og ein og hvør persónur, ið virkar sum umboð ella við bústjóraførleika, eisini fulltrúar og virðisbrævaumsitarar;
b) upplýsing viðvíkjandi ognarrætti av feløgum, íognarfeløgum, stórsamtøkum, grunnum, “Anstalten” og øðrum persónum, íroknað, innan avmarkingarnar í grein 2, upplýsingar um ognarrætt hjá øllum tílíkum persónum í eini ognarrættarketu; tá tað snýr seg um stórsamtøkur upplýsing um stovnarar, umsitarar og ágóðagegnig; tá tað snýr seg um grunnar, upplýsing um stovnarar, limir í ráðnum fyri grunnin og ágóðagegnig. Haraftrat setur henda avtalan einki krav til samtykkjandi partarnar at innheinta ella útvega upplýsing um ognarrætt viðvíkjandi alment riknum handilsfeløgum ella almennum felagsíløgugrunnum ella -skipanum uttan so, at tílík upplýsing kann verða innheintað uttan at skapa órímiligar trupulleikar.
5. Málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum skal útvega málsráðandi myndugleikanum í tí umbidna partinum hesar niðanfyristandandi upplýsingar, tá ein umbøn um upplýsing sambært avtaluni verður send fyri at vísa á tað, sum kann vitast frammaundan av upplýsingum, sum hava týdning fyri umbønina:
a) samleikan hjá einum persóni, sum verður kannaður ella rannsakaður;
b) eina váttan um umbidnu upplýsingina, íroknað av hvørjum slag hon er, og í hvørjum formi tann umbiðjandi parturin ynskir at móttaka upplýsingina frá tí umbidna partinum;
c) skattændamálið, sum upplýsingin er umbiðin til;
d) orsøkir til at halda, at umbidna upplýsingin er at finna í tí umbidna partinum ella er ogn hjá ella undir eftirliti av einum persóni innan lógarøkið hjá tí umbidna partinum;
e) so langt sum tað er kunnugt, navn og bústað hjá einum og hvørjum persóni, sum hildin verður at hava umbidnu upplýsingina;
f) eina váttan um, at umbønin er í samsvari við lóg og umsitingarligar mannagongdir í tí umbiðjandi partinum, so at um umbidna upplýsingin var innan lógarøkið hjá tí umbiðjandi partinum, so kundi málsráðandi myndugleikin í tí umbiðjandi partinum verið førur fyri at innheinta upplýsingina sambært lógunum hjá tí umbiðjandi partinum ella eftir vanligari umsitingarligari mannagongd og at hon er í samsvari við hesa avtaluna;
g) eina váttan um, at tann umbiðjandi parturin hevur troytt allar tøkar møguleikar í sínum egna øki at innheinta upplýsingina, uttan teir, sum kunnu verða atvold til órímiligar trupulleikar.
6. Málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum skal senda tær umbidnu upplýsingarnar víðari so skjótt sum møguligt til tann umbiðjandi partin. Fyri at vissa sær eina skjóta avgreiðslu skal málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum:
a) skrivliga váttta móttøku av einari umbøn fyri málsráðandi myndugleikanum í umbiðjandi partinum og skal gera málsráðandi myndugleikanum í umbiðjandi partinum varugan við, um nakað vantar á i umbønini innan 60 dagar frá móttøkuni av umbønini;
og
b) um málsráðandi myndugleikin í umbidna partinum ikki hevur verið førur fyri at innheinta og útvega upplýsingina innan 90 dagar frá móttøkuni av umbønini, eisini um forðingar taka seg upp, fyri at hann kann geva upplýsingina, ella hann sýtir fyri at geva upplýsingina, skal hann við tað sama kunna tann umbiðjandi partin, greiða frá orsøkini fyri, hví hann ikk er førur fyri tí, av hvørjum slagi forðingarnar eru ella orsøkirnar til sýtingina.
Grein 6
Skattarannsóknir uttanlands
1. Ein samtykkjandi partur kann loyva umboðum fyri tann málsráðandi myndugleikan hjá hinum samtykkjandi partinum at koma inn á økið hjá tí fyrranevnda partinum fyri at spyrja likamligar persónar og kanna skrásetingar við skrivligum loyvi frá avvarðandi persónum. Tann málsráðandi myndugleikin í tí seinranevnda partinum skal kunna tann málsráðandi myndugleikan í tí fyrranevnda partinum um tíð og stað fyri fundinum við teir avvarðandi likamligu persónarnar.
2. Eftir umbøn frá tí málsráðandi myndugleikanum í einum samtykkjandi parti kann tann málsráðandi myndugleikin í hinum samtykkjandi partinum loyva umboðum frá málsráðandi myndugleikanum í tí fyrranevnda partinum at vera til staðar í sambandi við viðkomandi part av skattarannsókn í tí seinranevnda partinum.
3. Um umbønin, sum nevnd í stykki 2, verður gingin á møti, skal tann málsráðandi myndugleikin í tí samtykkjandi partinum, sum ger kanningina, so skjótt sum til ber, boða málsráðandi myndugleikanum í hinum partinum frá um tíð og stað fyri kanningini, hvør myndugleiki ella hvat embætisfólk er tilnevnt til at gera kanningina, og hvørjar framferðarhættir og treytir verða kravdar av tí fyrranevnda partinum fyri útinning av rannsóknini. Allar avgerðir viðvíkjandi útinning av skattarannsóknini skulu verða tiknar av tí partinum, sum ger rannsóknina.
Grein 7
Møguleiki at sýta eini umbøn
1. Tann umbidni parturin skal ikki verða biðin um at innheinta ella útvega upplýsing, sum tann umbiðjandi parturin ikki hevði verið førur fyri at innheinta sambært sínum egnu lógum um umsitingarmál ella útinning av sínum egnu skattalógum. Tann málsráðandi myndugleikin í tí umbidna partinum kann sýta fyri at veita hjálp, um so er, at umbønin ikki er gjørd í samsvari við hesa avtaluna.
2. Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu ikki áleggja einum samtykkjandi parti skyldu til at útflýggja upplýsingar, sum kundu avdúkað nakran vinnuligan, handilsrakstrarligan, ídnaðarligan, handilsligan ella yrkisligan loynidóm ella framleiðsluhátt. Uttan mun til tað frammanfyristandandi skulu upplýsingar av tí slagnum, sum nevnt er í stykki 4 í grein 5, ikki verða viðgjørdar sum ein slíkur loynidómur ella framleiðsluháttur einans av teirri orsøk, at hann kemur undir hetta sermerki í tí stykkinum.
3. Ásetingarnar í hesari avtaluni skulu ikki áleggja einum samtykkjandi parti skyldu til at innheinta ella útvega upplýsingar, sum kundu borið boð um samskifti í trúnaði millum eitt viðskiftafólk og ein fulltrúa, sakførara ella onnur loyvd, lóglig umboð har slík samskifti eru:
a) gjørd við tí endamáli at leita eftir ella útvega lógliga ráðgeving ella
b) gjørd við tí endamáli at nýta við verandi ella umhugsaði rættarsakarmál.
4. Tann umbidni parturin kann vísa einari umbøn um upplýsing frá sær, um avdúkingin av upplýsingini hevði verið í stríð við almennan framferðarhátt (ordre public).
5. Ein umbøn um upplýsingar skal ikki verða sýtt av teirri orsøk, at ósemja er um skattakravið, sum førir til umbønina.
6. Tann umbidni parturin kann vísa eini umbøn frá sær, um upplýsingarnar eru umbidnar av tí umbiðjandi partinum til at umsita ella útinna eina áseting í skattalóggávuni hjá tí umbiðjandi partinum ella eitt og hvørt krav í sambandi við hetta, sum ger mannamun millum ríkisborgara í tí umbidna partinum samanborið við ein ríkisborgara í tí umbiðjandi partinum í somu umstøðum.
Grein 8
Tagnarskylda
Øll upplýsing, sum er móttikin av einum samtykkjandi parti sambært hesari avtaluni skal verða viðfarin í trúnaði og kann bert verða latin persónum ella myndugleikum (heruppií dómstólum og umsitingarmyndugleikum) í lógarøkinum hjá viðkomandi samtykkjandi parti viðvíkjandi líkning ella innheinting av, tvingsilsfulnaði ella rættarsókn av, ella kæruavgerðum viðvíkjandi skattum, sum eru álagdir av einum samtykkjandi parti. Tílíkir persónar ella myndugleikar skulu nýta tílíkar upplýsingar einans til tílík endamál. Teir kunnu lata upplýsingarnar í almennum rættarsóknum ella í rættaravgerðum. Upplýsingarnar kunnu ikki verða latnar nøkrum øðrum persóni ella samtøku ella myndugleika ella nøkrum øðrum lógarøki uttan greitt skrivligt loyvi frá málsráðandi myndugleikanum í umbidna partinum.
Grein 9
Kostnaður
Kostnaðarupphæddin í sambandi við veiting av hjálp skal játtast av málsráðandi myndugleikunum í samtykkjandi pørtunum.
Grein 10
Mannagongd í sínámillum avtalu
1. Har trupulleikar ella ivamál taka seg upp millum partarnar viðvíkjandi fremjing ella tulking av hesari avtalu, skulu avvarðandi málsráðandi myndugleikar royna at loysa málið við sínámillum avtalu.
2. Aftrat teimum avtalum, sum víst verður til í grein 1, kunnu málsráðandi myndugleikarnir í samtykkjandi pørtunum sínámillum avgera mannagongdirnar, sum skulu nýtast eftir greinunum 5 og 6.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í samtykkjandi pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við endamálum at fáa eina avtalu í lag sambært hesari grein.
Grein 11
Ígildiskoma
1. Hvør av pørtunum skal skrivliga kunna hin um fullføring av rættargangsskipan, sum hansara lóggáva krevur fyri at hendan avtalan kann koma í gildi.
2. Avtalan kemur í gildi tann tríatiunda dagin eftir móttøkuna av teirri seinru av hesum kunningum og skal eftir tað vera galdandi
a) fyri skattarevsimál, frá dagfestingini av ígildiskomuni, fyri skattaskeið, sum taka við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta januar 2004, ella har einki skattaskeið er, fyri øll skattakrøv, sum koma tann fyrsta ella eftir tann fyrsta januar 2004;
b) fyri øll onnur mál, sum grein 1 fevnir um, fyri skattaskeið, sum taka við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta januar í tí árinum næst eftir tann dagin, tá avtalan kemur í gildi, ella, har einki skattaskeið er, fyri øll skattakrøv, sum koma í, tann fyrsta ella eftir tann fyrsta januar í tí árinum næst eftir tann dagin, tá avtalan kemur í gildi.
Grein 12
Uppsøgn
1. Hendan avtalan skal vera verandi í gildi, til hon verður uppsøgd av einum parti. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva hinum partinum skrivlig boð um uppsøgn. Í tílíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi tann fyrsta dagin í mánaðinum, eftir at eitt seks mánaða skeið er runnið frá dagfestingini av móttøkuni av uppsagnarboðunum frá hinum partinum.
2. Um avtalan verður søgd upp, skulu báðir partar framvegis vera bundnir av ásetingunum í grein 8 viðvíkjandi eini og hvørjari upplýsing, sum er fingin eftir hesi avtalu.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til hetta skrivað undir avtaluna.
Skrivað í Stokkholm tann 1. dag í apríl 2009 í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Herálvur Joensen
Vegna stjórnina á Cayman Islands
Alden McLaughkin, jr.
Skjal nr. 11
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í CAYMAN ISLANDS FYRI AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING AV LIKAMLIGUM PERSÓNUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Cayman Islands
• sum ynskja at samtykkja eina avtalu til at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum viðvíkjandi inntøkuskattum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri samtykkir hesa avtalu vegna danska kongaríkið sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru komin ásamt um hetta:
Grein 1
Likamligir persónar umfataðir av avtaluni
Henda avtalan skal nýtast mótvegis likamligum persónum, sum eru borgarar í øðrum partinum ella báðum pørtunum.
Grein 2
Skattir, sum avtalan umfatar
1. Galdandi skatttir, sum koma undir nýtslu av avtaluni, eru:
a) viðvíkjandi Cayman Islands: ein og hvør skattur, sum er ásettur av Cayman Islands, og sum er rættiliga eins við teir verandi skattirnar í Føroyum, har henda avtalan verður nýtt, (hereftir umtalaður sum ”Cayman Islands skattur”)
b) viðvíkjandi Føroyum: skattir av inntøku ella vinningi (hereftir umtalaður sum ”føroyskur skattur”).
2. Avtalan skal eisini verða nýtt til allar samlíkar ella rættiliga einsháttaðar skattir, sum eru ásettir eftir dagfestingina á undirskriftini av avtaluni sum eyka ella í staðin fyri verandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum skulu hvør hjá øðrum gera vart við allar týðandi broytingar, sum eru gjørdar í teirra skattalógum viðvíkjandi likamligum persónum.
Grein 3
Almennar allýsingar
1. Ætlaðar hesari avtalu , uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Cayman Islands ella Føroyar, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Cayman Islands og Føroyar ;
b) yrkisorðið “Cayman Islands” merkir landøkið í Cayman Islands og umfatar sjóøkið, økir innan fyri sjómørkini hjá Cayman Islands og eitt og hvørt øki, har rættindi hjá Cayman Islands sambært altjóða lóg, ið viðkoma havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi, kunnu verða útint.
c) yrkisorðið ”Føroyar” merkir føroyska landøkið og havøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyska sjóøkið, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og í samsvari við altjóða lóg kunnu útinna rættindi, ið viðkoma havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi
d) yrkisorðið ”málsráðandi myndugleiki” merkir:
(i) viðvíkjandi Cayman Islands: the Tax Information Authority ella ein persónur ella myndugleiki, sum er tilnevndur til tað;
(ii) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella varamaður hansara við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
e) yrkisorðið ”fyritøka” verður nýtt um at reka eitt og hvørt vinnuvirksemi;
f) yrkisorðið ”altjóða ferðsla” merkir allur flutningur við skipi ella flogfari, sum verður rikin av einari fyritøku í einum parti, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans verður nýtt millum støð í hinum partinum.
2. Viðvíkjandi nýtslu av avtaluni til eina og hvørja tíð av einum parti skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er skilgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lógini hjá tí partinum, ein og hvør merking í teimum nýttu skattalógunum hjá tí partinum verður tikin fram um eina merking, sum yrkisorðið hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 4
BORGARASKAPUR
1. Í hesari avtaluni merkir yrkisorðið ”borgari í einum parti”:
a) í Føroyum ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni í Føroyum hevur skattskyldu har, vegna hansara bústaði, heimi ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi. Hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í Føroyum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í Føroyum;
b) í Cayman Islands ein og hvør likamligur persónur, sum eftir lóggávuni har, er viðurkendur sum borgari, vegna hansara bústaði, heimi ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi.
2. Tá ein likamligur persónur eftir viðtøkunum í stykki 1 er borgari í báðum pørtum, skal støða hansara verða avgjørd eftir hesum:
a) hann skal verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hann hevur fast heim at ráða yvir; um hann hevur fast heim at ráða yvir í báðum pørtum, skal hann verða mettur at vera borgari bert í tí partinum, har hansara persónliga og fíggjarliga tilknýti er tættari (miðdepil fyri lívsáhugamál);
b) um ikki ber til at avgera partin, har hann hevur síni lívsáhugamál, ella um hann ikki hevur eitt fast heim at ráða yvir í hvørgum partinum, skal hann metast bert at vera borgari í partinum, har hann er vanur at búgva;
c) um hann er vanur at búgva í báðum pørtum ella í hvørgum teirra, skulu málsráðandi myndugleikarnir hjá pørtunum avgera málið við avtalu sínámillum.
Grein 5
INNTØKA AV ARBEIÐI
1. Við fyrivarni av viðtøkunum í greinunum 6, 7, 8 og 9 skulu fastar inntøkur, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi einum arbeiði, bert verða skattaðar í tí partinum, uttan so at arbeiðið er útint í hinum partinum. Um arbeiðið er gjørt har, kann tílík samsýning, sum er vunnin haðani, verða skattað har í tí partinum.
2. Uttan mun til viðtøkurnar í stykki 1 skal samsýning, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær viðvíkjandi arbeiði, sum er útint í hinum partinum, bert verða skattað í fyrst¬nevnda partinum, um:
a) móttakarin er búsitandi í hinum partinum í eitt ella fleiri tíðarskeið, sum ikki fer upp um 183 dagar samanlagt í einum og hvørjum tólv mánaða tíðarskeiði, ið tekur við ella endar í viðkomandi skattaári; og
b) samsýningin er goldin av einum ella vegna ein arbeiðsgevara, sum ikki er borgari í hinum partinum; og
c) samsýningin er ikki borin av einum føstum rakstrarstaði, har ígjøgnum virksemið, sum arbeiðisgevarin hevur í hinum partinum, er til fulnar ella partvíst útint.
3. Uttan mun til tær frammanfyristandandi ásetingarnar í hesi grein, kann samsýning fyri eitt arbeiði, sum er útint umborð á skipi ella flogfari, ið verður nýtt í vinnu til altjóða ferðslu av einari fyritøku í einum parti, verða skattað í tí partinum.
Grein 6
Ómaksgjøld til stýrislimir
Ómaksgjøld til stýrislimir og onnur tílík gjøld, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum stýrislimur í stjórnini ella einum og hvørjum tílíkum ráði í einum felag, sum hevur heimstað í hinum partinum, kunnu verða skattað í tí partinum.
Grein 7
LISTAFÓLK OG ÍTRÓTTAFÓLK
1. Inntøka, sum ein borgari í einum parti hevur vunnið sær sum undirhaldari, sosum sjónleikar-, films-, útvarps- ella sjónvarps listafólk, ella tónleikari, ella sum ítróttafólk, frá sínum persónligu tiltøkum sum slík framførd í hinum partinum, kann verða skattað í tí partinum.
2. Tá inntøka viðvíkjandi persónligum tiltøkum framførd av einum undirhaldara ella einum ítróttarfólki við førleika, sum krevst til tað, ikki legst til undirhaldaran ella ítróttarfólkið sjálvt, men til ein annan likamligan persón ella lógliga samtøku, kann tann inntøkan verða skattað í partinum, sum tiltøkini hjá undirhaldaranum ella ítróttarfólkinum eru framførd í.
Grein 8
PENSJÓNIR
1. Pensjónir og onnur tílík samsýning, útgjald eftir almannalóggávuni sum stavar frá einum parti, og útgjøld eftir eini og hvørjari aðrari peningaveitingarskipan, sum er fingin til vega í einum parti, kunnu verða skattað í tí partinum.
2. Yrkisorðið “stigvísar veitingar” merkir ein ávís peningaupphædd, sum verður veitt eftir tíðarskeiðum til ásettar tíðir fyri lívið ella í einum serstøkum ella í einum ásettum ella vissum tíðarskeiði við skyldu til at koma við útgjøldum sum afturgjald fyri tilsvarandi og fulla veiting í peningi ella penigavirði.
Grein 9
ALMENN TÆNASTA
1. a) Fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar, annað enn pensjón, útgoldnar av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum til ein likamligan persón viðvíkjandi framdum tænastum fyri tann partin ella undirdeild ella stovn ella myndugleika skulu kunna verða skattaðar bert í tí partinum.
b) Tó skulu tílíkar fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar kunna verða skattaðar bert í hinum partinum, um tænasturnar eru framdar í tí partinum og tann likamligi persónurin er borgari í tí partinum og ikki gjørdist borgari í tí partinum einans við tí endamáli at fremja tænasturnar.
2. Viðtøkurnar í greinunum 5, 6 og 7 skulu nýtast til fastar lønir, lønir og aðrar tílíkar samsýningar viðvíkjandi tænastum framdar í sambandi við eitt virki, sum er rikið av einum parti ella einari politiskari undirdeild ella einum lógásettum stovni ella einum staðbundnum myndugleika í honum.
Grein 10
LESANDI
Útgjøld, sum ein lesandi ella lærlingur, sum er ella var, beint frammanundan hann kom til ein part, borgari í hinum partinum, og sum hevur bústað í fyrstnevnda partinum einans við sínari útbúgving ella upplæring sum endamál, móttekur ætlað til hansara uppihald, útbúgving ella upplæring skulu ikki verða skattað í tí partinum, treytað av at slík útgjøld stava frá keldum uttan fyri tann partin.
Grein 11
ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING
1. Í Cayman Islands skal sleppast undan tvískatting í samsvari við lóggávuna í Cayman Islands.
2. Í Føroyum skal sleppast undan tvískatting á henda hátt:
Við fyrivarni av viðtøkunum í lóggávuni í Føroyum við atliti at loyvum til góðskriving í føroyskum skatti fyri skatt, sum kann verða goldin í einum øki uttan fyri Føroyar (sum ikki kemur at ávirka vanligu meginregluna í hesum):
i) Við fyrivarni av undirstykki (iii), tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtalu kann verða skattað í Cayman Islands, skulu Føroyar loyva ein frádrátt í føroyska inntøkuskattinum hjá hesum borgara við eini upphædd, sum samsvarar við tann inntøkuskatt, sum er goldin í Cayman Islands;
ii) Ein tílíkur frádráttur skal tó ikki fara upp um tann partin av føroyska skattinum, sosum hann var roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí inntøku, sum kann verða skattað í Cayman Islands;
iii) Tá ein borgari í Føroyum vinnur sær inntøku, sum í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni bert kann verða skattað í Cayman Islands, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska inntøkuskattinum draga frá tann partin, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá Cayman Islands.
Grein 12
MANNAGONGDIN VIÐ AVTALUM SÍNÁMILLUM
1. Tá ein likamligur persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innlendis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyriskipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí eindamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 13
ÍGILDISKOMA
1. Hvør av pørtunum skal gera hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar til at henda avtalan kann koma í gildi
2. Avtalan skal koma í gildi tríatiunda dagin eftir móttøkuna av teirri seinru av hesum fráboðanum og skal hareftir vera galdandi:
a) Í Cayman Islands frá tí degi:
viðvíkjandi Cayman Islands skatti, fyri skatt, sum kann verða kravdur inn fyri eitt og hvørt fíggjarár frá einum og hvørjum apríl mánaði, ið tekur við á fyrsta degi ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið hendan avtalan kemur í gildi;
b) Í Føroyum:
i) fyri skattir, sum kunnu verða afturhildnir av keldum fyri goldnar ella afturrindaðar upphæddir fyrsta dagin ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
ii) viðvíkjandi øðrum inntøkuskattum,fyri skattir, ið kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta dagin ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi.
3. Hendan avtalan skal vera galdandi treytað av, at avtalan, undirskrivað tann 1. apríl 2009 millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum er í gildi.
Grein 14
UPPSØGN
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi.
i) fyri skattir, sum eru afturhildnir av keldu fyri goldnar ella afturrindaðar upphæddir fyrsta dagin ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið;
ii) viðvíkjandi øðrum inntøkuskattum,fyri skattir, ið kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta dagin ella eftir fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Paris, tann 17. juni 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Jákup Eyðfinn Kjærbo
Vegna stjórnina á Cayman Islands
William McKeeva Bush
Skjal nr. 12
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í CAYMAN ISLANDS UM ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING VIÐVÍKJANDI FYRITØKUM SUM REKA SKIP ELLA FLOGFØR Í VINNU Í ALTJÓÐA FERÐSLU
Føroya landsstýri og stjórnin í Cayman Islands,
• sum ynskja at gera avtalu um at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum reka skip ella flogfør í altjóða ferðslu,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta
Grein 1
ALLÝSINGAR
1. Ætlað til hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Føroyar ella Cayman Islands, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Føroyar og Cayman Islands;
b) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
c) yrkisorðið “Cayman Islands” merkir landøkið hjá Cayman Islands og umfatar sjóøkið, økir innan fyri sjómørkini hjá Cayman Islands og eitt og hvørt øki, har rættindini hjá Cayman Islands sambært altjóða lóg viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutil-feingi kunnu fremjast;
d) yrkisorðið “persónur” umfatar ein likamligan persón, eitt felag og eitt og hvørt annað samtak av persónum;
e) yrkisorðið “felag” merkir ein og hvør løgfrøðiligur persónur ella ein og hvør samtøka, sum verður viðgjørd sum ein løgfrøðiligur persónur í skattamálum;
f) yrkisorðið “borgari í einum parti” merkir:
(i) í Føroyum ein og hvør persónur, sum eftir lógini í Føroyum hevur skattskyldu har vegna sín heimstað, bústað, leiðslusæti, skrásetingarstað ella eitt ella annað eyðkenni av tílíkum slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum einans viðvíkjandi inntøku frá keldum í tí partinum;
(ii) í Cayman Islands ein og hvør persónur, sum eftir lógini har er viðurkendur sum borgari vegna sín heimstað, bústað, leiðslusæti, skrásetingarstað ella eitt ella annað eyðkenni av tílíkum slagi; tó so at ein samtøka ikki skal verða mett at hava heimstað í Cayman Islands uttan so, at virkisavrikið verður rikið í Cayman Islands;
g) yrkisorðið “fyritøka í einum parti” merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
h) yrkisorðið “fyritøka” verður nýtt um rakstur av einum hvørjum vinnuvirki;
i) yrkisorðið “altjóða ferðsla” merkir ein og hvør flutningur við skipi ella flogfari, sum ein fyritøka í einum parti hevur í vinnu, uttan tá ið skipið ella flogfarið einans er í vinnu millum støð í hinum partinum;
j) yrkisorðið “inntøka stavandi frá vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu” merkir inntøkur, bruttoinntøkur og vinningur vunnin við:
(i) slíkari vinnu við skipum ella flogførum til flutning av ferðafólki ella farmi;
(ii) leiguinntøku við grundarlagi á leigusáttmála av skipum ella flogførum, har leiguinntøkan er undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(iii) sølu av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum og útvegan av tænastuveitingum, ið eru bundnar at slíkari vinnu, annaðhvørt fyri sjálva fyritøkuna ella fyri eina og hvørja aðra fyritøku, har slík søla av ferðaseðlum ella tílíkum skjølum ella útvegan av tænastuveitingum er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(iv) nýtslu, umsiting ella leiguinntøku av bingjum (íroknað viðfestu- ella eftirvognum og tílíkari útgerð til flutning av bingjum), ið verða nýttar til flutning av farmi ella vørum, har nýtsla, umsiting ella leiguinntøka er beinleiðis bundin at ella undirskipað vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
(v) rentur av fæi, sum er sett inn beinleiðis í sambandi við vinnuna við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu;
k) yrkisorðið “málsráðandi myndugleiki” merkir:
i) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella hansara heimilaða varafólk við fulltrú ella tann myndugleiki, sum er tilnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
ii) í Cayman Islands: Tax Information Authority ella ein persónur ella myndugleiki, sum er heimilaður til tað.
2. Við atliti at nýtslu av avtaluni til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 2
ÚTILOKAN AV TVÍSKATTING
1. Inntøka vunnin gjøgnum vinnu við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skal bert kunna verða skattað í tí partinum;
2. Vinningar, sum eru vunnir við avhending av skipum ella flogførum ella leysari ogn sum partur av vinnuni við skipum ella flogførum í altjóða ferðslu hjá einari fyritøku í einum parti skulu bert kunna verða skattaðir í tí partinum;
3. Viðtøkurnar í greinunum 1 og 2 skulu eisini nýtast til inntøku og vinningar, sum ein fyritøka í einum parti hevur vunnið sær frá luttøku í einum samtaki, einum handilsfelagsskapi ella einum altjóða vinnuvirki.
Grein 3
MANNAGONGD Í AVTALU SÍNÁMILLUM
1. Tá ein persónur metir, at fyriskipanir hjá øðrum partinum ella báðum pørtunum føra við sær ella fara at føra við sær fyri hann skattseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesi avtaluni, kann hann, uttan mun til hvørji rættarlig ráð verða veitt í innanhýsis lóggávuni hjá hesum pørtum, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hann er borgari. Málið skal verða lagt fyri myndugleikan innan trý ár frá fyrstu kunning um fyri-skipanina, sum førir við sær skattaáseting, sum ikki eri í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í avtaluni. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanhýsis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir skulu royna við avtalu sínámillum at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 4
ÍGILDISKOMA
1. Henda avtalan kemur í gildi trítiunda dagin eftir ta seinru dagfestingina, tá hvør av pørtunum hevur gjørt hinum kunnugt skrivliga, at tær kravdu mannagongdirnar sambært teirra lóggávu eru loknar. Avtalan skal vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi;
2. Uttan mun til stykki 1 í hesi grein skal avtalan bert kunna verða nýtt, tá ið avtalan, undirskrivað tann 1. apríl 2009 millum Føroyar og Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum skal vera galdandi.
Grein 5
UPPSØGN
Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera galdandi fyri skattir, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Paris, tann 17. juni 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Jákup Eyðfinn Kjærbo
Vegna stjórnina á Cayman Islands
William McKeeva Bush
Skjal nr. 13
AVTALA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG STJÓRNINA Í CAYMAN ISLANDS UM ATGONGD TIL SÍNÁMILLUM MANNAGONGDIR Í SAMBANDI VIÐ JAVNING AV VINNINGI HJÁ SAMEINDUM FYRITØKUM
Føroya landsstýri og stjórnin í Cayman Islands
• sum ynskja at gera avtalu um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við vinningajavning hjá sameindum fyritøkum,
• við atliti at, at Føroya landsstýri ger hesa avtalu vegna kongaríkið Danmark sambært løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru samd um hetta:
Grein 1
Umfataðir skattir
Skattir, sum hendan avtalan skal verða nýtt til, eru:
a) í Cayman Islands:
i) allur ásettur skattur í Cayman Islands, sum er veruliga eins við teir verandi skattirnar í Føroyum, og sum hendan avtalan verður nýtt um (hereftir víst til sum “Cayman Islands skattur”):
b) í Føroyum:
Skattur av inntøku ella vinningi (hereftir víst til sum”føroyskur skattur”).
Grein 2
Allýsingar
1. Fyri hesa avtaluna, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi:
a) yrkisorðið “ein partur” merkir Cayman Islands ella Føroyar, so sum samteksturin krevur; yrkisorðið “partar” merkir Cayman Islands og Føroyar,
b) yrkisorðið “Føroyar” merkir føroyska landøkið og sjóøkið rundan um Føroyar og eitt og hvørt øki uttan fyri føroyskt sjóøki, har Føroyar sambært føroyskari lóggávu og sambært altjóða lóg, kunnu útinna rættindi viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi;
c) yrkisorðið “Cayman Islands” merkir landøkið hjá Cayman Islands og umfatar sjóøkið, økir innan fyri sjómørkini hjá Cayman Islands og eitt og hvørt øki, har rættindini hjá Cayman Islands sambært altjóða lóg viðvíkjandi havbotninum og undirgrundini og teirra náttúrutilfeingi kunnu fremjast;
d) yrkisorðið ‘borgari í einum parti’ merkir
i) Í Føroyum: ein og hvør persónur, sum eftir føroyskari lóggávu hevur skattskyldu har, vegna hansara bústaði, heimi, virkissæti, skrásetingarstaði ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi; hetta yrkisorðið umfatar tó ikki ein likamligan persón, sum hevur skattskyldu í tí partinum viðvíkjandi inntøku einans frá keldum í tí partinum.
ii) í Cayman Islands: ein og hvør persónur, sum eftir lógini har er skrásettur sum borgari, vegna hansara bústaði, heimi, skrásetingarstaði, munagóðum virkissæti ella einum og hvørjum øðrum sermerki av sama slagi; tó so at ein samtøka, sum er íkomin undir lóggávuni í Cayman Islands ikki skal verða mett at hava heimstað í Cayman Islands uttan so, at virkisavrikið og virkna handilsvirksemið verður rikið í Cayman Islands;
e) yrkisorðið ‘fyritøka’ verður nýtt um rakstur av einum og hvørjum yrki;
f) yrkisorðið ‘fyritøka í einum parti’ merkir ein fyritøka, sum verður rikin av einum borgara í einum parti;
g) yrkisorðið ‘málsráðandi myndugleiki’ merkir
i) viðvíkjandi Cayman Islands myndugleikin fyri upplýsing í skattamálum ella ein persónur ella ein myndugleiki, sum er heimilaður til tað;
ii) viðvíkjandi Føroyum fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða umboð ella tann myndugleiki, sum er útnevndur sum málsráðandi myndugleiki ætlaður hesari avtaluni;
2. Við atliti at nýtslu av hesi avtalu til eina og hvørja tíð av einum parti, skal eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki er útgreinað í henni, uttan so at samteksturin krevur tað øðrvísi, hava merkingina, sum tað hevur til ta tíð eftir lóggávuni í tí partinum, ein og hvør merking í skattalógunum, sum verða nýttar í tí partinum, skal ganga fram um eina merking, sum eitt yrkisorð hevur fingið í øðrum lógum hjá tí partinum.
Grein 3
Meginreglur viðvíkjandi javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum
1. a) Tá ein fyritøka í einum parti beinleiðis ella óbeinleiðis hevur lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í hinum partinum, ella b) somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis hava lut í leiðsluni, eftirliti ella fæfeingi í einari fyritøku í einum parti og einari fyritøku í hinum partinum, og í onkrum føri umstøður eru gjørdar ella álagdar millum tær báðar fyritøkurnar í teirra handilsligu ella fíggjarligu sambondum, sum víkja frá teimum, sum høvdu verið gjørdar millum óheftar fyritøkur, tá kann ein og hvør vinningur, sum hevði, um ikki hesar umstøðurnar vóru, verið tillutaður aðrari fyritøkuni, men, orsakað av hesum umstøðunum, ikki er vorðin tilllutaður soleiðis, verða íroknaður vinninginum hjá teirri fyritøkuni og skattaður samsvarandi.
Grein 4
Mannagongd í sínámillum avtalu
1. Tá ein fyritøka metir, í einum og hvørjum máli har henda avtalan verður nýtt, at meginreglurnar, sum eru settar í grein 3, ikki hava verið hildnar kann hon, uttan mun til rættarbatarnar, ið innlendis lóggáva hjá viðkomandi parti veitir, leggja mál sítt fyri málsráðandi myndugleikan í tí partinum, har hon hevur heimstað. Málið má verða lagt fram innan trý ár frá fyrstu fráboðan um framferðina, sum stríðir ímóti ella vísir seg at fara at verða í stríð við meginreglurnar, sum settar eru í grein 3. Málsráðandi myndugleikin skal tá uttan drál kunna málsráðandi myndugleikan í hinum partinum.
2. Málsráðandi myndugleikin skal, um tað vísir seg fyri honum at vera grund fyri mótmælinum, og um hann ikki einsamallur er førur fyri at koma fram til eina nøktandi loysn, royna at loysa málið við avtalu sínámillum við málsráðandi myndugleikan í hinum partinum, við tí sjónarmiði at sleppa undan skattaáseting, sum ikki er í samsvari við avtaluna. Ein og hvør avtala, sum komið er fram til, skal verða sett í verk uttan mun til nakrar tíðarfreistir í innanlendis lóggávuni hjá pørtunum.
3. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum skulu royna við avtalu sínámillum at loysa allar trupulleikar ella øll ivamál, sum taka seg upp viðvíkjandi tulking ella nýtslu av avtaluni.
4. Málsráðandi myndugleikarnir í pørtunum kunnu samskifta beinleiðis hvør við annan við tí endamáli at koma fram til eina semju, sum er í tráð við stykkini frammanfyri.
Grein 5
Ígildiskoma
1. Hvør av pørtunum skal skrivliga kunna hin um ígildissetanina av rættargangsskipanum, sum lógin har krevur fyri at henda avtalan kann koma í gildi.
2. Henda avtalan kemur í gildi tríatiunda dagin eftir móttøkuna av teirri seinru av hesum fráboðanum og skal eftir tað vera galdandi
i) viðvíkjandi skattum, sum eru afturhildnir við kelduna fyri upphæddir goldnar ella afturrindaðar tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi.
ii) viðvíkjandi øðrum inntøkuskattum, skattum, sum kunnu krevjast fyri eitt og hvørt skattaár, ið tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur eftir tað árið, tá ið avtalan kemur í gildi.
3. Hendan avtalan skal vera galdandi, treytað av, at avtalan, undirskrivað tann 1. apríl 2009
millum Føroya landsstýri og stjórnina í Cayman Islands viðvíkjandi upplýsingum í skattamálum er galdandi.
Grein 6
Uppsøgn
1. Hendan avtala verður verandi í gildi, inntil hon verður uppsøgd av øðrum partinum. Hvør partur kann siga avtaluna upp við at geva skrivlig boð um uppsøgn í minsta lagi seks mánaðir innan, eitt og hvørt álmanakkaár er komið at enda. Í slíkum føri skal avtalan halda uppat at vera Galdandi
i) viðvíkjandi skattum, sum eru afturhildnir við kelduna fyri upphæddir goldnar ella afturrindaðar tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí árinum, sum kemur beint eftir at seks mánaða skeiðið er runnið.
ii) viðvíkjandi øðrum inntøkuskattum, sum kunnu verða kravdir inn fyri eitt og hvørt skattaár, sum tekur við tann fyrsta ella eftir tann fyrsta dagin í januar í tí álmanakkaárinum, sum kemur, beint eftir at seks mánaða tíðarskeiðið er runnið.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild til tað skrivað undir hesa avtalu.
Skrivað í Paris, tann 17. juni 2009, í tveimum eintøkum á enskum máli.
Vegna Føroya landsstýri
Jákup Eyðfinn Kjærbo
Vegna stjórnina á Cayman Islands
William McKeeva Bush