Skriva út

Løgtingslóg nr. 150 um 13. desember 2019

um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn frá 30. august 2000 við tilknýttum ískoytisprotokollum og broytingarprotokollum, sum ásettar í skjali 1, fáa við hesum løgtingslógargildi.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 30. mars 2001 um at seta í gildi ásetingarnar í
sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn úr gildi.

Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður

Skjal 1
SÁTTMÁLI MILLUM FØROYAR OG GRØNLAND AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING AV
INNTØKU OG OGN

Føroya landsstýri og Grønlands sjálvstýri, sum ynskja at gera sáttmála fyri at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum (hereftir
nevndur “sáttmálin”) uttan at skapa fyritreytir fyri ikki-skatting ella skerdum skatti umvegis skattaundandrátt ella skattaflýgging, (herundir umvegis sonevnda “treaty shopping”, sum sipar til at persónar, sum eru búsitandi í einum ríki, sum ikki er partur av hesum sáttmála, óbeinleiðis fáa fyrimun av hesum sáttmála),
sum ásanna, at hvat viðvíkur málsøkjum, sum hesin sáttmáli fevnir um, hoyra undir Føroya landsstýri og Grønlands sjálvstýri, eru samd um:

Kapittul I
Sáttmálanýtsluøki

Grein 1
Persónar, sum koma undir sáttmálan
Undir henda sáttmála koma persónar, sum búgva í Føroyum, í Grønlandi ella í báðum teimum sáttmálabundnu londunum.

Grein 2
Skattir eftir hesum sáttmála
1. Hesin sáttmálin skal verða nýttur um inntøku- og ognarskattir, uttan mun til hvussu teir verða kravdir inn, ið verða álíknaðir vegna einum sáttmálabundnum landi, tess politisku deildum ella lokalum myndugleikum.
2. (Strikað).
3. Inntøku- ella ognarskattir eftir hesum sáttmála skulu roknast at vera allir skattir, ið verða álíknaðir av allari inntøkuni, allari ognini ella av parti av inntøkuni ella ognini. Heruppií eru skattir av vinningi, tá ið rakstrargagn ella føst ogn verður selt, skattir av tí samlaðu upphæddini av samsýningum ella lønum, ið eru útgoldnar av virkjum, eins og skattir av ognarvøkstri.
4. Galdandi skattir, sum hesin sáttmáli verður nýttur um, eru:
(a) í Føroyum:
1. skattur til landskassan,
2. skattur til kommunur,
3. kirkjuskattur,
4. skattur av vinningsbýti,
5. skattur av nýtslugjaldi (royalty),
6. rentuskattur, og
7. skattur eftir kolvetnislógini.
(b) í Grønlandi:
1. landsskattur,
2. serligur landsskattur,
3. kommunuskattur,
4. felagskommunalur skattur,
5. partafelagsskattur,
6. skattur av vinningsbýti, og
7. kolvetnisskattur.
5. Sáttmálin skal eisini verða nýttur um allar skattir av sama ella nærum sama slag, sum, eftir at hesin sáttmálin er undirskrivaður, verða álíknaðir sum ískoyti ella í staðin fyri galdandi skattir. Við hvørt árslok skulu málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu londunum geva hvørjum øðrum boð um broytingar, sum eru gjørdar í teirra egnu skattalógum.


Kapittul II
Allýsingar

Grein 3
Vanligar allýsingar
1. Um ikki annað sæst av tí sambandi, málburðurin verður havdur í, er merking hansara í hesum sáttmála, sum niðanfyri tilskilað:
a) málberingin “Føroyar” merkir tað føroyska landøkið, eins og sjóøkið og meginlandsstøðið;
b) málberingin “Grønland” merkir tað grønlendska landøkið, eins og sjóøkið og meginlandsstøðið;
c) málberingin “land” merkir Føroyar ella Grønland, alt eftir hvat samanhangurin krevur;
d) málberingin “persónur” merkir likamligur persónur, felag og hvør onnur samtøka av persónum;
e) málberingin “felag” merkir hvør løgfrøðiligur persónur ella hvør samtøka, sum skattliga verður viðgjørd sum løgfrøðiligur persónur;
f) málberingarnar “virki í einum sáttmálabundnum landi” og “virki í hinum sáttmálabundna landinum” merkja ávíkavist virki, sum verður rikið av einum persóni, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, og virki, sum persónur rekur, ið býr í hinum sáttmálabundna landinum;
g) málberingin “altjóða ferðsla” merkir flutningur við skipi ella flogfari, sum verður nýtt av virki, hvørs veruliga leiðsla býr í einum sáttmálabundnum landi, uttan so at skipið ella flogfarið bert verður nýtt millum støð í hinum sáttmálabundna landinum;
h) málberingin “málsráðandi myndugleiki” merkir:
1. í Føroyum: landsstýrismaðurin í skattamálum,
2. í Grønlandi: landsstýrismaðurin í fíggjar- og búskaparmálum, ella tann myndugleiki í teimum tveimum londunum, sum er heimilaður at taka sær av spurningum hesum sáttmála viðvíkjandi.
3. Tá ið sáttmálin verður nýttur í einum sáttmálabundnum landi, skal, uttan so at annað sæst av samanhanginum, ein og hvør málbering, sum ikki er útgreinað í honum, hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í hesum landi um teir skattir, sum hesin sáttmálin viðvíkur. Tann týdningur, sum málberingin hevur í skattalóggávuni í hesum landi, hevur fyrimun fyri týdningin, sum mundi verið í aðrari lóggávu hjá sama landi.

Grein 4
Skattligur heimstaður
1. Í hesum sáttmála merkir málberingin “persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi” hvør persónur, sum sambært lóggávuni í hesum landinum er skattskyldigur har vegna heimstað, bústað, leiðslunar búðstað ella tílíkum merki. Málberingin fevnir eisini um heimastýrið, tess politisku deildir og lokalu myndugleikar. Tó fevnir málberingin ikki um persón, hvørs skattskylda til umrødda land er avmarkað til einans kelduinntøku ella ognir í hesum landi.
2. Tá ið soleiðis er, at likamligur persónur sambært stykki 1 er heimahoyrandi í báðum sáttmálabundnum londunum, verður hansara støða sett eftir hesum reglum:
a) hann verður bert hildin at vera heimahoyrandi í tí landinum, har hann hevur fastan bústað tøkan; um hann hevur fastan bústað tøkan í báðum londunum, verður hann bert hildin at búgva í tí landinum, sum hann persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (hevur sín miðdepil í lívsáhugamálum);
b) ber ikki til at gera av, í hvørjum landi miðdepilin í lívsáhugamálum hansara er, ella hevur hann ikki í nøkrum sáttmálabundnum landi fastan bústað tøkan, tá verður hann bert hildin at vera heimahoyrandi í tí landinum, har hann vanliga dvølist.
3. Um ein ikki-likamligur persónur eftir reglunum í 1. stykki verður hildin at búgva í báðum sáttmálabundnu londunum, skal hann verða hildin bert at búgva í tí landinum, har veruliga leiðslan hevur sítt sæti.
4. Deyðsbúgv verða hildin at búgva í tí sáttmálabundna landinum, har tann deyði sambært 1. og 2. stykki í hesari grein skal verða hildin at vera búðsitandi við andlátið.

Grein 5
Fastur rakstrarstaður
1. Í hesum sáttmála merkir málberingin “fastur rakstrarstaður” ein fastur handilsstaður, har virkið heilt ella lutvíst røkir starv sítt.
2. Málberingin “fastur rakstrarstaður” fevnir serstakliga um:
a. eitt stað, haðani virkið verður stjórnað;
b. eina deild;
c. eina skrivstovu;
d. eina verksmiðju;
e. eitt verkstað;
f. eitt nám, eina olju- ella gasskeldu, eitt grótbrot ella eitt stað, har náttúruríkidømi, her eisini ísur og vatn, verða vunnin, ella roynt verður at vinna slíkt;
g. staðið, har byggi-, nýgerðar- ella uppsetingararbeiði er í gerð, sum í samanhangi fer upp um 6 mánaðir;
h. útinning av eftirlitsvirksemi í samband við eitt byggi-, nýgerðar- ella uppsetingararbeiði, sum í samanhangi fer upp um 6 mánaðir.
3. Málberingin “fastur rakstrarstaður” skal ikki vera galdandi:
a. tá ið innrættingar bara eru nýttar til at goyma, sýna fram ella flýggja út vøru hjá virkinum;
b. tá ið vøra, sum virkið eigur, bert verður havd á vørugoymslu, til framsýningar ella til útflýggingar;
c. tá ið vøra hjá virkinum verður havd á vørugoymslu, bert tí at hon skal verða virkað ella góðska á øðrum virki;
d. tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til at keypa vøru ella innsavna upplýsingar til virkið;
e. tá ið fastur handilsstaður bert verður nýttur til sølufremjandi endamál, til innsavnan av upplýsingum, til vísindaliga gransking ella til líknandi virksemi, sum er fyrireikandi ella hjálpandi fyri virkið.
4. Um ein persónur í tí eina sáttmálabundna landinum virkar fyri virki í hinum sáttmálabundna landinum og er hesin persónur ikki slíkt óheft umboð, sum nevnt í 6. stykki, skal sama virki vera roknað at hava fastan rakstrarstað í hesum fyrst navnda sáttmálabundna landinum, um:
a. hann í hesum landi hevur fulltrú, sum hann vanliga nýtir til at gera avtalur har virkisins vegna, uttan so at hansara virksemi er avmarkað til at keypa vørur fyri virkið, ella
b. hann ikki hevur eina slíka fulltrú, men í hesum fyrstnevnda landi hevur eina vørugoymslu, sum er ogn virkisins, og sum hann javnan nýtir til at avgreiða bíleggingar vegna virkið.
5. Eitt tryggingarfelag í tí eina sáttmálabundna landinum verður hildið at hava fastan rakstrarstað í hinum sáttmálabundna landinum, um tað krevur inn tryggingargjald í hesum øðrum landi ella tryggjar vandar í hesum landi umvegis eitt har búsitandi starvsfólk ella umboðsmann.
6. Eitt virki í tí eina sáttmálabundna landinum verður ikki hildið at hava fastan rakstrarstað í hinum sáttmálabundna landinum, bert tí tað rekur virksemi í hesum landi umvegis eitt millumgongufólk, eitt umboðsfólk ella einum øðrum óheftum umboðsfólki, sum arbeiðir innan fyri karmarnar av sínum vanliga vinnuvirksemi. Har virkið hjá einum slíkum umboðsfólki heilt ella í størsta mun er knýtt at omanfyri nevnda virki, verður hann ikki hildin at vera ein óheftur umboðsmaður av fyrrnevnda slagi.
7. Tað, at eitt virki, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, ræður yvir ella er undir ræði av einum virki, ið býr í hinum sáttmálabundna landinum, ella sum (antin orsakað av føstum rakstrarstaði ella á annan hátt) rekur vinnuvirksemi í hinum sáttmálabundna landinum, skal ikki í sjálvum sær elva til, at eitt av teimum báðum virkjunum verður hildið at vera fastur rakstrarstaður hjá hinum.
8. Eitt fastognarlánsfelag í tí eina sáttmálabundna landinum verður hildið at hava fastan rakstrarstað í hinum sáttmálabundna landinum, um so er, at tað lænir pening út í hesum seinna nevnda landinum umvegis eitt har búsitandi starvsfólk ella umboðsfólk.

Kapittul III
Skatting av inntøku

Grein 6
Inntøka av fastari ogn
1. Inntøka, ið persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, fær av fastari ogn, (heruppií inntøka av landbrúki), ið liggur í hinum sáttmálabundna landinum, kann verða skattað í hesum seinna nevnda landinum.
2. Málberingin “føst ogn” skal hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í tí sáttmálabundna landinum, har ognin liggur. Málberingin fevnir í øllum førum um tað, sum hoyrir til føstu ognina, innistøðu og amboð, sum nýtt verða í vinnu við landbrúk, rættindi, har borgarligu rættarreglurnar um fasta ogn verða nýttar, brúksrætt til fasta ogn eins og rættindi til skiftandi ella fastar veitingar, ið goldnar verða fyri at nýta ella fyri rættin til at nýta miniralríkidømi, keldur og onnur náttúruríkidømi; skip og flogførð verða ikki hildin at vera føst ogn.
3. Reglurnar í 1. stykki skulu verða nýttar um inntøku, ið stavar frá beinleiðis nýtslu, leigu, at lata annan hava í hondum fasta ogn ella av einari og hvørjari aðrari nýtslu av fastari ogn.
4. Reglurnar í 1. og 3. stykki skulu eisini nýtast um inntøku av fastari ogn, sum eitt virki eigur, og um inntøku av fastari ogn, ið nýtt verður í sambandi við at reka fría vinnu.

Grein 7
Inntøka av vinnuvirki
1. Vinningur, ið stavar frá virki í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verða skattaður í hesum landi, uttan so at virkið rekur vinnu í hinum sáttmálabundna landinum, frá einum føstum rakstrarstaði har. Um so er, at virkið rekur tílíka vinnu, kann tess vinningur verða skattaður í hinum landinum, men tó bert hvat tí parti viðvíkur, ið kann verða kannaður hesum fasta rakstrarstaði.
2. Við atliti til ásetingarnar í 3. stykki, skal, í førum har eitt virki í einum sáttmálabundnum landi rekur vinnu í hinum sáttmálabundna landinum, frá einum føstum rakstrarstaði har, slíkur vinningur verða kannaður hesum fasta rakstrarstaði, sum virkið ætlandi hevði havt fingið, um rakstrarstaðurin var frítt og óheft vinnuvirki, sum hevði innt sama sum ella líknandi virksemi undir somu ella líknandi korum og sum við fullum frælsi hevði havt gjørt handilsavtalu við virkið, sum hann er fastur rakstrarstaður hjá.
3. Tá ið vinningur frá føstum rakstrarstaði verður gjørdur upp, skal tað verða loyvt at draga frá útreiðslur, sum standast av tí fasta rakstrarstaðnum, heruppií kostnaður av leiðslu og fyrisiting annaðhvørt tær eru bornar í tí sáttmálabundna landinum, har fasti rakstrarstaðurin er, ella aðrastaðni.
4. Um so er, at tað hevur verið siður í einum sáttmálabundnum landi at áseta tann vinning, sum verður kannaður einum føstum rakstrarstaði á tann hátt, at allur vinningur virkisins verður býttur millum tær ymisku deildir tess, skal einki í 2. stykki forða hesum sáttmálabundna landi at áseta skattskylduga vinningin grundaðan á teirra vanliga sundurbýti. Býtingarhátturin skal tó verða slíkur, at úrslitið samsvarar teimum grundreglum, ið eru ásettar í hesi grein.
5. Ongin vinningur skal verða kannaður nøkrum føstum rakstrarstaði, bara tí at fasti rakstrarstaðurin hevur keypt
vørur fyri virkið.
6. Tá ið frammanfyri standandi stykkir verða nýtt, skal tann vinningur, ið verður kannaður føstum rakstrarstaði, verða ásettur á sama hátt á hvørjum ári, uttan so at góð og vælgrundað orsøk er til at nýta aðra mannagongd.
7. Í teimum førum, tá vinningur fevnir um inntøkur, ið umrøddar eru serstakt í øðrum greinum í hesum sáttmála, skulu reglurnar í teimum greinunum ikki verða nervaðar av reglunum í hesari grein.

Grein 8
Inntøka av skipa- og loftferðslu
1. Inntøka av skipa- og loftferðslurakstri í altjóða samferðslu, kann bert verða skattað í tí sáttmálabundna landinum, har ið veruliga leiðslan í virkinum hevur sítt sæti.
2. Inntøka av skipa- og loftferðslurakstri, sum einans verður rikin í hinum sáttmálabunda landinum, kann verða skattað í hesum seinna sáttmálabunda landinum.
3. Reglurnar í 1. og 2. stykki skulu eisini verða nýttar um inntøku, ið stavar frá sokallaðum pool-arbeiði, í handilsfelagsskapi ella í einum altjóða rakstrarfelagsskapi.

Grein 9
Virki, sum sínámillum eru bundin hvørt at øðrum
1. Tá ið soleiðis er, at
a. virki í tí eina sáttmálabundna landinum beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í leiðsluni í, eftirlitinum við, ella í
fíggingini hjá virki í hinum sáttmálabundna landinum, ella
b. somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis luttaka í leiðsluni, í eftirlitinum, ella fíggingini av einum virki bæði í
tí eina sáttmálabunda landinum og í einum virki í hinum sáttmálabundna landinum,
og har í onkrum av hesum førunum avtala er gjørd millum tey bæði virkini ella treytir ásettar um teirra handilsliga
ella fíggjarliga samband, sum víkja frá teimum treytum, sum høvdu verið avtalaðar millum óheft virki, kann allur
vinningurin, sum, um hesar treytir ikki høvdu verið, hevði lutast øðrum av hesum virkjum, verða roknaður uppí
vinningin hjá hesum virki og verða skattað samsvarandi.
2. Í føri har eitt sáttmálabundið land til inntøkuna hjá einum virki í hesum landi tekur við – og samsvarandi skattar
– inntøku, sum eitt virki í hinum sáttmálabundna landinum er blivið skattað av í hesum síðstnevnda landi, og tann
soleiðis íroknaða inntøka, er inntøka, sum hevði verið kannað virki í fyrstnevnda landi, um tær treytir, sum eru
avtalaðar millum virkini, høvdu verið tær somu, sum høvdu verið avtalaðar millum óheft virkir, tá skal síðstnevnda
land gera eina rætting/javning, samsvarandi tí skattinum, ið er roknaður har av inntøkuni, um so er at síðstnevnda
land heldur, at rættingin/javningin er røtt, bæði hvat viðvíkur meginreglum og spurningi um upphædd. Tá ið
rættað/javnað verður, skulu hinar reglurnar í hesum sáttmála havast í huga og málsráðandi myndugleikar í teimum
sáttmálabundnu londunum skulu um neyðugt ráðføra seg sínámillum.

Grein 10
Vinningsbýti
1. Vinningsbýti, sum felag, ið býr í tí eina sáttmálabundna landinum, rindar til ein persón, sum býr í hinum
sáttmálabundna landinum, kann verða skattað í báðum sáttmálabundnu londunum.
2. Málberingin “vinningsbýti” merkir í hesi grein inntøka av partabrøvum, lutaprógvum ella øðrum rættindum,
sum ikki eru skuldarbrøv, til lut í vinningi eins og inntøkum frá rættindum í feløgum, hvørs inntøka er undir somu
skattligu viðgerð sum inntøka av partabrøvum sambært lóggávu í tí landinum, har sum felagið, ið letur vinningsbýtið, býr.
3. Um latandi felagið er búsitandi í øðrum landinum, og tann veruligi eigarin av vinningsbýtinum er búsitandi í
hinum landinum, má skatturin, sum verður álagdur í fyrstnevnda landi, ikki fara uppum:
a) 5 prosent av bruttoupphæddini av vinningsbýtinum, um veruligi eigarin er eitt felag (undantikið íognarfelag),
sum beinleiðis eigur í minsta lagi 10 prosent av fænum í tí felagi, sum letur vinningsbýtið;
b) í øðrum førum 15 prosent av bruttoupphæddini av vinningsbýtinum.
So leingi tað eftir grønlendskari lóggávu er gjørligt fyri feløg í fullan mun at draga frá útgoldið vinningsbýti í teirri skattskyldugu inntøkuni, kann Grønland skatta vinningsbýti, sum feløg, sum eru skrásett í Grønlandi, lata, men um veruligi eigarin av vinningsbýtinum er búsitandi í Føroyum, kann tann skattur, sum verður álagdur, ikki fara uppum 35 prosent av bruttoupphæddini av vinningsbýtinum.
4. Hóast ásetingarnar í grein 4, 3. stykki, kann vinningsbýtið frá felag, ið er skrásett í tí eina sáttmálabundna landinum, skattast í hesum landinum. Um persónurin, ið fær vinningsbýtið, býr í tí sáttmálabundna landinum, har felagið er skrásett, kann vinningsbýtið bert skattast í hesum landinum. Felagið, ið letur vinningsbýtið, skal bert halda aftur hetta avgjald í tí sáttmálabundna landinum, har ið tað er skrásett.

Grein 11
Renta
1. Renta, sum stavar frá einum sáttmálabundnum landi og verður goldin einum persóni, ið býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann bert verða skattað í seinna nevnda landinum, um hesin persónur er rætti ognari av rentuni.
2. Um rætti ognari av rentunum býr í einum sáttmálabundnum landi og hevur ein fastan rakstrarstað ella ein fastan stað í hinum sáttmálabundna landinum, og kravið, sum tann útgoldna rentan er grundað á, hevur beinleiðis samband við virki, sum verður rikið frá føstum rakstrarstaði, ávíkavist fríari vinnu, sum verður útinnt frá føstum staði, skal, hóast reglurnar í 1. stykki, renta, ið stavar frá einum sáttmálabundnum landi og verður goldin einum tílíkum rættum ognara, verða skattað sambært ásetingunum í ávíkavist grein 7 ella grein 14 í tí sáttmálabundna landinum, har fasti rakstrarstaðurin ávíkavist fasti staðurin liggur.
3. Málberingin “renta” merkir í hesi grein inntøka av skuldarbrøvum av einum og hvørjum slag, sum ikki er vinningsbýti sambært grein 10, 2. stykki, uttan mun til, um tey eru tryggjað við veðhaldi í fastari ogn ella ikki. Málberingin fevnir serstakliga um inntøku av ríkisbrævalánum og inntøku av brævalánum ella skuldbindingum, heruppií kursvinningur og vinningur, sum stavar frá tílíkum skuldarbrøvum, brævalánum ella skuldbindingum. Dragurenta, tá ið ikki er goldið rættstundis, verður ikki roknað sum renta eftir hesi grein.
4. Um serligt samband millum tann, sum rindar rentuna og rætta ognara av rentunum ella millum hesar báðar og triðja persón, ber í sær, at rentan – í mun til tað skuldarkrav, sum hon er goldin av – fer uppum ta upphædd, sum hevði verið avtalað millum skuldaran og rætta ognaran av rentunum, um nevnda samband ikki hevði verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinnu nevndu upphæddina. Um so er, skal avlopsupphæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í báðum teimum avvarðandi sáttmálabundnu londunum, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verða havdar í huga.

Grein 12
Nýtslugjald (Royalty)
1. Nýtslugjøld, ið stava frá einum sáttmálabundnum landi og verða goldin persóni, ið býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunnu verða skattað í seinna nevnda landinum.
2. Slík nýtslugjøld kunnu tó eisini verða skattað í tí sáttmálabundna landinum, hagani tey stava, og í samsvar við lóggávuna í hesum landi, men tann skatturin, sum verður lagdur á, má ikki fara uppum 25% av bruttoupphæddini av nýtslugjaldinum.
3. Málberingin “nýtslugjald” merkir í hesi grein gjalding av øllum slag, sum fæst sum samsýning fyri at nýta ella hava rættin til at nýta einhvønn upphavsrætt til bókmentalig, listarlig ella vísindaligt verk, heruppií spælifilmar og filmar og bond til útvarps- og sjónvarpssendingar, øll einkarrættindi, vørumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyniligan formála ella loyniligan framleiðsluhátt ella fyri upplýsingar um ídnaðar-, handils- ella vísindaligar royndir.
4. Ásetingarnar í 1. stykki skulu ikki nýtast í førum, tá ið persónur, sum býr í tí eina sáttmálabundna landinum, fær nýtslugjald, og sum í hinum sáttmálabundna landinum, higani nevnda nýtslugjald stavar, rekur vinnuligt virksemi frá einum føstum rakstrarstaði har ella rekur fría vinnu í hesum seinna landinum frá einum føstum stað har, og tey rættindi ella ogn, sum er grundarlagið fyri tað útgoldna nýtslugjaldið, hevur beinleiðis samband við slíkan fastan rakstrarstað ella fast stað. Í slíkum førum skulu ásetingarnar í grein 7 og grein 14 nýtast.
5. Nýtslugjøld skulu verða hildin at stava frá tí eina sáttmálabundna landinum, um tey verða goldin av landstýrinum, av lokalum myndugleikum ella av einum persóni, ið býr í hesum sáttmálabundna landinum. Um so er, at ein persónur, ið rindar nýtslugjøld, antin hann býr í tí eina sáttmálabundna landinum ella ikki, kortini í tí eina sáttmálabundna landinum hevur fastan rakstrarstað ella rekur fría vinnu frá føstum staði, har ið skyldan til at rinda nýtslugjøld er stovnað, og slíkt nýtslugjald verður borið av tí fasta rakstrarstaðnum ella tí fasta staðnum, skulu tey verða hildin at stava frá tí sáttmálabundna landinum, hvar ið tað fasta rakstrarstaði ella tað fasta staði liggur.
6. Um serligt samband er millum tann, ið rindar og tann, ið móttekur nevnda nýtslugjald ella millum hesar báðar og triðja persón, og hetta hevur ført við sær, at tey útgoldnu nýtslugjøldini, tá havt verður í huga ta nýtslu, tann rætt ella ta upplýsing, sum tey eru útgoldin fyri, fara upp um ta upphædd, sum hevði verið avtalað millum tann, um nevnda samband hevði ikki verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinnu upphæddina. Um so er, skal avlopshæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í hvørjum sær av teimum sáttmálabundnu londunum, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verða havdar í huga.

Grein 13
Kapitalvinningur
1. Vinningur, sum persónur, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, fær av at selja fasta ogn, sum liggur í hinum sáttmálabundna landinum – sum nevnt í grein 6, 2. stykki – kann verða skattaður í hesum seinna nevnda landinum.
2. Vinningur av at selja ogn, sum ikki er føst ogn, og sum er partur av vinnufænum í einum føstum rakstrarstaði, sum virki í einum sáttmálabundnum landi hevur í hinum sáttmálabundna landinum, ella sølu av ogn, sum ikki er føst ogn, sum hoyrir til ein fastan stað, sum persónur, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, nýtir í samband við at reka fría vinnu í hinum sáttmálabundna landinum, kann verða skattað í seinna nevnda landinum. Sama er galdandi fyri vinning av at selja sjálvt fasta rakstrarstaðið (fyri seg ella saman við øllum virkinum), ella fastan stað.
3. Vinningur av at selja skip ella flogfør, sum nýtt verða í altjóða ferðslu, ella av ogn, sum ikki er føst ogn, og sum er tengt at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførum, kann bert verða skattaður í tí sáttmálabundna landinum, har ið veruliga leiðslan hjá virkinum hevur sítt sæti.
4. Vinningur við sølu av øllum øðrum ognum enn teimum nevndar eru í 1., 2. og 3. stykki, kann bert verða skattaður í tí sáttmálabundna landinum, har seljarin býr.

Grein 14
Frí vinna
1. (Strikað).
a. (Strikað).
b. (Strikað).
2. (Strikað).

Grein 15
Persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum
1. Um reglurnar í greinunum 16, 18 og 19 ikki áseta annað, kann løn og onnur lík samsýning fyri persónliga innt starv, ið persónur hevur fingið, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, bert verða skattað í hesum landi, uttan so at arbeiðið er gjørt í hinum sáttmálabundna landinum. Er starvið innt í hesum seinna nevnda landinum, kann samsýningin, sum fæst fyri tað, verða skattað har.
2. Hóast reglurnar í 1. stykki kann samsýning, sum ein persónur, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, fær fyri persónligt starv í tænastuviðurskiftum innt í hinum sáttmálabundna landinum, bert verða skattað í fyrr nevnda landi, um so er:
a. at móttakarin dvølur í seinna nevnda landinum í einum ella fleiri tíðarskeiðum, sum tilsamans ikki fara upp um 183 dagar í nøkrum 12 mdr. tíðarskeiði, sum byrjar ella endar viðkomandi skattaár og
b. samsýningin verður goldin av ella fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki býr í seinna nevnda landinum, og
c. samsýningin verður ikki borin av einum føstum rakstrarstaði ella føstum staði, sum arbeiðsgevarin hevur í seinna nevnda landinum, og
d. at tað ikki er talan um arbeiðsútleigan.
3. Uttan mun til reglurnar frammanfyri kann samsýning fyri arbeiði innt umborð á skipum ella flogførðum verða skattað í tí sáttmálabundna landinum, har ið felagið er heimahoyrandi.
4. Tá ið tilflutningur í stuttan mun verður seinkaður orsakað av flutningi av húsbúnaði, ferðsluviðurskiftum ella líknandi, og arbeiðið tí ikki er int í tí landi, har viðkomandi er í tænastu, kann løn og onnur lík samsýning verða skattað í tí landi, har viðkomandi er í tænastu. Skatting kann eisini fara fram í hesum landi, tá tilflutningur verður seinkaður orsakað av luttøku í stuttum skeiðum, treytað av, at samsýningin verður goldin alment starvsettum ella persónum í starvi hjá felagnum, sum heilt ella lutvíst eru undir Grønlands sjálvstýri. Kann hetta land orsakað av lóggávu síni ikki fremja skattingina, kann hitt landið skatta samsýningina.

Grein 16
Nevndarsamsýningar
Nevndarsamsýningar og tílík samsýning, sum persónur, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, fær sum limur í nevndini ella aðrari tílíkari skipan í einum felag, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann verða skattað í hesum seinna nevnda landinum. Uttan mun til reglurnar í grein 4, 3. stykki kunnu samsýningar og tílíkt, sum nevnt í 1. punktum, til ein persón, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, frá einum felagið skrásett í hinum sáttmálabundna landinum, verða skattað í hesum seinna nevnda landinum. Um persónurin, ið fær samsýningina v.m., býr í tí sáttmálabunda landinum, har ið felagið er skrásett, kan samsýningin v.m. bert verða skattað í hesum sáttmálabundna landinum. Felagið, ið letur samsýningina, hevur bert skyldu at halda aftur hetta avgjald í tí sáttmálabundna landinum, har ið tað er skrásett.

Grein 17
Listafólk og ítróttarfólk
1. Uttan mun til reglurnar í grein 14 og 15 kann inntøka, sum persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, fær sum samsýning fyri at vera útinnandi listafólk, eitt nú sum sjónleikari, films-, útvarps- ella sjónvarpslistafólk ella tónleikari ella sum ítróttarfólk í hinum sáttmálabundna landinum, verða skattað í seinna nevnda landinum.
2. Tá ið soleiðis er, at inntøka av virksemi sum útinnandi lista- ella ítróttarfólk, ikki legst sjálvum lista- ella ítróttarfólkinum til, men øðrum persóni, kann henda inntøka, uttan mun til reglurnar í greinunum 7, 14 og 15, verða skattað í tí sáttmálabundna landinum, har lista- ella ítróttarfólkið innir virksemi sítt.
3. Reglurnar í 1. og 2. stykki skulu ikki galda um inntøku av virksemi, sum listafólk ella ítróttarfólk, sum búgva í einum sáttmálabundnum landi, gera í hinum sáttmálabundna landinum í førum, har vitjanin í seinna nevnda landinum mest er goldin við almennum peningi frá fyrstnevnda landinum. Í hesum føri kann inntøkan bert verða skattað í fyrstnevnda landi.

Grein 18
Eftirlønir
1. Eftirlønir, sum verða goldnar frá einum sáttmálabundnum landi, og veitingar frá einum sáttmálabundnum landi sambært tess almennu lóggávu til persón, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunnu verða skattaðar í báðum londunum.

Grein 19
Lesandi
Upphæddir, sum ein lesandi ella næmingur, sum býr, ella beint áðrenn dvølið í tí eina sáttmálabundna landinum búði í hinum sáttmálabundna landinum, fær til uppihald, undirvísing ella útbúgving, meðan hann bert við atliti til lesnað ella útbúgving dvølur í tí fyrst nevnda landinum, verða ikki skattaðar í hesum landinum, um so er at upphæddirnar koma frá keldum uttan fyri hetta land.

Grein 20
Aðrar inntøkur
1. Inntøka hjá persóni, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, og sum ikki er viðgjørd í frammanfyri standandi greinum í hesum sáttmála, kann, uttan mun til, hvaðani inntøkan kemur, bert verður skattað í hesum landinum.
2. Reglurnar í 1. stykki skulu ikki verða nýttar, um móttakarin av inntøkuni býr í einum sáttmálabundnum landi og hevur fastan rakstrarstað ella fastan stað í hinum sáttmálabundna landinum, og tey rættindi ella ogn, sum inntøkan er grundað á, hevur beinleiðis samband við tað virksemi, sum verður rikið gjøgnum fasta rakstrarstaðin, ávíkavist fríari vinnu, útinnt frá fasta staðnum. Í tílíkum førum skulu ásetingarnar í grein 7, ávíkavist grein 14, verða nýttar. Tá ið soleiðis er, at til ein fastan rakstrarstað ella fastan stað hoyrir føst ogn, tá verður inntøka av tílíkari ogn tó skattað sambært ásetinguum í grein 6.

Grein 20 a
Off-shore virksemi
1. Ásetingarnar í hesi grein verða nýttar uttan mun til einhvørja aðra áseting í hesum sáttmála.
2. Ein persónur búsitandi í øðrum landinum, sum út fyri strondina í hinum landinum rekur vinnu í samband við forkanning ella brúk av havbotninum ella undirgrundini ella teirra tilfeingi í hinum landinum, skal, við fyrivarni av stykki 3 og 4 í hesi grein, við atliti at hesum virksemi metast at reka virksemi i hinum landinum gjøgnum ein fastan rakstrarstað har.
3. Ásetingarnar í stykki 2 og stykki 6, litra b, verða ikki nýttar, tá virksemið er int í einum ella fleiri tíðarskeiðum, sum tilsamans ikki fara út um 30 dagar í einum skeiði uppá 12 mánaðir, sum byrjar ella endar í viðkomandi skattaári. Tá ið hetta stykkið verður nýtt, skal kortini galda:
a) virksemi int av einari fyritøku, sum er tengd at eini aðrari fyritøku, skal metast at vera int av tí fyritøku, sum hon er tengd at, um viðkomandi virksemi í stóran mun er tað sama sum virksemið, sum tann síðstnevnda fyritøkan útinnir;
b) tvær fyritøkur skulu metast at hava fast tilknýti til hvørja aðra, um
(i) onnur fyritøkan luttekur beinleiðis ella óbeinleiðis í leiðsluni, umsjónini ella fænum í hinari fyritøkuni, ella
(ii) somu persónar luttaka beinleiðis ella óbeinleiðis í leiðsluni, umsjónini ella fænum í báðum fyritøkunum.
4. Inntøka, vunnin av einari fyritøku í øðrum landinum við at flyta útgerð ella starvsfólk til eitt øki millum økir, har virksemi fer fram, sum er tengt at forkanning ella brúki av havbotninum ella undirgrundini ella teirra tilfeingi í hinum landinum, ella við rakstri av sleipibátum ella øðrum hjálpiførum, tengd at slíkum virksemi, kann bert verða skattað í tí landinum, har fyritøkan er heimahoyrandi. Henda áseting er ikki galdandi, um farið ella flogfarið verður rikið av einum føstum rakstrarstaði sambært grein 5 í hesum sáttmála.
5.a) Við fyrivarni av litra b í hesum stykki kemur løn og onnur samsýning, sum ein persónur, búsitandi í øðrum landinum fær, orsakað av lønararbeiði, tengt at forkanning ella brúki av havbotninum ella undirgrundini ella teirra tilfeingi í hinum landinum, verða skattað í hinum landinum í tann mun, arbeiðið er int uttan fyri strondina í hesum landi. Slík samsýning kann kortini bert verða skattað í fyrstnevnda landi, um arbeiðið er int uttanfyri strondina av einum arbeiðsgevara, sum ikki er búsitandi í hinum landinum og treytað av, at arbeiðið er int í einum ella fleiri tíðarskeiðum, sum tilsamans ikki fara upp um 30 dagar innanfyri eitt skeið upp á 12 mánaðir, sum byrjar ella endar í viðkomandi skattaári.
b) Løn og onnur samsýning, sum ein persónur, búsitandi í øðrum landinum, fær í sambandi við lønararbeiði int umborð á einum skipi og flogfari, sum verður nýtt at flyta útgerð ella starvsfólk til ella innanfyri eitt øki, har virksemi fer fram, sum er tengt at forkanning ella brúki av havbotninum ella undirgrundini ella tilfeingi teirra í einum landi, ella fyri lønararbeiði, int umborð á einum sleipibáti ella øðrum hjálpifari, sum er tengt at slíkum virksemi, kann bert verða skattað í tí landinum, har móttakarin er búsitandi, uttan so at arbeiðsgevarin er búsitandi í hinum landinum. Í slíkum førum kunnu løn og onnur líknandi samsýning skattast í hinum landinum.
6. Vinningur, sum ein persónur, búsitandi í øðrum landinum fær við at avhenda:
a) rættindi til forkanning ella brúk; ella
b) ogn, sum er í hinum landinum og sum verður nýtt í sambandi við forkanning ella brúk av havbotninum ella undirgrundini ella teirra tilfeingi í hesum øðrum landi; ella
c) partabrøv, hvørs virði heilt ella lutvíst ella í størsta mun beinleiðis ella óbeinleiðis stava frá slíkum rættindum ella ognum, ella frá slíkum rættindum ella ognum sæð undir einum, kunnu verða skattað í hesum øðrum landi.

Í hesum stykki merkir hugtakið “rættindi til forkanning ella brúk” rættindi til miniral- og náttúrutilfeingi, sum skulu fáast burturúr forkanning ella brúki av havbotninum ella undirgrundini ella teirra tilfeingi í hinum landinum, undir hesum rættindi til lut í ella fyrimunir av slíkum miniral- ella øðrum náttúrutilfeingi.

Kapittul IV
Ognarskatting

Grein 21
Ogn
1. Ogn, ið er føst ogn – sum umrøtt í grein 6 – sum persónur eigur, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, og sum liggur í hinum sáttmálabundna landinum, kann verða skattað í hesum seinna nevnda landinum.
2. Ogn, ið er rakstrargagn, tó ikki føst ogn, og sum er partur av virkisogn í einum føstum rakstrarstað, sum eitt virki í einum sáttmálabundnum landi hevur í hinum sáttmálabundna landinum, ella rakstrargagn, ið hoyrir til ein fastan stað, ið persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, hevur í einum øðrum sáttmálabundnum landi við atliti til at útinna fría vinnu, kann verða skattað í hesum seinna nevnda landinum.
3. Ogn, ið er skip ella flogfør, ið verða nýtt í altjóða ferðslu, og rakstrargagn – tó ikki føst ogn – ið verður nýtt í rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførðum, kann bert verða skattað í tí sáttmálabundna landinum, har veruliga leiðslan í virkinum hevur sítt sæti.
4. Øll onnur ogn, ið persónur eigur, ið býr í einum sáttmálabundnum landi, kann bert verða skattað í hesum landinum.

Grein 22
Deyðsbúgv
Inntøka, sum fæst úr einum deyðsbúgvi, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, og sum persónur fær, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kann bert verða skattað í fyrstnevnda landi.

Kapittul V
Tvískatting avtikin

Grein 23
Creditháttur
1. Um so er, at persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum landi, fær inntøku ella eigur ogn í hinum sáttmálabundna landinum, og tílík inntøka ella ogn sambært ásetingunum í hesum sáttmála kann verða skattað í hesum seinna nevnda landinum, skal fyrst nevnda land loyva
a. frádrátt í inntøkuskattinum hjá hesum persóni, við eini upphædd, sum svarar til tann inntøkuskatt, ið er goldin í seinna nevnda landinum;
b. frádrátt í ognarskatti hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann ognarskatt, ið er goldin í seinna nevnda landinum.
2. Frádrátturin skal tó ikki nakrantíð fara uppum tann partin av inntøku- ella ognarskattinum, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið lutfallsliga fellur á ávíkavist ta inntøku ella ta ogn, sum kann verða skattað í hinum sáttmálabundna landinum.
3. Í førum, har ein persónur, sum er búsitandi í øðrum av teimum sáttmálabundnu londunum, vinnur inntøku ella eigur ogn, og slík inntøka ella ogn í samsvari við ásetingarnar í hesum sáttmála eru undantikin skatti í hesum landi, skal tað kortini við skattaútrokningina av aðrari inntøku og ogn takast fyrilit til ta inntøku ella ogn, sum er undantikin skatti.

Kapittul Va
Almennar reglur um skatting

Grein 23a
Uttan mun til hinar ásetingarnar í hesum sáttmála skal ein fyrimunur sambært sáttmálanum ikki kunna njótast í spurningum um eina inntøku ella ogn, um tað við atliti til allar viðkomandi umstøður er rímiliga sannlíkt, at eitt av høvuðsendamálunum við fyriskipanini ella tiltakinum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis førdi til fyrimunin, var at fáa fyrimunin. Hetta er tó ikki galdandi, um tað verður staðfest, at njótanin av fyrimuninum í hesum førinum er í samsvari við sáttmálans endamál og ætlan.

Kapittul VI
Serstakar reglur

Grein 24
Bann fyri mannamuni
1. Persónar, sum búgva í einum sáttmálabundnum landi, skulu ikki í hinum sáttmálabundna landinum koma undir nakra skatting ella nøkur skattakend krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og tey skattakendu krøv, sum persónar, sum búgva í hinum sáttmálabundna landinum við somu umstøðum, serstakliga hvat viðvíkur bústaði, eru ella koma undir.
2. Skatting av føstum rakstrarstaði, sum virki í einum sáttmálabundnum landi hevur í hinum sáttmálabundna landinum, má ikki verða ólagaligari í hesum seinna nevnda landinum enn skatting av virkjum í seinna nevnda landinum, sum reka sama slag av vinnuvirki. Henda regla skal ikki verða tulkað sum bindandi einum
sáttmálabundnum landi at geva persónum, sum búgva í hinum sáttmálabundna landinum, teir persónligu skattligu fyrimunir og lættar, sum fyrst nevnda land, vegna persónligu støðu ella uppihaldsstøðu fyri húski gevur persónum, sum búgva í hesum fyrst nevnda landi.
3. Uttan so at reglurnar í grein 9, 1. stykki, grein 11, 4. stykki ella grein 12, 6. stykki verða nýttar, skal renta, nýtslugjald og aðrar gjaldingar, sum virki í einum sáttmálabundnum landi rindar persóni, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunna verða drigin frá við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um gjaldingarnar vóru til persón, sum býr í fyrst nevnda landinum. Á sama hátt skal øll skuld, sum eitt virki í einum sáttmálabundnum landi hevur til persóni, sum býr í hinum sáttmálabundna landinum, kunna verða drigin frá við uppgerð av skattskyldugu ognini hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um skuldin varð stovnað mótvegis persóni, ið býr í fyrst nevnda landinum.
4. Virki í einum sáttmálabundnum landi, hvørs ogn ein ella fleiri persónar, sum búgva í hinum sáttmálabundna landinum, heilt ella lutvíst eiga ella ráða yvir beinleiðis ella óbeinleiðis, skulu ikki í fyrst nevnda landinum koma undir nakra skatting ella skattakend krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og krøv, sum onnur samsvarandi virki í fyrst nevnda sáttmálabundna landinum eru ella koma undir.
5. Hóast reglurnar í grein 2, skulu avmarkingarnar í hesi grein verða nýttar um skatt av einum og hvørjum slag og heiti.

Grein 25
Mannagongd, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar
1. Um ein persónur metir, at í einum ella báðum sáttmálabundnu londunum verða samtykt átøk, sum fyri hann bera í sær ella koma at bera í sær skatting í stríð við ásetingarnar í hesum sáttmála, kann hann, uttan at hetta ávirkar rætt hansara at brúka tey rættarráð, sum eru í innanhýsis rættarskipanunum í londunum, leggja málið fyri málsráðandi myndugleikan í einum av sáttmálabundnu londunum. Málið skal leggjast fram innan trý ár frá tí tíðspunkti, viðkomandi persónur gjørdist varugur við ta atgerð, sum førdi til skattingina, sum er í stríð við ásetingarnar í sáttmálanum.
2. Málsráðandi myndugleiki skal, um mótmælið sýnist grundað, og um myndugleikin ikki sjálvur er førur fyri at loysa málið á hóskandi hátt, royna at loysa málið við sínámillum avtalu við málsráðandi myndugleikar í hinum landinum, fyri at sleppa undan tvískatting, ið ikki er í samsvar við henda sáttmála. Gjørdar avtalur skulu fremjast uttan mun til freistirnar, ið eru ásettar í innanhýsis lóggávum í teimum sáttmálabundnu londunum.
3. Um trupulleikar ella ivamál taka seg upp millum sáttmálabundnu londini um tulking ella nýtslu av hesum sáttmála, so skulu teir málsráðandi myndugleikarnir í hesum londum royna at loysa trupulleikar ella ivamál við sínámillum avtalu. Teir kunnu eisini samráðast fyri at sleppa undan tvískatting í tílíkum førum, sum ikki eru fevnd av sáttmálanum.
4. Málsráðandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu londunum kunnu venda sær beinleiðis til hvønn annan, herímillum gjøgnum felags ráð, sum er mannað við teimum sjálvum ella teirra umboðum, fyri at gera eina avtalu, ið samvarar við frammanfyri standandi stykkir.

Kapittul VII
Endaligar ásetingar

Grein 26
Gildiskoma sáttmálans
1. Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. januar 2001.
2. Frá tí í 1. stykki fráboðaðu tíð skal sáttmálin millum tey tvey londini frá 4. februar 1992 fara úr gildi.

Grein 27
Uppsøgn
Sáttmálin skal vera galdandi, inntil hann verður uppsagdur av einum av teimum sáttmálabundnu londunum. Eitt hvørt sáttmálabundi land kann uppsiga sáttmálan við at geva boð um uppsøgn í seinasta lagi 6 mánaðir, áðrenn álmanakkaárið endar.
Til staðfestingar av hesum hava undirritaðu við fullgóðari heimild skrivað undir henda sáttmála.
Skrivað í einum eintaki á føroyskum, grønlendskum og donskum; allar orðingar hava sama gildi.

Protokoll til grein 23
Uttan mun til ásetingarnar í grein 23 skal niðanfyristandandi galda fyri Føroyar:
Um so er, at persónur, sum býr í Føroyum, fær inntøku úr Grønlandi, sum er umrødd í grein 15, 3. stykki, írokna Føroyar hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska skattinum av hesi samanløgdu inntøku draga frá tann lutfallsliga partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá Grønlandi.

Protokoll til grein 27
Sáttmálabundnu londini vátta, at tey ikki hava í hyggju at nýta uppsagnarrættin av hesum sáttmála fyrr enn í fyrsta lagi við gildi frá 1. januar 2003, uttan so at sáttmálin skuldi víst seg at bera við sær týðandi ampar/trupulleikar fyri annað ella bæði sáttmálabundnu londini.
Um so er, kunngerða tey sáttmálabundnu londini, at tað sáttmálabundna landið, sum ynskir at uppsiga sáttmálan, er skyldubundið til fyrst at royna at loysa teir týðandi amparnir og trupulleikarnir við samráðingum við hitt sáttmálabundna landi.