Skriva út

Løgtingslóg nr. 71 frá 25. mai 2009

um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:


Kapittul 1
Skattaavtalur millum Føroyar og Guernsey

§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey um umbýti av uppslýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.

§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 12 í avtaluni.

§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum hava skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.

§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey um atgongd til sínámillum avtalumannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 6 í avtaluni.


Kapittul 2
Skattaavtalur millum Føroyar og Jersey

§ 5. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey um umbýti av uppslýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 5 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 10 í avtaluni.

§ 6. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 6 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.

§ 7. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey um at sleppa undan tvískatting av fyritøkum, sum hava skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 7 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum
samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.

§ 8. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey um atgongd til sínámillum avtalumannagongd í sambandi við javning av inntøkum í sameindum feløgum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 8 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum
samsvarandi ásetingunum í grein 6 í avtaluni.


Kapittul 3

Ígildissetan

§ 9. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg. t. 4. juni 2009)

Skjøl
Skjal 1Avtala millum Føroyar og Guernsey um býti av upplýsingum í  skattamálum
Skjal 2Avtala millum Føroyar og Guernsey fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum
Skjal 3Avtala millum Føroyar og Guernsey fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum hava skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu
Skjal 4Avtala millum Føroyar og Guernsey um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum
Skjal 5Avtala millum Føroyar og Jersey um umbýti av upplýsingum í skattamálum
Skjal 6Avtala millum Føroyar og Jersey fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum
Skjal 7Avtala millum Føroyar og Jersey um at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum sum hava skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu
Skjal 8Avtala millum Føroyar og Jersey um atgongd til sínámillum mannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum