Skriva út

Løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996

(Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Ásetingarnar í

1)   skjali 1: Sáttmáli millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 23. september 1996 við tilknýttum broytingar- og ískoytisprokollum,
2) skjali 2: Protokol um broyting av sáttmála millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 21. september 1996, sum broytt við protokol millum Danmark og Føroyar frá 23. oktober 2014,
3) skjali 3: Ískoytisavtala millum Danmark og Føroyar frá 10. august 2005, og
4) skjali 4: Protokol um broyting av sáttmála millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 4. apríl 2008, fáa við hesum løgtingslógargildi.

§ 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær løgtingslógin kemur í gildi.
Stk. 2. Samstundis, sum løgtingslógin fær gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 122 frá 22. desember 2008 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996.

§ 3.Fyri persón, sum seinast 9. desember 2008 var skattskyldugur eftir § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, og sum um tað mundið fekk eftirløn úr Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki, verður samlaði inntøkuskatturin lækkaður við tí upphædd, sum lutfalsliga fellur á nevndu eftirløn, so leingi viðkomandi verður verandi skattskyldugur eftir nevndu reglu.

Í Tinganesi, 21. desember 2018

Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 76/2018

Skjal 1

Sáttmáli millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 23. september 1996 við tilknýttum broytingar- og ískoytisprokollum

Ríkisstjórn Danmarkar saman við Føroya landsstýri og ríkisstjórnunum í Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki,

sum ynskja at gera sáttmála fyri at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum (hereftir nevndur “sáttmálin”) uttan at skapa fortreytir fyri ikki-skatting ella skerdum skatti umvegis skattaundandrátt ella skattflýggjan, (herundir umvegis sonevnda “treaty shopping” sum sipar til at persónar, sum eru búsitandi í einum ríki sum ikki er partur av hesum sáttmála, óbeinleiðis fáa fyrimun av hesum sáttmála),

sum ásanna, at hvat viðvíkur Føroyum, tey málsøki, sum hesin sáttmáli fevnir um, sjálvt mótvegis útlondum, hoyra undir Føroya landsstýri,

eru samd um:

 

Grein 1
Persónar, sum koma undir sáttmálan

Undir henda sáttmála koma persónar, sum eru heimahoyrandi í einum ella fleiri av teimum sáttmálabundnu ríkjunum.

Grein 2
Skattir eftir hesum sáttmála

1. Hesin sáttmálin skal verða nýttur um inntøku- og ognarskattir, uttan mun til, hvussu teir verða kravdir inn, ið verða álíknaðir vegna einum sáttmálabundnum ríki, tess politisku deildum ella lokalum myndugleikum.
2. Inntøku- ella ognarskattir eftir hesum sáttmála verða hildnir at vera allir skattir, ið verða álíknaðir av allari inntøkuni, allari ognini ella av parti av inntøkuni ella ognini. Heruppií eru skattir av vinningi, tá ið leysafæ ella føst ogn verður seld, eins og skattir av ognarvøkstri.
3. Galdandi skattir, sum hesin sáttmáli verður nýttur um, eru:

a) Í Danmark:
1) inntøkuskattur til ríkið,
2) inntøkuskattur til kommunur,
3) inntøkuskattur til amtskommunur, og
4) skattur eftir kolvetnisskattalógini,
(hiðani frá kallað “danskur skattur”).

b) Í Føroyum:
1) skattur til landskassan,
2) skattur til kommunur,
3) kirkjuskattur,
4) skattur av vinningsbýti,
5) skattur av nýtslugjaldi (royalty)
6) rentuskattur, og
7) skattur eftir kolvetnislógini,
(hiðani frá kallað “føroyskur skattur”).

c) Í Finnlandi:
1) inntøkuskattur til ríkið,
2) inntøkuskattur fyri feløg,
3) skattur til kommunur,
4) kirkjuskattur,
5) kelduskattur á rentuinntøku,
6) kelduskattur á avmarkað skattskyldug, og
7) ognarskattur til ríkið,

(hiðani frá kallað “finskur skattur”).

d) Í Íslandi:
1) inntøkuskattur til ríkið,
2) serligur inntøkuskattur til ríkið,
3) inntøkuskattur til kommunur,
4) ognarskattur til ríkið,
5) serligur ognarskattur til ríkið, og
6) inntøku- og ognarskattur fyri peningastovnar,

(hiðani frá kallað “íslendskur skattur”).

e) Í Noregi:
1) inntøku- og ognarskattur til ríkið,
2) inntøku- og ognarskattur til kommunur,
3) inntøkuskattur til “fylkene”,
4) felagsskattur til “skattefordelingsfonden”,
5) skattur sambært “petroleumsskattalógini”, og
6) avgjald til ríkið av samsýningum til útlendsk listafólk,

(hiðani frá kallað “norskur skattur”).

f) Í Svøríki:
1) inntøkuskattur til ríkið, íroknað sjómansskattur og “kuponskattur”,
2) serligur inntøkuskattur fyri búsett uttanlands,
3) serligur inntøkuskattur fyri listafólk búsett uttanlands,
4) “ekspansionsmedelskatt”,
5) inntøkuskattur til kommunur, og
6) ognarskattur til ríkið,

(hiðani frá kallað “svenskur skattur”).

4. Sáttmálin skal eisini verða nýttur um allar skattir av sama ella nærum sama slag, sum, eftir at hesin sáttmálin er undirskrivaður, verða álíknaðir sum ískoyti ella í staðin fyri galdandi skattir. Viðvíkjandi Føroyum og Danmark skal hesin sáttmáli eisini verða nýttur um vanligan skatt á ogn, sum Føroyar ávíkavist Danmark munnu álíkna eftir undirskrift av hesum sáttmála. Avvarðandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu ríkjunum skulu geva hvørjum øðrum boð um munandi broytingar, sum eru gjørdar í teirra egnu skattalógum.

Grein 3
Vanligar viðmerkingar

1. Um ikki annað sæst av tí sambandi, málburðurin verður havdur í, er merking hansara í hesum sáttmála, sum niðanfyri tilskilað:
a) Málberingin “sáttmálabundið ríkið” merkir Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, tá ið hesin sáttmáli verður nýttur umfatar málberingin eisini Føroyar, sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum; tá ásetingarnar í hesum sáttmála bert viðvíkja støðuni millum Danmark og Føroyar verður málberingin “ein partur av ríkinum” og “hin parturin av ríkinum” nýtt, alt eftir umstøðunum;
Málberingin fevnir eisini um eitt og hvørt øki, sum hjá teim ávikavísu ríkjunum liggur uttanfyri teirra territorialsjógv, har viðkomandi ríki sambært síni lóggávu og samsvarandi fólkarættinum hevur rættindi at granska og brúka náttúruríkidømi á havbotninum og í undirgrundini.
“Danmark” fevnir ikki um Føroyar og Grønland; “Finland”, fevnir eisini um “landsskabet” Åland, eisini hvat viðvíkur finska kommunuskattinum; “Noreg” fevnir ikki um Svalbard (heruppií Bjarnoyggin), Jan Mayen og tey norsku økini (“hjálond”) uttanfyri Europa;
b) málberingin “persónur” merkir likamligur persónur, felag og hvør onnur samtøka av persónum;
c) málberingin “felag” merkir hvør løgfrøðiligur persónur ella hvør samtøka, sum skattliga verður viðgjørd sum løgfrøðiligur persónur;
d) “persónsamtøka” merkir samtøka, sum ikki verður skattað sjálvstøðugt;
e) “virki í einum sáttmálabundnum ríki” og “virki í einum øðrum sáttmálabundnum ríki” merkir ávíkavist virki, sum verður rikið av einum persóni, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og virki, sum persónur rekur, ið er heimahoyrand í einum øðrum sáttmálabundnum ríki;
f) “føst ogn” hevur tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í tí sáttmálabundna ríki, har ognin liggur. Málberingin fevnir tó í øllum førum um tað, sum hoyrir til føstu ognina, innistøðu og amboð sum nýtt verða í vinnu við land- og skógbrúk, bygningar, rættindi, har borgarligu rættarreglurnar um fasta ogn verða nýttar, brúksrætt til fasta ogn og rættindi til skiftandi ella fastar veitingar, ið goldnar verða fyri at nýta ella fyri rættin til at nýta miniralríkidømi, keldur ella onnur náttúruríkidømi.
g) “ríkisborgari” merkir likamligur persónur, ið hevur ríkisborgararætt í einum sáttmálabundnum ríki; likamligur persónur, sum er danskur ríkisborgari og sum er heimahoyrandi í Føroyum sambært heimastýrislógini verður roknaður, tá ið hesin sáttmáli verður nýttur, bert at hava ríkisborgararætt í Føroyum. Málberingin fevnir eisini um feløg ella persónsamtøku, sum eru til, sambært galdandi lóggávu í einum sáttmálabundnum ríki;
h) málberingin “alttjóða ferðsla” merkir, flutningur við skipi ella flogfari, undantikið tá skipið ella flogfarið bert verður nýtt millum støð í einum sáttmálabundnum ríki;
i) “felagsáhugamál” merkir føri, har eitt virki beinleiðis ella óbeinleiðis eigur lut í leiðsluni, eftirlitinum við einum øðrum virki ella eigur ein týðandi part av eginognini í sama virki ella har somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis eiga lut í leiðsluni, eftirlitinum við virkinum ella eiga ein týðandi part av eginognini hjá hesum feløgum.
j) málberingin “málsráðandi myndugleiki” merkir:

1) í Danmark: skattaráðharrin;
2) í Føroyum: landsstýrismaðurin í fíggjarmálum;
3) í Finnlandi: fíggjarmálaráðið;
4) í Íslandi: fíggjarmálaráðharrin;
5) í Noregi: fíggjar- og tollráðstovan;
6) í Svøríki: fíggjarmálaráðharrin

ella tann myndugleiki ella umboð í einhvørjum av hesum ríkjum, sum er heimilaður av eini og hvørjum av áðurnevndum ella øðrum at taka sær av spurningum hesum sáttmála viðvíkjandi.
2. Tá ið sáttmálin verður nýttur í einum sáttmálabundnum ríki skal, uttan so at annað sæst av samanhanginum, ein og hvør málbering, sum ikki er útgreinað í honum, hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í hesum ríki um teir skattir, sum hesin sáttmáli viðvíkur, og tann týdningur sum málberingin hevur í skattalóggávuni í hesum ríki hevur fyrimum fyri týdningin sum mundi veri í lóggávuni hjá sama ríki.

Grein 4
Skattligur heimstaður

1. Í hesum sáttmála merkir “persónur, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki” hvør persónur, sum sambært lóggávu í tí sáttmálabundna ríkinum er skattskyldugur har vegna heimstaðar, bústaðar, bústaðar hjá leiðslu ella tílíkum merki, og fevnir eisini um hetta ríki, tess politisku deildir, lokalu myndugleikar og almennar stovnar. Málberingin
a) fevnir ikki um persón, hvørs skattskylda til umrødda ríki er avmarkað til kelduinntøku ella ognir í hesum ríki, og
b) fevnir bert um persónsamtøku ella deyðsbúgv í tann mun inntøka teirra verður skattað í hesum sáttmálabundna ríki á sama hátt sum inntøka, sum persónur fær, ávikavist um ogn sum persónur eigur, ið er heimahoyrandi har.
2. Tá ið soleiðis er, at likamligur persónur sambært stk. 1 er heimahoyrandi í fleiri sáttmálabundnum ríkjum, verður hansara støða sett eftir hesum reglum:
a) hann verður bert hildin at verða heimahoyrandi í ríkinum, har hann hevur fastan bústað tøkan; um hann hevur fastan bústað tøkan í fleiri sáttmálabundnum ríkjum, verður hann bert hildin at búgva í tí sáttmálabundna ríkinum, sum hann persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at, (hevur sín miðdepil í lívsáhugamálum);
b) ber ikki til at gera av, í hvørjum ríki miðdepilin er í lívsáhugamálum hansara, ella hevur hann ikki í nøkrum sáttmálabundnum ríki fastan bústað tøkan, tá verður hann bert hildin at verða heimahoyrandi í tí parti av ríkinum, har hann vanliga dvølst;
c) um hann vanliga dvølst í fleiri ríkjum ella um hann ikki hevur tílíkt dvøl í nøkrum av teimum, verður hann bert hildin at vera heimahoyrandi í tí ríkinum, har hann er ríkisborgari;
d) er hann ríkisborgari í fleiri ríkjum ella er hann ikki ríkisborgari í nøkrum ríki, skulu teir málsráðandi myndugleikarnir í teimum avvarðandi sáttmálabundnu ríkjunum taka avgerð í málinum við sínámillum avtalu.
3. Um ein ikki-likamligur persónur eftir reglunum í 1. stykki er heimahoyrandi í fleiri av teimum sáttmálabundnu ríkjunum, skal hann verða hildin bert at vera heimahoyrandi í tí ríkinum, har veruliga leiðslan hevur sítt sæti.

Grein 5
Fastur rakstrarstaður

1. Í hesum sáttmála merkir málberingin “fastur rakstrarstaður” fastur handilsstaður, har virkið heilt ella partvíst røkir starv sítt.
2. Málberingin “fastur rakstrarstaður” fevnir serstakliga um:
a) stað, haðani virkið verður stjórnað;
b) deild;
c) skrivstovu;
d) verksmiðju;
e) verkstað; og
f) náms- olju- ella gasskeldu, grótbrot ella hvønn annan stað, har náttúruríkidømi verða vunnin.
3. Byggi, nýgerðar-, innleggingar ella uppsetingararbeiði, ella virksemi, sum fevnir um ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í samband við slíka ætlan, kemur undir heitið fastur rakstrarstaður, men bert um so er, at ætlanin ella virksemið er í gerð í meira enn 12 mánaðir í einum sáttmálabundnum ríki.
4. Tá ið ætlað verður um ta tíð, sum umrødd er í 3. stykki, verður virksemi, sum verður útinnt av einum virki, sum hevur felags áhugamál við eitt annað virki, roknað sum útinnt av tí virki, sum tað hevur felags áhugamál við, um so er at virksemið í høvuðsheitinum er av sama slag sum tað virksemi, sum síðstnevnda virki útinnir, og virksemi hjá báðum virkjum viðvíkja somu ætlan.
5. Hóast frammanfyri standandi reglur í hesi grein skal málberingin “fastur rakstrarstaður” ikki vera hildin at galda:
a) tá ið innrættingar bara eru nýttar til at goyma, sýna fram ella flýggja út vøru hjá virkinum,
b) tá ið vøra, sum virkið eigur, bert verður havd á vørugoymslu, til framsýningar ella til útflýggingar,
c) tá ið vøra hjá virkinum verður havd á vørugoymslu, bert tí at hon skal verða virkað á øðrum virki,
d) tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til at keypa vøru ella sanka saman upplýsingar til virkisins,
e) tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til slíkt annað virksemi fyri virkið, ið bara er fyrireikandi ella styðjandi,
f) tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til fleiri sløg av virksemi, nevnd undir a) -e) um somu tíð, um so er, at virksemið alt á tí fasta handilsstaðnum, sum kemst av hesum, er fyrireikandi ella styðjandi.
6. Reglurnar í 1. stykki og 2. stykki eru ikki at skilja øðrvísi enn so, at hevur eitt virki ein persón í einum sáttmálabundnum ríki at virka fyri seg, og er hesin persónur ikki slíkt óheft umboð, sum nevnt í 7. stykki, men hevur fulltrú, sum hann vanliga nýtir til at gera avtalur har virkisins vegna, tá skal sama virki vera roknað at hava fastan rakstrarstað í hesum sáttmálabundna ríki viðvíkjandi øllum tí virksemi, sum hesin persónur tekur uppá seg fyri virki, uttan so at virksemið hjá honum er avmarkað til slík føri, sum eru nevnd í 5. stk., og sum, um tey vórðu gjøgnum fastan handilsstað, ikki vildu gjørt henda fasta handilsstaðin til fastan rakstrarstað sambært reglunum í nevnda stykki.
7. Eitt virki verður ikki hildið at hava fastan rakstrarstað í einum sáttmálabundnum ríki bara tí, at tað rekur vinnu við millummanni, umboðsmanni ella øðrum óheftum umboði í einum sáttmálabundnum ríki, um so er, at hesir persónar virka innanfyri karmarnar á sínum vanliga vinnuøki.
8. At felag heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, stjórnar ella verður stjórnað av felag, heimahoyrandi í øðrum sáttmálabundnum ríki ella at felag (gjøgnum fastan rakstrarstað ella á annan hátt), rekur vinnuvirki í øðrum sáttmálabundnum ríki, skal ikki í sjálvum sær bera í sær, at annað av hesum báðum feløgum verður hildið at vera fastur rakstrarstaður fyri hitt.

Grein 6
Inntøka av fastari ogn

1. Inntøka, ið persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum ríki, fær av fastari ogn, (heruppií inntøka av land- og ella skógbrúki), ið liggur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.
2. Reglurnar í 1. stykki skulu verða nýttar um inntøku, ið stavar frá beinleiðis nýtslu, leigu ella einari og hvørjari aðrari nýtslu av fastari ogn.
3.Um tað at eiga partabrøv ella onnur lutaprógv í einum felag, hvørs aðalendamál er at eiga fasta ogn, loyvir partabræva- ella lutaprógvaognaranum at brúka fasta ogn, ið felagið eigur, kann inntøka, sum verður havd við beinleiðis nýtslu,við útleigu ella við einhvørjari nýtslu av slíkum brúksrætti, verða skattað í tí sáttmálabundna ríki, har fasta ognin liggur.
4.Reglurnar í 1.og 2. stykki skulu eisini nýtast um inntøku av fastari ogn, sum eitt virki eigur, og um inntøku av fastari ogn, ið nýtt verður í sambandi við at reka fría vinnu.

Grein 7
Inntøka av vinnuvirki

1. Inntøka, ið stavar frá virki í einum sáttmálabundnum ríki, kann bert verða skattað í hesum ríki, uttan so at virkið rekur vinnu í hinum sáttmálabundna ríkinum, frá einum føstum rakstrarstaði har. Um so er at virkið rekur tílíka vinnu, kann tess inntøka verða skattað í hinum ríkinum, men tó bert hvat tí parti viðvíkur, ið kann verða kannaður hesum fasta rakstrarstaði.
2. Uttan so at ásetingarnar í 3. stykki áseta annað, skal, í førum har eitt virki í einum sáttmálabundnum ríki rekur vinnu í einum øðrum sátmálabundnum ríki, frá einum føstum rakstrarstaði har, slík inntøka verða kannað hesum fasta rakstrarstaði, sum virkið ætlandi hevði havt fingið, um rakstrarstaðurin var frítt og óheft vinnuvirki, sum hevði innt sama ella líknandi virksemi undir somu ella líknandi korum og sum við fullum frælsi hevði havt gjørt handilsavtalu við virkið, sum hann er fastur rakstrarstaður hjá.
3. Tá ið inntøka frá føstum rakstrarstaði verður gjørd upp, skal tað verða loyvt at draga frá útreiðslur, sum standast av tí fasta rakstrarstaðnum, heruppií kostnaður av leiðslu og fyrisiting annaðhvørt, tær eru rindaðar í tí sáttmálabundna ríkinum, har fasti rakstrarstaðurin er, ella aðrastaðni.
4. Um so er, at tað hevur verið siður í einum sáttmálabundnum ríki at áseta ta inntøku, sum verður kannað einum føstum rakstrarstaði á tann hátt, at øll inntøka virkisins verður býtt millum tær ymisku deildir tess, skal einki í 2. stykki forða hesum sáttmálabundna ríki at áseta skattskyldugu inntøkuna grundað á teirra vanliga sundurbýti, og skal býtingarhátturin tó verða slíkur, at úrslitið samsvarar teimum grundreglum, ið eru ásettar í hesi grein.
5. Ongin inntøka skal verða kannað nøkrum føstum rakstrarstaði, bara tí at fasti rakstrarstaðurin hevur keypt vørur fyri virkið.
6. Tá ið frammanfyri standandi stykkir verða nýtt, skal tann inntøka, ið verður kannað føstum rakstrarstaði, verða ásett á sama hátt á hvørjum ári, uttan so at góð og vælgrundað orsøk er til at nýta aðra mannagongd.
7. Í teimum førum, tá inntøka fevnir um inntøkur, ið umrøddar eru serstakt í øðrum greinum í hesum sáttmála, skulu reglurnar í teimum greinunum ikki verða nervaðar av reglunum í hesari grein.

Grein 8
Skipa- og loftferðsla

1. Inntøka, sum eitt persónur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av skipa- ella loftferðslurakstri í altjóða samferðslu, kann bert verða skattað í hesum sáttmálabundna ríki.
2. Inntøka, sum ein persónur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av at nýta, viðlíkahalda ella leiga út bingjur (heruppií viðfestar vognar og onnur tól til bingjuflutnings), sum nýttar verða til góðs- ella vøruflutnings, kann bert verða skattað í hesum sáttmálabundna ríkinum, uttan so at bingjurnar bert verða nýttar millum støð í hinum sáttmálabundna ríkinum.
3. Reglurnar í 1. og 2. stykki skulu eisini verða nýttar um inntøku, ið stavar frá sokallaðum pool-arbeiði, í handilsfelagsskapi ella í einum altjóða rakstrarfelagsskapi.

Grein 9
Virki, sum sínamillum eru bundin hvørt at øðrum

1. Tá ið soleiðis er, at
a) virki í einum sáttmálabundnum ríki beinleiðis ella óbeinleiðis eigur lut í leiðsluni í, eftirliti við, ella í eginognini hjá virki í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, ella
b) somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis eiga lut í leiðsluni í ella, eftirliti við, ella eiga part í eginognini bæði í einum virki í einum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum og í einum virki í einum øðrum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum, skal fylgjandi gevast gætur:
Er avtala millum tey avvarðandi virkini gjørd ella treytir ásettar um teirra handilsliga ella fíggjarliga samband, sum víkja frá teimum treytum, sum høvdu verið avtalaðar millum óheft virki, kann øll inntøkan, sum, um hesar treytir ikki høvdu verið, hevði lutast øðrum av hesum virkjum, men sum grundað á hesar treytir ikki lutast tí, verða roknað uppí inntøkuna hjá hesum virki og verða skattað samsvarandi.

2. Í føri har eitt sáttmálabundið ríkið til inntøkuna hjá einum virki í hesum ríki tekur við - og samsvarandi skattarinntøku, sum eitt virki i einum øðrum sáttmálabundnum ríki er blivið skattað av í síðstnevnda ríki, og tann soleiðis íroknaða inntøka, er inntøka, sum hevði verið kannað virki í fyrstnevnda ríki, um tey vilkor, ið eru avtalað millum virkini, høvdu verið tey somu, sum høvdu verið avtalað millum óheft virkir, tá skal síðstnevnda ríki gera eina javning, samsvarandi tí skattinum, ið er roknaður av inntøkuni, um so er at síðstnevnda ríki heldur at javningin er røtt, bæði hvat viðvíkur meginreglum og spurningi um upphædd. Tá ið javnað verður, skulu hinar reglurnar í hesum sáttmála havast í huga og avvarðandi sáttmálabundnu ríkini skulu um neyðugt ráðføra seg sínamillum.

Grein 10
Vinningsbýti

1. Vinningsbýti, sum felag, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rindar til ein persón, sum er heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í seinna nevnda ríkinum.

2. Um rætti eigarin av vinningsbýtinum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki og hevur ein fastan rakstrarstað ella ein fastan stað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn har, hann er heimahoyrandi, og tann partabrævaognin, sum vinningsbýtið verður goldið av, hevur beinleiðis samband við vinnuvirki, ið verður rikið frá føstum rakstrarstaði, ávikavist frá fríari vinnu, sum verður rikin frá tí fasta staðnum, skal, uttan mun til ásetingarnar í 1. og 3. stykki, vinningsbýti, ið eitt virki, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rindar slíkum rættum eigara, verða skattað sambært ásetingunum í ávikavist grein 7 ella grein 14 í tí sáttmálabundna ríkinum, har tað fasta rakstrarstaðið, ávikavist fasta staðið, liggur.

3. Vinningsbýti frá einum virki heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, til ein persón heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann eisini verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har tað felagið, ið rindar vinningsbýtið, er heimahoyrandi, og eftir lóggávu, sum har er galdandi, men skatturin, ið verður álíknaður, má ikki fara upp um 15% av bruttoupphæddini av vinningsbýtinum, um rætti eigari er ein persónur, heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum. Slíkt vinningsbýti skal tó verða frítikið fyri skatting í fyrstnevnda ríkinum í førum, har rætti eigarin er eitt felag (undantikin eru tó samløgufeløg og deyðsbúgv), sum beinleiðis eigur í minsta lagi 10% av ogn felagsins, ið vinningsbýtið rindar. Í føri, har eitt felag, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundum ríki, eigur lut í einum útgjaldandi felagi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki gjøgnum ein ella fleiri persónfelagsskapir, skal hetta felag – við nýtslu av hesum stykki – verða mett beinleiðis at eiga ein lut í tí útgjaldandi felagnum. Felagsins lutur í tí útgjaldandi felagnum vegna henda ognarrætt verður mettur at mótsvara tí luti, sum felagið eigur í tí útgjaldandi felagnum gjøgnum persónfelagsskapin ella persónfelagsskapirnar.

4. Hóast ásetingarnar í 3. stykki kann íslendskur skattur av vinningsbýti verða hækkaður til í mesta lagi 15% í tann mun tílíkt vinningsbýti, tá íslendski skatturin verður ásettur, er frádrigið í uppgerðini av inntøkuni hjá tí felag, ið ringar vinningsbýti.

5. Ásetingarnar í 3. og 4. stykki forða ikki, at felagið verður skattað av tí inntøku, sum vinningsbýti er goldið av.

6. Málberingin “vinningsbýti” merkir í hesi grein inntøka av partabrøvum, lutaprógvum ella øðrum rættindum, sum ikki eru skuldarbrøv, og sum geva rætt til lut í vinningi eins og aðrari inntøku frá feløgum, hvørs inntøka er undir somu skattligu viðgerð sum inntøka av partabrøvum sambært lóggávu í tí ríkinum, har sum felagið, ið letur vinningsbýtið, er heimahoyrandi. Sum vinningsbýti verður eisini roknað inntøka frá eini skipan, sum hevur við sær rætt til lut í vinningi í tann mun, hon sambært lóggávuni í tí sáttmálabundna ríkinum, haðani hon stavar, er at meta sum slík inntøka.

7. Hóast ásetingarnar í 3. og 4. stykki, kunnu málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu ríkjunum avtala, at vinningsbýti, sum verður latið einum ávísum í sáttmálanum nevndum stovni, hvørs endamál er alment góðgerandi ella vælgerandi, ið sambært lóggávu í tí sáttmálabundna ríkinum, har stovnurin er heimahoyrandi, er frítikin fyri skatting av vinningsbýti, skal verða frítikin fyri galdandi skatting í hinum sáttmálabundna ríkinum av vinningsbýti frá feløgum í hesum øðrum ríkinum.

8. Tá ið soleiðis er, at felag, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær inntøku frá einum øðrum sáttmálabundnum ríki, má hetta seinna nevnda ríki ikki álíkna skatt av vinningsbýti, sum verður rindað av nevnda felag, uttan so at vinningsbýtið verður goldið einum persóni, ið er heimahoyrandi í hinum øðrum sáttmálabundna ríkinum, ella tann partabrævaognin, sum vinningsbýtið verður goldið av, hevur beinleiðis samband við fastan rakstrarstað ella fastan stað, ið liggur í sama ríki, ella áleggja ikki-útlutaðan vinning felagsins skatt av ikki-útlutaðum vinningi, sjálvt um útgoldnað vinningsbýtið ella ikki-útlutaði vinningurin heilt ella partvís er inntøka úr hesum sama ríki.

Grein 11
Renta

1. Renta, sum stavar frá einum sáttmálabundnum ríki og verður goldin einum persóni, ið er heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann bert verða skattað í seinna nevnda ríkinum.

2. Um rætti ognari av rentunum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki og hevur ein fastan rakstrarstað ella ein fastan stað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn tí, hann er heimahoyrandi í, og kravið, sum tann útgoldna rentan er grundað á, hevur heinleiðis samband við virki, sum verður rikið frá føstum rakstrarstaði, ávikavist fríari vinnu, sum verður útinnt frá føstum staði, skal, hóast reglurnar í 1. stk., renta, ið stavar frá einum sáatmálabundnum ríki og verður goldin einum tílíkum rættum ognara, verða skattað sambært ásetingunum í ávikavist grein 7 ella grein 14 í tí sáttmálabundna ríkinum, har fasti rakstrarstaðurin ávikavist fasti staðurin liggur.

3. Málberingin “renta” merkir í hesi grein inntøka av skuldarbrøvum av einum og hvørjum slag, sum ikki er vinningsbýti sambært grein 10. stykki 6, uttan mun til, um tey eru tryggjað við veðhaldi í fastari ogn ella ikki. Málberingin fevnir serstakliga um inntøku av ríkisbrævalánum og inntøku av brævalánum ella skuldarbrøvum, heruppií kursvinningur og annar vinningur, sum stavar frá tílíkum ríkisbrævalánum, brævalánum ella skuldarbrøvum. Dragurenta, tá ið ikki er goldið rættstundis, verður ikki roknað sum renta eftir hesi grein.

4. Um serligt samband millum tann, sum rindar rentuna og rætta ognara av rentunum ella millum hesar báðar og triðja persón, ber í sær, at rentan - í mun til tað skuldarkrav, sum hon er goldin av - fer upp um ta upphædd, sum hevði verið avtalað millum skuldaran og rætta ognaran av rentunum, um nevnda samband ikki hevði verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinnu nevndu upphæddina. Um so er, skal avlopsupphæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í hvørjum av teimum avvarðandi sáttmálabundnu ríkjunum, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verða havdar í huga.

Grein 12
Nýtslugjald (Royalty)

  1. Nýtslugjøld, ið stava frá einum sáttmálabundnum ríki og verða goldin persóni, ið er heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kunnu bert verða skattað í seinna nevnda ríkinum, um hesin persónur er rætti ognari av nýtslugjaldinum.
  2. Tá ið soleiðis er, at rætti ognari av nýtslugjaldinum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og hevur ein fastan rakstrarstað ella stað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn tí, hann er heimahoyrandi í, og tey rættindi ella ogn, sum er grundarlagið undir nýtslugjaldinum, hevur beinleiðis samband við vinnuvirki, sum verður rikið frá føstum rakstrarstaði ávikavist fríari vinnu, sum verður útinnt frá føstum staði, skal, hóast reglurnar í 1. stykki, nýtslugjald, ið stavar frá einum sáttmálabundnum ríki og verður goldið einum tílíkum røttum ognara, verða skattað samsvarandi reglunum í ávikavist grein 7 ella grein 14 í tí sáttmálabundna ríki, har tann fasti rakstrarstaðurin, ávikavist fasti staðurin liggur.
  3. Málberingin “nýtslugjald” merkir í hesi grein gjalding av øllum slag, sum fæst sum samsýning fyri at nýta ella hava rættin til at nýta einhvønn upphavsrætt til bókmentaligt, listarligt ella vísindaligt verk, (heruppií spælifilmar, filmar og bond til útvarps- og sjónvarpssendingar), øll einkarættindi, vørumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyniligan formála (formel) ella loyniligan framleiðsluhátt ella fyri upplýsingar um ídnaðar-, handils- ella vísindaligar royndir.
  4. Um serligt samband er millum tann, ið rindar, og rætta ognara, ið móttekur, ella millum hesar báðar og triðja persón, og hetta hevur ført við sær, at tey útgoldnu nýtslugjøldini, tá havt verður í huga ta nýtslu, tann rætt ella ta upplýsing, sum tey eru útgoldin fyri, fara upp um ta upphædd, sum hevði verið avtalað millum tann, ið rindar, og rætta ognara, um nevnda samband hevði ikki verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinnu upphæddina. Um so er, skal avlopshæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í teimum sáttmálabundnu ríkjunum sum er, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verða havdar í huga.

Grein 13

Kapitalvinningur

  1. Vinningur, sum persónur heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær av at selja fasta ogn, sum liggur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattaður í hesum seinna nevnda ríkinum.
  2. Vinningur, sum persónur heimahoyrandi í einu sáttmálabundnum ríki, fær av at selja partabrøv ella aðrar partar í feløgum, sum í høvuðsheitum hava til endamáls at eiga fasta ogn, og hvørs ogn (áðrenn frádrátt av skuld) beinleiðis ella óbeinleiðis, hvat viðvíkur meira enn 75% av ognini, liggur í fastari ogn, sum liggur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í seinna nevnda ríki.
  3. Vinningur av at selja leysafæ, ið er partur av vinnufænum í einum føstum rakstrarstaði, sum virki í einum sáttmálabundnum ríki hevur í øðrum sáttmálabundnum ríki, ella við sølu av leysafæ, sum hoyrir til ein fastan stað, sum likamligur persónur, búsettur í einum sáttmálabundnum ríki, ræður yvir í samband við fría vinnu í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattaður í seinna nevnda ríkinum. Sama er galdandi fyri vinning av at selja slíkan fastan rakstrarstað (fyri seg ella saman við øllum virkinum), ella slíkan fastan stað.
  4. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av at selja skip ella flogfør, sum nýtt verða í altjóða ferðslu, ella av leysafæ, sum knýtt er at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførum, kann bert verða skattaður í hesum ríkinum.
  5. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av at selja bingjur (heruppií viðføstum vognum og onnur tól til bingjuflutnings), sum verða nýtt til góðs- ella vøruflutnings, kann bert verða skattaður í hesum ríkinum, uttan so at bingjurnar bert verða nýttar millum støð í hinum sáttmálabundna ríkinum.
  6. Vinningur við sølu av øllum øðrum ognum enn teimum í 1.-5. stykki nevndu, kann bert verða skattaður í tí sáttmálabundna ríkinum, har seljarin er heimahoyrandi.
  7. Vinningur, sum við avhendan av partabrøvum ella øðrum lutum ella rættindum í einum felagi ella einum persónfelagsskapi, verður vunnin av einum likamligum persóni, sum hevur verið heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki og er vorðin heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann – hóast ásetingarnar í stykki 6 – verða skattaður í tí fyrstnevnda sáttmálabundna ríkinum, um avhendingin av partabrøvunum, lutunum ella rættindunum fer fram nakrantíð innan fyri tey tíggju árini, sum eru beint eftir tí ári, tá persónurin helt uppat at verða heimahoyrandi í fyrstnevnda ríkinum. Tað fyrstnevnda ríki kann tó bert skatta ta virðisøking, sum er komin, áðrenn tann likamligi persónurin gjørdist heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum. Sum rættindi í einum felagi ella einum persónfelagsskapi verður roknað, tá ið hetta stykki verður nýtt, rættindi ella aðrar ognir, sum eftir lóggávuni í fyrstnevnda ríkinum við skattaáseting verða viðgjørdar á sama hátt sum vinningur við avhendan av lutum í einum felagi ella einum persónfelagsskapi.

Grein 14
Frí vinna

  1. Inntøka av fríari vinnu ella øðrum sjálvstøðugum yrki, sum likamligur persónur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki fær, kann bert verða skattað í hesum ríkinum. Tílík inntøka kann tó verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, um so er at
    a) hann í hesum seinna nevnda ríkinum hevur ein fastan stað, ið støðugt er honum til taks til tess at røkja virki sítt, men bert í tann mun, hon kann kannast hesum fasta staði; ella
    b) hann dvølur í seinna nevnda ríkinum í eitt ella fleiri tíðarskeið, ið tilsamans fevna um meira enn 183 dagar innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið, sum byrjar ella endar viðkomandi skattaár, men bert hvat viðvíkur partinum av inntøkuni, sum kann kannast tí virksemi, ið er útinnt í hesum tíðarskeiði ella tíðarskeiðum í seinni nevnda ríkinum.
  2. Málberingin “frí vinna” merkir serliga sjálvstøðugt vísinda-, bókmenta-, útbúgvinga- ella undirvísindaligt virksemi og sjálvstøðugt virksemi sum lækni, advokatur, verkfrøðingur, arkitektur, tannlækni og grannskoðari.

Grein 15
Persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum

  1. Um reglurnar í greinunum 16, 18, 19, 20 og 21 ikki áseta annað, kann løn og onnur lík samsýning fyri persónligt innt starv í tænastu, ið persónur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki hevur fingið, bert verða skattað í hesum ríki, uttan so at arbeiðið er gjørt í einum øðrum sáttmálabundnum ríki. Er starvið innt í hesum seinna nevnda ríkinum, kann samsýningin, sum fæst fyri tað, verða skattað har.
  2. Hóast reglurnar í 1. stykki kann samsýning, sum ein persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær fyri starv, innt í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, bert verða skattað í fyrr nevnda ríki, um so er:
    a) at móttakarin dvølur í seinna nevnda ríkinum í einum ella fleiri tíðarskeiðum, sum tilsamans ikki fara upp um 183 í einum 12 mdr. tíðarskeiði, sum byrjar ella endar viðkomandi skattaár og
    b) samsýningin verður goldin av ella fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki er heimahoyrandi í seinna nevnda ríkinum, og
    c) samsýningin verður ikki løgd á ein fastan rakstrarstað ella fastan stað, sum arbeiðsgevarin hevur í seinna nevnda ríkinum, og
    d) at tað ikki er talan um arbeiðsútleigan.
  3. Uttan mun til reglurnar frammanfyri í hesi grein kann samsýning fyri starv innt umborð á donskum, føroyskum, finskum, íslendskum, norskum ella svenskum skipi í altjóða sigling verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har skipið hevur tjóðarprógv; tá ið hesar reglur verða nýttar, verða fremmand skip, sum ein persónur í einum sáttmálabundnum ríki hevur leigað uppá sonevnda “bare-boat” treytir, javnmett við donsk, føroysk, íslendsk, norsk ella svensk skip.
  4. Uttan mun til reglurnar í hesi grein verður samsýning fyri arbeiði umborð á
    a) flogførum bert skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har tann er heimahoyrandi, ið inntøkurnar fær;
    b) fiski-, kópa- ella hvalaveiðubáti bert skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har tann er heimahoyrandi, ið inntøkurnar fær, eisini tá ið samsýning fyri starvið verður goldin sum ein ávísur partur ella partur í avlopinum av fiski-, kópa- ella hvalaveiðuvirksemi.

Grein 16
Nevndarsamsýningar

Nevndarsamsýningar og tílík samsýning, sum persónur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær sum limur í nevndini ella aðrari tílíkari skipan í einum felag, sum er heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.

Grein 17
Listafólk og ítróttafólk

  1. Uttan mun til reglurnar í grein 14 og 15 kann inntøka, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær sum samsýning fyri at vera útinnandi listafólk, eitt nú sum sjónleikari, films-, útvarps- ella sjónvarpslistafólk, tónleikari, fimleika- ella ítróttafólk í einum sáttmálabundnum ríki, verða skattað í seinna nevnda ríkinum.
  2. Tá ið soleiðis er, at inntøka av virksemi hjá útinnandi lista-, ella ítróttafólki, ikki legst sjálvum lista- ella ítróttafólkunum til, men øðrum persóni, kann henda inntøka, uttan mun til reglurnar í greinunum 7, 14 og 15, verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har lista- ella ítróttarfólkið innir virksemi sítt.
  3. Reglurnar í 1. og 2. stykki skulu ikki galda um inntøku av virksemi sum listafólk ella ítróttafólk, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, gera í einum øðrum sáttmálabundnum ríki í førum, har vitjanin í seinna nevnda ríkinum mest er goldin við almennum peningi frá fyrstnevnda ríki. Í hesum føri kann inntøkan bert verða skattað í fyrstnevnda ríki.

Grein 18
Eftirlønir v.m.

  1. Eftirlønir og lívrenta, sum eitt sáttmálabundið ríki rindar, og veitingar frá einum sáttmálabundnum ríki sambært tess almennu lóggávu til persón, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kunnu verða skattað í fyrstnevnda ríkinum.
  2. Uttan mun til hinar reglurnar í hesum sáttmála skal uppihaldspeningur, ið persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rindar hjúnafelaga ella fyrrverandi hjúnafelaga ella børnum, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, verða frítikin fyri skatting í hesum seinna nevnda ríkinum í førum, har peningurin vildi haft verið frítikin fyri skatting í fyrstnevnda ríki, um móttakarin hevði verið heimahoyrandi har.
  3. Málberingin “lívrenta” merkir ein ásett upphædd, ið verður tíðarvist útgoldin likamligum persóni til ávísar tíðir antin fyri lívið hjá viðkomandi, í einum ávísum tíðarskeiði, ella í einum tíðarskeiði, sum kann skilast til, og sum verður goldin vegna eina skyldu til at veita hesi gjøld sum mótveiting til hartil svarandi fulla samsýning í peningi ella penings virði.

(Nota til grein18: Løgtingslóg nr. 122 frá 22. desember 2008, § 2: “Fyri persón, sum seinast [framløgudagin] var skattskyldugur eftir § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og sum um tað mundið fekk eftirløn úr Finnlandi, Íslandi, Noreg ella Svøríki, verður samlaði inntøkuskatturin lækkaður við tí upphædd, sum lutfalsliga fellur á nevndi eftirløn, so leingi viðkomandi verður verandi skattskyldugur eftir nevndi reglu.”)

Grein 19
Almenn størv

  1. Løn og lík samsýning, eftirløn undantikin, sum eitt sáttmálabundið ríki, tess politisku undirdeildir, staðbundnir myndugleikar ella almennir stovnar rinda einum likamligum persóni fyri innt starv fyri hetta ríki, tess politisku undirdeildir, staðbundnir myndugleikar ella almennar stovnar, kann bert verða skattað í hesum ríkinum.
  2. Um løn og lík samsýning, nevnd í stykki 1, verður latin einum móttakara fyri starv, sum hesin innir í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn tí, sum rindar upphæddina, kann samsýningin hóast tað bert verða skattað í tí ríkinum, har starvi er innt, um so er at móttakarin er heimahoyrandi í hesum ríki, og
    a) er ríkisborgari í hesum ríki; ella
    b) ikki gjørdist heimahoyrandi í hesum ríki bara við tí í hyggju at inna starvið.
  3. Ásetingarnar í greinunum 15, 16 og 17 verða brúktar um løn og líka samsýning, sum verður goldin fyri innt starv í samband við virki, sum verður gjørt av einum sáttmálabundnum ríki, tess politisku undirdeildum, staðbundnum myndugleikum ella almennum stovni.

Grein 20
Lesandi og praktikantar

Ein persónur, sum dvølur í einum sáttmálabundnum ríki bert við atliti til
a) lesnað við frálærustovn í hesum sáttmálabundna ríkinum, hvørs lesnaður er av tílíkum slag, at almennur stuðul fæst í hesum ríkinum ella
b) praktikk innan handil, fiskivinnu, ídnað, landbúnað ella skógarbrúk í hesum ríkinum,
og sum er ella beint áðrenn dvølið var heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, verður ikki skattaður í fyrstnevnda ríki av upphædd, sum hesin fær frá keldum uttanfyri hetta ríki til uppihalds, lesnað ella praktikk.

Grein 21
Virksemi í samband við forkanningar, rannsókn ella brúk av kolvetnisfyrikoming

  1. Uttan mun til ásetingarnar í hesum sáttmála, ásetingarnar í grein 8 undantiknar, verða ásetingarnar í hesi grein nýttar í førum, har ein persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rekur vinnu í samband við forkanning, rannsókn ella brúk av kolvetnisfyrikoming, sum liggur í einum sáttmálabundnum ríki.

a) Ein persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og sum úti fyri strondini í einum øðrum sáttmálabundnum ríki rekur vinnu, sum nevnd í stykki 1, verður roknaður at reka vinnu frá einum føstum rakstrarstaði ella føstum staði í hesum seinna nevnda ríkinum.
b) Um tílíkur persónur rekur virki sítt innan eitt rannsóknar- ella innvinningarøki, ið røkkur frá staði úti fyri strondini í hesum seinna nevnda ríkinum og inn á tess landøki, og virksemi ikki bert verður rikið innan landøkið, tá eru ásetingarnar í litra a) eisini galdandi.
c) Virksemi, sum er arbeiði við at gera ella innrætta rørleiðslu til at føra óreinsað kolvetni, ella eitt byggiarbeiði í beinleiðis samband við tílík virksemi, verður roknað rikið frá einum føstum rakstrarstaði í hesum seinna nevnda ríkinum eisini hvat viðvíkur tílíkum virksemi, innt á landi, tá ið virksemið er partur av ætlan, ið gongur frá einum staði uttan fyri strondina í hesum ríkinum og inn á landøki í sama ríki.

  1. Ásetingarnar í 2. stykki vera ikki nýttar, um virksemið er í gerð í einum ella fleiri tíðarskeiðum, sum tilsamans ikki fara upp um 30 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði.
  2. Tá ið ætlað verður um ta tíð, sum umrødd er í 3. stykki, verður virksemi, sum verður útinnt av einum virki, sum hevur felags áhugamál við eitt annað virki, roknað sum gjørt av tí virkinum, sum tað hevur felags áhugamál við, um so er, at virkið mest sum er av sama slag sum tað virksemi, sum síðstnevnda virki útinnir og virksemi hjá báðum virkjunum viðvíkja somu ætlan.
  3. Inntøka, sum eitt virki í einum sáttmálabundnum ríki hevur av at flyta fólk ella tól við skipi ella flogfari til ella innan øki, nevnd í 2. stykki, litra a) og b) í hinum sáttmálabundna ríkinum, har handilsvirksemi verður útinnt í sambandi við forkanning, rannsókn ella brúk av kolvetnisfyrikoming, ella av at reka sleiparar, útgerðarbátar ella onnur hjálpiskip í sambandi við tílíkt virksemi, kann bert verða skattað í fyrst nevnda ríkinum.
  4. Ásetingarnar í grein 13, 4. stykki og í grein 23, 3. stykki verða nýttar um vinning av sølu av skipum, bátum ella flogførum, umrødd í 5. stykki og um ogn, sum eru tílík skip, bátar ella flogfør.
  5. Hóast hinar ásetingarnar í hesum sáttmála eru hesar reglur galdandi um skatting av løn og øðrum tílíkum samsýningum, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær fyri starv, útinnt í einum øðrum sáttmálabundnum ríki fyri ein arbeiðsgevara, sum rekur slíkt virksemi, sum er umrøtt í 1. og 2. stykki:
    a) Uttan so at reglurnar í litra b) - d) hava annað við sær, kann tílík samsýning verða skattað í tí seinna nevnda ríkinum, men bert um starvið er her í einum tíðarskeiði ella í tíðarskeiðum, sum samanlagt fer upp um 30 dagar innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.
    b) Tílík samsýning kann bert verða skattað í fyrstnevnda sáttmálabundna ríkinum, um so er at
    1. starvið hevur samband við nýtslu av kolvetnisfyrikomingum, sum eru á miðlinjuni millum tey sáttmálabundnu ríkini, ella millum eitt sáttmálabundið ríki og eitt annað ríki,
    2. gjørdur er sáttmáli millum hesi ríkir um felags nýtslu av fyrikomingunum og
    3. nýtslan er samstundis báðumegin miðlinjuna.
    Ásetingarnar í hesum stykki b) verða bert nýttar sambært avtalu millum málsráðandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu ríkjunum.
    c) Um arbeiði verður gjørt umborð á einum skipi ella báti, ið nevnt er í stk. 5, kann ein tílík løn ella samsýning verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har tann persónur, ið nýtir skipið ella bátin, er heimahoyrandi.
    d) Um so er at starv verður útinnt umborð á flogfari, sum umrøtt í 5. stykki, so kann tílík samsýning bert verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har virkið er heimahoyrandi.
  6. Persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og sum rekur virksemi uttan fyri strondina í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, er frítikin fyri skatting í hesum seinna nevnda ríkinum av vinningi, sum hesin persónur verður roknaður at hava fingið vegna flytan av boriútbúnaði ella hotelpalli, ið kunnu flytast, til øki uttan fyri hetta seinna nevnda ríki. Vinningur merkir í hesum stykki tann upphædd, sum handilsvirðið, tá flutt verður, fer upp um restvirðið nú, gjørdar avskrivingar íroknaðar.
  7. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur við sølu av
    a) rættindum til forkanningar, rannsóknir ella nýtslu av kolvetnisfyrikomingum í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, heruppií rættindum til part av ella fyrimuni av slíkum fyrikomingum, ella
    b) partabrøvum ella øðrum pørtum í virkjum, hvørs virði alt ella fyri mesta partin, beinleiðis ella óbeinleiðis kann kannast tílíkum rættindum, kann verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.

Grein 22
Aðrar inntøkur

  1. Inntøka hjá persóni, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og sum ikki er viðgjørd í frammanfyri standandi greinum í hesum sáttmála, kann, uttan mun til, hvaðani inntøkan kemur, bert verður skattað í hesum ríkinum.
  2. Reglurnar í 1. stykki skulu ikki verða nýttar, um móttakarin av inntøkuni er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki og hevur fastan rakstrarstað ellan fastan stað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, og tey rættindi ella ogn, sum inntøkan er grundað á, hevur beinleiðis samband við tað virksemi, sum verður rikið gjøgnum fasta rakstrarstaðin, ávikavist frá vinnu, útinnt frá fasta staðnum. Í tílíkum førum skulu ásetingarnar í grein 7, ávikavist grein 14, verða nýttar. Tá ið soleiðis er, at til ein fastan rakstrarstað ella fastan stað hoyrir føst ogn, tá verður inntøka av tílíkari ogn tó skattað sambært ásetingunum í grein 6, stykki 1, 2 og 4.

Grein 23
Ogn

  1. Ogn, ið er føst ogn, ið persónur eigur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og sum liggur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.
  2. Ogn, ið er partabrøv ella aðrir partar í einum felag, hvørs endamál í høvuðsheitum er at eiga fasta ogn og hvørs ogn (áðrenn frádrátt av skuld) beinleiðis ella óbeinleiðis hvat viðvíkur meira enn 75% av ognunum er í fastari ogn, sum liggur í einum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í hinum sáttmálabundna ríkinum.
  3. Ogn, ið er skip ella flogfør, ið verða nýtt í altjóða ferðslu, og leysafæ, ið er tengt at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførum, og sum persónur eigur, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, kann bert verða skattað í hesum sáttmálabundna ríkinum.
  4. Ogn, ið eru bingjur (heruppií viðfestir vognar og onnur tól til bingjuflutnings), ið verða nýttar til vøru- ella góðsflutnings, og sum persónur eigur, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, kann bert verða skattað í hesum sáttmálabundna ríkinum, uttan so at bingjurnar bert verða nýttar millum støð í einum øðrum sáttmálabundnum ríki.
  5. Øll onnur ogn, ið persónur eigur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, kann, uttan mun til hvar hon er, bert verða skattað í hesum ríkinum.
  6. Hóast reglurnar í stykki 5 kann leysafæ, ið er partur av virkisogn í einum føstum rakstrarstaði, sum eitt virki í einum sáttmálabundnum ríki hevur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, ella leysafæ, ið hoyrir til ein fastan stað, ið likamligur persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki við atliti til at útinna fría vinnu, verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.
  7. Ásetingarnar í stykki 1-6 verða bert nýttar í einum sáttmálabundnum ríki í mun til eitt annað sáttmálabundið ríki, ið krevur vanligan ognarskatt.

Grein 24
Deyðsbúgv

Inntøka ella ogn, sum verður skattað í einum deyðsbúgvi, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, kann ikki verða skattað hjá persónum, ið hava rætt til part í búgvi og sum eru heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki.

Grein 25
Tvískatting avtikin

  1. Danmark:
    a) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Danmark, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála, kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skal Danmark, uttan so at ásetingarnar litra b) ella c) niðanfyri áseta annað, loyva frádrátt í danska inntøkuskattinum hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann inntøkuskatt, ið er goldin í hinum ríkinum.
    Frádrátturin skal tó ongantíð fara uppum tann partin av danska inntøkuskattinum, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið kann verða goldin av tí inntøku, ið verður skattað í seinna nevnda ríkinum.
    b) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Danmark, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála bert kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kann Danmark írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skal í danska skattinum av inntøkuni draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá hinum ríkinum.
    c) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Danmark, fær inntøku, sum umrødd í grein 15, stykki 1 ella grein 21, stykki 7, litra a, kann Danmark írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skal í danska skattinum av inntøkuni draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá hinum ríkinum.
  2. Føroyar:
    a) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Føroyum, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skulu Føroyar, uttan so at ásetingarnar í litra b) ella c) niðanfyri áseta annað, loyva frádrátt í føroyska inntøkuskattinum hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann inntøkuskatt, ið er goldin í hinum ríkinum.
    Frádrátturin skal tó ongantíð fara uppum tann partin av føroyska inntøkuskattinum, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí inntøku, ið kann verða skattað í hinum ríkinum.
    b) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Føroyum, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála bert kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska skattinum av hesi inntøku draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá hinum ríkinum.
    c) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Føroyum fær inntøku frá einum øðrum sáttmálabundnum ríki fyri persónligar tænastur, sum umrøddar í grein 15, stykki 1 ella grein 21, stykki 7, litra a, og sum kunnu sambært hesar greinum verða skattaðar í hinum ríkinum, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska skattinum av hesi inntøku draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá hinum ríkinum.
  3. Finnland:
    a) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Finnlandi, fær inntøku ella hevur ogn, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skal Finnland, uttan so at ásetingarnar í litra b), c) ella d) niðanfyri áseta annað, havandi í huga ásetingarnar í finsku lóggávuni, eisini tí orðing tær munnu fáa við at tær broytast, uttan at tær vanligu meginreglur sum her verða settar, verða ávirkaðar,
    1) loyva frádrátt í finska inntøkuskattinum hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann inntøkuskatt í hinum sáttmálabundna ríkinum, ið verður goldin samsvarandi lóggávu tess og samsvarandi hesum sáttmála, roknaður av somu inntøku sum tann finski skatturin verður roknaður av.
    2) loyva frádrátt í finska ognarskattinum hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann ognarskatt, sum verður goldin samsvarandi lóggávu tess og samsvarandi hesum sáttmála, roknaður av somu ogn sum finski skatturin verður roknaður av.
    b) Vinningsbýti, stavandi frá einum virki, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn Finnland, til eitt virki, ið er heimahoyrandi í Finnlandi, er undantikið skatting í Finnlandi, um móttakarin beinleiðis eigur í minsta lagi 10% av atkvøðurættindunum í virkinum, ið rindar vinningsbýti.
    c) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Finnlandi frá einum øðrum sáttmálabundnum ríki fær inntøkur fyri persónligt arbeiði, sum umrøtt í grein 15, stykki 1 ella grein 21, stykki 7 litra a, og sum sambært hesum greinum kunnu skattast í hinum ríkinum, skal slík inntøka ikki skattast í Finnlandi.
    d) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Finnlandi, fær inntøku ella eigur ogn, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála bert kunnu skattast í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, ella fær inntøku, sum sambært litra c) omanfyri ikki skal skattast í Finnlandi, kann Finnland írokna hesa inntøku ella ogn í skattagrundarlagið, men skal í finska skattinum av hesi inntøku ella ogn draga frá tann partin av inntøku- ávikavist ognarskattinum, ið verður goldin av tí inntøku ávikavist ogn, sum stavar frá hinum sáttmálabundna ríkinum.
  4. Ísland:
    a) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Islandi fær inntøku, ella hevur ogn, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála bert kann ella kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skal Island, uttan so at ásetingarnar í litra b) niðanfyri áseta annað, lækka tann íslendska inntøku- ella ognarskattin við at draga frá tann partin av inntøku- og ognarskattinum, sum verður roknaður av tí inntøku ella ogn, ið stavar frá hinum ríkinum.
    b) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Islandi, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í grein 10, grein 13, stykki 7, grein 15, stykki 5, grein 16 ella grein 21, stykki 1-6, stykki 7, litra c), stykki 8 og 9, kann skattast í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skal Ísland loyva frádrátt í íslendska inntøkuskattinum hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann inntøkuskatt, ið er goldin í hinum sáttmálabundnum ríkinum. Frádrátturin skal tó ikki fara uppum tann partin av íslendska skattinum, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí inntøku, ið kann verða skattað í hinum ríkinum.
  5. Noreg:
    Um so er at ásetingarnar í norsku lóggávuni um frádrátt í norskum skatti fyri skatt, goldin í økjum uttanfyri Noreg, ikki áseta annað (tó uttan at tær vanligu meginreglur sum har verða settar, verða ávirkaðar), er fylgjandi galdandi:
    a) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Noreg, fær inntøku ella hevur ogn, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála, kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skal Noreg, uttan so at ásetingarnar í litra b) ella c) niðanfyri áseta annað,
    1. frá tí skatti, sum verður roknaður av inntøkuni hjá einum persóni, draga frá eina upphædd, ið svarar til tann inntøkuskatt, sum verður goldin í hinum sáttmálabundna ríkinum,
    2. frá tí skatti, sum verður roknaður av ognini hjá einum persóni, draga frá eina upphædd, ið svarar til tann ognarskatt, sum verður goldin í hinum sáttmálabundna ríkinum.
    Frádrátturin skal tó ikki fara upp um norska skattin av inntøkuni ella ognini, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av inntøkum ávikavist ognum, sum verður skattað í hinum sáttmálabundna ríkinum.
    b) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Noreg, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála bert kann verða skattað í einum øðrumsáttmálabundnum ríki, kann Noreg írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skal í norska skattinum av hesi inntøku draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum stavar frá hinum ríkinum.
    c) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Noregi, fær inntøkur, sum sambært ásetingunum í grein 15, stykki 1 ella grein 21, stykki 7, litra a), kann Noreg írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skal lækka norska skattin av inntøkuni við at draga frá tann partin av inntøkuskattinum, sum verður roknaður av tí inntøkuni, ið stavar frá hinum ríkinum.
  6. Svøríki:
    a) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Svøríki, fær inntøkur ella eigur ogn, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála kann verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, skal Svøríki, uttan so at ásetingarnar í litra b) ella c) niðanfyri, áseta annað,
    1) - tá havdar vera í huga ásetingarnar í svensku lóggávu (eisini við tí orðing, sum tær kunnu fáa í framtíðini við at broytast, uttan tó at vanligu meginreglurnar í hesum sáttmála verða broyttar) - loyva frádrátt í inntøkuskattinum við eini upphædd, ið svarar til tann inntøkustatt, ið er goldin í hinum ríkinum.
    2) loyva frádrátt í svenska ognarskattinum hjá hesum persóni við eini upphædd, sum svarar til tann ognarskatt, ið er goldin í hinum ríkinum. Frádrátturin skal tó ikki fara uppum tann partin av svenska ognarskattinum, roknaður áðrenn slíkan frádrátt, ið verður goldin av tí ogn, ið kann verða skattað í hinum ríkinum.
    b) Um so er at persónur, heimahoyrandi í Svøríki, frá einum øðrum sáttmálabundnum ríki fær inntøku fyri persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum, sum umrødd í grein 15, stykki 1, grein 21, stykki 7, litra a), og sum sambært hesum ásetingum kann verða skattað í hinum sáttmálabundna ríkinum, skulu - uttan mun til ásetingarnar í litra a) omanfyri - tílíkar inntøkur verða frítiknar fyri svenskan skatt.
    c) Um persónur, heimahoyrandi í Svøríki, fær inntøku, sum sambært ásetingunum í hesum sáttmála bert kunnu skattast í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, ella fær inntøkur, sum sambært litra b) skal verða frítikin fyri svenska skatting, kann Svøríki, tá ið ásettur verður skattastigi fyri svenskan stígandi skatt av aðrari inntøku ella ogn, rokna uppí ta inntøku ella ogn, sum bert kann verða skattað í hinum sáttmálabundna ríkinum, ella slíka inntøku, ið er frítikin svenskum skatti.
  1. Felags reglur.
    1. Málberingin “goldin í hinum seinna nevnda ríkinum” í hesi grein skal harumframt verða roknað at fevna um tílíkan skatt av inntøku, sum er goldin í ávikavist Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki og sum skal flytast til seinna nevnda ríkið fyri har at góðskrivast viðkomandi persóni sum skattur á somu inntøku.
    2. Um so er at persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki (bústaðarríki) fær inntøkur fyri persónligt arbeiði frá einum øðrum sáttmálabundnum ríki (arbeiðsríki), sum sambært grein 15, stykki 1, ella grein 21, stykki 7, litra a), kann verða skattað í arbeiðsríkinum, skal bústaðarríki, uttan mun til ásetingarnar í stykki 1, litra c), 2, litra c), litra 3 c), 4, litra a), 5, litra c) ella 6, litra b) í hesi grein, avtaka tvískattingina við at draga frá tann skatt, ið er goldin í hinum ríkinum við at nýta ásetingarnar í stykki 1, litra a), 2, litra a), 3, litra a), 4, litra b), 5, litra a) ella 6, litra a), um so er at viðkomandi persónur hevur fingið inntøkurnar frá einum virki ella føstum rakstrarstaði í arbeiðsríkinum og hann beint áðrenn setanina í arbeiðsríkinum hevur ella hevði
    a) starv uttanfyri arbeiðsríki í virki, ið hevur felags áhugamál við virki í arbeiðsríkinum ella
    b) starv uttanfyri arbeiðsríki í virki, ið er undir tí fasta rakstrarstaðnum.
    3. Uttan mun til ásetingarnar í petti 2 skulu ásetingarnar í stykki 1, litra c), 2, litra c, 3, litra c), 4, litra a), 5,litra c) ella 6, litra b) tó verða nýttar, um viðkomandi persónur kann ávísa at

a) hann í viðkomandi inntøkuári hevur dvølt og starvast í arbeiðsríkinum í einum samanhangandi tíðarskeiði, sum fer upp um 3 mánaðir, ella
b) starvið í arbeiðsríkinum er útinnt fyri virki í hesum ríkinum ella fyri fastan rakstrarstað har og at útreiðslurnar av røttum eru lagdar á nevnda virki ella fastan rakstrarstað.

Grein 26
Almennar reglur um skatting

  1. Inntøka, ið persónur fær, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, ella ogn, sum tílíkur persónur eigur, kann ikki verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, uttan so at skatting beinleiðis er loyvd sambært hesum sáttmála.
  2. Tá ið soleiðis er at rætturin til at skatta eina inntøku ella ogn sambært hesum sáttmála tilkemur einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn tí ríkinum, har viðkomandi persónur, ið fær inntøkuna ella eigur ognina, er heimahoyrandi og hetta seinna nevnda ríki vegna lóggávu sína ikki íroknar alla inntøkuna ella ognina, tá ið skattað verður, ella bert íroknar inntøkurnar ella ognina í sambandi við stígandi skattaáløgu ella aðra skattarokning, tá kann inntøkan ella ognin í tann mun ikki øðrvísi framgongur av stykki 3, bert verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har viðkomandi er heimahoyrandi.
  3. Tá ið soleiðis er at rætturin til at skatta, sambært grein 14, stykki 1, grein 15, stykki 2 og stykki 4, litra b) og c) eina inntøku, ið persónur fær, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, sambært sáttmálanum einans er lagdur til hetta eina ríki, tá kann inntøkan verða skattað í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, um inntøkan ikki kann skattast í fyrstnevnda ríki vegna tess lóggávu.
  4. Uttan mun til aðrar ásetingar í hesum sáttmála skal ein fyrimunur sambært sáttmálanum ikki kunna njótast í spurningum um eina inntøku ella ogn, um tað við atliti til allar viðkomandi umstøður er rímiliga sannlíkt, at eitt av høvuðsendamálunum við fyriskipanini ella tiltakinum sum beinleiðis ella óbeinleiðis førdi til fyrimunin var at fáa fyrimunin. Hetta er tó ikki galdandi, um tað verður staðfest, at njótanin av fyrimuninum í hesum førinum er í samsvari við sáttmálans endamál og ætlan.

Grein 27
Bann fyri mannamuni

  1. Ríkisborgarar í einum sáttmálabundnum ríki skulu ikki í einum øðrum sáttmálabundnum ríki koma undir nakra skatting ella nøkur skattkend krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og tey skattakendu krøv, sum ríkisborgarar í seinna nevnda ríkinum við somu umstøðum serstakliga hvat viðvíkur bústaði eru ella koma undir. Hóast reglurnar í grein 1 skal henda regla eisini verða nýtt um persónar, sum ikki eru heimahoyrandi í einum ella fleiri av teimum sáttmálabundnu ríkjunum.
  2. Skatting av føstum rakstrarstaði ella føstum staði, sum virki ella persónur heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki hevur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, má ikki verða ólagaligari í hesum seinna nevnda ríkinum enn skatting av virkjum ella persónum heimhoyrandi í seinna nevnda ríkinum, sum reka sama slag av vinnuvirki.
    Henda regla skal ikki verða tulkað sum bindandi einum sáttmálabundnum ríki at geva persónum, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, teir persónligu skattligu fyrimunir, lættar og niðurskurðir, sum fyrst nevnda ríki, vegna hjúnarstøðu ella uppihaldsstøðu fyri húski gevur persónum, sum eru heimahoyrandi í hesum fyrst nevnda ríki. Reglurnar hava heldur ikki við sær rætt til í einum sáttmálabundnum ríki at fáa frádrátt í sambandi við skatting ella frítøku fyri skatting av vinningsbýti ella aðrari gjalding til eitt virki, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki.
    Reglurnar í fyrsta stykki forða heldur ikki einum sáttmálabundnum ríki at skatta inntøkur, ið fastur rakstrarstaður fær sambært egnari lóggávu, um so er at fasti rakstrarstaðurin hoyrir undir eitt partafelag ella harvið javnmettum felagi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki. Skattingin skal tó vera lík tí skatting, ið gjørd verður av partafeløgum og harvið javnmettum feløgum, ið eru heimahoyrandi í fyrstnevnda sáttmálabundna ríkinum, hvat viðvíkur inntøku teirra roknað uttan frádrátt fyri útlutaðan vinning.
  3. Uttan so at reglurnar í grein 9, stykki 1, grein 11, stykki 4 ella í grein 12, stykki 4 verða nýttar, skal renta, nýtslugjald og aðrar gjaldingar, sum virki í einum sáttmálabundnum ríki rindar persóni, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kunna verða drigin frá við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um gjaldingarnar vóru til persón, heimahoyrandi í fyrr nevnda sáttmálabundna ríki. Á sama hátt skal øll skuld, sum virki í einum sáttmálabundnum ríki skyldar persóni, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, kunna verða drigin frá við uppgerð av skattskyldugu ognini hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um tað var persónur, heimahoyrandi í fyrr nevnda ríki, ið átti á.
  4. Virki í einum sáttmálabundnum ríki, hvørs ogn ein ella fleiri persónar heimahoyrandi í einum ella fleiri av hinum sáttmálabundnu ríkjunum heilt ella lutvíst eiga ella hava eftirlit við beinleiðis ella óbeinleiðis, skulu ikki í fyrst nevnda ríki koma undir nakra skatting ella skattakend krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og krøv, sum onnur samsvarandi virki í fyrstnevnda sáttmálabundna ríki eru ella koma undir.
  5. Hóast reglurnar í grein 2, skulu reglurnar í hesi grein verða nýttar um skatt av einum og hvørjum slag og heiti.

Grein 28
Mannagongdin, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar

  1. Um ein persónur metir at í einum ella fleiri av ríkjunum, sum eru partar av sáttmálanum, verða samtykt átøk, sum fyri hann bera í sær ella koma at bera í sær skatting í stríð við ásetingarnar í hesum sáttmála, kann hann, uttan at hetta ávirkar rætt hansara at brúka tey rættarráð, sum eru í innanhýsis rættarskipanunum í hesum ríkjunum, leggja málið fyri málsráðandi myndugleikan í einum av ríkjunum, sum eru partar av sáttmálanum. Málið skal leggjast fram innan fimm ár frá tí tíðspunkti, viðkomandi persónur gjørdist varugur við ta atgerð, sum førdi til skattingina, sum er í stríð við ásetingarnar í sáttmálanum.
  2. Málsráðandi myndugleikin skal, um mótmælið sýnist grundað, og um myndugleikin er ikki sjálvur førur fyri at loysa málið á hóskandi hátt, royna at loysa málið við sínámillum avtalu við málsráðandi myndugleika í einum slíkum sáttmálabundnum ríki, sum verður ávirkað av málinum, fyri at sleppa undan tvískatting, ið ikki er í samsvar við henda sáttmála. Um tað ríkið, fyri hvørs málsráðandi myndugleika viðkomandi persónur hevur lagt málið, ikki sjálvt verður ávirkað av málinum, skal hesin málsráðandi myndugleiki lata málið til tann málsráðandi myndugleikan í einum av teimum ríkjunum, sum verður ávirkað av málinum. Gjørdar avtalur skulu fremjast uttan mun til frestin, ið er ásett í innanhýsis lóggávum í teimum sáttmálabundnu ríkjunum.
  3. Um trupulleikar ella ivamál taka seg upp millum sáttmálabundin ríkir um tulking ella nýtslu av hesum sáttmála, so skulu teir málsráðandi myndugleikarnir í hesum ríkjum samráðast fyri at royna at loysa málið við sínámillum serstakari avtalu. Málsráðandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu ríkjunum kunnu eisini samráðast fyri at sleppa undan tvískatting í tílíkum førum, sum ikki eru fevnd av sáttmálanum ella fyri, við sínámillum avtalu, at loysa mál, sum - uttan at vera avrádd í sáttmálanum - vegna misjavna í meginreglunum hjá teimum einstøku ríkjunum, tá ið skattur verður roknaður, ella av øðrum orsøkum, kunnu stinga seg upp viðvíkjandi teim skattum, sum eru umrøddir í grein 2.
  4. Aðrenn avgerð verður tikin í málum, umrødd í 3. stykki, skal úrslitið av teimum nevndu samráðingum skjótast verða boðað teimum málsráðandi myndugleikunum í hinum málsráðandi ríkjunum. Um málsráðandi myndugleiki í einum sáttmálabundnum ríki heldur, at samráðingar skulu verða millum málsráðandi myndugleika í øllum sáttmálabundnum ríkjunum, skal eftir umbøn frá málsráðandi myndugleikanum í fyrstanevnda sáttmálabundna ríkinum slíkar samráðingar verða skjótast gjørligt.

Grein 29
Limir í stjórnar- og konslaumboðum

Ásetingarnar í hesum sáttmála ávirka ikki teir skattligu fyrimunir, sum limir á stjórnar- ella konslaumboðum munnu hava vegna vanligar reglur í fólkarættinum ella vegna serstakar avtalur.

 

Grein 30
Víðkan av økjum

  1. Hesin sáttmáli kann antin í síni heild ella við teimum neyðugu broytingum víðkast til at fevna um tey økir, sum sambært ásetingunum í grein 3, stykki 1, litra a) eru undantikin nýtsluumráði sáttmálans, treytað av at har verður álagdur skattur av á leið sama slag sum teir skattir, sum sáttmálin verður nýttur um. Ein og hvør tílík víðkan skal galda frá tí tíð og verða undir teimum broytingum og treytum, eisini hvat viðvíkur treytum fyri uppsøgn, sum munnu verða avtalaðar millum tey sáttmálabundnu ríkini í boðskrivunum, ið verða latin stjórnarliga.
  2. Um so er at sáttmálin sambært grein 32 fer úr gildi, skal, um onnur avtala ikki verður gjørd millum tey sáttmálabundnu ríkini, sáttmálin fara úr gildi eisini hvat viðvíkur teimum økjum, sum hesin sáttmáli er víðkaður til at galda sambært hesi grein.

 

Grein 31
1-4 (Ikki tikið við, tí ásetingin hevur ikki týdning fyri Føroyar)

  1. Ásetingarnar í stykki 2 og 3 í punkt VII ávikavist í stykki 2 og 3 í punkt VIII í protokolluni til sáttmálan tann 12. september 1989 skal tó framvegis verða nýttur um persónar, sum tann 1. januar 1997 lúka og fyri tíðina hareftir framvegis munnu lúka treytirnar í nevndu ásetingum. Tíðarskeiðið til og við 30. juni 1997 skal havast í huga, tá ið roknað verður seksmánaða tíðarskeiðið í stykki 4 í punkt VII ávikavist í stykki 4 í punkt VIII í protokolluni til nevnda sáttmála. Í hesum sambandi skulu ikki íroknast stutt slit t.d. frítíð, foreldrafarloyvi o.s.fr. Nærri reglur um hetta skulu avtalast við sínámillum sáttmála millum tey sáttmálabundnu ríkini.

 

Grein 32
Uppsøgn

Eitt sáttmálabundið ríki kann í seinasta lagi tann 30. juni í einum álmanakkaári, sum byrjar aftaná at 5. árið er farið eftir tann dag, sáttmálin kom í gildi, uppsiga sáttmálan við at boða hetta skrivliga til tað finska uttanríkisráðið, sum boðar hinum sáttmálabundnau ríkjunum frá tílíkari fráboðan og frá innihaldi tess. Um uppsagnarfreistin er hildin, heldur sáttmálin uppat at verða galdandi í viðurskiftunum millum tað ríkið, sum hevur sent uppsøgnina og hini sáttmálabundnu ríkini:
a) hvat viðvíkur kelduskatti, um inntøkur sum fáast tann 1. januar í tí álmanakkaári, sum kemur beint aftaná tað ár, finska uttanríkismálaráðið fekk boðini um uppsøgn ella seinni;
b) hvat viðvíkur øðrum inntøkuskatti, um skattir sum verða ásettir fyri eitt skattaár, sum byrjar tann 1. januar í tí álmanakkaári, sum kemur beint aftaná tað árið, finska uttanríkismálaráðið fekk boð um uppsøgnina ella seinni;
c) hvat viðvíkur ognarskatti, um ogn, ið skattur verður álíknaður á, grundað á skattaálíkning, ið er gjørd annað álmanakkaárið, sum kemur beint aftaná tað árið, finska uttanríkismálaráðið fekk boð um uppsøgnina ella seinni.
(Ikki tikið við, tí ásetingin hevur ikki týdning fyri Føroyar)
Skrivað í Helsingfors, tann 21. september 1996 í einum eintaki á donskum, føroyskum, finskum, íslendskum, norskum og svenskum, tó eru á svenskum gjørdar tvær orðingar, ein fyri Finnland og ein fyri Svøríki, allar orðingarnar hava sama gildi. sáttmálabundnu ríkjunum váttað avrit av sáttmálanum.

 

Skjal 2

Protokol um broyting av sáttmála millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 21. september 1996, sum broytt við protokol millum Danmark og Føroyar frá 23. oktober 2014

I-IV (Ikki tikið við)

V Til grein 15.

  1. Í grein 15, stykki 2, litra d), verður ein arbeiðstakari, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, roknaður fyri útleigaður, tá hann av einhvørjum (útleigara) verður bjóðaður út at arbeiða í virkinum hjá einhvørjum øðrum (arbeiðsgevara/byggiharra) í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, treytað av, at arbeiðsgevarin er heimahoyrandi ella hevur fastan rakstrarstað í hesum seinna nevnda ríkinum og at útleigarin ikki hevur ábyrgdina av og heldur ikki stendur til svars fyri úrslitinum av arbeiðinum.
  2. Tá gerast skal av um ein arbeiðstakari er at rokna sum útleigaður, skal hetta vera gjørt út frá eini heildarmetan. Tá ið mett verður, skal serstakur dentur verða lagdur á, um
    a) arbeiðsgevari hevur ovastu leiðsluna av arbeiðinum,
    b) arbeiðið verður gjørt á einum arbeiðspláss, sum arbeiðsgevarin ræður yvir og ber ábyrgdina av,
    c) gjaldið til útleigaran verður roknað eftir tíðini, sum arbeiðið tekur, ella út frá øðrum sambandi millum samsýningina og ta løn, sum arbeiðstakarin fær,
    d) arbeiðsgevarin letur størsta partin av amboðunum og tilfarinum, og
    e) útleigarin ásetur ikki einsamallur talið á arbeiðstakarum og útbúgning teirra.
  3. (Ikki tikið við)

VI (Ikki tikið við)

VII Til grein 18.

Uttan mun til ásetingarnar í grein 18 skal millum Danmark og Føroya hetta verða galdandi:

  1. Almannaveitingar og aðrar samsvarandi trygdarveitingar kunnu bert verða skattaðar í tí partinum av ríkinum, har móttakarin er heimahoyrandi.
  2. Eftirlønir og aðrar líknandi veitingar, sum ikki eru fevndar av stk. 1, og sum stava frá einum parti av ríkinum, og sum verða goldnar einum persóni, sum er heimahoyrandi í hinum partinum av ríkinum uttan mun til, um hetta hevur samband við áður útint starv ella ikki, kunnu bert verða skattaðar í seinna nevnda parti av ríkinum, sbr. tó stykki 3 og 4.
  3. Eftirlønir og aðrar líknandi veitingar, sum eru nevndar í stykki 2, kunnu tó eisini verða skattaðar í fyrstnevnda parti av ríkinum, um
    a) gjaldið, sum varð inngoldið av móttakaranum til eftirlønarskipanina, varð drigið frá í skattskyldugu inntøkuni hjá móttakaranum í fyrstnevnda parti av ríkinum sambært lóggávuni í hesum parti av ríkinum, ella
    b) gjaldið, sum varð inngoldið av einum arbeiðsgevara, ikki var skattskyldug inntøka hjá móttakaranum í fyrstnevnda parti av ríkinum sambært lóggávuni í hesum parti av ríkinum.
  4. Eftirlønir og aðrar líknandi veitingar, sum eru nevndar í stykki 2, kunnu bert verða skattaðar í tí fyrstnevnda partinum av ríkinum í tann mun
    a) gjaldið, sum varð inngoldið av móttakaranum til eftirlønarskipanina, varð skattað í fyrstnevnda parti av ríkinum sambært lóggávuni í hesum parti av ríkinum, ella
    b) gjaldið, sum varð inngoldið av einum arbeiðsgevara, var skattskyldug inntøka hjá móttakaranum í tí fyrstnevnda partinum av ríkinum sambært lóggávuni í hesum partinum av ríkinum. Um so er, skulu slíkar eftirlønir og aðrar líknandi veitingar eisini verða heilt ella lutvíst frítiknar fyri avgjald, sum hin parturin av ríkinum uppkrevur í sambandi við útgjald av eftirlønum og øðrum líknandi veitingum.
  5. Eftirlønir skulu metast at stava frá einum parti av ríkinum, um tær verða útgoldnar av einum eftirlønarkassa ella einum øðrum líknandi stovni, sum bjóðar fram eftirlønarskipanir, sum likamligir persónar kunnu fara uppí fyri at tryggja sær eftirlønargjald, tá ein slíkur eftirlønarkassi ella annar líknandi stovnur er stovnaður, skattliga góðkendur og undir eftirliti í samsvari við lóggávuna í hesum parti av ríkinum.

VII. a) Til grein 18.

  1. Uttan mun til ásetingina í grein 18, stykki 1 kann Finnland nýta hesar ásetingar:
    Eftirlønir og lívrenta, sum annað sáttmálabundið ríki enn Finnland rindar, og veitingar frá øðrum sáttmálabundnum ríki enn Finnlandi sambært almennu lóggávuna í hesum ríki til persón, heimahoyrandi í Finnlandi, kunnu bert verða skattaðar í fyrstnevnda ríkinum. Hetta er galdandi, um persónurin var heimahoyrandi í Finnlandi tann 4. apríl 2008 og tá fekk slíka veiting. Ásetingarnar verða bert nýttar so leingi, persónurin uttan steðg alsamt er heimahoyrandi í Finnlandi.
  2. Uttan mun til ásetingina í grein 18, stykki 1 kann Svøríki nýta hesar ásetingar:
    Eftirlønir og lívrenta, sum annað sáttmálabundið ríki enn Svøríki rindar, og veitingar frá øðrum sáttmálabundnum ríki enn Svøríki sambært almennu lóggávuna í hesum ríki til persón, heimahoyrandi í Svøríki, kunnu bert verða skattaðar í fyrstnevnda ríkinum. Hetta er galdandi, um persónurin var heimahoyrandi í Svøríki tann 4. apríl 2008 og tá fekk slíka veiting. Ásetingarnar verða bert nýttar so leingi, persónurin uttan steðg alsamt er heimahoyrandi í Svøríki.

 

VIII Til grein 19.

  1. Hóast reglurnar í grein 19 skal millum Danmark og Føroyar vera galdandi:
    a) Løn og lík samsýning (eftirløn undantikin), sum annar partur ríkisins, tess politisku undirdeildir ella myndugleikar á staðnum rinda einum likamligum persóni fyri innt starv fyri henda partin av ríkinum, tess undirdeildum ella myndugleikum, kann bert verða skattað í tí partinum av ríkinum, har sum arbeiðið er gjørt.
    b) Uttan mun til reglurnar í litra a) kann løn og lík samsýning, sum persónur, ið er heimahoyrandi í einum parti av ríkinum, fær fyri persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum, innt í hinum partinum av ríkinum, bert verða skattað í fyrra nevnda parti av ríkinum, um so er at:
    1) móttakarin dvølur í hinum partinum av ríkinum í einum ella fleiri tíðarskeiðum sum í samanhangi ikki fara upp um 120 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði og
    2) “vanliga tænastustaðið” rindar lønina ella samsýningina.
    c) Reglurnar í greinunum 15 og 16 og punkt VII í protokollini skulu verða nýttar um løn og líka samsýning, sum fæst fyri starv innt í samband við vinnuvirki, sum partur av ríkinum, tess politisku undirdeildir ella myndugleikar á staðnum reka.
  1. Hóast reglurnar í stykki 1, skal millum Danmark og Føroyar verða galdandi:
    a) Veitingar, sum tað almenna ásetir, bert til rindan av almennum ella embætisligum starvi, og sum ikki er nøkur starvssamsýning og sum danska ríkið, tess politisku undirdeildir ella myndugleiki á staðnum rinda persónum sum starvast í Føroyum, kunnu bert verða skattaðar í Danmark.
    b) Veitingar, sum tað almenna ásetir, bert til rindan av almennum ella embætisligum starvi, og sum ikki er nøkur starvssamsýning og sum Føroya Landsstýri, tess politisku undirdeildir ella myndugleiki á staðnum rinda persónum, sum starvast í Danmark, kunnu bert verða skattaðar í Føroyum.
    Reglurnar í 2. stykki, litra a) og b) eru galdandi fyri tey fyrstu 5 árini, sum persónur fær nevndu veitingar.

 

IX Til grein 20.

  1. Ein persónur, sum dvølur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn Føroyum og ein persónur, sum dvølur í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn Islandi, bert við atliti til
    a) lesnað við lærustovn, ella hvørs lestnaður er av slíkum slagi at í hesum sáttmálabundnað ríki fæst lesnaðstuðul frá tí almenna,
    b) praktikk innan handil, fiskivinnu, ídnað, landbúnað ella skógarbrúk í hesum sáttmálabundna ríkinum,
    og sum er ella beint áðrenn dvølið var heimahoyrandi í Føroyum ella í Islandi, verður bert skattaður av tí partinum av arbeiðsinntøkuni í fyrstnevnda sáttmálabundna ríkinum, sum fer upp um 20.000,00 svenskar krónur í hvørjum álmanakkaári ella mótvirðið í donskum, finskum, íslendskum ella norskum gjaldoyra. Aðurnevnda upphædd fevnir undir útbúgvingardvøli í Finnlandi, Noregi ella Svøríki, um galdandi persónsfrádrátt fyri avvarðandi álmanakkaár.
  2. Skattafrælsi sambært stykki 1 verður bert loyvt fyri eitt tíðarskeið, sum eftir øllum líkindum ella eftir siðvenju fer til lesnað ella praktikktænastu, tó í mesta lagi fyri seks fylgjandi álmanakkaár.
  3. Hóast ásetingarnar í stykki 1 og 2 er fylgjandi galdandi millum Danmark og Føroyar:
    Lesandi, lærlingar og slík, sum eru ella sum - beint áðrenn dvølið í einum parti av ríkinum - høvdu bústað í hinum partinum av ríkinum og sum bráfengis dvølja í fyrstnevnda parti av ríkinum bara við lesi- og útbúgvingarendamáli, verða ikki skattað í hesum parti av ríkinum av upphæddum, sum tey fáa úr hinum partinum av ríkinum ella uttanríkis til uppihalds- lesnað ella útbúgving.
    Tey verða heldur ikki skattað av upphæddum, ið verða goldnar sum samsýning fyri tænastuveitingar, treytað av at hesar tænastuveitingarnar eru neyðugar fyri teirra uppihald.
    Lesandi, lærlingar og tílík, sum beint áðrenn dvølið í Danmark vóru búsett í Føroyum, verða ikki skattað í Føroyum av samsýning fyri tænastuveitingar, sum verða útintar í Danmark.
    Sum lesandi verður ikki roknaður persónur sum eftir lokna útbúgving byrjar eina serútbúgving ella útbúgving innan annað øki.
    Eitt dvøl verður roknað bráfengis, um tað ikki varar meir enn ásett lestrartíð við tveimum árum aftrat.
    Eitt dvøl verður ikki roknað at vera “bara við lesi- og útbúgvingarendamáli” um dvølið, áðrenn lesturin byrjaði, fór upp um 6 mánaðir.
    Til nevnda 6-mánaða tíðarskeiðið verður ikki roknað tann tíð, tó í mesta lagi 1 ár, sum verður nýtt í samband við fyrireikandi skeið, sum útbúgvingarstovnur treytar fyri at kunna byrja lesnaðin.
    I førum har hjún søkja upptøku á einum útbúgvingarstovni og bert tað eina verður upptikið, so verður 6 mánaðar reglan tikin úr gildi, hvat viðvíkur hinum hjúnafelaganum, tó í mesta lagi í 2 ár íalt.
  4. Uttan mun til ásetingarnar í stykki 1 verða lesandi, lærlingar og slík, ið eru, ella sum beint áðrenn dvølið í Danmark, vóru heimahoyrandi í Islandi, og sum dvølja bráfeingis í Danmark bara við lesi- ella útbúgvingarendamáli, ikki skattað av upphæddum ið verða goldnar sum samsýning fyri tænastuveitingar, treytað av at hesar tænastuveitingar eru neyðugar fyri teirra uppihald.
  5. Persónar, heimahoyrandi í einum øðrum sáttmálabundnum ríki enn Danmark, og sum undir bráfengis dvøli í Danmark hava arbeiði í Danmark í mesta lagi 100 dagar í sama álmanakkaári, verða bert skattaðir í Danmark av tí partinum av inntøkuni, sum fer uppum eina upphædd sum sambært galdandi reglum er neyðug til teirra uppihald, treytað av, at arbeiðið er skipað innan karmarnar hjá norðurlendskum ætlanum um umbýti av praktikk- og frítíðararbeiði, og at arbeiðið er skipað gjøgnum Nordjobb.
    Upphæddin, sum verður roknað neyðug til uppihalds hjá viðkomandi, verður ásett fyri eitt ár og verður minkað í mun til longdina av dvølinum í Danmark og alt álmanakkaárið.
  6. Málsráðandi myndugleikar í teimum sáttmálabundnu ríkjunum kunnu gera avtalu um at nýta ásetingarnar í stykki 1-5. Málsráðandi myndugleikar kunnu eisini gera sínámillum avtalu um slíka broyting í teimum her nevndu upphæddum, ið eru hóskandi við atliti til broyting í peningavirði, lóggávu í einhvørjum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum ella av øðrum tílíkum grundum.

 

X Til grein 25.

  1. (Ikki tikið við)
  2. Ásetingin í grein í 25, stykki 2.c) kann eftir umbøn frá Føroyum verða strikað.

Umbøn um tílíka broyting verður at boða frá stjórnarliga við boðsending til eitt og hvørt av hinum sáttmálabundnu ríkjunum. Broytingin kemur í gildi tríatianda dagin eftir tann dag, tá ið øll sáttmálabundnu ríkini hava fingið tílík boð, og ásetingarnar í broytingini verða nýttar við atliti at skatti fyri skattaár, sum byrja 1. januar í tí skattaári, sum byrjar næst eftir tað ár, tá broytingin kemur í gildi ella seinni.

3.-6. (Ikki tikið við)

XI-XII (Ikki tikið við)

Skjal 3

Ískoytisavtala millum Danmark og Føroyar frá 10. august 2005

 Í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar skal vera galdandi sum ískoyti vísandi til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir:

Grein 1
Hóast reglurnar í grein 15 og grein 21 skal í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark vera galdandi:
Samsýning fyri starv umborð á føroyskum skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, ella donskum skipum, skrásett í Donsku Altjóða Skipaskránni, kann bert verða skattað í tí partinum av ríkinum, har skipið hevur tjóðarprógv. Henda áseting verður einans nýtt, um arbeiði verður útint umborð á skipi, ið verður nýtt til endamál, sum lúka treytirnar fyri skattalækking eftir bæði føroyskum reglum fyri arbeiði umborð á skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, eins og eftir donskum reglum fyri arbeiði umborð á skipum, skrásett í Donsku Altjóða Skipaskránni. Tá ið hesar reglur verða nýttar, verða fremmand skip, sum ein persónur heimahoyrandi í Føroyum ella í Danmark leigar eftir sonevndum bareboat-treytum, javnmett við føroysk skip, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, ella donsk skip, skrásett í Donsku Altjóða Skipaskránni. Grein 26, stk. 2 er ikki galdandi fyri samsýning, ið er fevnd av hesi grein.

Skjal 4

Protokol um broyting av sáttmála millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 4. apríl 2008

Grein I-VIII (Ikki tikið við)

Grein IX

Ásetingarnar í grein 13, stykki 6 og 7 ávirka ikki rættin hjá einum sáttmálabundnum ríki sambært síni lóggávu at skatta ein realiseraðan vinning, sum ein persónur, sum er fluttur úr hesum ríki, verður mettur at hava fingið við fráflytingini.

Grein X-XIII (Ikki tikið við)