Skriva út

Kunngerð nr. 101 frá 11. juni 1997

um skjalprógv, tá søkt verður um rentustuðul

Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, verður fyrisett:

§ 1. Rentustuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um rentustuðul.

§ 2. Tá ið søkt verður um stuðul, skal umsøkjarin geva upp navn, bústað og persóntal.
Stk. 2. Umsøkjarin skal í umsóknini geva nærri fráreiðing um, hvat slag av láni talan er um, herundir um talan er um hækking ella umlegging av verandi láni.
Stk. 3. Í umsóknini skulu hesar upplýsingar gevast viðvíkjandi láninum:

  1. upprunaliga støddin á láninum,
  2. nær lánið er stovnað,
  3. nær ein er byrjaður at afturgjalda lánið,
  4. nær síðsti avdráttur av láninum verður goldin,
  5. hvat slag av láni talan er um, og
  6. kontonummar í peningastovni.

§ 3. Er talan um útlendskt lán, skulu harumframt hesar upplýsingar gevast:

  1. tilskrivað renta síðsta ár, herundir samansavnað renta, um talan er um lestrarlán,
  2. saldo á láninum við árslok síðsta ár,
  3. slag av láni, og
  4. mett renta fyri árið

§ 4. Tá ið søkt verður um rentustuðul, skal skjalprógvan fylgja við.
Stk. 2. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 1 í rentustuðulslógini, er talan um váttan fyri, nær lánið er tikið.
Stk. 3. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, litra a í rentustuðulslógini, sannan av matr. nr.
Stk. 4. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, litra b í rentustuðulslógini, er talan um gjaldsavtaluna.
Stk. 5. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, litra c í rentustuðulslógini, er talan um:

  1. borganarskjal ella líknandi skjalprógvan,
  2. váttan um, at kravið er gjørt galdandi mótvegis borgsmanninum,
  3. váttan um, at kravið er goldið, og
  4. váttan um, at tap er staðfest.

§ 5. Hvat upplýsingarskylduni annars viðvíkur, eru reglurnar í § 9 í rentustuðulslógini tilsvarandi galdandi.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.