Skriva út

Kunngerð nr. 10 frá 12.02.1988

um eydnuspæl v.m.

Við heimild í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m., § 4, stk. 1, nr. 3, § 5, stk. 1, nr. 2, § 6, stk. 1, nr. 1 og nr. 4. hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 4, stk. 1, nr. 3, verður sett til 50.000 kr.

§ 2. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 5, stk. 1, nr. 2, verður sett til 5.000 kr.

§ 3. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 6, stk. 1, nr. 1, verður sett til 75.000 kr.

§ 4. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 6, stk. 1, nr. 4, verður sett til 5.000 kr.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 1988.