Skriva út

Kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi

Broytt við kunngerð nr. 104 frá 13. juni 2022 og kunngerð nr. 96 frá 14. august 2023.

Við heimild í § 3 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2011, løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 155 frá 23. desember 2015 og løgtingslóg nr. 86 frá 7. juni 2020, verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð fevnir um íløgur, sum felagsskapir, stovnar og grunnar gera í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi.
Stk. 2. Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi skulu rinda meirvirðisgjald í landskassan av íløgum sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslógini.

§ 2. Meirvirðisgjald av íløgum í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi verður afturgoldið til felagsskapir, stovnar og grunnar við 100% av inngangandi meirvirðisgjaldinum.

§ 3. 2) Fíggjarætlanin og kostnaðarætlanin av íløguni í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi skal vera góðkend av statsautoriseraðum, skrásettum ella løggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr. og at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega:
1) sum gáva,
2) kemur frá óløntum og sjálvbodnum arbeiði,
3) stavar frá innsavnan, undir hesum
vanligum og staðbundnum kirkjuskatti, og
4) at fígging er til alla íløguverkætlanina.

§ 4. Viðkomandi kommuna, har íløgan verður gjørd, hevur ábyrgdina av og skal góðkenna øll neyðug byggiteknisk myndugleikakrøv og myndugleikaloyvi til íløguverkætlanina.

§ 5. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað eftir umsókn, sum verður send TAKS. Fyri at kunna góðkenna umsóknina, skal TAKS, saman við umsóknini, hava góðkenningar frá grannskoðara og kommunu, sbrt. §§ 3 og 4.

§ 6. Tíðarfreist at lata inn uppgerðina er samsvarandi § 20, stk. 1 og 2 í løgtingslógini.

§ 7. Samlaða endurgjaldið kann ikki verða hægri enn meirvirðisgjaldið í fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini, sum er góðkend av grannskoðara, sbrt. § 3.

§ 8. Endurgoldið meirvirðisgjald skal rindast aftur í landskassan eftir ásetingunum í kapittul 7 í kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum, um íløgan verður seld ella ikki longur verður nýtt til ætlaða virksemið og til almannagagnligt frítíðarvirksemi.

§ 9. 1) Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Saman við kæruni skal fylgja við avrit av kærdu avgerðini umframt avrit av teimum skjølum, sum kærarin metir vera av týdningi fyri avgerðina. Freistin at kæra er 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 10. 2) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald, sum TAKS hevur móttikið í seinasta lagi 31. desember 2027.
Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 11 frá 7. februar 2018 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi úr gildi.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 13. juni 2022, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið:17. juni 2022)

2) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 14. august 2023, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 18. august 2023)

Fíggjarmálaráðið, 27. januar 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)