Skriva út

Kunngerð nr. 102 frá 12. juli 2013

um sjálvbodna skráseting sambært lóg um meirvirðisgjald fyri útleigu, uppsiting og sølu av fastari ogn

Við heimild í § 6, stk. 1 og § 33, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald verður ásett:

§ 1. TAKS kann loyva sjálvbodnari skráseting av vinnuligari útleigu til skrásetingarskyldug virki, herímillum uppsiting av fastari ogn ella pørtum av henni. TAKS kann eisini loyva sjálvbodnari skráseting av útleigu til landsstovnar, sum eru á fíggjarlógini og sum ikki eru meirvirðisgjaldsskrásettir, skráseting av útleigu til kommunur, kommunal virkir og kommunalar stovnar.
Stk. 2. Sjálvbodna skrásetingin kann einans fevna um fasta ogn, sum verður útleigað ella sum útleigarin roynir at útleiga. Sjálvbodna skrásetingin kann ikki fevna um útleigu til bústaðarendamál. Sjálvbodna skrásetingin kann heldur ikki fevna um áður gjørdar leigusáttmálar uttan so, at leigarin játtar hesum.
Stk. 3. TAKS kann eisini geva loyvi til sjálvbodna skráseting fyri keyp og bygging v.m. av fastari ogn og byggibúning av grundstykki til sølu til meirvirðisgjaldsskrásett virki, til landsstovnar, sum eru á fíggjarlógini og sum ikki eru meirvirðisgjaldsskrásettir, umframt til kommunur, kommunal virkir og kommunalar stovnar, smbr. § 4.
Stk. 4. Sjálvboðin skráseting av útleigu av fastari ogn kann í fyrsta lagi strikast 2 ár aftaná skrásetingina. Verður skrásetingin gjørd, áðrenn byggingin er endað, verður 2 ára freistin roknað frá tí degi útleiganin byrjaði.

§ 2. Um útleiguvirksemi er sjálvboðið skrásett, skal útleigarin rinda avgjald av samsýning sambært leigusáttmála.
Stk. 2. Avgjaldsskylduga virðið verður ásett sambært § 8, stk. 2 í løgtingslóg um meirvirðisgjald, um so er, at samsýningin ikki samsvarar við vanliga leigu í samband við útleigu í samsvarandi hølum og bygningum.
Stk. 3. Meirvirðisgjaldsskrásettur leigari kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjald eftir vanligu reglunum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 3. Útleigarin kann rokna avgjald av keypi, ið viðvíkur nýbygging, umbygging, nútímansgerð, umvæling, viðlíkahaldi, rakstri og fyrisiting av útleigaðu føstu ognini við í inngangandi avgjald sambært vanligu reglunum í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Stk. 2. Tá ið farið verður undir at byggja til útleigu, er treytin fyri frádráttarrætti, meðan bygging fer fram, at TAKS góðkennir eina váttan frá útleigaranum, um í hvønn mun leigusáttmálin fyri ognina kann væntast at vera fevndur av skrásetingini.
Stk. 3. Í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná, at bygningurin er liðugur at taka í nýtslu, skal gerast endalig útrokning og javning av tí avgjaldsupphædd, sum útleigarin kann rokna við í inngangandi avgjaldi. Útrokningin skal vera grundað á skjalprógv fyri nýtslu av bygninginum.
Stk. 4. Einans høli, ið eru útleigað, áðrenn 6 mánaða freistin er farin, verða mett at vera fevnd av skrásetingini. TAKS kann leingja freistina sbrt. stk. 3.

§ 4. Eitt virki, ið er sjálvboðið skrásett, fyri keyp og bygging v.m. av fastari ogn og byggibúning av grundstykki til sølu til meirvirðisskrásett virki, kann fáa tað avgjald, sum er goldið í sambandi við keypið og byggingina v.m. afturgoldið. Sama er galdandi fyri keyp og bygging v.m. av fastari ogn og byggibúning av grundstykki til sølu til landsstovnar, sum eru á fíggjarlógini og sum ikki eru meirvirðisgjaldsskrásettir, umframt til kommunur, kommunal virkir og kommunalar stovnar.
Stk. 2. Afturgjalding av avgjaldi kann fara fram, tá ið TAKS hevur fingið skjalprógv fyri,

  1. at ognin skal nýtast av einum meirvirðisgjaldsskrásettum virki til meirvirðisgjaldsskyldugt endamál,
  2. at ognin skal nýtast av einum landsstovni, sum er á fíggjarlógini og sum ikki er meirvirðisgjaldsskrásettur, ella
  3. at ognin skal nýtast av kommunu, kommunalum virki ella kommunalum stovni.

Stk. 3. Er keyparin eitt meirvirðisgjaldsskrásett virki, skal keyparin vátta, at hann átekur sær skylduna
at javna inngangandi avgjald á føstu ognini, sbrt. kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi til íløgugøgn.
Stk. 4. Er keyparin ein landsstovnur, kommuna, kommunalt virki ella kommunalur stovnur, fellur javningarupphæddin fyri restina av tíðarskeiðinum til gjaldingar hjá keyparanum í samband við keypið.

§ 5. Verður vavið á sjálvbodnu skrásetingini viðvíkjandi útleigu av fastari ogn broytt, av tí at leigumálið ikki longur er fevnt av skrásetingini, skal javning av inngangandi avgjaldi fara fram sbrt. reglunum í kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri mvg og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum.
Stk. 2. Eitt virki, ið er sjálvboðið skrásett fyri útleigu, hevur skyldu at fráboða TAKS broytingar sum føra við sær javning av avgjaldi.

§ 6. Tann, ið við vilja ella av grovum ósketni brýtur §§ 2, stk. 1-2, § 3, stk. 2-4, § 4, stk. 2-3 og § 5 verður revsaður við sekt, uttan so at hann er skyldugur til harðari revsing sbrt. § 33, stk. 1 og 3 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í løgtingslóg um meirvirðisgjald eru samsvarandi galdandi sambært hesi kunngerð.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2013. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 172 frá 15. desember 1992 um sjálvbodna skráseting sambært lóg um meirvirðisgjald fyri útleigu, uppsiting og sølu av fastari ogn.

Fíggjarmálaráðið, 12. juli 2013

Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/Bjarni Askham Bjarnason (sign.)