Skriva út

Kunngerð nr. 102 frá 13. juni 2022 um broyting í kunngerð um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting

(Broyttur inngangur og annar kærumyndugleiki)

§ 1
Í kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998 um gjaldfreist í samband við kærur um skattseting verða gjørdar hesar broytingar:

1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 138, stk. 2 og § 157 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 47 frá 10. mai 2013, verður ásett:”

2. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Skattgjaldari, sum hevur kært skattseting sambært skattalógini ella lagt skattsetingina fyri dómsvaldið, kann skrivliga søkja um at fáa longt gjaldfreistina av tí álíknaða skattakravinum og møguligum morarentum av hesum kravi.”

3. § 5 verður orðað soleiðis.
“§ 5. TAKS tekur støðu til umsóknir um at fáa longt gjaldfreistina av skattakrøvum sambært hesi kunngerð. Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.”

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 17. juni 2022)

Samanskrivað kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998

Fíggjarmálaráðið, 13. juni 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)