Skriva út

Kunngerð nr. 103 frá 20. juli 2018

um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya

(Dagføring av ásetingini um veikari drykkir o.a.)

§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015 um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol,
  2. heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
  3. í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
    a) øl ella
    b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol.

Stk. 2. Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn:

  1. 10 litrar av øl ella cider,
  2. 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
  3. 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.

2. Í § 3, stk. 2 og § 5 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg.”

3. Í §§ 4 og 7 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg”.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið 23. juli 2018)

Samanskrivað kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015