Skriva út

Kunngerð nr. 104 frá 30. juni 2020

um kunngerð um broyting í kunngerð um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

(Leingjan av umsóknarfreist)

§ 1
Í kunngerð nr. 53 frá 29. apríl 2020 um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 55 frá 1. mai 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 1 verður aftan á “30. juni 2020” sett:“, sbr. tó § 13 a”.
2. Aftan á § 13 verður í kapittul 5 sett:
“§ 13 a. Fyritøkur, sum ikki hava latið inn umsókn áðrenn 30. juni 2020, kunnu lata inn umsókn eftir reglunum í hesi áseting. Umsóknarfreistin er 31. oktober 2020. Verður umsókn latin inn eftir 30. juni 2020, verður § 12 ikki nýtt.
Stk. 2. Í umsóknini um stuðul skulu latast m.a. hesar upplýsingar:
1) Umsetningurin og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum.
2) Umsetningurin hjá fyritøkuni í tilvísingartíðarskeiðinum.
Stk. 3. Fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í einum tilvísingartíðarskeiði, sum nevnt í § 2, stk. 1, litra a ella b, skulu lata inn eina fíggjarætlan við ætlaða umsetninginum umframt veruliga umsetninginum í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 4. Fyritøkan skal grundgeva fyri, hví væntaða afturgongdin í umsetninginum er orsakað av COVID-19.
Stk. 5. Fyritøkan skal upplýsa stovningardag, ella, um fyritøkan ikki hevur ein ávísan stovningardag, eina dagfesting fyri byrjan av virkseminum.
Stk. 6. Er stuðulsupphæddin fyri fyritøkuna omanfyri 120.000 kr., skal uppgerðin áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. TAKS kann eisini í hvørjum føri sær, hóast 1. pkt., krevja, at uppgerðin skal áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu.
Stk. 7. Fyritøkan skal undir revsiábyrgd, sbr. § 15, vátta við trú og heiður, at tær upplýsingar, sum fyritøkan hevur latið eftir stk. 1-4, eru rættar. Váttanin kann verða gjørd umvegis Vinnugluggan ella heimasíðuna hjá TAKS.”

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 30. juni 2020)

Samanskrivað kunngerð nr. 53 frá 30. juni 2020

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 30. juni 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)