Skriva út

Kunngerð nr. 110 frá 3. oktober 1994

um afturrindan av meirvirðisgjaldi til útlendsk virki

Sambært § 36 a í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Sambært reglunum í hesi kunngerð verður eftir umsókn veitt avgjaldsskyldugum virkjum (persónum), ið hvørki hava handilsstað, bústað e.t. her á landi, afturrindan av meirvirðisgjaldi, ið er goldið her fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur til vinnuliga nýtslu hjá virkjunum her á landi.
Stk. 2. Eitthvørt virksemi, sum hevði verið umfatað av reglunum um skráseting sambært §§ 5 og 6 í løgtingslóg um meirvirðisgjald, um tað varð framt her á landi, er eftir stk. 1 at meta sum avgjaldsskyldugt.

§ 2. Virki, ið søkja um afturrindan, mugu - í tí tíðarskeiði umsóknin viðvíkur - ikki hava havt avgjaldsskylduga sølu her á landi, tó er søla, umrødd í § 12, stk. 1, litra b í løgtingslóg um meirvirðisgjald, undantikin (flutningstænastur til ella frá útlondum).

§ 3. Afturrindan av avgjaldi sambært § 1 kann bert verða veitt fyri innkeyp av tí slagnum, sum virki skrásett her á landi kunnu rokna við í inngangandi avgjald sambært reglunum í §§ 15 og 16 í lógini.

§ 4. Umsókn um afturrindan skal fara fram á serligum oyðiblaði, ið fæst á Toll- og Skattstovu Føroya. Í umsóknini skal virkið geva yvirlýsing (erklæring) um nýtslu av teimum keypum, sum søkt verður um afturrindan av avgjaldi fyri, og vátta, at tað ikki hevur rikið skrásetingarskyldugt virksemi her á landi í tí tíðarskeiði, áheitanin viðvíkur.

§ 5. Umsóknin skal fevna um vørur ella tænastur, sum eru faktureraðar, ella um innflutning, ið er farin fram í einum tíðarskeiði, sum er í minsta lagi 3 mánaðir og í mesta lagi eitt álmanakkaár. Tíðarskeiðið kann tó vera styttri, tá ið hetta tíðarskeið er restin av einum álmanakkaári. Tílík umsókn kann harumframt fevna um fakturar, ið ikki eru tiknir við í undanfarnum umsóknum fyri viðkomandi álmanakkaár.
Stk. 2. Um so er, at umsóknin fevnir um eitt tíðarskeið, ið er í minsta lagi 3 mánaðir, men styttri enn eitt álmanakkaár, skal upphæddin, ið ætlanin er at fáa afturgoldna, í minsta lagi vera 1.500 kr. Í øðrum førum skal upphæddin í minsta lagi vera 200 kr.

§ 6. Umsóknin skal vera Toll- og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi 6 mánaðir eftir endan á tí álmanakkaári, sum umsóknin viðvíkur.
Stk. 2. Upprunaligir fakturar ella innflutningsskjøl við fráboðan av teimum meirvirðisgjaldsupphæddum, sum umsøkjarin hevur goldið, skulu vera hjáløgd umsóknini. Hesi skjøl verða áteknað og aftursend umsøkjaranum innan ein mánað.
Stk. 3. Haraftrat skal ein váttan frá røttu myndugleikum í heimlandinum hjá virkinum, um at virkið er meirvirðisgjaldsskyldugt har við skrásetingarnummari áteknaðum, vera hjáløgd umsóknini, uttan so at ein tílík váttan er send Toll- og Skattstovu Føroya innan seinasta árið.

§ 7. Viðgerð av rættstundis móttiknum og rætt skjalprógvaðum umsóknum skal vera endað áðrenn 6 mánaðir eftir, at Toll- og Skattstova Føroya hevur móttikið umsóknina.
Stk. 2. Afturrindan kann eftir áheitan frá umsøkjaranum annaðhvørt fara fram her á landi ella í heimlandi hjá umsøkjaranum. Í seinast nevnda føri hevur umsøkjarin ábyrgdina av útreiðslunum.

§ 8. Tann, ið við vilja ella av grovum ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar til nýtslu fyri avgjaldseftirlitið í samband við umsókn um afturrindan ella í givnum yvirlýsingum v.m. kann verða revsaður við bót. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í lóg um meirvirðisgjald eru galdandi í slíkum førum.

§ 9. Toll- og Skattstova Føroya tekur sær av eftirliti viðvíkjandi teimum í kunngerðini ásettu reglum.

§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri vørur og tænastur, ið eru latnar frá og við 1. januar 1994.