Skriva út

Kunngerð nr. 112 frá 9. oktober 2015

um skjøl og upplýsingar, sum skjalprógva upprunavirðið á innfluttum, brúktum motorakfari

Við heimild í § 22, stk. 5 í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, verður ásett:

§ 1. Bilasøla, innflytari ella eigari hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum á motorakfarinum upp á skrokknummar við upprunaligum faktura ella líknandi váttan frá framleiðara.

§ 2. Kann bilasøla, innflytari ella eigari ikki útvega Akstovuni upprunavirðið frá framleiðara, skal upprunavirðið ístaðin gerast upp, grundað á listaprís uttan avgjøld, við allari eykaútgerð frá einum av framleiðaranum góðkendum umboði.

§ 3. Góðkend umboð sambært § 2 eru søluumboð, sum hava sáttmála við framleiðaran ella høvuðsumboð av viðkomandi merki, ella góðkendur serviceverkstaður, sum hevur garantiskyldur og serviceskyldur fyri viðkomandi merki mótvegis framleiðaranum ella einum av framleiðaranum góðkendum høvuðsumboði.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Útgivið: 16. oktober 2015

Fíggjarmálaráðið, 9. oktober 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)