Skriva út

Kunngerð nr. 118 frá 7. desember 1994

um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólk

Sambært § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum, og sambært § 28 a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Skip og flogfør kunna sambært reglunum í hesi kunngerð provianterast við vørum, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld, og vørur, sum endurgjald av tolli ella avgjøldum verður kravt fyri.

§ 2. Skip kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð og til sølu til ferðafólk v.m., tá farið verður í fremmanda havn uttan fyri tað føroyska tolløkið.
Stk. 2. Fiskifør, bæði føroysk og útlendsk, ið fara til fiskiskap á fjarleiðum ella í minsta lagi í 30 samdøgur uttan fyri tað føroyska tolløkið, og útlendsk fiskifør, ið fara til fiskiskap í eitt styttri tíðarskeið, uttan fyri tað føroyska tolløkið, kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta proviantering við toll- og avgjaldsfríum vørum, tá ið høvuðsendamálið við eini rutu ella einum einstøkum túri ikki er at hava ella varðveita ferðasamband í vanligari merking ímillum Føroyar og útlond.

§ 3. Proviantering av skipum kann fara fram við eini hóskandi nøgd - eftir meting Toll- og Skattstovunar - ásettar við atliti til verandi proviantnøgdina umborð, túralongd og hvussu stórt manningar- og ferðafólkatalið er. Proviantering við toll- og avgjaldsfríum rúsdrekka, víni og tubbaksvørum og sigarettpappíri kann, við teimum í stk. 2-4 nevndu serligum avmarkingum, í mesta lagi fara fram við niðanfyri ásettu nøgdum fyri hvønn av manningini ella hvørt ferðafólkið um samdøgrið eftir ætlaðu túralongd: 1/4 litur av rúsdrekka, 1/4 litur av víni og 40 gr. tubbaksvørur og 1 sigarettpappír fyri hvørt gramm av smáttskornum tubbaki.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta reglur fyri proviantering til nýtslu umborð og sølu til ferðafólk á ferðamannaskipum og -flogførum í ferðslu ímillum Føroyar og útlond fyri hvørja einstaka rutu.
Stk. 3. Fiskifør, bæði føroysk og útlendsk, ið fara til fiskiskap á fjarleiðum ella í minsta lagi í 30 samdøgur uttanfyri tað føroyska tolløkið, kunnu í mesta lagi provianterast við niðanfyri ásettu nøgdum av toll- og avgjaldsfríum vørum fyri hvønn av manningini fyri hvørt tíðarskeið á 30 samdøgur: 2 litrar av rúsdrekka, 2 litrar av víni, 600 sigarettir ella samsvarandi nøgd í øðrum tubbaksvørum, og aðrar vørur í hóskandi nøgdum - eftir meting Toll- og Skattstovunnar.
Stk. 4. Útlendsk fiskifør kunnu í øðrum førum enn teimum, ið eru nevnd í stk. 3, jb. § 2, stk. 2 í mesta lagi provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum við niðanfyri nevndu nøgdum fyri hvønn av manningini: 1 litur av rúsdrekka, 1 litur av víni, 200 sigarettir ella samsvarandi nøgd í øðrum tubbaksvørum, og aðrar vørur í hóskandi nøgdum eftir meting Toll- og Skattstovunnar.
Stk. 5. Toll- og Skattstovan kann í øðrum serligum føri loyva útlendskum skipum at proviantera við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð.

§ 4. Flogfør kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð og til sølu til ferðafólk, tá flogið verður til fremmanda lendingarbreyt uttan fyri tað føroyska tolløkið.
Stk. 2. Rutu- og leiguflogfør, sum eru innrættað til flutning av í minsta lagi 5 fólkum, kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum.

§ 5. Proviantering av flogførum kann fara fram við eini hóskandi nøgd eftir meting Toll- og Skattstovunnar ásett við atliti til verandi proviantnøgdina umborð, túralongd og hvussu stórt manningar- og ferðafólkatalið er.

§ 6. Toll- og Skattstova Føroya ásetir nærri reglur fyri proviantering av skipum og flogførum og kann m.a. avgera, at toll- og avgjaldsfríur proviantur v.m. skal goymast í serligum rúmum ella serligum stongsli, at søla av toll- og avgjaldsfríum vørum til ferðafólk skal fara fram úr til tað innrættaðum sølubúðum, at goymsluroknskapur á nærri ásettan hátt skal verða førdur yvir toll- og avgjaldsfríar vørur, og at eftirlit skal vera við keypi hjá ferðafólki av toll- og avgjaldsfríum vørum.
Stk. 2. Loyvi til proviantering skal vera fingið, áðrenn farið verður undir at proviantera. Provianteringsloyvi fæst frá Toll- og Skattstovu Føroya annaðhvørt sum standandi loyvi ella í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella afturkalla provianteringsloyvi, um so er, at førarin ella eigarin á einum skipi ella flogfari hevur sett til viks ella setur til viks provianteringstreytir.

§ 7. Skiparin á skipinum ella flogfarinum, ella tann, sum hesin hevur givið fulltrú, skal kvitta fyri at hava móttikið proviantin umborð.
Stk. 2. Proviantur skal fara umborð undir tolleftirliti.

§ 8. Toll- og avgjaldsfríar vørur kunnu krevjast undir tollstongsul, tá ið skip ella flogfør eru í føroyskum tolløki. Kann tollstongsul ikki fáast til høldar á fullgóðan hátt, kann verða skipað so fyri til trygd fyri toll- og avgjaldsfríu vøruni, harímillum at tollvakt verður sett við skipið ella flogfarið fyri egnan kostnað.
Stk. 2. Skiparin ella ánarin á skipinum ella flogfarinum ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á írestandi vøru og provianti, sum avhendast, goymist, brúkast ella útflytist úr tí føroyska tolløkinum, í stríð við reglurnar í hesi kunngerð.

§ 9. Brot á reglurnar í hesi kunngerð og brot á treytir, ið eru settar í samband við provianteringsloyvi, verða revsað sambært kap. 10 í tolllógini, har tað í kapitlinum er álagt revsing fyri brot á reglurnar.
Stk. 2. Onnur brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við bót, um tey eru framd við tilætlan ella av grovum ósketni.

§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.