Skriva út

Kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016

um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan

§ 1 Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 2 verður 2. pkt. strikað.
  2. Í § 3, stk. 3, nr. 1 verður “Læknaváttan” broytt til: “Váttan”.
  3. Í § 3, stk. 3, nr. 2 verður “13 vikur” broytt til: “8 vikur”.
  4. Í § 3, stk. 3, nr. 6 verður “lønarkontu” broytt til: “lønarkontu og eftirlønarkontu”.
  5. Í § 4, stk. 2 verður “35.000” broytt til: “25.000”.
  6. Í § 4, stk. 3 verður 2. pkt. strikað.
  7. § 4, stk. 7, nr. 7 verður strikað.
  8. Í § 6 verður tvær staðni “Arbeiðsloysisskipanini” broytt til: “TAKS”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Givið út 9. desember 2016

Samanskrivað kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001

Samferðslumálaráðið, 5. desember 2016
Henrik Old (sign.)/ Rúni Joensen (sign.)
landsstýrismaður