Skriva út

Kunngerð nr. 1 frá 05.01.1984

um lønarroknskap v.m. eftir løgtingslóg um samtíðarskatt

Við heimild í § 125 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Ávísingarskyldugur sbrt. 6. kapittul í samtíðarskattalógini skal bóka hvørja ávísing av A-inntøku.
2. Stk. Ávísingarskyldugi skal harumframt bóka tær upphæddir, sum verða útgoldnar, sbrt. § 29, 7. stk. í samtíðarskattalógini og mótkrøv arbeiðsgevarans mótvegis løntakaranum.
3. Stk. Bókingin skal verða gjørd antin í serstakari roknskaparbók, sum Líkningarráð Føroya hevur gjørt og eftir teimum í hesari bók fyriskrivaðu reglum, ella á serstakar konti í vanliga bókhaldinum hjá ávísingarskylduga eftir reglunum, sum nevndar eru í § § 3 og 6.

§ 2. Verður roknskaparbók nýtt, skal hon saman við skjølum verða goymd í 5 ár frá endanum av tí álmanakkaári, tá ið hin seinasta bókingin er gjørd.
2. Stk. Um ávísingarskyldugur nýtir roknskaparbók, so skerjir hetta ikki bókhalds- og roknskaparskyldu hansara eftir aðrari lóggávu.

§ 3. Ávísingarskyldugur, ið annars eisini hevur bókhald, kann velja, um hann ger eina serstaka konto fyri A-inntøku í bókhaldinum. Velur hann hetta, verður farið fram á henda hátt:
Hvør ávísing av A-inntøku eftir § 60 í samtíðarskattalógini verður bókað á serstaka konto nevnd: "Konto fyri A-inntøku".
2. Stk. Kemur tað fyri, at ikki skattskyldugar veitingar verða latnar samb. § 29, 7. stk. í skattalógini, ella at ávísingarskyldugi mótroknar egin krøv, skal hetta bókast á serstakar konti í bókhaldinum.
3. Stk. Á teimum í 1. og 2. stk. nevndu konti mugu bert bókast upphæddir av tí slagi, sum har eru nevndar. Møguligar rættingar av fyrr bókaðum upphæddum mugu bert gerast sum mótbókingar ella við at strika út.

§ 4. Ávísingarskyldugir, sum velja at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í teirra vanliga bókhaldi, smbr. § 3. skulu fyri hvønn einstakan løntakara, sum fær A-inntøku, eisini hava eina sundurgreining við upplýsingum um persónsnummar, navn og bústað hjá hvørjum løntakara sær, og harumframt upplýsingar um hvørja ávísan av A-inntøku sær. Sundurgreiningin skal harumframt geva upplýsingar um útgoldnar, ikki skattskyldugar veitingar og um mótkrøv arbeiðsgevarans mótvegis løntakaranum.
2. Stk. Tær í 1. stk. nevndu sundurgreiningar skulu bókast framhaldandi og soleiðis, at tær bókaðu upphæddirnar altíð kunnu verða taldar saman. Tá ið álmanakkaárið er at enda, verður talt saman og samanløgd A-inntøka, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv verða skrivað upp.
3. Stk. Fyri hvørja ávísing sær av A-inntøku skal ávísingarskyldugi skrivliga siga hvørjum løntakara frá:
Navni, bústaði, arbeiðsgevaratali hjá ávísingarskylduga, navni, bústaði og persónsnummari hjá avvarðandi løntakara, lønarskeiði, brutto A-inntøku, ikki skattskyldugum veitingum og mótkrøvum.

§ 5. Velur ávísingarskyldugi at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í vanliga bókhaldinum eftir frammanfyri nevndu reglum, kann skattavaldið krevja, at bókingin og tær í § 4 nevndu bókingar, eftir nærri tilskilaðari tíðarfreist, sum í minsta lagi er 14 dagar, eru førdar til dags og eftirroknaðar til endan av tí mánaði, sum liggur frammanfyri mánaðin, tá ið kravið varð sett.

§ 6. Ávísingarskyldugur, sum bókar A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í sínum vanliga bókhaldi, skal goyma roknskaparbøkur, leysbløð, kontokort e.l. og annars skjølini til bókhaldið í 5 ár aftaná at roknskaparárið er at enda.

§ 7. Líkningarráð Føroya kann í serligum førum víkja frá teimum krøvum, sum í hesari kunngerð eru sett til bókhaldið.

§ 8. Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót eftir § 148 í lógini, um so er at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 1984.