Skriva út

Kunngerð nr. 1 frá 20. januar 2000

um upplýsingar, ið skulu tilskilast á avrokningarskjal í sambandi við avrokning av meirvirðisgjaldinum

Við heimild í § 20, stk. 1 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum broytt við m.a. løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998, verður ásett:

§ 1. Á avrokningarskjalinum, nevnt uppgerð av MVG-avgjaldinum, skulu allir teigar verða útfyltir fyri viðkomandi avrokningarskeið.

§ 2. Sølu-MVG í teigi 1 í uppgerðini fevnir um mvg av allari sølu av vørum og tænastum, undantikið tær vørur og tænastur, sum eru undantiknar meirvirðisgjaldi sambært § 2 í meirvirðisgjaldslógini og tær vørur og tænastur, har avgjaldið sambært § 12 í meirvirðisgjaldslógini er sett til 0%.

§ 3. Keyps-MVG er býtt upp í 2 teigar:

  1. Rakstur í teigi 2 fevnir um mvg av øllum keypi av meirvirðisgjaldsskyldugum vørum og tænastum, sum eru keyptar fyri at selja aftur.
  2. Íløgur í teigi 3 eru at skilja sum alt tað, ið virkið bókar sum ogn í sínum roknskapi, ella sum:
    a. Maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn herundir akfør, hvørs keypsprísur, uttan meirvirðisgjald, fer upp um 20.000 kr., og sum eru undir virðisminking.
    b. Útveganar-, sølu- ella projekteringsútreiðslur í samband við fasta ogn, skip ella flogfør.
    c. Uppí- og umbygging, nútímansgerð, umvæling ella viðlíkahald av fastari ogn, skipum ella flogførum.

Stk. 2. Tað sum ikki er íløgur eftir hesi skilmarking, verður roknað við í teigi 2.

§ 4. MVG-frí søla í teigi 8 er samlaða søluvirði av øllum teimum vørum og tænastum, sum við heimild í § 2 í meirvirðirgjaldslógini kunnu seljast uttan meirvirðisgjald og teimum vørum og tænastum, sum við heimild í § 12 í meirvirðisgjaldslógini kunnu seljast við einum avgjaldi, sum er sett til 0%.

§ 5. MVG-frítt keyp er býtt upp í 2 teigar:

  1. Rakstur í teigi 9 fevnir um alt keyp av vørum og tænastum, keypt uttan meirvirðisgjald fyri at selja aftur.
  2. Íløgur í teigi 10 eru at skilja sum alt tað, ið virki bókar sum ogn í sínum roknskapi, ella sum:
    a. Maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn herundir akfør, hvørs keypsprísur, uttan meirvirðisgjald, fer upp um 20.000 kr., og sum eru undir virðisminking.
    b. Útveganar-, sølu- ella projekteringsútreiðslur í sambandi við fasta ogn, skip ella flogfør.
    c. Uppí- og umbygging, nútímansgerð, umvæling ella viðlíkahald av fastari ogn, skipum ella flogførum.

Stk. 2. Tað sum ikki er íløgur eftir hesi skilmarking, verður roknað við í teigi 9.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.

Fíggjarmálastýrið, 20. januar 2000

Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)