Skriva út

Kunngerð nr. 129 frá 10. juli 1997

um vørur á frígoymslu og fríøki

Við heimild í §§ 18a, stk. 7 og 18b, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, verður fyrisett:

§ 1. Eftir umsókn kann Toll- og Skattstova Føroya geva loyvi til at seta á stovn frígoymslur til almenna nýtslu á støðum, har serligur tørvur er á at leggja upp vørur úr útlandinum, uttan at tollur, mvg og punktgjald skal gjaldast fyri tær.
Stk. 2. Sum frígoymsla er at skilja, serligt ávíst høli á føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovu Føroya, og har vørugoymslan, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, er at meta sum verandi uttanfyri føroyska tolløkið.

§ 2. Føroya Landsstýri kann í samráð við Toll- og Skattstovu Føroya geva loyvi til fríøki til almenna nýtslu í havnum, sum eru góðkendar av tollvaldinum, sum eftirlitshavnir, ella aðrastaðni, har serligur tørvur er á tí.
Stk. 2. Sum fríøki er at skilja, góðkent øki ella høli í føroyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovu Føroya, og hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, er at meta sum verandi uttanfyri føroyska tolløkið.

§ 3. Áðrenn loyvi til frígoymslu ella fríøki verður givið, skal loyvishavarin seta eina trygd, sum í minsta lagi skal vera kr. 100.000,- fyri tolli og avgjøldum.

§ 4. Hølir, sum nýtast skulu til frígoymslu, skulu lúka tey trygdarkrøv, ið Toll- og Skattstova Føroya setur.
Stk. 2. Fríøki skulu lúka tey trygdarkrøv, ið Toll- og Skattstova Føroya setur, sum t.d. at fríøki verða innigird.

§ 5. Vørur, sum toll- og avgjaldsfrítt verða fluttar á frígoymslu ella fríøki, skulu sum nærri tilskilað av Toll- og Skattstovu Føroya, fráboðast til skrásetingar, (sum tilgongd á frígoymsluni ella fríøkinum).
Stk. 2. Í fráboðanini skulu standa tær upplýsingar, sum Toll- og Skattstova Føroya sigur neyðugar, fyri at hava eftirlit við roknskaparførsluni hjá loyvishavaranum yvir frígoymslu ella fríøki.
Stk. 3. Vørur, sum verða tiknar av frígoymslu ella fríøki, skulu fráboðast til tollgreiðslu eftir vanligum reglum í tolllógini um innflutning, ella skrásetast til útflutnings.
Stk. 4. Vørur, sum verða latnar skipi ella flogfari toll- og avgjaldsfrítt sum proviantur, skulu takast av frígoymslu ella fríøki við einum av Toll- og Skattstovu Føroya góðkendum provianteringsloyvi og eftir reglum, sum ásettar eru í kunngerð um proviantering.

§ 6. Toll- og Skattstova Føroya hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera eftirlit á frígoymslu ella fríøki, at eftirkanna vørur, sum eru á goymslu, roknskaparbøkur, annað roknskapartilfar og brævaskifti o.a.
Stk. 2. Loyvishavarin og starvsfólk hansara, skulu verða Toll- og Skattstovu Føroya til handa, og geva allar upplýsingar, sum eftirlitið heldur neyðugar.
Stk. 3. Tað í stk. 1 nevnda tilfar, skal útflýggjast Toll- og Skattstovu Føroya, um tað verður kravt.
Stk. 4. Toll- og Skattstova Føroya kann seta loyvishavaranum serlig krøv til roknskaparførslu o.a., sum loyvishavarin skal fylgja.

§ 7. Loyvishavarin av eini frígoymslu ella fríøki, ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á vørum, sum undir eftirliti Toll- og Skattstovunar verða staðfestar ikki at vera á goymslu ella sum ikki eru tiknar av frígoymslu ella fríøki eftir reglunum um vørufrágongd, ella sum Toll- og Skattstova Føroya ikki heldur eru farnar fyri skeyti á frígoymslu ella fríøki.
Stk. 2. Tollur og avgjøld á vørum jbr. stk. 1, verða ásett eftir teimum upphæddum, sum galda tann dagin eftirlitið var á frígoymsluni ella fríøkinum.
Stk. 3. Virðið á vøruni verður ásett eftir fakturavirðinum fyri vøruna, tá hon varð flutt á frígoymslu ella fríøki.
Stk. 4. Um einki fakturavirði er, kann virðið ásetast eftir meting av Toll- og Skattstovu Føroya við atliti til hagtalsvirðið fyri somu vøru við sama vørunummari í toll- og vøruskránni jbr. reglurnar um virðisáseting í § 11 í tolllógini.

§ 8. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella taka aftur loyvið til frígoymslu, um loyvishavarin ella starvsfólk hansara hevur brotið ella brýtur hesa kunngerð ella treytirnar fyri loyvinum til frígoymsluna.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella taka aftur loyvið til frígoymslu, um loyvishavarin missir ognar- og ella brúksrættin til goymsluhøli, ella kemur í gjaldssteðg.
Stk. 3. Í førum, har loyvi verður tikið aftur ella fellur burtur, skulu vørurnar, ið eru á goymslu tollavgreiðast beinanvegin, endurútflytast, flytast til aðra frígoymslu, fríøki, ella við loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya seljast øðrum, ella burturbeinast undir tolleftirliti.
Stk. 4. Vørur sum hava ligið á frígoymslu ella fríøki í meira enn 3 ár skulu tollgreiðast endurútflytast ella burturbeinast undir tolleftirliti fyri rokning loyvishavarans.
Stk. 5. Eftir somu reglum, sum ásettar eru í stk. 1 - 2 kann landsstýrið nokta ella taka aftur loyvið til fríøki.

§ 9. Brot á hesa kunngerð ella tær í loyvinum ásettu treytir, verða revsað eftir reglunum í kap. 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, tá tað í nevnda kapitli er ásett revsing fyri brotið.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.