Skriva út

Kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009

um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald

Broytt við kunngerð nr. 107 frá 2. desember 2014 og kunngerð nr. 103 frá 13. juni 2022.

§ 1. Sambært § 4, stk. 1 og 2 í lógunum verður stuðul bert veittur eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

§ 2. Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar:

  1. Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
  2. Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
  3. Innlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.

Stk. 2. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar 30. juni og 1. juli 31. desember.

§ 3. 1) Stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.

§ 4. Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til ferðaútreiðslur í størri mun enn ásett í § 2 í lóg um stuðul til ferðaútreiðslur og stuðul til dupult húsarhald í størri mun enn ásett í § 2.

§ 5. 2) Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald kunnu innan 4 vikur kærast til Føroya Kærustovn. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 132 frá 27. desember 2006 um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald. (Útgivið: 9. okt. 2009)

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 107 frá 2. desember 2014, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 7. des. 2014)
2) Broytt við kunngerð nr. 103 frá 13. juni 2022, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 17. juni 2022)

Fíggjarmálaráðið, 30. september 2009

Jóannes Eidesgaard (sign)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign)