Skriva út

Kunngerð nr. 131 frá 10. desember 2013

um broyting í kunngerð um áseting av afturberingarprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS

§ 1. Í kunngerð nr. 120 frá 19. desember 2008 um áseting av afturberingarprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS, verður § 1, stk. 1 orðað soleiðis:
“Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63 a í skattalógini, og sum rinda persónum, skattskyldugum í Føroyum, løn, eftirløn, samsýning o.tíl. fyri tænastu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa ein part av útgoldnu lønunum, eftirlønunum, samsýningunum o.tíl. afturbornan.”

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.

Fíggjarmálaráðið, 10. desember 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Samanskrivað kunngerð nr. 120 frá 19. desember 2008