Skriva út

Kunngerð nr. 133 frá 10. desember 2013

um skiftisskipan fyri danskar eftirlønarskipanir

Við heimild í § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum verður ásett:

Hvør, ið kann koma undir skiftisskipan

§ 1. Undir skiftisskipan kemur einans persónur, sum er í starvi hjá arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum, og sum í hesum starvi er fevndur av danskari eftirlønarskipan tann 1. januar 2014.
Stk. 2. Sum føroyskur arbeiðsgevari er at rokna tann, sum rindar A-inntøku og eftirlønargjald umvegis eitt góðkent avrokningarstað sbrt. § 63 í skattalógini.
Stk. 3. Persónur verður roknaður at vera fevndur av donsku eftirlønarskipanini, um so er, at hann sambært arbeiðssáttmála er álagdur at rinda til ávísan danskan eftirlønarveitara.
Stk. 4. Eftirlønarskipan verður roknað sum virkin 1. januar 2014, um so er, at persónur framvegis er í starvinum.
Stk. 5. Er persónur í farloyvi 1. januar 2014, men kann vátta, at hann sambært avtalu við arbeiðsgevaran kann roknast at koma aftur í starvið innan 1. januar 2015, verður eftirlønarskipanin eisini roknað sum virkin.
Stk. 6. Eftirlønarskipan undir skiftisskipan skal vera arbeiðsgevaraeftirlønarskipan. Av øllum inngjøldum verður rindaður eftirlønarskattur sbrt. § 12, stk. 2 í Eftirlønarlógini, og veittur verður burtursíggingarrættur í skattskyldugu inntøkuni.
Stk. 7. Egin inngjøld kunnu ikki koma undir skiftisskipan. Egin inngjøld til donsku eftirlønarskipanina rinda ikki eftirlønarskatt og eru ikki fevnd av frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni.
Stk. 8. Persónur undir skiftisskipan, ið starvast hjá donskum ríkismyndugleika í Føroyum, og sum fer í annað starv, somuleiðis hjá donsku ríkismyndugleikunum í Føroyum, kann, um hann framhaldandi lýkur treytirnar sbrt. § 2, halda áfram undir skiftisskipan uttan at senda umsókn til TAKS.

Treytir fyri eftirlønarskipanir undir skiftisskipan

§ 2. Treytir fyri undantøku eru, at onki verður rindað til kapitaleftirløn, og at rindað verður í minsta lagi tað í stk. 3 ásetta eftirlønargjaldið.
Stk. 2. Eftirlønarinngjøld sambært hesi skiftisskipan kunnu einans rindast til lívrentu, lutaeftirløn og persónstryggingar.
Stk. 3. Eftirlønarinngjaldið sbrt. stk. 2 skal í minsta lagi samsvara við tann niðanfyri ásetta prosentpartin av føstu lønini:

  1. Frá 1. jan. 2014: 10 prosent.
  2. Frá 1. jan. 2024: 11 prosent.
  3. Frá 1. jan. 2025: 12 prosent.
  4. Frá 1. jan. 2026: 13 prosent.
  5. Frá 1. jan. 2027: 14 prosent.
  6. Frá 1. jan. 2028: 15 prosent.

Persónlig umsókn

§ 3. Loyvi til at koma undir skiftisskipan gevur TAKS eftir umsókn.
Stk. 2. Umsóknarfreistin er 10. januar 2014.
Stk. 3. Saman við umsóknini skal persónurin vátta, at hann lýkur treytirnar sbrt. § 2. Hetta kann verða gjørt við at senda avrit av eftirlønaravtalu, ella við at vísa til sáttmála millum arbeiðsgevara og fakfelag, sum lýkur treytirnar í § 2.
Stk. 4. Viðgerðartíðin hjá TAKS er í mesta lagi 10 arbeiðsdagar.

Arbeiðsgevaraumsókn

§ 4. Í staðin fyri persónliga umsókn sbrt. § 3, kann ein felags umsókn verða send til TAKS, har arbeiðsgevari søkir um at fáa eitt ella fleiri av starvsfólkum sínum undir skiftisskipan.
Stk. 2. Fyri arbeiðsgevaraumsókn galda somu treytir sum fyri persónliga umsókn sbrt. § 3.

Gildiskoma

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.

Givið út 16. desember 2013

Fíggjarmálaráðið, 10. desember 2013
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)