Skriva út

Kunngerð nr. 134 frá 28. august 2020 um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

Við heimild í § 1, stk. 3, § 2, stk. 3 og 4, § 3, stk. 6, § 6, stk. 3, § 7, stk. 5 og § 8 í løgtingslóg nr. 97 frá 23. juni 2020 um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 verður ásett:

Fevnd
§ 1. Kunngerðin fevnir um ferðavinnufyritøkur, sum í stuðulstíðarskeiðinum frá og við 12. mars 2020 til og við 31. august 2020, hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40%, sbr. tó § 7, stk. 2.
Stk. 2. Reglurnar í hesi kunngerð verða eisini nýttar upp á útskeinkingarstøð, um landsstýrismaðurin avger at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar til áðrenn kl. 02.00 ella at minka mest loyvda tal av gestum, sbr. § 18, stk. 2 í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.

Ferðavinnufyritøkur
§ 2. Ferðavinnufyritøkur eftir hesi kunngerð eru fyritøkur, sum reka fylgjandi virksemi:
1) Gistingarhúsvirksemi: Móttøka av gistandi, har tað ikki bert verður leigað út parttíð, við møguleika fyri borðreiðing og øðrum tænastum, undir hesum dagliga reingerð og seingjaruppreiðan á minst trimum kømrumella íbúðum, morgunmatarstova við góðkendum køki, og har gistingarhúsvirksemið verður nýtt í lýsingum og marknaðarføring av virkseminum, og har tað er í minsta lagi eitt starvsfólk umframt stjóran ella eigaran.
2) Matstovuvirksemi: Borðreiðing av mati og drykkjuvørum við innandura sitiplássum til í minsta lagi 12 fólk, og í minsta lagi helvtin av umsetninginum skal vera frá mati.
3) Ferðaskrivstovur: Fyritøkur sum fyriskipa, marknaðarføra og selja ferðir, útferðir, ráðstevnur og líknandi.
4) Fyriskipaðar túrar við ferðafólki: Ferðaleiðarar, skjóttgangandi stuttleikabátar, fiskibátar, útferðarbátar og líknandi.
5) Flutningur av ferðafólki: Fyritøkur, sum flyta ferðafólk millum lond og innanlands, undir hesum ferjur og bussar, men ikki flogfør og tyrlur.
Stk. 2. Um fyritøka ella samtak umframt ferðavinnuvirksemi sambært stk. 1 eisini hevur annað virksemi, verður bert veittur stuðul fyri fastar útreiðslur, viðvíkjandi ferðavinnuvirkseminum, nevnt í stk. 1. Serstøk uppgerð skal gerast fyri umsetning og fastar útreiðslur, sum viðvíkja ferðavinnuvirkseminum.
Stk. 3. Um ferðavinnufyritøka ella samtak hevur virksemi á tveimum ella fleiri virkisøkjum, nevnd í stk. 1, verða umsetningur og fastar útreiðslur gjørd upp fyri hvørt virkisøki sær, tó ikki um talan er um gistingarhúsvirksemi og matstovu á somu adressu.

Allýsingar
§ 3. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Fyritøka: Ein likamligur persónur, sum fyri egna rokning rekur vinnuligt virksemi, t.e. sjálvstøðugt vinnurekandi, ella ein løgfrøðiligur persónur, undir hesum partafelag, smápartafelag, íognarfelag, kommandittfelag, lutafelag, og aðrar fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd ella deild undir útlendskum løgfrøðiligum persóni, sum rekur vinnuligt virksemi í Føroyum.
2) Vinnuligt virksemi: Søla av vørum ella immateriellum rættindum, tænastuveitingum o.l., sum fyritøkan vanliga móttekur viðurlag fyri, og har fyritøkan hevur sum endamál at fremja fíggjarligu áhugamálini hjá eigaranum av fyritøkuni, eigarunum av ella luttakarunum í felagnum ella fíggjarligu áhugamálini hjá grunninum.
3) Samtak: Eitt móðurfelag og dótturfeløg tess, sbr. § 5, nr. 17 og § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.
4) Umsetningur: Søluvirðið av framleiðslu og tænastuveitingum o.ø., frádrigið avsláttur, meirvirðisgjald og annan skatt. Fyritøkan skal gera umsetningin upp eftir somu meginreglum, sum í seinasta roknskapinum. Hevur fyritøkan ikki ein roknskap, skal fyritøkan gera umsetningin upp samsvarandi við ta lóggávu, sum er galdandi fyri fyritøkuna.
5) Fastar útreiðslur: Skjalfestar útreiðslur viðvíkjandi virkseminum hjá fyritøkuni, knýttar at virksemi í Føroyum, sum eru óheftar av søluni og framleiðsluni hjá fyritøkuni, og sum fyritøkan skal rinda, hóast fyritøkan ikki hevur sølu ella framleiðslu eitt tíðarskeið, undir hesum húsaleiga, el, leasing, tryggingargjøld, fjarskiftisgjøld og hiti umframt rentuútreiðslur o.a.
Avskrivingar eru fastar útreiðslur eftir hesi kunngerð, umframt lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk, sbr. nr. 6 og 7 og § 4. Fyritøkan skal gera føstu útreiðslurnar upp eftir somu meginreglum, sum í seinast góðkenda roknskapinum.
Hevur fyritøkan ikki ein roknskap, sum fyrr er góðkendur, skal fyritøkan gera føstu útreiðslurnar upp samsvarandi við ta lóggávu, sum er galdandi fyri fyritøkuna. Hækkingar í føstum útreiðslum kunnu, um tær eru ella verða settar í verk eftir 1. apríl 2020, takast við í umsóknina, um tær verða framdar sambært fastlagdari skipan í upprunaavtaluni.
6) Lønarútreiðslur: Samlaða A-inntøkan hjá starvssetta íroknað ALS gjald, AMEG gjald og frítíðarløn.
7) Kjarnustarvsfólk: Starvsfólk, sum fyritøkan hevur havt fyri neyðini at hava í starvi.
8) Tilvísingartíðarskeið: Tað samanberingartíðarskeiðið, afturgongdin í umsetninginum verður gjørd upp í mun til, sbr. tó § 1, stk. 1, og § 7, stk. 2. Tilvísingartíðarskeiðið er:
a) Frá og við 12. mars 2019 til og við 31. august 2019.
b) Fyri fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki hava ein umsetning í tíðarskeiðinum, nevnt í litra a, er tíðarskeiðið frá og við 1. desember 2019 til og við 29. februar 2020.
9) Stuðulstíðarskeið: Tíðarskeiðið frá og við 12. mars 2020 til og við 31. august 2020, sum tað verður veittur stuðul fyri føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni.
Stk. 2. Fyri útskeingingarstøð, sbr. § 1, stk. 2, er stuðulstíðarskeiðið frá og við 8. august 2020 til og við 31. august 2020. Tilvísingartíðarskeiðið fyri hesar fyritøkur er:
1) Frá og við 8. august 2019 til og við 31. august 2019.
2) Fyri fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki hava ein umsetning í tíðarskeiðinum, nevnt í nr. 1, er tíðarskeiðið frá og við 1. desember 2019 til og við 29. februar 2020.

Kjarnustarvsfólk
§ 4. Stuðul til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk kann í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin, og kann ikki vera hægri enn lønin, sum er rindað starvsfólkunum, undir hesum ALS gjald, AMEG gjald og frítíðarløn, sum arbeiðsgevarin skal rinda. Ein fullur starvsbrøkur er 40 tímar um vikuna.
Stk. 2. Fyritøkur, sum hava tvey ella fleiri fólk í starvi við niðursettum starvsbrøki, kunnu leggja starvsbrøkirnar saman til fullan starvsbrøk.
Stk. 3. Fyritøkan skal grundgeva fyri, at starvsfólkini eru neyðug. Er grundgevingin ikki nøktandi, kann TAKS sýta at góðkenna lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk.
Stk. 4. Er ferðavinnufyritøkan partur í einum samtaki, og um fyritøkurnar reka virksemi, sum er fevnt av tveimum ella fleiri av virkseminum, nevnt í § 2, stk. 1, nr. 1-5, verður stk. 1-3 nýtt upp á samlaðu fyritøkurnar í samtakinum. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri fyritøkur í einum samtaki, sum reka sjóvegis ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin, sbr. § 2, stk. 1, nr. 5.

Mótrokning
§ 5. Áðrenn stuðulin verður útgoldin, verður mótroknað í stuðli eftir løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19, og verður upphæddin, sum er sum er ella verður latin í stuðli eftir nevndu løgtingslóg, frádrigin tí upphædd, sum fyritøkan ella samtøkan kann fáa ella hevur fingið eftir hesi kunngerð.

Umsókn og upplýsingar
§ 6. Umsókn um stuðul skal latast TAKS í seinasta lagi 31. oktober 2020. Umsóknir skulu latast inn á serligum oyðublað, sum liggur á heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo.
Stk. 2. Fyritøkan skal søkja um stuðul fyri alt stuðulstíðarskeiðið og kann kann bert fáa rindað út stuðul einaferð.
§ 7. Í umsóknini um stuðul skulu latast m.a. hesar upplýsingar:
1) Umsetningurin og føstu útreiðslurnar hjá fyritøkuni í stuðulstíðarskeiðinum, sbr. § 3, stk. 1, nr. 9, sbr. eisini § 3, stk. 2 fyri útskeingingarstøð.
2) Umsetningurin hjá fyritøkuni í tilvísingartíðarskeiðinum, sbr. § 3, stk. 1, nr. 8, sbr. eisini § 3, stk. 2, nr. 1 og 2 fyri útskeingingarstøð.
Stk. 2. Ferðavinnufyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í einum tilvísingartíðarskeiði, sum nevnt í § 3, nr. 8, litra a ella b, skulu lata inn eina fíggjarætlan við ætlaða umsetninginum umframt veruliga umsetninginum í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 3. Fyritøkan skal grundgeva fyri, hví væntaða afturgongdin í umsetninginum er orsakað av COVID-19.
Stk. 4. Fyritøkan skal upplýsa stovningardag, ella, um fyritøkan ikki hevur ein ávísan stovningardag, eina dagfesting fyri byrjan av virkseminum.

§ 8. Er stuðulsupphæddin til fyritøkuna omanfyri 120.000 kr., skal uppgerðin áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. TAKS kann eisini í hvørjum føri sær, hóast 1. pkt., krevja, at uppgerðin skal áteknast av góðkendum grannskoðara við váttan við grundaðari vissu. Reglurnar í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a. eru galdandi
fyri grannskoðaraváttanir eftir hesi áseting.
Stk. 2. Fyritøkan skal undir revsiábyrgd, sbr. § 11 í løgtingslógin um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19, vátta við trú og heiður, at tær upplýsingar, sum fyritøkan hevur latið eru rættar.

Umsiting, eftirlit og afturrindan av stuðli
§ 9. TAKS umsitur stuðulsskipanina eftir løgtingslógini og kunngerðini og hevur eftirlit við, at ásetingarnar í løgtingslógini og kunngerðini verða hildnar.
Stk. 2. Eru treytirnar í løgtingslógini ella í kunngerðum sambært hesi løgtingslóg ikki loknar, skal stuðulin heilt ella partvíst rindast aftur.
Stk. 3. Hevur ein ferðavinnufyritøka, ið fær stuðul, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir ásetingunum í løgtingslógini um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 ella í hesi kunngerð, ella móti betri vitan av órøttum fingið stuðul, skal ferðavinnufyritøkan ella búgvið hjá fyritøkuni gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.
Stk. 4. Ferðavinnufyritøkur og grannskoðarar hava skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar. Stuðulin kann verða kravdur aftur, um upplýsingar ikki verða latnar.

§ 10. TAKS kann frá fyritøkuni, leiðsluni og frá grannskoðaranum, sum sambært § 8, stk. 1, hevur gjørt eina váttan, krevja at fáa tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at skjalprógva, at krøvini í hesi kunngerð eru hildin.

Kæra
§ 11. Avgerðir, sum TAKS hevur tikið sambært hesi kunngerð, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við 12. mars 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. august 2020

Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)