Skriva út

Kunngerð nr. 134 frá 11. oktober 2022

um meirvirðisgjald hjá kommunum

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirivirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 5. desember 2002, løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 62 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð fevnir um kommunur, kommunal virkir og stovnar.
Stk. 2. Kommunur, kommunal virkir og stovnar skulu rinda meirvirðisgjald til landskassan av virksemi sínum samsvarandi galdandi reglum í løgtingslógini.

§ 2. Meirvirðisgjald verður endurrindað til kommunur, kommunal virkir og stovnar við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.

§ 3. Bókhaldið hjá kommunum skal lúka krøvini í kapitli 8 í løgtingslógini, umframt krøvini í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl.

§ 4. Meirvirðisgjaldið verður endurrindað yvir kommunalu millumrokningina hjá landinum grundað á innrapporteraðan mánaðarroknskap sbrt. § 10, stk. 2 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl.

§ 5. Endurrindanin av meirvirðisgjaldi fer fram, tá ið kommunan hevur innrapporterað tíðarskeiðsroknskapin til Gjaldstovuna sbrt. § 10, stk. 2 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl.
Stk. 2. Endurrindanin av meirvirðisgjaldi fyri tíðarskeiðsroknskapir sbrt. § 10, stk. 2 í kunngerð um roknskaparverk kommununanna o.tíl., sum eru innrapporteraðir eftir 7. í mánaðinum bíða til næstu mánaðaravrokning.
Stk. 3. Innrapporteringin av meirvirðisgjaldinum fer fram sbrt. § 10, stk. 2 í kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl.
Stk. 4. Er uppgerðargrundarlagið ikki nøktandi, kann Gjaldstovan steðga endurrindanini av meirvirðisgjaldinum, til roknskaparviðurskiftini eru komin upp á pláss.

§ 6. Endurrindanin kann ikki vera hægri enn 75% av tí goldna meirvirðisgjaldinum. Er ivi um støddina á upphæddini ella um, hvussu komið er fram til upphæddina, sum skal endurrindast, kann TAKS gera eina metta áseting av upphæddini.
Stk. 2. Avgerðin hjá TAKS kann kærast til Føroya Kærustovn.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 14.10.2022)
Samstundis fer kunngerð nr. 110 frá 31. august 2009 um meirvirðisgjald hjá kommunum v.m. úr gildi.


Fíggjarmálaráðið, 11. oktober 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)