Skriva út

Kunngerð nr. 136 frá 27.09.2017 um broyting í kunngerð um talgildan roknskap

(Íverksetarafeløg undantikin frá kravinum um at lata upplýsingarnar í XBRL-sniði)

§ 1
Í kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 30. juni 2017, verður § 1, stk. 1, 2. pkt. orðað soleiðis:

“Feløg, sum eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, tó ikki íverksetarafeløg, sbrt. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, skulu harumframt innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRLsniði.”

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Samanskrivað kunngerð nr. 146 frá 18.12.2015


Fíggjarmálaráðið, 27. september 2017

Kristina Háfoss (sign.), landsstýriskvinna/Bjarni Askham Bjarnason (sign.)