Skriva út

Kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015

um talgildan roknskap

Sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 30.06.2017 og kunngerð nr 136 frá 27.09.2017.

Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:

§ 1. 1) 2) Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Feløg, sum eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, tó ikki íverksetarafeløg, sbrt.
kapittul 19 a í vinnufelagalógini, skulu harumframt innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRL-sniði. Likamligir persónar og felagsskapir, sum ikki hava skyldu at gera ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, kunnu ístaðin lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði.
Stk. 2. Verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar latnar inn á annan hátt, enn ásett í stk. 1, verða tær mettar sum ikki latnar inn.

§ 2. Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar, ið hava skyldu at gera ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, frávelja at fráboða tær í §103 í løgtingslóum landsskatt og kommunuskatt nevndu upplýsingar í XBRL-sniði.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016 og eftirfylgjandi inntøkuár, sbr. tó § 2.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 113 frá 9. oktober 2015.

Notir
1) Broytt við kunngerð nr. 99 frá 30.06.2017, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016. (Útgivið: 30.06.2017)
2) Broytt við kunngerð nr. 136 frá 27.09.2017, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útg.: 29.09.2017)

Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Útgivið: 23. desember 2015