Skriva út

Kunngerð nr. 151 frá 19. desember 2019

um land fyri land fráboðan

Við heimild í § 118 g í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 21. desember 2018, verður ásett:

Skyldan at lata land fyri land frágreiðing
§ 1. Fráboðan, sum skal latast sambært § 118 f í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skal innihalda hesar upplýsingar:
1) Um tað ultimativa móðurfelagið er føroyskt: Upplýsing um tað samtaksfelag, sum sendir inn land fyri land frágreiðing við tilskilan av samleikaupplýsingum.
2) Um tað ultimativa móðurfelagið ikki er heimahoyrandi í Føroyum: Upplýsing um, hvat tað er fyri eitt samtaksfelag, sum er skyldugt at lata inn land fyri land frágreiðing við tilskilan av samleikaupplýsingum, og í hvørjum skattarættardømi felagið er heimahoyrandi.
Stk. 2. Samleikaupplýsingarnar eftir stk. 1 skulu fevna um fult navn, bústað, skattarættardømi, v-tal ella skrásetingarnummar. Er talan um eitt útlendskt samtaksfelag, skal eitt møguligt skattasamleikanummar TIN-nummar í skattarættardøminum nevnast.
Stk. 3. Fráboðan eftir § 118 f løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt kann latast á føroyskum, donskum ella enskum.

§ 2. Fráboðan eftir §§ 1 og 3 kann latast talgilt sambært ávísing frá skattamyndugleikanum. Fráboðanin skal latast innan árslok inntøkuárið, sum land fyri land frágreiðingin viðvíkur.
Stk. 2. Fráboðan eftir §§ 1 og 3 kann eisini latast inn á pappíri.

§ 3. Fráboðan skal latast skattamyndugleikanum, um tað eru umstøður, sum bera í sær, at skyldan at lata land fyri land frágreiðing er hildin uppat.

Fráboðan av land fyri land frágreiðing
§ 4. Fráboðan av land fyri land frágreiðingini fer fram við handan av teimum upplýsingum, sum eru nevndar í talvu 1-3, sbr. skjal 1.
Stk. 2. Fylgjandi hugtøk í talvu 1 skulu skiljast soleiðis:
1) Skattarættardømi: Eitt sjálvstøðugt ella eitt ikki sjálvstøðugt rættardømi við skattasjálvstýri. Sjálvstøðugar linjur verða settar fyri allar samtakseindir, sum eftir fatanini hjá fráboðandi eindini ikki skattliga eru heimahoyrandi í nøkrum skattarættardømi. Um ein samtakseind er heimahoyrandi í meira enn einum skattarættardømi, verða tær vanligu meginreglurnar í galdandi tvískattasáttmála nýttar, sum eru avgerandi fyri, hvat rættardømi eindin skattliga er heimahoyrandi í. Um eingin tvískattasáttmáli er galdandi, verður samtakseindin fráboðað í tí skattarættardømi, har leiðslan hevur sítt veruliga sæti. Sætið hjá veruligu leiðsluna verður avgjørt út frá altjóða samtyktum standardum.
2) Umsetningur: Samlaði umsetningurin fyri allar samtakseindir í viðkomandi skattarættardømi, sum eru framdar gjøgnum tiltøk við atknýttar fyritøkur, samlaður umsetningur fyri allar samtakseindir í viðkomandi skattarættardømi, sum er framdur umvegis tiltøk við óheftar partar og tann samlaði umsetningurin í alt. Umsetningurin fevnir um inntøkur frá sølu av vørum, aktivum og tænastum, nýtslugjøldum, rentum, tryggingargjøldum og øðrum upphæddum. Umsetningurin fevnir ikki um gjøld frá øðrum samtakseindum, sum verða roknað sum útlutanir í gjaldarans skattarættardømi.
3) Yvirskot ella undirskot áðrenn skatt: Samlaða yvirskotið ella undirskotið áðrenn felagsskatt hjá øllum samtakseindunum, sum skattliga eru heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi. Yvirskot ella undirskot áðrenn felagsskatt fevnir um allar óvanligar inntøkur og útreiðslur.
4) Goldin inntøkuskattur: Samlaða upphæddin, sum allar viðkomandi samtakseindir, sum skattliga eru heimahoyrandi í viðkomandi skattarættardømi, hava goldið í felagsskatti viðkomandi inntøkuár. Inngoldið skatturin fevnir um tær skattaupphæddir, sum samtakseindin hevur goldið til rættardømið, har hon skattliga er heimahoyrandi, eins og til øll onnur skattarættardømir. Goldin skattur fevnir um kelduskatt, sum aðrar eindir hava goldið, bæði atknýttar og sjálvstøðugar fyritøkur, í sambandi við gjøld til samtakseindina. T.e. at um fyritøka A, sum skattliga er heimahoyrandi í skattarættardømi A, hevur rentuinntøkur í rættardømi B, skal tann goldni kelduskatturin í rættardømi B fráboðast av fyritøku A.
5) Útroknaður skattur: Tann samlað útroknaði felagsskatturin av tí skattskylduga yvirskotinum ella undirskotinum í fráboðanarárinum fyri allar tær samtakseindir, sum skattliga eru heimahoyrandi í viðkomandi skattarættardømi. Viðkomandi skattaumsetningur endurspeglar einans virksemi í hesum árinum og fevnir ikki um útsettan skatt ella burturleggingar til óvissar skattaskyldur.
6) Góðtikið fæ: Samlaða góðtikna fæið fyri allar samtakseindir, sum eru skattliga heimahoyrandi í viðkomandi skattarættardømi. Hvat  føstumrakstratstøðum viðvíkur, skal góðtikna fæið fráboðast av løgfrøðiligu eindini, sum hon er fastur rakstrarstaður hjá uttan so, at tað grundað á skipanarendamál er ásett eitt fast krav til fæfeingi í skattarættardøminum.
7) Samanspardur vinningur: Samlaði samanspardi vinningurin við ársenda hjá øllum samtakseindunum, sum skattliga eru heimahoyrandi í viðkomandi skattarættardømi. Hvat viðvíkur føstum rakstrarstøðum, verður samanspardi vinningurin fráboðaður av tí løgfrøðiligu eindini, sum hon er fastur rakstrarstaður hjá.
8) Starvsfólkatal: Samlaða talið av starvsfólkum umroknað til fulltíðarstørv hjá samtakseindum, sum skattliga eru heimahoyrandi í viðkomandi skattarættardømi. Talið av starvsfólkum kann antin verða grundað á talið við ársenda, miðaltalið av starvsfólkum gjøgnum árið, ella á ein hvønn annan hátt, sum reglufast verður nýttur ár eftir ár fyri øll skattarættardømir. Í tí sambandi kunnu óheftir undirveitarir, sum luttaka í vanliga rakstrarvirkseminum hjá samtakseindini, fráboðast sum starvsfólk. Talið av starvsfólkum kann rundast, ella talið av starvsfólkum kann verða mett, um hetta ikki viðførir munandi reingjan av tí lutfalsliga býtinum av teimum ymisku skattarættardømunum. Ein reglufastur háttur skal nýtast ár eftir ár fyri allar eindirnar.
9) Materiell ogn: Tað samlaða bókaða virðið á materiellu ognunum fyri allar samtakseindir, sum skattliga eru heimahoyrandi í viðkomandi skattarættardømi. Hvat føstum rakstrarstøðum viðvíkur, verða ognir fráboðaðar í ti skattarættardømi, har sum fasti rakstrarstaðurin er. Materiellar ognir fevna ikki um tøkan pening ella fíggjarognir.
Stk. 3. Talva 2 skal hava upplýsing um ta einstøku samtakseindina í fleirtjóða samtakinum, týdningarmesta handilsvirksemið og hvar tað skattliga er heimahoyrandi. Føst rakstrarstøð skulu verða nevnd undir skattarættardøminum, har tað er heimahoyrandi og skal harumframt nevna navnið á felagnum, sum tað er ein partur av.
Stk. 4. Talva 3 skal hava aðra upplýsing, sum er neyðug ella fremjandi fyri at skilja talvu 1 og 2.
Stk. 5. Ein samtakseind, sum er skyldug at gera eina land fyri land frágreiðing eftir § 118 d í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skal biðja sítt ultimativa móðurfelag um at lata allar tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna lyfta skylduna. Um tað ultimativa móðurfelagið ikki vil lata samtakseindini neyðugar upplýsingar at ráða yvir, letur samtakseindin eina land fyri land frágreiðing, sum hevur allar tær upplýsingar, sum hon hevur um hendi, hevur fingið ella hevur savnað, og boðar skattamyndugleikanum frá, at tað ultimativa móðurfelagið hevur avvíst at lata samtakseindini neyðugar upplýsingar at ráða yvir.
Stk. 6. Land fyri land frágreiðingin kann verða fráboðað talgilt eftir leiðbeining frá skattamyndugleikanum.
Stk. 7. Land fyri land frágreiðingin kann eisini latast inn á pappíri.
Stk. 8. Talva 1, 2 og 3 eru tøkar í føroyskum og enskum sniði á heimasíðuni www.taks.fo.

Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 19. desember 2019)

Fíggjarmálaráðið, 19. desember 2019
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Skjal 1 (Talva 1, 2 og 3)