Sett úr gildi
Skriva út

Kunngerð nr. 15 frá 27. februar 1996

um skrásetingargjald á motorakførum sum flytigóðs

Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Bert eigarar av motorakfari, sum eru 18 ár ella eldri, kunnu frítakast fyri at rinda skrásetingargjald í samband við innflutning av motorakfari sum flytigóðs. Hvør persónur hevur bert loyvi at innflyta 1 akfar, og skal tað vera til egna nýtslu.

§ 2. Tá flutt verður úr Danmark (tó ikki Grønlandi), skal motorakfarið hava verið endaliga skrásett í navni flytarans í minsta lagi í 6 mánaðir áðrenn innflutningsdagin, og flytarin skal hava verið búsettur í Danmark í minsta lagi í 1 ár áðrenn flyting til Føroyar.
Stk. 2. Tá flutt verður úr øðrum landi enn Danmark, skal flytarin frammanundan flytingina hava búð samanhangandi í minsta lagi í 3 ár uttan fyri Føroyar og í minsta lagi 2 ár í tí landi, hann flytur úr, og motorakfarið skal hava verið endaliga skrásett í hansara navni í minsta lagi í 2 ár og hava verið nýtt – tvs. at akfarið skal hava koyrt í minsta lagi 5.000 km – av honum, ið flytur.
Stk. 3. Tær treytir, ið eru ásettar omanfyri um endaliga skráseting uttanlands eru at rokna frá endaliga skrásetingardegnum á skrásetingarskjalinum og til tann dag, akfarið verður flutt út úr landinum til Føroya. Flytingin skal prógvast við flytiprógvi og skrásetingarskjali.
Stk. 4. At motorakfarið er endaliga skrásett, merkir at skylda er at gjalda og goldin er øll gjøld sum innflutnings-, umsetnings- og skrásetingargjøld o.t. í tí landinum, tað kemur úr. Um so er, at akfari fær annan eigara innan fyri eitt ár, eftir skrásetingina her á landi, verður tað skrásetingargjaldsskyldugt, og kann ikki umskrásetast, fyrr enn skrásetingargjaldið er goldið. Í nevnda 1 ára tíðarskeiði kunnu umskráseting og broytingar av tryggingartakara bert verða gjørdar við loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 3. Toll- og Skattstova Føroya kann, tá serligar umstøður tala fyri tí, gera frávik í reglunum í § 2, stk. 1, tó ongantíð í reglunum um, hvussu leingi flytarin skal hava havt bústað í Danmark.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 62 frá 3. juni 1989 um skrásetingargjald á motorakførum sum flytigóðs.