Sett úr gildi
Skriva út Kunngerð nr. 16 frá 11. februar 1998 frá Fíggjarmálastýrinum
um broyting í kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur í samband við dupult húsarhald
§ 1. Í kunngerð nr. 128 frá 10. juli 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur í samband við dupult húsarhald verður gjørd henda broyting:
§ 4 verður orðað soleiðis:
"§ 4 Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn.
2. stk. Fyri útreiðslur í samband við dupult húsarhald eru hesar stuðulsuphæddir ásettar:
- Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
- Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
- Innanlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir kap. 1.
3. stk. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið."
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.