Skriva út

Kunngerð nr. 163 frá 18. desember 2013

um fyrisiting av eydnuspæli

Við heimild í §§ 7 og 7 a í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 28. apríl 2009, verður ásett:

§ 1. Løgmaður leggur sín avgerðarrætt og fráboðanarskyldu eftir løgtingslóg um eydnuspøl til TAKS, tó ikki avgerðarrætt og fráboðanarskyldu um útlendskar lutaseðlar sbrt. § 2, 2. pkt.

§ 2. Avgerð, sum TAKS hevur tikið eftir løgtingslóg um eydnuspøl, kann kærast til løgmann. Kæran skal vera skrivlig og vera løgmanni í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.

§ 3. Samstundis sum søkt verður hjá TAKS, skulu kr. 200,00 rindast til TAKS.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 16 frá 16. mars 1999 um fyrisiting av eydnuspæli v.m. úr gildi.

Tórshavn, 18. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)