Skriva út

Kunngerð nr. 169 frá 15. desember 1992

um meirvirðisgjald av bygging v.m. til sølu, útleigu ella egna nýtslu

Sambært § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður fylgjandi ásett um meirvirðisgjald av bygging v.m., ið fyri egna rokning verður gjørt við sølu, útleigu ella egnari nýtslu fyri eyga.

§ 1. Tann, sum á egna grund ella leigaða grund ella á grund hjá leigara av bygningum byggir til sølu ella útleigu, skal rinda avgjald av tí arbeiði við verkætlanini og byggingini, sum verður gjørt av viðkomandi sjálvum og starvsfólki hansara, og av tí tilfari, sum verður nýtt til hetta endamál.
Stk 2. Somuleiðis skal avgjald rindast av tí arbeiði, ið verður gjørt av starvsfólki hjá honum, ið byggir til egna nýtslu ella til nýtslu hjá virkinum.

§ 2. Tann, sum umbyggir ella nútímansger egnar ella leigaðar bygningar við sølu ella útleigu fyri eyga, skal rinda avgjald av tí arbeiði, sum verður gjørt av viðkomandi og starvsfólki hansara, og av tí tilfari, ið verður nýtt til hetta arbeiði.
Stk. 2. Somuleiðis skal avgjald rindast av arbeiði, sum verður gjørt av starvsfólki hjá honum, ið umbyggir ella nútímansger til egna nýtslu ella til nýtslu hjá virkinum.
Stk. 3. Umvælingar ella viðlíkahald við einum samlaðum avgjaldsvirði, sum er yvir kr. 50.000 árliga, verða mett sum umbygging ella nútímansgerð.

§ 3. Tann, ið skal rinda avgjald sambært §§ 1 og 2, skal skráseta virki sítt hjá Toll- og Skattastovu Føroya sambært reglunum í § 5, javnber § 4, stk. 1 í lóg um meirvirðisgjald.

§ 4. Avgjaldsskylduga virðið er vanligi prísurin hjá virkinum við sølu av viðkomandi vøru ella tænastu. Er eingin vanligur søluprísur, er avgjaldsskylduga virðið ein roknaður søluprísur, ið skal fevna um allar útreiðslur og vinning, ið vanliga eru partar av avgjaldsskylduga virðinum fyri vørur ella tænastur av viðkomandi slagi.

§ 5. Tann, ið tilætlað ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í § 3 ella gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella dylur upplýsingar til nýtslu fyri avgjaldseftirlit, verður revsaður við sekt, uttan so at viðkomandi er skyldugur til harðari revsing sambært § 33, stk. 3 í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Reglurnar í § 33, stk. 4 og § 34 í løgtingslóg um meirvirðisgjald eru samsvarandi galdandi sambært hesi kunngerð.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1993 og er galdandi fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, ið verða latnar 1. januar 1993 ella seinni í sambandi við bygging v.m.