Skriva út

Kunngerð nr. 171 frá 15.12.1992

um frítøku fyri at rinda avgjald sambært lóg um meirvirðisgjald

Sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Tannlæknar og praktiserandi tannteknikarar eru frítiknir fyri at rinda avgjald av sølu av úrtøkuligum og føstum handilstonnum, sum teir sjálvir hava framleitt.

§ 2. Tryggingarfeløg eru frítikin fyri at rinda avgjald av sølu av vørum, sum verða yvirtiknar av tryggingartakarum í sambandi við útgjalding av endurgjaldi.
Stk. 2. Fíggjarfeløg, bankar og sparikassar eru frítiknir fyri at rinda avgjald av sølu av vørum, sum eru yvirtiknar orsakað av mishaldi av sáttmálum, sum fíggjarfeløgini v.fl. hava fíggjað, ella har teir standa sum panthavarar, sum fulnaður ikki er gjørdur móti.
Stk. 3. Avgjaldsfrítøka sambært stk. 1 og 2 er treytað av, at sølan burturav fer fram til meirvirðisgjaldsskrásett virki.

§ 3. Býtisringar fyri frímerki eru frítiknir fyri at rinda avgjald, um sølan av frímerkjum burturav fer fram við at býta og ikki er loyvt at rinda við peningi ella øðrum.

§ 4. Felagsskapir eru frítiknir fyri at rinda avgjald av útgávu av felagsbløðum, fakbløðum o.t., tá ið tey ikki innihalda lýsingar og verða seld fyri ein prís, ið ikki fer upp um útreiðslurnar av framleiðingini.

§ 5. Bókasøvn, forngripasøvn v.fl. eru frítikin fyri at rinda avgjald av teirra sølu av lýsingarheftum, ljósritum v.m., um so er, at søluprísurin ikki fer upp um útreiðslurnar av framleiðingini.

§ 6. Eftir umsókn, ið skal sendast Toll- og Skattastovu Føroya, kunnu blind, ið selja vørur og avgjaldsskyldugar tænastur fyri minni enn kr. 100.000,- um árið, sleppa undan at rinda avgjald sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald.

§ 7. Virki, ið eru frítikin fyri at rinda avgjald, skulu ikki skrásetast hjá Toll- og Skattastovu Føroya. Tílík virki mugu ikki á faktura, avrokningarskjali v.m. tilskila avgjald ella á annan hátt tilskila, at fakturaupphæddin fevnir um avgjald.

§ 8. Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 1993.