Skriva út
Kunngerð nr. 17 frá 13. februar 1998
um avtøku av kunngerð um at rokna sum A-inntøku, pening, ið verður vunnin við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni v.m.
§ 1. Kunngerð nr. 102 frá 11. juni 1997 um at rokna sum A-inntøku pening, ið verður vunnin við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni v.m. verður sett úr gildi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.