Skriva út

Kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018

um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan (Leingja umsóknarfreistina)

§ 1
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

1. Í § 3, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

2. Í § 3, stk. 3, nr. 8 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tíðarskeiðinum, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið” strikað.

3. Í § 4, stk. 5, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

4. Í § 8 verður “ella hefti” strikað.

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Givið út: 23. mars 2018)

Samanskrivað kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001

Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018
Henrik Old (sign.)landsstýrismaður/ Rúni Joensen (sign.)